In search of lost time - áhugaverd framsýning í Galleri Specta

Daniel Svarre           ©

http://www.specta.dk/

In Search of Lost Time : Nel Aerts, Eva Steen Christensen, Peter Holst Henckel, Andreas Schulenburg, Daniel Svarre, Svend-Allan Sørensen

Fríggjadagin verða nógvar ferniseringar í Keypmannahavn. Ein teirra verður á gallarínum Specta, sum eg loyvi mær at viðmæla frammanundan, tí har plagar at vera áhugaverd samtíðarlist á skránni. Og so kenni eg eisini tveir av listamonnunum, Svend-Allan Sørensen og Andreas Schulenburg, sum báðir fleiri ferð hava arbeitt og framsýnt í Steinprenti. Í fjør hevði hann eina ta stuttligastu og bestu listaframsýningin, sum eg havi sæð í Føroyum Afturvendandi á framsýningini vóru amboð úr gerandisdegnum, sum tóktust brúkt á skeivan hátt, t.d. var eitt skrúvublað parað við einum seymi, eins og blóðspor vóru á teirri stóru tøvdu køkurulluni, hobbyknívinum osfr. Eg upplivdi mótsetningarnir millum tað mjúka, tøvda tilfarið og tey hvøssu myndevnini hugtakandi. Verkini hjá Andreas Schulenburg eru løtt at avlesa, myndevnini eru einføld og litirnir eru bjartir, so at tey á yvirflatuni minna um popplist ella um samfelagskritiska list frá sjeytiárunum, men tú skalt ikki hyggja serliga leingi, fyrr enn tú leggur til merkis politiskt ókorrekta skálkabrosið, ta óuppbyggiligu absurdismuna og óítøkiliga fleirtýdnið.

Svend Allan Sørensen             ©

Svend-Allan Sørensen fekk fyri kortum ta stóru Queen Sonja Art Award. Hetta er eitt satt bragd, sum merkir, at hann verður mettur at vera bestur innan norðurlendskan grafikk. Steinprent og Føroyar hava fingið ómetaliga stóran týdning fyri Svend-Allan Sørensen, og hann kemur aftur at arbeiða í Steinprenti í vetur. Hann følir seg heima í ráu føroysku náttúruni, sigur hann og á verkstaðnum spríkja verk frá hansara hond, sum eru til stóran lblástur - ikki minst hjá føroyskum listafólkum og áskoðarum, sum í teimum síggja nakað øðrvísi. Svend-Allan Sørensen er nevniliga konseptlistamaður, ið arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ikki sjáldan involvera orð. Í einum træprenti stendur til dømis við stórum, skornum, skeivum bókstavum "Ca caw motherfuckers". Útbrotið er eyðkent fyri tann coola og stuttliga stílin hjá listamanninum, sum ofta sameinir skálkabrosið við djúpum og inniligum álvara og ikki sjálvdan tykist sjónarmiðið vera í fuglahædd. Á framsýningini í Specta hevur Svend-Allan Sørensen prent frá Schäefer Grafiske Værksted trý portrett, sum hann gjørdi í Steinprenti og sum vóru við á framsýningini Ordbilled Billedord í Norðurbryggjuni herfyri.


Nýggja framsýningin í Galleri Specta eitur In Search of Lost Time, og hon snýr seg altso um tíð. - Tíð er um somu tíð ítøkilig fortreyt og eitt abstrakt hugtak, tíðin gongur frameftir ongantíð hinvegin og allíkavæl kunnu minni og upplivingar ávirka tíðarkensluna. Upplating verður fríggjadagin 22.august klokkan 17.

Prentið gjørdi Andreas Schulenburg í Steinprenti fyri tveimum árum síðani              ©

Prentið gjørdi Andreas Schulenburg í Steinprenti fyri tveimum árum síðani              ©

Rustur sum viður og vindur - nýggj prosabók hjá Tóroddi Poulsen

Fyri bókaelskarar og mentanaráhugað annars er heystið ein glæsilig árstíð. Áðrenn vit vita av ýðir í spennandi framsýningum, sjónleikum, konsertum (sum summarið eisini hevur verið fult av), og ikki minst er hetta tíðin, tá bøkurnar koma, m.a. hendan bókin hjá Tóroddi Poulsen, sum er ein nýggj prosabók. Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur út. Tóroddur Poulsen hevur sjálvur gjørt ta vøkru bókapermuna

Harrarnir Vitandi og Alvitandi skoða eina kópakonu


Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen er komin og verður løgd fram í Steinprenti 29.aug. kl 17, tað vil siga komandi fríggjadag og øll eru vælkomin til bókaframløguna. Meðan vit bíða, kunnu vit stytta okkum stundir við at flenna at smáu tekstunum, sum høvundurin hevur skrivað í síni ógvuliga originalu reklamukampanju. Higartil eru tveir tekstir komnir og nú hesin aftrat.

-Hm…
-Hm, hvat?
-„Dreymsins tröllvaxna sorg á knæbóndans framhoknu herðum…“
-Knæbóndi, hann forgroni meg…handan boppudiddan…ein knæbóndi…
-Eg sipaði nú til Ezra Pound, gjørdi eg…
-Essa hvønn…
-Ezra segði eg, Ezra Pound, tá ið hann sang har suðuri í Pisa eftir kríggið og var…
-Eg veit so bara um ein Essa og hann sang ikki nakrastaðni…síðst av öllum í Pisa…
-Men Pound, veitst tú, hann var eitt víðgitið amerikanskt skald…modernistur par excellence sum tey siga…
-Ja, tað kann eg ætla… og gera kópakonur til knæbóndur, tað er yrking við lít…at halda skattaborgarans góða skil fyri tað turra spott… tað eigur at vera ein lystig list….
-Isi nú hann sjálvur, isi…tað var nú bara tað, at eg kom soleiðis hissini at hugsa um hina standmyndina…í Havn…Traðarmannin uttan fyri ráðhúsið….tað ímyndina av einum slitmanni…
-Nei, salt komi í reyvarskinnið sum tú altíð skalt fáa alt til Havnar, títt spring-hövd…ímynd av einum slitmanni..suðuri í Havn…hvat hevur nakrantíð tyngt háls og axlar á nökrum Havnarmanni uttan í mesta lagið slips og innifrakki…tú…
-Eg meinti nú við føroyingin sum heild, ha? Arbeiðstrælin gjögnum öldirnar…á sjógvi og landi, í fjöru og haga…Pound hevur empati, sært tú…samkend við teimum trælkaðu, hann vísir á, hvussu sögan vil fara við teimum stórmennum, sum taka handskan upp fyri smámannin, ha…tey hava verið krossfest, húðflett, hongd upp eftir hælunum og…
-Eg leggi ikki ein lakasaltaðan lort í, hvønn sögan hongur upp eftir halanum... vit fletta so bara skinn av seyði her norðuri, gera vit, og konufólkið, tær klára at lata seg úr sjálvar, saktans, og gera tað glaðar, hvat handa vinstraræstnaða rak-lippan so bloggar úr Sørvági…
-Men var ikki okkurt um hatta hjá henni alllíkavæl…at kópakonan átti at hugt til havs…
-Til havs?
-Haðani hon kom…
-Kom..hon kom til búgvið borð, gjørdi hon…
-Men sögnin…
-Ja, rak-lippan kann hagreiða sögnina sum hon vil, tað ger okkum ongan mun her…
-Jú, men tað er nettupp tað eg royni at siga, ha… standmyndin er ikki öðrvísi enn tíðarandin hevur snarað sögnini…hon vendir líkasum broddin móti móti tí trælkaða føroyinginum, móti innlögumanninum…óbeinleiðis ið hvussu er…og soleiðis verður kallkynið alt sum tað er ímyndin av einum belsmanni og einum konubukara…eg meini, samanum tikið, er hetta ikki serliga væl úthugsað list …ha…
-Hetta er okkara list, tú…soleiðis vilja vit síggja her norðuri…og tað hvörki í myrkri ella mjörka, tað kann eg forsalta tær fyri, hin gamli….
-Altso en d'autres termes…list fyri hoi polloi…
- Hoy-polla tær sjálvum, kanst tú, tín turrsaltaði Kinnu-dandari…tú og hasin hattamaðurin hjá tær…
-Álvaratos…hoi polloi er nú bara griskt og tað merkir…
-…at ganga við hattinum kíkaðum niður fyri eyguni og billa sær inn at síggja betur enn onnur…gud forsalti seg, tað sigi eg bara…
-Og kortini ætlar tú tær í Steinprent fríggjadagin í komandi viku…
-Tað kanst tú marinera tær pillið uppá…onkur norðingur má til, skal glotti vera í myrkrinum har suðuri…
-Men so minnist tú, meðni, at tað er klokkan seytjan tiltakið byrjar…
-Ja, forturkað.

Gull úr goymsluni

Listafólk og fólk í list

20. august letur framsýningin Listafólk og fólk í list upp á Listasavni Føroya. Úr listagoymsluni eru dýrgripir funnir, ið mynda menniskju.

 Goymslan á Listasavni Føroya er á tremur við list – fleiri enn 2000 listaverk. Á framsýningini Listafólk og fólk í list eru verk leitað fram, ið øll hava menniskjalýsing til felags.

Framsýningin fevnir millum annað um andlitsmyndir, strikumyndir og sjálvsmyndir. Alskyns sløg av fólki eru at hitta í verkunum, bæði børn, abstraktar kvinnumyndir og hábærsligir menn. Á framsýningini er eitt breitt úrval av verkum og listafólkum umboðað – alt frá tekningum til bringumyndir, frá S.J. Mikines til Bárð Oskarsson.

Verkini sýnast fram eftir myndevni, soleiðis at møguleiki verður at uppliva ymisku teknikkirnar, listafólkini og samtíðarrákini í einum dynamiskum samanhangi.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

 

 

 

 

 

I Am a Painting - Nýggju myndirnar hjá Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy Frank Dodd                                                                                                                                      ©

Rannvá Kunoy tók lut á Ólavsøkuframsýningini 2014 við trimum málningum, ið onkursvegna brutu frá tí sera fjølbroyttu heildini, og at kalla skaptu sítt egna rúm í framsýningini. Hesir málningarnir vitja okkum á veg til Biel, har teir verða partar av einari stórari framsýning í listahøllini Centre PasquArt. Tað er ikki ofta, vit uppliva myndirnar hjá Rannvá Kunoy, sum longu við debutframsýning síni í Listasavninum í 1999 sýndi serligt format. Framsýningin  bar boð um eina serstaka listakvinnu, ið longu á ungum aldri heldur enn fegin vaðar út í tað djúpa og sum á ongan hátt ræðist tað listarligt ekstrema. Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, men hevur í nógv harrans ár búð í London, har hon nam sína listarligu útbúgving. Vit kunnu siga, at hennara fyrsta serframsýning á ein hátt varð íblást av somu hugsanum, sum sóust í konseptlistini hjá ungu listafólkunum (Young British Artists) í bretskari list í nítiárunum, men kunnu samstundis ásanna, at Rannvá Kunoy longu tá, 24 ára gomul fann fram til byrjanina til sítt serstaka myndamál, sum nú stendur í fullum og sjálvstøðugum blóma. Eftir ta stórfingnu byrjanina gekk drúgv tíð áðrenn vit aftur sóu nakað til verkini hjá Rannvá Kunoy og soleiðis hevur gongdin verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum. Verkini hjá henni eru avbjóðandi - har tað í amerikanskari fagurfrøði hevur ljóðað: What you see is what you get, kunnu vit kanska siga tað øvugta um myndirnar hjá Rannvá Kunoy. Tí her loysir tað seg veruliga at vera tolin og hyggja leingi Tá sært tú tað, sum tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær. Málningurin Frank Dodd er úr røðini “I Am a Painting”, sum snýr um málarí á tremur í tilsipingum til listasøguna hjá málarínum. Framman fyri hesari myndini kemur áskoðarin í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan royndum áskoðarans av definera. Og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonala flatu. Hetta kemst m.a. av teimum nógvu, tunnummálingaløgum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini, og haraftrat skínur málingin út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina. Hetta ger hon við rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan so sanniliga er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Bygnaðurin í myndini er ógvisligur og avgjørdur, samstundis sum hann hevur ómetaliga fínligan og kenslubornan dám. Blái liturin í Frank Dodd og í hinari minnu myndini er ógvuliga serstakur og skyggjandi, í onkrum ljósi gerst hann næstan violettur og aðrastaðni gerst hann meira gráur, men allastaðni er hann følin, tað er greitt, at listakvinnan brúkar litir við atliti til kenslur. Myndaheitini hjá Rannvá Kunoy hava sína heilt egnu søgu, sjálv heldur listakvinnan, at teir eru eins og køkuglasurur. Verkini klára seg uttan glasur, men glasururin ger kanska upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Heitini hjá Rannvá Kunoy minna um reklamuslogan, sum tíðum fáa eina løgna vend. Heitið Frank Dodd sipar til eina amerikanska lóg, sum var gjørd við teirri ætlan, at sonevndir whistleblowers lættari skuldu kunnu avdúka korruptión og ólógligan handil í bankaheiminum. Men nógv vilja vera við, at henda lógin í veruleikanum var eitt slag av múlabandi, ein atgerð, sum í roynd og veru loyvir brotsmonnunum sjálvum at rudda upp í egnum brotsgerðum. Tó at frástøðan millum fíggjarheimin og nonfigurativa málningin kann tykjast long, so eru hesar atgerðir, ið verða framdar og sum ávirka mong menniskju, óítøkiligar á sama hátt sum flatin á myndunum hjá Rannvá Kunoy er tað. Upprunaliga stavar heitið Dodd Frank frá tveimum persónum og hetta hevur sjálvandi eisini við sær, at áskoðarin av sær sjálvum leitar eftir einum andliti ella eini frásøgn í myndini. Heitið á teirri minnu bláu myndini er Pentobarbital, sum er evnið, ið summir amerikanskir statir brúka í sambandi við deyðarevsing. Aftur uppliva vit eina greiða andsøgn millum ta undurvøkru dreymamyndina við kensluborna bláa rúminum og tað óhugnaliga harða heitið, hesa doyvandi sproytuna, sum í lógarinnar navni tekur lívið av menniskjum. - Le Nationaliste er eitt ógvuliga øðrvísi verk við meira grafiskum litárini, reytt, blátt og hvítt sum í føroyska Merkinum ella amerikanska Stars and Stripes. Men samstundis sum myndirnar sostatt minna um fløgg, sum vit assosiera við makt, greiðar reglur og landamørk, er aftur okkurt flótandi yvir hesari myndini, sum fær áskoðaran at ivast. Heitið tykist ikki serliga positivt og av tí, at tað ljóðar sum um talan er um ein persón, fær tað aftur áskoðaran at leita eftir einum menniskjaskapi í myndini. Hesar tríggjar myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru á so mangan hátt óítøkiligir eins og visiónir, ið appellera til okkara tankar og assosiatiónir. Samstundis eru teir ítøkilig dømi um ein føroyskan málara á altjóða stigi, sum júst í hesum árum er í ferð við at leggja okkurt nýtt aftrat málningalistasøguni. 

Rannvá Kunoy: Le Nationaliste                                                                                                                                  ©

Ólavsøkuframsýningin 2014


 

Móti við listarligari dýpd

Tað má sigast at ganga serstakliga væl hjá Barbaru í Gongini, hvørs design nú av álvara verður mett millum tungvektararnar innan norðurlendska avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Niðast er t.d. ein fín grein, sum stendur at lesa í Fashion Forum, ið hevur verið backstage meðan sýningin hjá Barbaru í Gongini læt upp donsku mótavikuni herfyri. Í greinini verður upplatingarshowið lýst sum ein sameining millum listarliga avantgarde og burðardygt skilvísi. Tað er av sonnum áhugavert at síggja hvussu væl Barbara í Gongini torir at bróta vanliga mótaformin bæði í sínum klædnasniði, men kanska serliga í dramatiska og neyva mátanum, hon hugsar síni show. Tá ein modell trýstir seg ígjøgnum og fram um ein flokk, fatar tú sum áskoðari alt fyri eitt, at tað snýr seg um einstaklingin um individualismu í mun til tað kollektiva. Hetta snýr seg um einsemi og individuatión, um at tora at stinga út og vera øðrvísi og á tann hátt koma framum. Tá tvær modellir hava samanvaksið eldreytt hár, er hetta eitt slag av sjálvsmynd, har áskoðarin fær eina kenslu av teim mørkum og tí dupultleika, sum merkir tilveruna. Eg eri púra samd við greinaskrivaranum í, at showið hjá Barbaru í Gongini er gandakent. Úr mínum egna føroyska sjónarhorni, kann eg leggja aftrat, at tað er frálíkt at síggja hvussu føroysk list blómar á nýggjum og øðrvísi crossover pallum. 

fashionforum.dk/2014/08/19/barbara-i-gongini-modeshowet-er-magisk/

 

www.youtube.com/watch?v=lGesXeWLpow

 

Sandoyarstevnan 2014

Janus Kamban og Hansina Iversen - Listasavnið á Sandi er altíð vert eina vitjan

Skráin 22. – 24. August

Fríggjadagur 22. august 2014

14:00-16:00     Listasavnið er opið - (kostn. 50,-)

18:00-21:00     Tivoli – Tombola/Fiskibrunnur

18:00-21:00     Tivoli – Hoppiborgir - (armband, kostn. 30,-)

18:00-21:00     Tivoli – Tarvaríðing/Sumowrestling - (kostn. 30,- vaksin, 10,- børn)

18:00-04:00     Kafé/Barr í Virkinum

18:00-20:00     Biografurin undir Gøtuni 10 sýnir tríggjar stuttfilmar hjá Sakaris Stórá. Sýning byrjar 20. hvønn minutt. Filmarnir eru: Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun - (kostn. Hvør sýning: 30,-)

18:00-21:00     Málningaframsýning í Virkinum – Listafólk úr Sandoynni: Turid Olsen, Hanus Johannessen,

Randarsól Kristiansdóttir, Annika Joensen, Arnold Ludvig og Annika Hjalt Edvardsdóttir

21:00-22:00     Konsert í Virkinum við MonkeyRat Band ft. Elin Heinesen - (kostn. 90,-)

22:30-02:30     Blacksheep spælir á Kafé/Barr í Virkinum - (kostn. 50,-)

 

Leygardagur 23. august 2014

10:00-12:00     Morgunmatur – Sands Kommuna bjóðar ókeypis morgunmat á ovaru hædd í Bókasavninum.

12:00-15:00     Barnatiltøk á sandinum – Kapping: Bygg flottasta slottið úr sandi - (ókeypis)

NB! Klárt er at byggja frá kl 9.00!  Vinningur: Bowlingtúrur fyri 4 børn.

Børn koyra traktor, jollurtúrar í ánni - (kostn. 20,-), Skattajakt - (kostn. 40,-) –

Eisini verða spøl til tey minstu.

Matpakkasøla - vit fylla tær mateskjuna fyri 40 kr

14:00       Stevnan verður sett – Brandur Sandoy ber fram røðu uttan fyri Virkið

14:00-16:00     Listasavnið er opið - (kostn. 50,-)

14:00-16:00     Kunningarstovan hevur opið.  Myndaframsýning av gongdini, tá bundið var uppá Rættarsteinin.

14:30-22:00     Tivoli – Tombola/Fiskibrunnur

14:30-22:00     Tivoli – Hoppiborgir - (armband, kostn. 60,-)

14:30-22:00     Tivoli – Tarvaríðing/Sumowrestling - (kostn. 30,- vaksin, 10,- børn)

14:30-21:00     Málningaframsýning í Virkinum – Listafólk úr Sandoynni: Turid Olsen, Hanus Johannessen,

Randarsól Kristiansdóttir, Annika Joensen, Arnold Ludvig og Annika Hjalt Edvardsdóttir

14:30-23:00     Matsøla í Virkinum – við fjølbroyttari matskrá

14:30-04:00     Kafé/Barr í Virkinum

15:00-15:30     Listasavnið: Solo Bass konsert við Arnold Ludvig

15:00-18:00     Fornminnissavnið Í Koytu er opið

15:00-18:00     Framsýning av gomlum myndum í Akselsa Handli

15:00-20:00     Biografurin undir Gøtuni 10 sýnir tríggjar stuttfilmar hjá Sakaris Stórá. Sýning byrjar hvønn 20. minutt. Filmarnir eru: Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun - (kostn. Hvør sýning: 30,-)

15:00-23:00     “Hoyløðan” undir Gøtuni er opin. Smurt breyð og okkurt at drekka til sølu

15:30       Steypadystur: B71 vs B68 Inni í Dal

16:00       Túrur til Rættarstein v/ Hannu á Reynatúgvu –

(kostn. 50,- vaksin, ókeypis fyri børn undir 12 ár v/ vaksnum)

17:00-18:00     Fótbóltsdystir á lítlavølli:

17:00       Kvinnur vs Kvinnur – Tippast kann um vinnaran / úrslitið - (kostn. 20,- pr. seðil)

        Vinningar: Gávukort frá Ellubitanum (Virði kr 200,-) / Atgongumerki til dansin (Virði kr 175,-)

17:30       B71 Old Boys vs B71 Dreingir 14  – Tippast kann um vinnaran / úrslitið - (kostn. 20,- pr. seðil)

        Vinningar: Gávukort frá Rólant Vidtfeldt (Virði kr. 200,-) / Atgongumerki til dansin (Virði kr. 175,-)

18:00       Útimøti við Frelsunarherinum

18:00-00:00     Grillað íslendskt lambskjøt - (kostn. 100,-)

00:00       Midnáttarrøða á Ljósafløtti.  Poul Klementsen ber fram røðu – felagssangur verður aftaná

00:30-04:00     Dansur verður í Virkinum við Terja, Eyðun, Kim & Arnold - (kostn. 175,-)

 

Heimasandsvegur verður stongdur ímillum Eldhús og Bank Nordic leygardagin frá kl. 13:00 til 01:00.

 

Sunnudagur 24. august 2014

12:00       Guðstænasta í Sands kirkju við Jákup Reinert Hansen Presti

Kristina Sørensen Ougaard og Livingstones Kabinet nominerað á Fringe

Leikurin Klip, sum føroyska Kristina Sørensen Ougaard framførir saman við leikbólkinum Livingstones Kabinet, er tilnevndur eina totalteater heiðursløn á virda Fringe festivalinum í Edinburgh. Livingstones Kabinet er danskur leikbólkur, sum sameinir tónleik, performance, sang, ljóð, dans, poesi, likamsleik og absurd skemt. Í 2012 fekk sami leikur virðisløn frá danska listagrunninum.

Kringvarpið og Karusellin

Nú liðið er út í hálvan august mánaða, er Kringvarpið við at ressast aftur aftan á summarskránna. Eitt nú verður tíðindasendingin Dagur og Vika aftur send fýra ferð um vikuna. Men enn eru sendingar sum In Mente o.t. sum hoyra til vetrarskránna ikki komnar á skrá. Í síðstu vetrarskrá var In Mente týsdagar - hesa vikuna sá týsdagsskráin soleiðis út:

06:00 - 07:00

Tónleikur

Morguntónleikur

07:00 - 07:05

Tónleikur

Tíðindi

07:05 - 07:15

Tónleikur

Morgunlestur

07:15 - 07:30

Tónleikur

Summarmorgun

07:30 - 07:35

Tónleikur

Tíðindi

07:35 - 08:00

Tónleikur

Summarmorgun

Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.

08:00 - 08:05

Tíðindi

08:05 - 09:00

Tónleikur

Summarmorgun

Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.

09:00 - 09:05

Tíðindi

09:05 - 09:50

Tónleikur

Summarmorgun

Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.

09:50 - 10:00

Tónleikur

Morgunlesturin (e)

10:00 - 10:05

Tíðindi

10:05 - 11:00

Tónleikur

Summarmorgun

Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.

11:00 - 12:00

Tónleikur

Summarbeat

Sending við blandaðum tónleiki sum Ragnar A. Jacobsen velur.

12:00 - 12:15

Tónleikur

Føroyskur middagstónleikur

12:20 - 12:30

Tíðindi

12:32 - 13:00

Føroyskur døgurðatónleikur

13:00 - 13:02

Veðurtíðindi

13:02 - 13:59

Tónleikur

Vitan

Kári Sólstein hevur lagt til rættis.

14:00 - 15:00

Tónleikur

Føroyskur tónleikur

15:00 - 15:05

Tónleikur

Tíðindi

15:05 - 16:00

Tónleikur

Kringrás

"Kringrás - tónleikur ið er í ringrás í Kringvarpinum":

16:00 - 16:05

Tónleikur

Tíðindi

16:05 - 17:00

Tónleikur

Karusellin

Undirhald, samrøður, innsløg og tónleikur.

17:00 - 17:05

Tíðindi

17:05 - 17:55

Tónleikur

Karusellin

Undirhald, samrøður, innsløg og tónleikur.

18:00 - 18:10

Tónleikur

Tíðindi

18:15 - 18:30

Tónleikur

Føroyskur tónleikur

18:30 - 19:30

Tónleikur

Summarmorgun (e)

Samandráttur úr morgunsendingini.

19:30 - 20:30

Tónleikur

Summarbeat (e)

Sending við blandaðum tónleiki sum Ragnar A. Jacobsen hevur valgt.

20:30 - 21:00

Føroyskur tónleikur

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at halda uppá, at kategoriin Undirhald, samrøður, innsløg og tónleikur  er umboðað í heldur ríkiligt mát í hesi týsdagsskránni og tað tykist sum um, at fleiri lurtarar eru ómetaliga troytt av júst hesum sendingunum, kanska eisini orsakað av tí, at ummæli av t.d. festivalum, sum hava verið eitt absolutt høvuðsevni á summarskránni hjá Kringvarpinum, ofta eisini hava verið lættar samrøður. Alt ov nógv snikksnakk og lættisoppatónleikur fyllir útvarpið, halda fleiri og ymsastaðni hava atfinningarsamar røddir verið frammi um vantanti dýpd í Kringvarpinum. Á Facebook hava fleiri atfinningar staðið, m.a. í einum FB bólki, sum er upprættaður til viðmerkingar og tær flestu viðmerkingarnar eru negativar fyri tíðina. T.d. skrivar ein lurtari, Barbara M.Tausen: "Taka vit saman um summarsendingarnar - so vil eg pástanda, at 90 prosent av senditíðini er við tónleiki og um tónleik. Ikki bert ávirka allir festivalarnir sendingina, men eisini nú hesir eru lagdir aftur um, heldur tónleikur, og prát um tónleik, fram - tíma eftir tíma eftir tíma. Løgið, at allir føroyingar, ið bert eiga ein gittara, verða drignir niðan í Sortudíkið at verða tráspurdir um, hvørjar ætlanir teir hava, um teir hava framført nakað, nær teir byrjaðu, hví teir byrjaðu og hvørjar fyrimyndir teir hava o.s.fr. Misskil meg ikki - eg elski tónleik! Men alt við máta! Alt lívið og øll tilveran kann ikki bert vera tónleikur. Hendir einki annað í Føroyum? Er einki annað at skifta orð um í Føroyum, enn tónleikur. Tað eru líka tíðindini, sum bróta tónleikaprátið av eina løtu! ... í 5 min!".  Búi E.Dam finnst somuleiðis at Kringvarpinum fyri at vera ov lættisoppakent: "...Tó haldi eg tað er alt ov nógv lættisoppatvætl sum verður spælt í KVF. Hetta er kanska serliga ímillum sendingarnar, og í teimum longri sendingunum, sum Summarmorgun og Karusellin. Lættisoppatvætl (sum eisini er stuttligt inn í millum) hava vit 3-4 aðrar rásir sum kunnu taka sær av. Eftir mínum tykki skuldi tað verið fólk sum t.d Knút Háberg Eysturstein ella Sunleif Rasmussen sum sótu og søgdu hvat alt føroya fólk skal halda um tónleik, og hvørjum vit skullu lurta eftir. Fólk sum hava nomið sær vitan um tónleik, og sum samstundis eru aktiv tónlistarfólk. Hetta er fólk sum hava holla vitan um tónlist...". Búi E. Dam finst eisini at Eyðfinn Jensen, kanskaserliga í leiklutinum sum tann, ið avger hvør tónleikur verður spældur í Kringvarpinum. Onkur mótmælir hesum og heldur tað vera dømi um mentanarligt snobbarí. Ingun í Skrivarastovu heldur, at Eyðfinn Jensen: "er ein fínur vertur. Men tað sum eg sum lurtari eri troytt av, tað er ikki honum, men tí einstáttaðu tónleikamyndini eg haldi eg fái. Har er einki bland. Eg føli tað sum eg skal á diskotek hvønn morgun, leiti eftir mascara og lebastift. Har er bara okkurt sum melur upp í saman, av sama slag. Men har skal so eisini sigast at tit hava havt nógvan góðan før tónleik í seinastuni. Men eg orki bara ikki meira hasa disko ella einstáttaðu rytmuna. Tíverri av tí sama sløkki eg." Tó at Uni Arge sjálvur er tónleikari, er hann troyttur av tí denti, sum hann heldur, Kringvarpið leggur á tónleik : "Lutfalsliga mótvegis øllum øðrum tilfari á sendiflatuni er útvarpið nærum gingið grassat við tónleikatosi, tónleikaportrettum, tónleikaummælum, tónleikaforumtalum og festivaltosi. Hvørt menniskja, sum spælir eitt instrument, fer undir luppin í tímar, sum var viðkomandi vorðin løgmaður. Mítt hjarta suffar tungliga og spyr: Hvar er breiddin í útvarpstilfarinum? Hvar er samfelagstilfarið? Hvar eru kjaksendingarnar? Hvar er søguligu sendingarnar? Hvar eru spennandi reportasjurnar? Hvar eru sendingarnar um etikk og moral? Tað kann ikki vera rætt, at DR2 og Informatión skulu standa fyri øllum tí, sum gevur tær eina kenslu av spennandi upplýsing. Eg veit fullvæl, at fólk arbeiða hart og gera sítt besta á ymsu økjunum, men neyðugt er at hyggja at raðfestingunum. T.d. framleiða flestu journalistarnir nakrar fáar minuttir til tíðindasendingarnar hvønn dag, meðan arbeiðssamir teknikarar, praktikantar og avloysarar fylla út alla restina av sendiflatuni.”

Vit vita øll av, at Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut sum miðlari og skapari av føroyskari mentan. Tað stendur somuleiðis í public service sáttmálanum, at stovnurin hevur stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á samfelagsviðurskifti og elvir til kjak. Fyri at tryggja, at Kringvarp Føroya røkir raðfestar public service-skyldur, gera Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya henda sáttmála. Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. 

Orsakað av lógarsetta kringvarpsgjaldinum er nógv fokus á Kringvarpið, og onkuntíð hugsi eg, at meiningarnar um Kringvarpið hava lyndi til at vera svartar ella hvítar, meðan veruleikin kanska er meira skjórutur. Eg veit meg til dømis hava hoyrt og sæð onkrar góðar kringvarpssendingar í summar við góðum tónleiki, og eg eri somuleiðis hjartans takksom fyri, at tíðindafólkini í Kringvarpinum støðugt royna at halda eyga við eitthvørt byrjandi bandittavirksemi í tinginum, tí tað er neyðugt og eg havi eisini lagt merki til, at væl meira av føroyskum tónleiki verður spælt í Kringvarpinum nú enn fyrr. Men tá tað er sagt, er tónleikaúrvalið í Kringvarpinum alt í verðini ov einstáttað. Eg sakni jazz og klassiskan tónleik, instrumentalan tónleik, contemporary tónleik, fólkatónleik, improvisatiónstónleik, elektroniskan tónleik, harmonikutónleik, orgultónleik, kvæði, kirkjutónleik, kórtónleik, madrigalar, reggaetónleik, samba, svenskan vísusang, Kingo, renesansutónleik, barokk bara fyri at nevna okkurt av tí ómetaliga nógva fjølbroytta, sum er til av tónleiki, og sum ikki er mainstream karusellpoppur. Kringvarpsútvarpið hevur bara eina rás mótsett BBC og DR. Og tað ber ikki til, at henda rásin tónleikaliga skal vera so merkt av poppi, sum hon er.

Nú fáa vit at síggja. Í vikuni hoyrdist ein áhugaverd og væl fyrireikað samrøða við rithøvundin Carl Jóhan Jensen, sum Suni Merkistein gjørdi. Eg gleði meg til meira av slíkum. Nógv spennandi mentanarligt verður á skránni í Føroyum í heyst, og eg síggi fram til nógvar djúpar og neyvar kringvarpsviðgerðir. Í mentanarhøpi vóni eg, at Kringvarpið fer at satsa meira uppá ummæli og her hugsi eg ikki samrøður og prát - tað kann mann hava viðhvørt, men eg hugsi um ummæli, har ummælarin hevur fyrireikað júst hvat hon ella hann skal siga og síðani sigur tað. Tað tekur bara 10-15 minuttir og er rættiliga konsentrerað, men aftaná ta luftigu summarkarussellina er tíð til, at Kringvarpið aftur vísir sítt fulla mentanarliga pondus. 

 

 

 

 

Nýtt videolag frá Trygva Danielsen/Söl

Trygvi Danielsen er ein av mest áhugaverdu ungu føroysku listafólkunum í løtuni, sum yrkir og fæst við tónleik. Hann hevur saman við øðrum givið út útgávuna The Absent Silver King og fyrr í ár fekk hann mentanarheiðursløn landsins til ung listafólk. Í dag hevur hann givið út eitt videolag, sum er áhugavert og stemningsfult við tilsipingum til onnur týdningarmikil videoløg - tað ber í hvussu so er illa til hjá mær at síggja ein persón standa og syngja framman fyri einum tunnilsskapi uttan at koma í tankar um ikoniska videolagið hjá Prodigy, Firestarter. Sangurin ella upplesturin hjá Trygva Danielsen/Söl bendir hinvegin yvir á okkurt poetiskt, Jim Morrison ella Bob Dylan. Og nú havi eg namedroppað ivaleyst fyri í dag. Lurtið heldur eftir Trygva Danielsen, videolagið er alt ov langt sjálvandi, og framførslufigururin er ómetaliga monotonur, einstáttaður og eisini eitt sindur klichémerktur (leikluturin sum tann óglaði, stórroykjandi, ávirkaði, forpíndi ungi listamaðurin), tað var hann eisini á G! Men Trygvi Danielsen hevur listarligan konsekvens og hann hevur eisini nakað serligt, sum er hansara heilt egna. Røddin er framúrskarandi, stíltilvitið er óvanligt. Hygg og hoyr!

 

https://www.youtube.com/watch?v=BrlxkaDI74A

 

 

STANDMYND

Hans Pauli Olsen í Steinprenti. Foto: Jan Andersson

- i skulptørens fodspor

 For ikke så mange år siden var der forsvindende få skulpturer på Færøerne ud over de traditionelle mindesmærker, der er rejst i mange bygder til minde om druknede sømænd. Ølandskabet er i sig selv skulpturelt med de mange fjelde, bjerge, dale og elve, der bugter sig gennem de saftiggrønne græssletter, og at naturens overdådighed nu i større grad suppleres af kunsten, kan vi især takke én bestemt færøsk skulptør for. Det er den meget aktive og begavede skulptør Hans Pauli Olsen, som har fået opført en del værker både på Færøerne og i Danmark, hvor  han er bosiddende, og i denne artikel vil vi følge i hans fodspor fra skulptur til skulptur. 

 

Vi påbegynder vores færøske skulpturfærd i Steinprent nede ved bådehavnen i Tórshavn, og det gør vi ikke kun på grund af områdets pittoreske skønhed. Steinprent er et must for alle kunstinteresserede, det er et af de bedst rennommerede grafiske værksteder i Norden, som har alle de bedste færøske og danske kunstnere tilknyttet. Værkstedet råder over et galleri, hvor Hans Pauli Olsen for nylig afholdt sin første færøske udstilling i 30 år. Den havde ganske stor betydning for ham, for selv om de mange bestillingsarbejder udgør interessante og vigtige opgaver for skulptøren, så er arbejdet ofte forholdsvis bundet, og da må det givetvis føles godt at få lov til at bestemme. Hans Pauli Olsen er fascineret af det færøske ord for skulptur; "standmynd", som direkte oversat betyder stående billede, hvilket rent faktisk forekommer passende i forhold til hans stadige kredsen omkring skulpturens formelle præmisser i form af tredimensionaliteten, som han insisterer på at udfordre med stedvis todimensionalitet i skulpturerne. Spejlinger og perspektivforskydninger er ligeledes blandt de foretrukne problemstillinger i denne kunstners værker, hvilket bl.a. kunne iagttages i en fascinerende dobbelfigur af en kvinde med spejling, som på én gang forekommer analytisk og sanselig i sin gengivelse.

 

Fra Steinprent er der kort vej over til Vágsbotn til et omdiskuteret mindesmærke for Nólsoyar Páll, der står og skuer ud mod havet. Skulpturen kan forekomme lidt gammeldags, næsten historicerende nationalitisk i sin udførelse, hvilket har med dens emne og tilblivelse at gøre. Den portrætterede, Poul Poulsen Nolsøe (1766-1809) er en omdiskuteret nationalhelt, han var sømand, bådebygger, digter, bonde og opfinder og indædt forkæmper for frihandel på Færøerne, hvilket gav ham en del problemer med myndighederne. Fuglene henviser til Nolsøes "Fuglakvæði", en allegorisk vise, hvori han iklæder sig i strandskadens ham som forsvarer af de små fugle (folket) mod angrebene fra rovfuglene (embedsmænd). Skulpturens dynamik er interessant og figuren har under alle omstændigheder oparbejdet sig et ry som byens vartegn. Strandskaden hedder Tjaldur på færøsk og blev øernes nationalfugl efter at Nólsoyar Páll digtede sit "Fuglakvæði".

 

Omkring tredive meter længere opad ved byens centrum, uden for det stensatte byrådshus står "Traðarmaðurin" som en hyldest til de første, hårdtarbejdende husmænd i Tórshavn. Mandsfiguren i naturlig størrelse ses fanget i en heroisk kraftanstrengelse, idet han løfter en mægtig sten. Balancen forekommer udpræget klassisk i kontrapoststilling, men udtrykket er vildt, primitivt og meget maskulint, hvilket har fået enkelte feminister til at påpeget, at husmændene havde koner, der var mindst lige så hårdtarbejdende som deres mænd, men det er for det meste en særdeles vellidt skulptur blandt såvel Tórshavnere som turister. Herfra er det naturligt at spadsere gennem Tórshavn centrum og op til den gamle park, “Viðarlundin”, som de lokale kalder "Plantagen"Oppe på en bakketop aner vi en kendt og elsket profil i hvad der viser sig at være soklen til skulptur. Det er et monument for William Heinesen, der stammer fra et af hans mange, fine papirklip af en skøn dansende elverpige, Tarira, kunstens muse. I den nordlige ende af parken ligger Færøernes Kunstmuseum omkranset af fire monumentale skulpturer, som Hans Pauli Olsen skabte i årene fra 1986-89. “Skyggen” er et typisk værk forstået på den måde, at den manifesterer det uhåndgribelige. Bag ved den siddende, kompakte mandsfigur, der i sig selv udgør et sanseligt og skønt selvportræt, vokser op en storslået, abstrakt flade, hvorpå der er placeret en lille mandsfigur i en interessant perspektivforskydning.

 

Oppe ved svømmehallen står der meget apropos en stor skulptur betitlet "Svømmepigen", der forestiller en kvinde, der dykker. Vandoverfladen illuderes af to store granitplader, der er placeret forskudt, vertikalt, hvorigennem kvindefiguren trænger igennem som en dynamisk og magtfuld diagonal i perfekt balance med kompositionen iøvrigt. Hovedet og overkroppen er meget stor i forhold til den nedre del af kvindefiguren, som for at illustrere forskellen på de to elementer, som svømmepigen befinder sig i.

Fípan Fagra í Klaksvík

 

“Fípan Fagra” hedder en monumental skulptur, som Hans Pauli Olsen lavede i 2008 i Klaksvík, der minder om en kæmpestor portal. Værket forestiller en nøgen kvindefigur, der synes kilet ind i mellem to enorme klippeformationer. Mennesket i naturen er et naturligt hovedtema i færøsk kunst, men Hans Pauli Olsen  har givet temaet et skub således, at der byttes om på lodret og vandret. Det er noget, som færingene har diskuteret meget, alene af den grund, at værket er så stort som det er og dermed påkalder sig opmærksomhed. Der var en del hidsige reaktioner, da Tróndur í Gøtu monumentet i Norðagøta blev afsløret i 2007, som egentlig ikke handlede så meget om skulpturen i sig selv som det faktum, at mandsfiguren, den gamle hedenske troldkarl Trondur egentlig meget passende svæver istedet for at stå.

 

Bygden Skarð i Kunoy har været uddød siden 1914 og må være det mest isolerede sted på vores færøske skulpturfærd, hvor vi skal se på et mindesmærke, der er opført til minde om den ulykkelige begivenhed, da syv mænd fra Skarð forliste i 1913. Forliset resulterede i, at bygden blev forladt. Monumentet består ganske enkelt af en ujævn aflang trekantet stenstøtte med de forliste mænds navne indgraveret. Øverst kan vi se en bemandet båd, der synes være på vej mod afgrunden. Samtidig som der er tale om et forholdsvis traditionelt mindesmærke, er det også en udtryksfuld skulptur, der på enkel vis udtrykker tilværelsens usikre vilkår.

 

Sandvík hedder den nordligste bygd på den sydligste ø, bygden ligger billedskønt ved havet og udsyn til øen Lítla Dímun. Historisk er bygden kendt for at være stedet, hvor den kristnede vikingehøvding Sigmundur Brestisson ifølge færingesagaen blev myrdet efter en legendarisk bedrift, hvor han svømmede fra Skúvoy på flugt fra sin dødsfjende den kloge Tróndur í Gøtu, der sværgede til de gamle guder. Hans Pauli Olsen har lavet monumentet, der har titlen "Sigmundur Brestisson - Hin seinasta ferðin", som illustrerer vikingens lange svømmetur, består af tre granitplader, der danner et kors med ujævn overflade, som samtidig minder om en oprørt havoverflade,  hvorpå vi aner hovedet og armene af en ensom, kæmpende svømmer i det enorme hav.  


Leita og tú finnur - far á háskúlan

HÁSKÚLASKEIÐIÐ 2014

 Leitar tú eftir tær sjálvum?

Tú ert á Føroya Fólkaháskúla.

Tú veitst bara ikki av tí enn...

 

Ert tú forvitin eftir at royna okkurt nýtt og spennandi?

 

Vilt tú sleppa at brúka og menna tíni skapandi evni?

 

Ert tú arbeiðsleys/ur ella skúlatroytt/ur?

 

Vilt tú sleppa burtur heimanífrá? Men ikki heilt út í heim?

 

Ert tú liðug/ur við miðnámsskúla? Ella tímir tú ikki í miðnámsskúla?

 

Slapp tú ikki inn á dreyma-útbúgvingina? Ella veitst tú bara ikki hvat tú ætlar?

 

Vilt tú royna ein ØÐRVÍSI skúla, sum er stuttligur, spennandi og mennandi?

 

So skalt tú tekna teg til Heystskeiðið hjá Føroya Fólkaháskúla, sum verður frá 1.sept. til 18.des.

 

  • Á Føroya Fólkaháskúla er eingin lesiætlan, ongar royndir, einki trýst.
  • Á Føroya Fólkaháskúla skalt tú ikki prógva nakað fyri nøkrum øðrum, enn tær sjálvum.
  • Á Føroya Fólkaháskúla kanst tú finna frið, til at kaga inn í teg sjálva/n, út í heim og fram í tíðina.
  • Á Føroya Fólkaháskúla sleppur tú at royna okkurt tú ongantíð hevur roynt, og síggja støð tú ongantíð hevur sæð.
  • Á Føroya Fólkaháskúla býrt tú í heimligum og hugnaligum umhvørvi í fýra mánaðir, saman við ungum úr øllum Føroyum og úr útlondum.
  • Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at finna teg sjálvan, í møtinum við onnur.
  • Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at uppliva ein felagskap, sum kann geva tær vinir fyri lívið.
  • Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at mennast, sum menniskja og sum samfelagsborgari.

 

LÆRUGREINIR

Føroyskt, bókmentir, søga, samfelag og enskt

Sjónleikur, málningalist, klædnasniðgeving, tilevning, glas- og leirverkstaður

Træsmíð, dreying og tilevning úr lívrunnum tilfari.

Framleiðsla av dokumentar - og stuttfilmi.

Sangur, fimleikur, hagatúrar, havsvimjing, námsferðir og ein rúgva av felagstiltøkum.

 

LÆRARAR

Annfinnur Heinesen, Elin Lindenskov, Joel Cole, Bjørgfinnur Nielsen, Guðrið Poulsen, Hansina Iversen, Sakaris Stóra, og onnur.

 

NÆMINGAGJALD

13.500 kr., sum kann gjaldast 5 x 2.700 kr. so alt er goldið 1.desember 2014.

Næmingagjaldið umfatar vistarhald, undirvísing og námsferðir.

 

REGLUGERÐ

Tú skal vera fylt/ur 17 ár tá skeiðið byrjar.

Tú skal møta til undirvísing og felagstiltøk.

Tað er friður á skúlanum kl. 23 - 07.

 

TILMELDING

Send navn, føðingardag og skúlagongd áður til haskulin@haskulin.fo ella ring 311743 ella skriva til Annfinnur Heinesen á facebook.

 

 

Stevnan hjá Føroya Fólkaháskúlan er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum og byggir undivísingin á tað kreativa, mennandi og upplýsandi.

 

 

 

Framúrskarandi millumrúm


Ummæli

Ekkóhjarta: Setningarnir eru ravmagn. Elektriskt trampa teir síni risafet á mítt óvarda hjarta, og geva seg avstað út í alheimin; rungandi í innanopnum sjálvljóðum. Eg vildi ynskt, tú hevði sagt okkurt annað enn tað, tú segði, men har var eingin ivi. Tìn rødd. Mítt ekkóhjarta.

Plátuhúsin er heitur, gulur og violettur og vilt fabulerandi, meðan tónarnir í støðum følast kaldir, bláir og spentir - tankarnir eru næstan hvítir og huglagið kennist sorgblítt hugsunarsamt á áhugaverdu LP plátuni MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT við orðum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tónleiki hjá Lasse Thorning Jæger, sum varð givin út í summar. Upplagið er avmarkað, bert 80 eintøk av 180 gramm vinylplátuni, við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stutt-prosatekstum eru útgivin. Talan er tískil av sonnum um eina eksklusiva útgávu, ið fevnir um tekst, tónleik og myndlist í einum, og sum fær meg at fegnast um (enn einaferð), at eg havi plátuspælara í húsinum. Teir tíggju stuttprosatekstirnir hava staðið í Vencil – tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum, men vit kunnu helst allíkavæl loyva okkum at kalla plátuna fyri debutsavn hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tað er eitt lyriskt savn, tó at talan er um stuttprosatekstir. Talan er um eitt skrásetandi eg, sum minnist upplivingar og kenslur og sum hugsunarsamt undrast á munin millum tilburðirnar sjálvar og hvussu vit minnast og uppliva teir. Deyðin er alla tíðina til staðar millum reglurnar, bæði sum lívstreyt og sum tað ófatiliga markleysa, sum alla tíðina má setast upp móti onkrum øðrum, so at vit um ikki annað í løtum kunnu billa okkum inn, at vit hava eina relativa fatan av tí ófatiliga. Tematikkurin í tekstunum er sostatt djúpt filosofiskur, samstundis sum angist og neurosur eins og sansanin av tí ítøkiliga er av stórum týdningi fyri tað stundum uppøstu, tivandi kensluna í útgávuni.

Mett út frá teimum retropspektivu, væl skrivaðu tekstunum, er talan um eitt óvanliga búgvið debutsavn, men yrkjarin er neyvan nøkur skaldslig novisa. Eg giti, at hon hevur skrivað tekstir áður, um hon ikki  hevur givið teir út, og eg vóni, at hon heldur á fram at skriva, at sjálvsálitið vaksur upp á knøini á evnunum, so at vit fáa eina bók frá henni á føroyskum í næstum. Ljóðsporið á plátuni kennist um somu tíð róligt, fragmentariskt og kontrollerað við seriellum dámi. Tónarnir tykjast lutfalsliga stramt og einfalt skipaðir og sjálvt um talan er um elektroniskan tónleik, er kenslan onkursvegna analog á ein hátt, sum  passar saman við afturlítandi huglagnum í tekstunum, gamaldags vinylgóðskuni, skrivimaskinskriftini á húsanum og hondgjørda dygdarsteinprentinum hjá Hanna Bjartalíð. Lasse Thorning Jæger hevur gjørt sær ómak við, at skapa eitt samanhangandi verk, har tú sum lurtari stígur inn í eitt huglag, heldur enn at trína inn í eina vanliga av handahógvi merkta konstruktión av ørindum og niðurlagi. Hann leggur greidliga dent á, at tónarnir ikki skulu vera undirlag undir røddini, men at tónar og upplestur eru javnsettir partar av framførsluni og hetta hevur hepnast honum sjáldsama væl. Í einum útvarpsinnslagi hjá Gunnari Nolsøe var ein áhugaverd samrøða við tey bæði, sum eftir øllum at døma hava skapað tað gula gesamtlistaverkið í millumrúmum, sum uppstóðu í barnaansingini, tá tey fingu lítlu dóttrina fyri tveimum árum síðani. Hetta eru væl gagnnýtt millumrúm, frálíkt at nakað so jarðbundið sum smábarnaansing á henda hátt kann fungera so framúrskarandi væl sum kreativur fótongul hjá listini.

Mamma/streymur/Hav: Langt har úti rørist eitthvørt. Ein alda verður tvær, og tríggjar. Og hav. Sjógvurin er svartur; brýtur seg upp, sum tók hann sjómanstak við sjónarringin. Vit standa hond í hond. Tú ert ikki bangin. Hetta hugsi eg og undrist. Undirstreymurin sýgur um minar føtur; bindur meg fast í djúpinum. Eg fari at doyggja nú. Ella kanska í morgin. Eg veit tað, og eg veit tað ikki. Strondin er longri burtur enn tíðin, sum er her – í takt við mín kipta andadrátt.

Plátan MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT fæst til keyps í Steinprenti fyri 400 krónur. 

Bókmentaligt leygarkvøld í Sirkus

Foto: Rúni Nielsen (brot)

Carl Jóhan lesur úr nýggju skaldsøguni í annaðkvøld


Rithøvundafelag Føroya skipar aftur fyri upplestri av yrkingum og søgum í Sirkus í Vágsbotni í Havn. Tiltakið verður leygarkvøldið 9. august, kl. 21.00, har høvið verður at hoyra Carl Jóhan Jensen, Vónbjørt Vang, Ludvík á Brekku og Róa Patursson lesa egnar tekstir. Seinni í hesum mánaðinum, tann 29. august, verður nýggja skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen við heitinum Eg síggi teg betur í myrkri, løgd fram í Steinprenti í Havn. Longu í annaðkvøld ber til hjá áhugaðum at hoyra brellbitar úr nýggju skaldsøguni, tí rithøvundurin fer at lesa brot úr skaldsøguni í Sirkus. 

Ein fjølbroytt skrá

Umframt Carl Jóhan fara trý onnur skald at lesa sínar tekstir. Rói Patursson fer at lesa nýtt tilfar hjá sær, sum kemur út í komandi Vencli. Ludvík á Brekku fer at lesa eina nýggja stuttsøgu og Vónbjørt Vang fer at lesa nýggjar og áður-útgivnar yrkingar. Tiltakið byrjar kl. 21,00 og er ókeypis.

Eitt sindur um glasnost og tónleikaligar gleðivónir

Tá Eivør klokkan 19.15 leygarkvøldið stígur á stóra pallin á Vágsbøi í Klaksvík fyri at ríka Summarfestivalin við síni stóru rødd og framúrskarandi sangum, er eingin ivi um at áhoyrararnir hava okkurt gott í væntu. Virðiliga plaseringin í mun til tíð og stað tekur atlit til ta sjálvsøgdu divadygd, sum er tengd at framførslum hjá Eivør, men er eisini dømi um eitt slag av mentanarligum glasnost, sum er hent í Føroyum og sum í hesum árum tykist niðurbróta øll møgulig mørk, t.d. mørk millum listasløgini, millum tónleikasløgini, millum religiónir og heimsfatanir, men eisini millum Summarfestivalin og G!, har síðstnevndi jú heldur óvæntað hevði Klaksvíks-Dynamitt á skránni herfyri. Sjálv heldur Eivør, at tað er uppá tíðina, at hon er við á Summarfestivalinum. 

Eivør Pálsdóttir hevur ikki sovið á laurberunum síðan ta vælumtóktu útgávuna Room, sum kom í 2012. Hon hevur eina tíð verið í gongd við eina nýggja útgávu og hevur longu í summar upptikið nakrar sangir heima í Føroyum. Eftir ætlan verður nýggja fløgan hjá Eivør útgivin fyrst í komandi ári, men longu í heyst verður eitt staklag frá hesi útgávuni at hoyra við videolagi, sum listakvinnan, Marianna Mørkøre hevur gjørt. 

Og meðan vit gleða okkum til hesa nýggju útgávuna, kunnu vit leita aftur til Room, sum eg á sinni ummældi á Listablogginum: 

 Eitt monument yvir tilverunnar sorg og kærleika...

"Room" hjá Eivør Pálsdóttir á so mangan hátt ein óvanlig útgáva. Hon er eitt nú óvanliga fjølbroytt. Fløgan tykist eitt sindur popput í støðum, men hon er eisini rokkut, hon er lokal, global, upprunalig, sofistikerað, introvert og ekstrovert og nógv nógv annað, men fyrst og fremst er hon heilt ómetaliga rørandi og tá eg sigi rørandi, so meini eg táravátt rørandi heilt inn á sálina. Sangirnir eru sum vakrir skroypiligir knipplingar, ið eru knýttir kring eitt endaleyst dýpi av sakni. Sorgblídni er alt ov avklárað hugtak til tess at lýsa ta kensluna, sum er gjøgnumgangandi í hesi útgávuni. Tí tað er einki at ivast í, at hon snýr seg um órímiliga og hjartanítandi sorg: "I can´t find my way when you´re not around/ I´m lost like a bird astray high above the ground" og "I will sing the songs we knew/ just to feel close to you..". "Room" er ognað pápa Eivør, Páll Jacobsen, sum brádliga doyði fyri hálvum øðrum ári síðani.

 Stóra breiddin viðvíkjandi stíli, sum í fyrstani sýnist vera ein meinbogi hjá útgávuni, gerst so líðandi hennara størsta styrki. Ein skuldi annars hildið tað vera eitt nokkso fitt petti ímillum countrysorgblídni, fólkatónleikaligan innileika og so contemporary klassiska kompositión, men á nýggju fløguni megnar Eivør at favna øllum hesum streingjum og meira, og tað væl at merkja uttan, at tað nakrantíð kenst sum um hon roynir at seta seg millum fleiri stólar. Og álvaratos, so tykist tað ikki sum um Eivør situr. Hon hevur reist seg upp í fulla hædd við eini heilskapaðari útgávu, sum tekur lurtaran á bóli. Hetta ger hon við góðari hjálp frá Tróndi Bogason, sum hevur stóran leiklut við tað, hann hevur tikið lut í bæði tónasmíði, framleiðslu og útseting. Vit eiga sjálvandi at nevna øll tey begávaðu og musikalsku fólkini, sum hava lagt teirra orku í fløguna og tað gera vit eisini niðast á blogginum, men fyri fyrst fegnast vit smánationalistiskt um, at fløgan er upptikin í Føroyum í Studio Bloch niðri á Skálatrøð í Havn, og at ein føroyskur listamaður, Heiðrik á Heygum stendur fyri væl eydnaða cover konseptinum. Myndirnar á fløguhúsanum raka tað flótandi, dremakenda og innhugsna huglagið í fløguni, tað er vakurt og óhugnaligt, eitt sindur sum tá Ofelia verður lýst í myndlistini ella í videolagnum til "Where the Wild Rose grow" hjá Nick Cave og Kylie Minogue.

 "James and the cold gun" - haldi tað var soleiðis hann kallaðist, ein herlig contry and western pastisja, sum eg sang saman við Paula í Sandagerði einaferð í 80´unum. Tað var sjálvandi tann geniala Kate Bush, ið var upphav til sangin, hann er á meistaraverki hennara "The kick inside" frá 1978. Tað er kanska serliga teir serstøku, høgu nasalu tónarnar hjá tónleikaliga sterku Kate Bush, sum koma til hugs, tá mann lurtar eftir nýggju fløguni hjá Eivør og sjálvandi kemur lurtarin eisini heilt av sær sjálvum at hugsa um Bjørk, sum jú brúkar klassisk ljóðføri saman við elektroniskum ljóði. Ein kundi eisini nevnt allar møguligar veldugar sangarindir, umframt tær nevndu eisini Anisette og Nina Hagen, men mest av øllum komi eg í tankar um Eivør sjálva og hennara egnu fløgur frá teirri fyrstu fínu útgávuni í 2000 hjá tí 17 ára gamla undurbarninum í Gøtu og fram til seinastu útgávuna "Larva", sum kom í 2010, har úttrykkið var eitt sindur myrkari, meira rokkut og elektroniskt.

 Jú, vit fáa av sonnum fullan valuta fyri tær 149 krónurnar, sum fløgan kostaði, tá eg keypti hana í handlinum á Glade Hjørn í gjár. Ljóðið er fantastiskt, tónleikurin er framúr spældur, útsetingarnar varðveita integritetin í tónleikinum, tær tykjast vera gjørdar við virðing fyri listakvinnuni og eru næstan sum smáar listarligar pallsetingar, ið eru bygdar upp, undir og kring yrkingarnar. Tónleikaliga er fløgan detaljurík við øllum møguligum akustiskum og elektroniskum ljóðum, hon er so mikið ljóðføgur, at tú eina løtu kanska mistekur teg og heldur hana vera grunna. Tað er hon ikki, hvørki tónleikaliga ella tekstliga. Ein góður vinmaður mín, sum onkuntíð verður kallaður punk-poetur, helt nú ein dagin fyri, at góður poppur hevði ikki verið í útvarpinum, síðan á døgum Abba. Hann kann trygt leggja "Room" á fløguspælaran. "Green Garden" er ein stillur droymandi sangur, har sorgartónin ljómar frá byrjan í vónleysu bønini um at fáa várið aftur. "Rain" er eins kristalklárt og einfalt lag sum sjálvsagda og sanna staðfestingin, at áin er djúp, tá tað regnar. Lekra útsetingin, kórið og vakra røddin hjá Eivør ger sangin til eitt upplagt hitt - tað er hann longu her í húsinum. Síðsta lagið á fløguni byrjar friðarliga, men byggir upp til ein stórslignan og intensan kærleikshásong, sum væl og virðiliga tangerar "Joga" hjá Bjørk. Tónleikaliga er fløgan full av sitatum av allahanda slag frá romantiskum spagettiwesternljóði og Twin Peaks umframt onkrar heilsanir til 60´ara tónleik við vakurt drynjandi sangi og spakuliga brakandi elektroniskum ljóðkrydd. Útsetingin av "Boxes" er stórsligin og dramatisk, men tað krevst sanniliga, skal hon liva upp til Eivør sum sangara. Tað er ikki løgið, at Eivør ofta verður samanborin við eina villa og ógvisliga náttúrukraft, men hon er annað og meira enn tað og tað er fantastiskt at hoyra hana folda út bæði sína raddarprakt og sín suverena og intelligenta musikalitet í "Boxes". Tað sama er í grundini galdandi fyri alla fløguna, sum er eitt monument yvir tilverunnar sorg og kærleika, hon er í heimsklassa. Takk!

 

 

 TÓNEIKARAR:

Tróndur Bogason: útseting
Derek Murphy: trummur
Mikael Blak: bass
Magnus Johannesen: klaver og rhodes
Gustaf Ljunggren: guitar
Maria Ljósá: kór
Katie Buckly: harpa

LAGALISTI:
1. Green garden
2. Rain
3. True love
4. Boxes
5. Wake me up
6. Far away
7. I know
8. Night´s body
9. Room
10.Falling free

Fløgan er upptikin í Studio Bloch í Tórshavn í september 2011 av Jónas Bloch Danielsen.
Ljóðblandað av Addi800 í Room 313 í Reykjavík.
Mastrað av Mandy Parnell í Black Saloon Studio í London.
Fløguhúsi, layout og myndir: Heiðrik á Heygum.

 

Summartónar frá m.a. Hanusi G. í Havnar kirkju í dag

Hjá teimum, sum ikki eru farin norður til Klaksvíkar á Summarfestival, er okkurt gott alternativ í Havn. T.d. verður Summartónakonsert í Havnar Kirkju í dag klokkan fimm við Daniel Rye, Fiona Parker, Angelika Nielsen, Ólavur Jakobsen og Hanus G Johansen.  Framførd verða løg eftir Bach, Daniel Rye, Angeliku Nielsen, Maxwell-Davies og Hanus G. Konsertin varir slakan tíma og er ókeypis.

Tóroddur Poulsen í World Literature Today

Bókmentatíðarritið World Literature Today hevur eina presentatión av Tóroddi Poulsen á breddanum í komandi útgávuni, sum kemur í september. Tað snýr seg um tríggjar heilar síður við m.a. týðingum av fýra yrkingum og myndum úr Fjalum (2013) og sum herfyri varð innstillað til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina. Tað er Randi Ward, ið hevur týtt yrkingarnar til enskt. WLT er eitt av teimum elstu og mest virdu bókmentatíðarritunum í USA, ið hevur høvuðssæti á universitetinum í Oklahoma. Tìðarritið, sum kemur annan hvønn mánaða, hevur lesarar um allan heim, talan er veruliga um eitt háttvirt tíðarrit, sum eitt nú nobelheiðurslønarnevndin hevur mett at vera millum heimsins best ritstjórnaðu og mest informativu bókmentatíðarrit.

 http://www.worldliteraturetoday.org/mission

https://www.facebook.com/worldlittoday