Olaf fekk mentanarvirðislønina
/Hann er virðisløntur upp um bæði oyru í Danmark, í Týsklandi og aðrastaðni við, men í kvøld heiðraðu Føroyar sínum landsmanni, tá sjónleikarin, Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Mentanarvirðislønir Landsins vórðu handaðar í SALT. Martin Joensen fekk ta serstøku virðislønina (50.000). Heiðursgávu landsins 75.000 krónur fingu Guðrun & Guðrun – Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir. Hjartaliga til lukku, øll somul.
Listagáva til Margretu drottning
/Í røðu síni til drottningina í sambandi við fimti ára hátíðarhaldið avdúkaði danski statsministarin fyri løtu síðani, at gávan frá fólkatinginum er ein listagáva. Talan er um eitt listaverk, ið skal setast upp við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Tríggjar listakvinnur skulu gera verkið í felag, danska Gudrun Hasle, grønlendska Jessie Kleeman og føroyska Hansina Iversen. Hjartaliga til lukku, tit tríggjar.
Un éclat de soleil - Færøsk maleri i Paris
/Torsdag d.13.januar klokken 18 åbner udstillingen Un éclat de soleil med færøsk billedkunst i Lebicolore i Danmarkshuset i Paris med værker af Ingálvur av Reyni, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen og Rannva Kunoy. Kurator er Kinna Poulsen. Udstillingen arrangeres i samarbejde med den danske ambassade i Paris, Færøernes Kunstmuseum og det færøske udenrigs- og kulturministerium.
Udstillingen er en præsentation af færøsk maleri med fokus på lysforholdene i henholdsvis samtidskunsten samt den mere klassiske del af færøsk billedkunst, hvori lyset har spillet en central rolle. Helt fra de allerførste nationalromantiske landskabsskildringer, malet af selvlærde kunstnere - har lyset gennemstrømmet færøsk maleri, hvilket har sin geografiske forklaring på grund af landets nordlige placering, men rent faktisk er det strålende lys og de klare farver i færøsk maleri også påvirket af fransk billedkunst via Kunstakademiet i København, som i mange år var stedet, hvor de færøske billedkunstnere fik deres uddannelse. Her var det, at de oprindelig fattede interesse for Paris, hvortil datidens kunstprofessorer og kunstnere valfartede for at studere de franske forbilleder. Blandt disse var professor Aksel Jørgensen, som med inspiration i impressionistisk maleri og især Paul Cézannes idéer udviklede et teoretisk funderet koloristisk flademaleri, der fik en umådelig stor betydning for den spirende færøske billedkunst og grundlagde en særlig glitrende kolorisme, der stadig gennemstråler færøsk maleri.
Udstillingstitlen stammer fra barokdigteren Thomas Kingos salme Som den gyldne sol frembryder, hvor sollysets glans får styrke og relevans af det omkringliggende mørke. Ingálvur av Reyni (1920-2003) var stærkt optaget af Paris. Hans kunstneriske rødder udgår fra bl.a. Cézanne og Matisse og senere også fra Solulages, hvilket han også nævner i portrætfilmen Svartur Sannleiki (Sort Sandhed) fra 1999, hvori han vandrer rundt i Paris, imens han gør sig nogle tanker om byens store betydning. Men derudover er denne vigtige portrætfilm, der også er med på udstillingen, bygget op omkring en kunstnerisk krise, hvor vi møder en aldrende billedkunstner, der er kommet i alvorlig tvivl om sit eget livsværk og måske især den lyskraftige del, påvirket af den hidsigt kontrasterende kolorisme, som Axel Jørgensen lærte sine elever på kunstakademiet. Inden for færøsk og dansk kunsthistorie har der været en klar tendens til at følge Reynis egne meninger og især fremhæve de abstrakte sorte malerier omkring århundredskiftet, samt de allersidste monumentale arbejder. I forbindelse med udstillingen, Un éclat de soleil har vi valgt at gå den modsatte vej, idet vi vover den påstand, at Ingálvur av Reyni malede gode værker i alle sine perioder, også i de figurative, lysstærke malerier fra 1940´erne og 1950´erne.
Zacharias Heinesen er færøsk billedkunsts grand old man. Da han for nogle år siden i en tidsskriftsartikel blev spurgt om sine kunstneriske forbilleder, nævnte han Paul Cézanne - det er ikke mindst i Heinesens tidlige produktion, at påvirkningen fra Cézanne fornemmes i en facetagtig opdeling af billedfladen. Siden har han udviklet og fundet sit helt eget udtryk, hvor han især har dyrket motivet med den lille færøske bygd ved det store hav. Han er en central skikkelse i færøsk billedkunst, som har sat sig dybe spor i den færøske kunsthistorie. Hans koloristiske malerier med geometricerede kompositioner over den færøske topografi har på det nærmeste dannet skole inden for færøsk kunst. Selv om Zacharias Heinesen på samme måde som impressionisterne og postimpressionisterne registrerer naturen under skiftende lys- og vejrforhold, så har han udviklet sit billedsprog i en abstrakt retning. Landskabsmotivet forekommer stedvist brugt som en lejlighed til at male farver på en flade efter et bestemt mønster. Ofte er grundfarverne repræsenteret og deres kontrastfarver, hvor gule og røde farvestrøg tænder de blå og grønlige flader, der bygges op lagvis.
Hansina Iversens malerier er nonfigurative med farveflader, der synes bristefærdige af former. Lyset samler sig dels i de rene farver, men skinner også i baggrunden i det hvide lærred, der glimtvis anes gennem de mange farvelag. Disse værker forekommer i det hele taget meget sanselige og kropslige – også i forhold til de dynamiske penselsstrøg, hvoraf vi fornemmer kunstnerens bevægelser. Hansina Iversen laver ikke skitser eller forarbejder til sine malerier. I interviews har hun forklaret, hvordan hun kan tilbringe lang tid foran lærredet, nærmest på spring på samme koncentrerede vis som når en atlet står ved startstregen og venter på et startskud. Ud over al den fart og bevægelse, der fornemmes i såvel penselsstrøg som detaljer, er malerierne omhyggeligt komponeret lagvis med mere og mindre gennemsigtige lag i mere og mindre intense farver, der giver en bølgende fornemmelse af bevægelse og skift alt efter hvor beskueren lader sit blik hvile.
Med Rannva Kunoys del af udstillingen når lyscirklen sit foreløbige højdepunkt med malerier, som i stedet for at indfange naturens eller farvens lys, rent faktisk lyser i sig selv og i det hele taget forekommer uhåndgribelige. Ønsket om at transcendere maleriets fysiske materiale har i mange år været en grundlæggende drivkraft i Rannva Kunoys arbejde. Det foreløbige resultat er malerier, som på trods af deres fysiske karakter, forekommer immaterielle i deres substans. En ujævn markering af værkets kanter giver en fornemmelse af en ramme omkring et enormt billedrum. Billedfladen vrimler af tegn og markeringer, der alle giver en fornemmelse af, at noget er ved at forsvinde eller opstå. I stedet for at afbilde eller afspejle lys, fungerer Kunoys malerier som en slags lys i sig selv, der er resultatet af et særligt iriserende krystalpigment, der skifter farve efter lyset og beskuerens placering i udstillingslokalet. Malerierne opleves derfor bedst, når beskueren bevæger sig foran dem og ser dem skifte farve og karakter. Hermed får maleriet en form for performativ effekt, der gør op med et af maleriets principper at være fikseret i tid og rum.
Un éclat de soleil med malerier af Ingálvur av Reyni, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen og Rannva Kunoy, Lebicolore La Maison du Danemark Paris. Kurator er Kinna Poulsen.
Listaárið 2021 – 2.partur
/Um sólin hongur lágt og myrkrið fyllir meginpartin av samdøgrinum - tá stytsti dagur er farin framvið vita vit, at tað gongur móti ljósari tíðum. Tíð hevur týdning – tað síggja vit á skiftandi rákum innan listasøguna, men klokkutíðir hava sanniliga eisini stóran týdning og kunnu ávirka sjálva kensluna av tíð og stað og harvið eisini mátan, vit agera. Ein av teimum heilt stóru listaligu hendingunum í 2021 hendi í grundini longu í tjúgu og varð varpað út um alt landið í sjónvarpinum 19.december í 2020. Tað var upplatingin av Eysturoyartunlinum, fantastiska tunlinum, sum stytti okkum farleiðina millum Havnina og Runavik/Strendur úr 55 kilometrum niður í smáar 17 kilometrar. Koyritíðin, sum var 64 minuttir, var til 16 minuttir – tað er mær framvegis ófatiligt. Og úr Havn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 niður í 36 minuttir.
Eysturoyartunnilin
Listaverkið hjá Tróndi Patursson í tunlinum er partvíst myndað úr ljósi og cortenstáli. Súlan mitt í rundkoyringini er monumental við litum, ið flóta saman, blátt og reytt verður violett og ljósliturin tykist livandi sum var talan um ein foss ella eitt logandi bál innanfyri. Kring súluna er ein ringur av figurum, sum mynda ein ring - summir eru yvir 3 metrar høgir. Yvirritaða var ein túr við Tróndi Patursson í tunlinum, sum m.a. greiddi soleiðis frá: “Eg avmyndi ikki ofta menniskju, men fór at hugsa um tingstaðir, sum vit hava havt kring allar Føroyar og so tað, at henda rundkoyringin onkursvegna er ein miðja í Føroyum, sum fer at savna fólk. Av hesum kom hugskotið at skera tilfarið út, so at tað líkist menniskjum, sum áskoðarin sær eins og skuggamyndir. Hetta eru vit føroyingar, sum hóast alt standa saman, lið við lið, vit sum hava liva her í øldir eisini tá tað ikki var lætt at lívbjarga sær her”.
Mentanarvika
Í vár var mentanarvika í Runarvíkar Kommunu við fleiri áhugaverdum tiltøkum og framsýningum m.a. var Gamli handil í Saltangará ein sera hugnaligur karmur kring eina myndaframsýning um vinnu, lív og vøkstur við sjóvarmálan í kommununi. Harumframt var listaframsýning hjá Tróndi Patursson í Glyvra kirkju við temperamálningum, sum heldur enn at reflektera ljósið út í framsýningarrúmið, halda ljósinum og litinum inni í myndaflatanum. Teir flestu av málningunum á framsýningini høvdu monokroma, bláa, gráa, gula ella grøna grund. Oman á grundina er málað eitt pastost organiskt, kalligrafiskt mynstur við svartari máling, ið leggur dent á myndaflatan næstan sum var talan um eitt relieff.
Religiónsstríð
Í vár kyknaði eisini eitt satt eljustríð um eina átrúnaðarliga standmynd, sum skuldi setast upp á Høganesi og sum Tróndur Patursson skuldi gera. Stríðið endaði við, at uppskotið varð tikið aftur, men var áðrenn tað rættiliga beiskt og helst meira átrúnaðarligt enn listarligt. Skipað varð fyri innsavning av undirskriftum ímóti standmyndini og ein borgari á Saltangará, tónleikarin og tónaskaldið Kári Sverrison harmaðist í lesararbrævi á portalinum “Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her…”. Yvirritaða var í Nón og kjakaðist og staðfesti her m.a. sína turkatrúgv uppá listina. Tað vóru nógv óð um og hetta var væl at merkja ikki tann gudiligi meirilutin (sum endaði við at vera minniluti), men humanistar og progressiv fólk, sum vildu hava ein meira avgjørdan listaummælara. Eg hugsi framvegis, at orsøkin til ta ógvusligu reaktiónina hevur nakað við okkara tíð at gera og eina samfelagsliga polarisering, sum skapar ósemjur á virðisøkjum, sum Miðflokkurin heldur skulu parkerast. Tað verða tey so inntil tey bresta sum brunafongdir svøllir og tað er ikki altíð so pent
Tróndur Bogason
Nógvar tónleikaframførslur vóru avlýstar í 2021, men ikki Várkonsertin hjá Aldubáruni, ið var forkunnug og bygdi á kontrastir og samanspæl millum klassiskan partiturtónleik og elektroniskan dansitónleik. Tað var Andreas T.Restorff, ið samskipaði konsertina við Aldubáruni, Hettarher, Jens L.Thomsen og Tróndi Bogason Hansen. Konsertin var sum heild sera samanhangandi og væl skipað. Í ummæli skrivaði eg m.a., at tað er freistandi at kalla tónleikin hjá Tróndi Bogason Hansen fyri minimalistiskan, tí nógvastaðni byrjar hann sera einfalt sum eitt rútmiskt endurtikið ljóð, neutralt sum var tað framleitt við maskinútgerð. Í veruleikanum er tað slagverk, sum fær aftursvar frá violinum, ið aftur fáa svar frá onkrum øðrum ljóðføri. Tað bimlar og tað bamlar og svingar, so at konsertáhoyrararnir í løtum mintu um tey berømtu hopphøvdini í Perluni fyrr í tíðini. Eitt annað tónleikaligt hæddarpunkt í 2021 var nýggja útgávan hjá Teiti, Cazador de Ostras – eg skrivaði í ummæli m.a: ”Nú brestur á” er ein einastandandi vísa, so sjáldsom og vøkur, at eg fái gásarhold her eg siti við telduna og royni at lýsa hana. Lagið byrjar rættiliga einfalt við kláru røddini á Teiti, sum snarar seg upp úr sjóðinum í ein beinan eystan, alt meðan eitt vetrarkvøld við ódn verður lýst so stillisliga hugnaligt, at mann næstan gleðir seg til ta árstíðina. Hetta er ein føðilandssangur; sjónarhornið er so íheimligt og hugnaligt, at tað minnir um bæði biedermeyer og gamlar heimstaðarvísur, sum bera uppá rím og sum yvirhøvur ikki hava annað endamál enn bara at lýsa hugna, nærveru og harmoni. Heimdyrkanin er í ein ávísan mun eyðkend fyri okkara samtíð beint nú eins og eitt úrslit av coronafongdari angist fyri smittu, útheimi og ótryggleika, men Teitur megnar sum áður nevnt at fevna bæði tað heimliga og tað globala”.
Bøkur
Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum, har ljós m.a. varð varpað á ummæli sum listaslag og tað var áhugavert, sjálvt um tiltakið als ikki var eins væl vitjað sum tað plagar. Hetta komst helst av krúnu- og øðrum krími og tað var gott hjá okkum snorandi at kunna stroyma upplegg úr Norðurlandahúsinum. Nógvar bøkur vórðu givnar út í ár. Sprotin gav út tvey yrkingasøvn hjá Tóroddi Poulsen, Verljóð og Fyribilsni, har summar yrkingar kennast eins og tíðarmaskinir, har sveiggjandi trækrúnur kunnu leiða okkum aftur til eitt dansigólv í hálfjersunum. Tað var eisini gott at lesa yrkingar hjá Daniellu Andreasen, tí hon er serstøk og skrivar um tann óhetjuliga gerandisdagin, tá dastið er farið av romantikkinum Beinir Bergsson hevur tikið seg nógv fram við sínum næsta savni, Sólgarðurin, sum eg í ummæli kallaði fyri eitt bragd bæði innihaldsliga og fagurfrøðiliga: ”Sólgarðurin er í minninum hjá einum yrkjaraegi, sum eitt nú minnist ommu sína í urtagarðinum. Samstundis er Sólgarðurin eitt gróðrarmikið paradís við hópin av sansaligum blómum og erotikki millum menn. Tað kynsliga verður lýst rættiliga beinleiðis, men perspektivið er so nær, at lesarin missur fótafesti saman við yrkjaraegnum. Kropparnir verða eins og blindar, lívrunnar verur uttan onnur endamál enn lívið í sjálvum sær. Kynslívið verður lýst sum lívfrøði, kroppurin er sum blómubløð og hárið verður hoyggj. Forgeingiligleiki og deyði hómast í moldini og øllum skordýrunum, sum skríða og flúgva í Sólgarðinum og ein longsul eftir at náttúrunnar ringrás kann skapa lív eisini eftir deyðan”. Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi kom í heyst og fullgjørdi sermerktu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk. Vatn er ein vátur logi er blá og kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð. Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra tilveruliga sút. Ein onnur sera áhugaverd og vøkur útgáva í 2021 er RITLIST I: Antologi, sum er fyrsta útgáva við tekstum hjá lesandi á listaútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Bergur Djurhuus Hansen skrivar í fororðinum m.a: ”Hetta savnið er eins fjølbroytt og tey, ið hava skrivað í tað. Tekstirnir skifta í stíli og formliga. Einstakir standa sum høgdir í stein, loknir og týðiligir. Aðrir eru mest sum gjøgnumskygdir, og aðrir ganga í ring, sum yrkingaklingrur, eins og vilja teir fáa fatur í onkrum, sum er í nánd, men fer undan og tí einans kann koma fram í næstan serielt broyttum endurtøkum…”
Listaframsýningar
Í februar var eg í Fuglafirði og sá eina stóra framsýning hjá Frits Johannesen, har ikki minst ein mynd av einum eingli hugtók: ”Koloristiska bjarta myndin er full av mynstrum og endurtøkum og eini tysjandi kenslu av horror vacui, sum vit eisini uppliva í summum myndum hjá Tóroddi Poulsen. Og hyggja vit nærri at dómadagseinglinum, eru mynsturskapini í grundini átøk mikrochippum og printplátum. Kombinatiónin millum bíbliutekst og elektroniskar komponentar, sum samstundis eru mynstur í eini fagrari heild, er áhugaverd og hugtakandi original. Myndin er bæði naivistisk og dekorativ í skapum og litum, samstundis sum hon hevur eina serliga visionera outsiderart-kenda styrki við monumentalari og bókmentaligari tyngd, sum klæðir sveimandi listamanninum…” Eg kurateraði sjálv einar tíggju framsýningar í 2021 - onkur teirra verður framsýnd fyrst í komandi ári (um omikron vil). Í summar læt upp framsýning við smáum, skærum vatnlitsmyndum hjá Frits Johannesen í Víngarðinum. - Ein fjálg løta at minnast afturá og tað sama má sigast um BLUE VELVET framsýningina við slóðbrótandi tekstillist hjá Randi Samsonsen. Hon var eisini við á Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS hjá Forlagnum EKSIL í tí gandakenda húsinum hjá Karli í Norðagøtu, sum fekk okkum til púrasta at gloyma pandemiina. Framsýningin tók meg á bóli upp til fleiri ferð, so mikið væl er hon sett upp við bæði fastari hond og humor, men eisini við ansi og virðing fyri tilfari, søgu og staðseting. Ein uppgáva, sum kuratorarnir báðir, Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen hava klárað ómetaliga væl. Tað sama kann sigast um Hansinu Iversen, ið kurateraði Ólavsøkuframsýningina og nýtti høvið at fagna Ingálvi av Reyni, sum í fjør hevði fyllt hundrað. Í august læt framsýningin “eg sakni alt alla tíðina” upp í forhøllini á Listasavni Føroya. Framsýningin var ein lítil presentatión av ungu listakvinnuni, Aldu Mohr Eyðunardóttir. Høvuðstátturin í framsýningini er “saknur”, eins og heitið vísir á. Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í list síni, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og við at stoypa tekstil í bronsu. Í ummæli av framsýningin skrivaði eg m.a., at hon var ”hugtakandi í sínum trevsuta, eyma og inntonkta undirgangsestetikki við organiskum og modernaðum verkum, sum eisini eru dramatisk, full av romantiskum longsli”.
Gamla Seglhúsið
Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík vóru fleiri áhugaverdar framsýningar hjá m.a. Zachariasi Heinesen, Eyðuni av Reyni og Bárði Jákupsson. Framsýningin hjá Anker Mortensen var ómetaliga vøkur, eg ummælti og skrivaði m.a: ”..heildarinntrykkið ljómar av bláum. Anker Mortensen brúkar bæði Ultramarinblátt og Parisarablátt, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan. Summi sýnast fløt og óblonk, meðan onnur eru skínandi og gjøgnumskygd. Fleiri staðni hómast løriftið út ígjøgnum málingaløgini, tað hevur m.a, við sær, at kantarnir á myndunum sýnast eitt sindur ullintir. Endaúrslitið er málningar, ið um somu tíð eru sera fysiskt til staðar í rúminum samundis sum okkurt fullkomiliga óítøkiligt er yvir teimum har tær hanga á myrku timburveggunum í Gamla Seglhúsinum eins og lýsandi ovursjónir”.
Harmur og gleði…
Í 2021 mistu vit nøkur av teimum, sum á ymiskan hátt hava ríkað um list og mentan. Gunnar Hoydal arkitektur og skald, Palli Gregoriussen, arkitektur, høvundur og teknari og Vár í Ólavsstovu lektari og ummælari. Carl Jóhan Jensen skrivaði eitt haiku til minnis um Vár: ”Toybil í myrkri,/ Rendur hvítna á skýggjum,/ Minnini lýsa.” Í Kringvarpinum var tað serliga sendingin Nón, sum varpaði ljós á list og mentan. Har vóru nógvar áhugaverdar sendingar frá teimum - ikki minst problematiserandi sendingar við veruligum mentanarjournalistikki, har spurt var um listin skal vera sømilig fyri at fáa almennan stuðul. Nón hevði eisini prát við Paulu Gaard, Ph.d. og námslektara á Fróðskaparsetri Føroya og Magnus William Olsson, ummælara og yrkjara um ummæli sum listaslag. Nógv var at gleðast um í brátt farna ári. Til dømis hevur Listasavn Føroya móttikið eina stóra gávu frá einum privatum samlara í Danmark og at talan er um eina milliónagávu við heili 8 listaverkum eftir Sámal Joensen-Mikines. Tað er gott og vit kunnu gleða okkum at síggja verkini í februar, tá savnið letur uppaftur eftir tiltrongda umvæling. Sofía Nolsøe fekk týdningarmiklu donsku leiklistavirðislønina, Teaterpokalen. Teaterpokalen er elsta leiklistavirðislønin í Danmark og tó, at aðrar virðislønir eru bæði størri og pengasterkari, er Teaterpokalen ein serliga týdningarmikil og vird virðisløn. Í summar varð kunngjørt, at Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Sakaris Fríði Stórá og Marita Dalsgaard fingu listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burtur av við ávíkavíst yrkistónlist, -filmslist og - palllist. Í heyst skiltist, at bókin hjá Kim Simonsen, Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsind hevði vunnið eina virðisløn í Makedonia sum besta útgáva har í 2021 frá The Association of Publishers and Booksellers of Macedonia (ZIKM) á altjóða bókamessuni í Skopje. Henda bókin er týdd til enskt og tað hevur endurvakt ein áhuga fyri henni eisini í New York, haðani yrkjarin og týðarin Randi Ward hevur vunnið Nadia Christensen virðislønina í týðarakapping hjá American Scandinavian Foundation fyri sína týðing av úrdráttum úr yrkingasavninum hjá Kim Simonsen. Á listaøkinum hava vit nógv at vera errin av og so nógv meira enn her er nevnt. Lat meg nýta høvi at takka øllum okkara listafólkum fyri tað, tey skapa. Takk eisini, kæri lesari, um tú hevur lisið so langt - gott nýggjár.
Listaárið 2021 – 1.partur
/Nú árið er komið at enda býðst høvið at líta aftur á 2021, at taka samanum og gera status. Hvat hendi hesar dagar, vikur og mánaðar, ið myndaðu árið, hvat upplivdi tú? Eg haldi, at árið skarst væl hóast corona og omicron órógvaðu nakað – ikki minst live framførslur – So mikið nógv gekk fyri seg kortini, at mín grein um Listaárið í Dimmalætting mátti býtast sundur í tveir partar. Tann fyrra seti eg herundir – tann seinni stendur at lesa í nýggjársdimmuni komandi.
Eg havi til fánýtis roynt at leitað eftir Kringvarpssendingini Árið, ið fór í mentan, sum seinastu árini hevur verið send í útvarpinum við ársenda – er hon spard burtur ella havi eg ikki leitað nóg væl? Vónandi tað síðsta, tí slíkar sendingar hava týdning og geva okkum yvirlit yvir hvat rørdi seg á mentanarpallinum og tað er av serligum týdningi, at okkara almenni mentanarberi og tíðindamiðil gevur okkum yvirlit.
Eg havi til stuttleika gjørt mær eitt yvirlit yvir hvat fólk hava verið mest áhugað at lesa her á Listaportalinum. Talmerkta yvirlitið vísir fimtan tær mest lisnu greinarnar og rákið fer rættiliga greitt tann vegin, at fólk eru serliga áhugað at lesa listatíðindi og tilfar um persónar, ið antin hava avrikað okkurt ávíst, fingið starvslønir ella virðislønir ella verða mint í sambandi við andlát. Her eru fimtan tær mest lisnu greinarnar á Listaportalinum 20:
1. Mentanarstarvslønir latnar https://bit.ly/3pvfyyJ 9.mars
2. Til minnis um Gunnar https://bit.ly/3mBZEAE 16.apríl
3.Hjartaliga til lukku, Kim Simonsen https://bit.ly/3pxCyx2 18.sept
4.Við bankandi kjøthjarta https://bit.ly/3FAuEbL 14.mai.
5.Ein rødd, sum sigur nakað nýtt https://bit.ly/3qyr1Ng 13.okt
6.Religiónsstríð á Nesi?https://bit.ly/32qaOBZ 29.mars
7.Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti https://bit.ly/3exhQHi 6.juli
8.Randi Ward hevur vunnið virðisløn fyri týðing https://bit.ly/3HhA5wL 1.des
9.Vikuyrking til minnis um Vár https://bit.ly/3zdQ6kI 29.feb.
10. Industrial Bondage https://bit.ly/3162ztX 14.apríl
11.Marius Olsen í Steinprenti – vernissage https://bit.ly/3FE1NDq 11.juli
12. STATUS https://bit.ly/3EuTZ5z 12.mars
13.Hansina Iversen – vernissage https://bit.ly/3pwEc24 31.jan
14.Sofía vann Teaterpokalina https://bit.ly/3FzxHBe 6.des
15.Sigrun fekk mentanarvirðislønina https://bit.ly/32CQ49I 14.jan.
Mínar egnu listaupplivingar í brátt farna ári vóru nógvar og eru eyðvitað treytaðar av øllum møguligum subjektivum og ikki minst pandemiskum, men eisini infrastrukturellum fyribrigdum. Tann einastandandi Eysturoyartunnilin ger tað høgligari at vitja framsýningar á Skálafjørðinum og norðanfyri. Har havi eg havt góðar listaupplivingar, men havi annars havt flestar av mínum listaupplivingum í Havn, har eg búgvi og so havi eg eisini havt fínar upplivingar í Keypmannahavn og í Firenze og Padova ikki um at tala.
Her er eitt sindur um Listaárið 2021 – fyrri partur (og hann varð skrivaður áðrenn málið um sammøður varð samtykt):
Nýlig harmaljóð frá tónleikarum og øðrum framførandi listafólkum umframt LISA um ómøguligar liviumstøður orsakað av coronaavmarkingunum og harav fylgjandi avlýsingum eru eitt neyvt ekkó av støðuni um somu tíð í fjør. Hetta gjørdist eitt nógv longri og seigari pandemitíðarskeið enn vit høvdu væntað. Í skrivandi stund er samfelagskjakið politiskt. Allastaðni tosa fólk um politikk. Í bussinum, í Keypsamtøkuni, í lærarastovuni, á facebook osfr. Hetta er í kjalarvørrinum av 2.viðgerð av málinum um sammøður. Í Danmark er eisini alt á gosi, tí ein fyrrverandi ministari er dømd at sita tveir mánaðar í fongsul. Í kjakinum av báðum hesum málunum sæst eitt ávíst lyndi til ein heldur foreinklandi hugsunarhátt og argumentatoriskt strámannavirksemi, tá fólk skriva, at málið um sammøður fer at ganga út yvir føroyskar pápar. Tað sama kann sigast um uppáhaldið um, at danska dómsvaldið við sínum dómi av Støjbjerg hevur valt at geva pedofilum abbum frípass til sínar gerningar. Heilt so einfalt og klikkað er tað jú ikki – í veruleikanum snúgva hesar báðar sera ymisku avgerðirnar seg um at fylgja lóg og samvitsku. Og tað er kanska ikki so galið, at vit eru komin hartil – sjálvandi eiga avtalur at verða hildnar, men avtalur um at parkera etisk mál eru bygdar á sandbotn og kunnu ikki halda. Hetta slagið av kyniskari deponering av egnari sannføring og samvitsku eigur ikki at bera til í okkara løgtingi.
Armslongdarreglan umaftur
– Íðan, hvat hevur alt hetta við listaárið at gera, spyr forvitni lesarin og svarið er alt. Politikkur hevur alt at siga eisini fyri listina t.d. í mun til armslongdarregluna, sum aftur í 2021 var á vandakós av tí, at Jenis av Rana valdi at taka ætlaða stuðulin til Skúla Scam og Sælu aftur, tí at innihaldið í hesum filmsverkætlanum sambært hansara egna moralska kodeksi er óhóskandi. Og so er tað tað við heimild. Ein ministari hevur rúmar heimildir, men vit hava fingið til vana at fylgja fakligum ráðum innan listastuðul, eitt brot á hesa siðvenju er eitt listfakligt afturstig.
Sangur
Listaárið byrjar á hvørjum ári við Nýggjárskonsertini, sum í ár var koronuskerd uttan kór og áhoyrarar. Av tí, at smittuvandin økist av sangi, hevur kórsangurin sum heild ikki havt góðar umstøður undir farsóttini. Kortini avgjørdi Kórsamband Føroya at kórsangur skuldi vera á ólavsøku við kravi um, at sangarar skuldu skráseta seg og frammanundan vera koppsettir og kannaðir. Tað spældi alt væl av, bæði sangur á Tinghúsvøllinum og hugni á Tinganesi. Í ár var Bernharður Wilkinson kórleiðari á Tinghúsvøllinum og sami dugnaligi maður dirigeraði eisini Føroya Symfoniorkestur í teirri væl framførdu og framleiddu Nýggjárskonsertini, sum vit sóu í sjónvarpinum.
Foto: Bjarni Ártin Rubeksen KVF
Listaheiður og -íløgur
Síðan var tað Mentanarvirðislønarhandanin, sum í ár fór fram í Løkshøll og eisini varð sjónvarpað út í stovurnar. Myndlistakvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina 2020 við teirri grundgeving, at ”hennara myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara og at hon er ein listakvinna í støðugari menning, sum sigur søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi..”. Sangarinnan, Birita Poulsen fekk ta virðislønina, sum fyrr var latin ungum listafólkum, men sum mentamálaráðharrin eyðsýnliga ynskir at hava størri ávirkan á og sum í tíðindaskrivinum verður nevnd ”serstaka virðislønin”. Birita Poulsen er av sonnum bæði ung og dugnalig - tað hoyrdu vit ikki minst á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Fyri byggilistarligu avrik, sum á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fekk Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020. Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Í mars vóru starvslønir frá Mentanargrunninum kunngjørdar, tá gjørdist greitt, at Jóhan Martin Christiansen (myndlist) og Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir) fingu eitt ár í part, meðan Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað), Hanni Julius Bjartalíð (myndlist), Katrina í Geil (bókmentir), Kim Simonsen (bókmentir), Leivur Thomsen (tónlist), Magni Husgaard (tón- og ljóðlist), Mikael Blak (tónlist), Randi Samsonsen (myndlist) og Sakaris Fríði Stórá (filmslist) fingu eitt hálvt ár í part. Og Sakaris Fríði Stórá var eisini millum tey trý listafólkini, sum fingu listafólkaløn í trý ár. Aftrat honum vóru Anna Katrin Ø. Egilstrøð (tónlist) og Maritu Dalsgaard (pallist)
Listaframsýningar
Fleiri listaframsýningar vóru m.a. í Klaksvík og í Havn, tó at onkur mátti avlýsast vegna koronu m.a. tann hjá Tóroddi Poulsen í Perluni. Í januar læt framsýningin Orðið er ógreitt, myndin er klár við málningum og prentum hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti. Seinastu mongu árini er litografi vorðin ein so týdningarmikil partur av listarligu prosessini hjá Hansinu Iversen, at hennara málningar ávirkast av tí í bygnaði við fleiri løgum, sum umskarast. Á upplatingini las Carl Jóhan Jensen fyrsta part av síni týðing av kendu yrkingunum hjá T.S.Eliot, Four Quartets. Týðingin kom út í ár og Hansina Iversen myndprýddi útgávuna. Framsýningin hjá Jón Sonna Jensen í Steinprenti, Industrial Bondage, stendur eisini rættiliga klár í minninum. Hann hevur síðani hann byrjaði, arbeitt sera tilfarsliga tilvitað við heldur øðrvísi tilfari, sum annars verður brúkt innan byggivinnu m.a. Standmyndir og objekt hava eitthvørt maskingjørt yvir sær, samstundis sum skapini eru full av lívrunnum ójavnum. Fleiri av verkunum hava ein bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini sýnast hørð og føst. Mótsetningsríku, bólgnandi verkini sýnast bæði løtt og skemtilig og djúpt álvarslig. Tey hava eitt hugtakandi sansaligt, hedonistiskt brá, sum verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í verkunum á framsýningini.
Jóhan Martin Christiansen hevði tvær sera ymiskar framsýningar í Havn í ár. Eina við gipsverkum í Víngarðinum og eina við installatiónslist og gips í Steinprenti. Síðstnevnda framsýningin Tell It To My Heart minti um eina stóra konstruktivistiska installatión. Solveig Hanusardóttir Olsen ummælti framsýningina í Dimmalætting og skrivaði, at hon er hugtakandi: ”Eg haldi, at tað er fantastiskt at hava møguleikan at uppliva slíka avantgarde list í Føroyum. Framsýningin hevur eitt minimalt og industrielt brá, samstundis sum at hon er kensluborin og holdslig. 80-ára huglagi, nýtulkanin av populermentan, tilsipingarnar til ídnaðin eru øll partar av heiminum, sum kagar fram í framsýningini…”.
Í mars var framsýning við vatnlitamyndum og collage hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä í Steinprenti. Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Fríða Matras Brekku hevði serframsýning í Víngarðinum m.a. við blómumálningum. Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, meðan blómumálningar kortini kundu góðtakast sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var hóskandi hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur - blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar. Yrkjarin og myndlistakvinnan, Anna Malan Jógvansdóttir hevði sína fyrstu framsýning í Víngarðinum við heitinum EG ERI ELDGOSIÐ. Framsýnt var eitt úrval av tusjmyndum á pappír, sum eru figurativar, dekorativar og sum við sínum bjørtu litum og ævintýrkendu skapum kunnu tykjast góðvarnar ella fittar. Í veruleikanum eru hesar myndir álvarsligar, ekspressivar og enntá daprar í støðum. Tað var somuleiðis áhugavert at uppliva nýggj verk hjá grafiska listamanninum Mariusi Olsen. Hann hevði framsýning í Steinprenti og gjørdi ársins gávuprent til limirnar í áhugafelagnum Steinbrá.
Framúr Summarframsýning í NLH
Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, Species var ein tann mest spennandi listaframsýningin í Føroyum í ár við teimum báðum listafólkunum, Janne Nabb (f.1984) og Maria Teeri (f.1985), ið eru útbúgvin á finska listaakademinum og universitetinum í Helsinki í 2011 og hava havt fleiri framsýningar bæði í Finnlandi og altjóða, t.d. vóru tey við í Norðurlendska framsýningarskálanum á Venezia Biennaluni í 2019. Tey kalla seg nabbteeri, teirra list er grundleggjandi kollektiv og idealistisk, merkt av hugsanum um javna og sínamillum virðing millum ymisk lívsløg eisini tey, sum eru so smá, at vit ikki síggja tey og við serligum denti á djór uttan beinagrind (t.d.høgguslokkar, krossfiskar, flatmaðkar, hvalspýggjur osfr.). Listin hjá nabbteeri ávirkast av staðnum, har tey framsýna; sjálvt um okkurt verk hevur verið framsýnt aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum er tann framsýningin eins og allar aðrar framsýningar hjá nabbteeri staðspesifikkar. Tey samstarva við listafólk ella kuratorar ymsastaðni – í sambandi við framsýningina í Norðurlandahúsinum hava tey samstarvað við Inger Smærup Sørensen, sum hevur kuraterað og sum bar eyga við verk hjá listafólkunum á eini framsýning í Kiasma í Helsinki.
Norðurlendskar virðislønir
Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár var yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger við yrkingum, sum bæði snúgva seg um lív og list, skrivaðar við einum serligum neyvt sansandi, poetiskt búnum tóna, sum vit longu nú í útgávu nummar tvey hjá yrkjaranum kenna aftur sum eyðkendan fyri hennara skrivihátt. Seinni í ár varð kunngjørt, at grønlendski rithøvundurin, Niviaq Korneliussen vann norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri sína sosialrealistisku og aktivistisku bók um sjálvmorð millum ung í Grønlandi, Blomsterdalen. Bókin Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs var í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Bókin tematiserar aktuel evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv. Svenski rithøvundurin, Elin Persson fekk virðislønina fyri sína ungdómsbók, "De afghanska sönerna". Virðislønarhandanin varð send í sjónvarpinum, her hoyrdu vit, at Eivør Pálsdóttir fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Hana hevur hon av sonnum uppiborið fyri sítt framúrskarandi tónleikaavrik. Í grundgeving varð sagt, at hon er ein gudaborin tónleikari við eini vakrari rødd, sum við síni alfevnandi nærveru á palli hevur hugtikið tónleikaáhugað kring allan heim.
Leiklist
Leiklistarliga bjóðaði árið uppá tveir leikir og enn eina umplasering av Tjóðpalli Føroya, sum er heimsins mest ófriðaligi bygningur, ið nú eftir øllum at døma skal staðsetast á Bursatanga. Hetta fekk eina ikki so øgiliga spenta viðmerking frá yvirritaðu á Listaportalinum: ”Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005, hesi sekstan árini hava vit upplivað bygningin bæði staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum rúmligum og stásiligum tjóðpalli og enn er einki hent. So blívur mann also eitt sindur skeptisk og hevur ilt við at trúgva uppá nýggjar ætlanir. - Jú, á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, Heðin avdúkaði, hvítvín varð drukkið, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum 1-0 til bilarnar. Leiklistastríðið varar við í føroyska leiklistaumhvørvinum. Á einari síðu er leiklistabólkurin Tvazz, sum setti upp leikin Ó Søgur um djevulskap við støði í kendu skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen, sum plagdi at vera intellektuell lakmusroynd í heimliga dunnugarðinum. Høgni Djurhuus ummælti leikin í Nón og var sjáldsama hugtikin. Ummælið fekk yvirskriftina Eitt megnar avrik. Tjóðpallurin framførdi nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið, sum eg í ummæli metti at vera listarliga viðkomandi: ”Tá leikararnir spæla við marionettdukkur fáa teir ein annan samleika og júst hesin lítli leikurin í leikinum, hesin um somu tíð barnsligi mini-leikur og svakligi dance macabre ber spennandi møguleikar við sær. Leiklistaliga upplivingin verður meira fjølbroytt og tað vísir seg sum, at alt slag av sjangrublandi klæðir tilfarinum hjá Jóanesi Nielsen væl - hann er jú frammanundan vanur at skriva yrkingar, sum minna um sjónleikir og letur t.d. í yrkingini Streymslit í savninum Gudahøvd (2017) Luther og Melanchton koma á gátt. Eg haldi eisini, at teir bestu partarnir av nýggja leikinum eru eitt slag av lyriskum monologum um mánan, um tilveruna og um listina…”
Filmur
Alt árið spenti Filmsfelagið seg út við góðum filmssýningum, vit vóru til fleiri áhugaverdar danskar filmar, t.d. Pagten um eina demoniska Karen Bliksen og hennara órímiligu krøv til yrkjaran Thorkild Bjørnvig og so var tað Druk hjá Thomas Vinterberg við einum fantasiska væl spælandi (og dansandi) Mads Mikkelsen, men hvørs problematik eg als ikki kundi seta meg inn í sjálvt um eg eri studentaskúlalærari og miðaldrandi og eg veit ikki hvat. Salurin var eisini fullsettur, tá vit vóru til nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni, Ferðin inn í tað ókenda, sum teir báðir Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava lagt til rættis. Filmurin er ein filmur um ein film og tá talan er um ein tann týdningarmesta og mest sædda listafilmin í Føroyum, Svartur Sannleiki frá 1999, so var hetta ein sera forvitnislig verkætlan. Ferðin inn í tað ókenda er samanumtikið ein gáva til Føroya fólk, sum teir báðir, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen skulu hava hjartans takk fyri – ikki minst fyri brot, sum geva okkum nakað nýtt, t.d. tá Ingálvur tosar ítøkiliga um ein málning, hann er í ferð við at mála. Ein av teimum mest umrøddu og róstu filmunum í ár er annars tann lítla perlan, Skál, sum Maria Tórgarð og Cecilie Debell leikstjórnaðu. Skál er samnevndur við yrkingasavnið Skál, og snýr seg um yrkjaran, Daniu O.Tausen, sum er flutt úr einum umhvørvi í annað. Filmurin snýr seg um ungdóms avbjóðingar um at finna seg sjálva, royna mørk og um at finna eina javnvág millum uppvøkstur og tað nýggja. Tað besta við filminum er, at hann er nuanseraður og brýtur niður fordómar. Sum hyggjari verður tú góð við persónarnar á báðum síðum av bíbliubeltinum og tað gevur ein serstakliga áhugaverdan film.
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard fingið danskt listalegat
/Ole Haslunds Kunstnerfond letur eina ferð um árið legat ella gávufæ til listafólk, sum tey meta vera týdningarmikil - ein av hesum er føroyingur, tað er Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sum hevur fingið eitt ferðalegat og sum á heimasíðuni hjá Ole Haslunds Kunstnerfond verður lýst við hesum orðum:
TEKSTILKUNSTNER OG DESIGNER
RAGNHILD HJALMARSDÓTTIR HØJGAARD
Færøske Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard markerer sig stærkt i spændingsfeltet mellem tekstilkunst og design. Fra basen i København udforsker hun overfladen i tekstilet, og hendes produktion dækker en bred skala fra interiørdesign til billedkunst og arkitektur.
Efter sin afgang fra Det Kongelige Akademi – Design i 2016 udførte Ragnhild Hjalmarsdóttir, der også har en baggrund som skrædder, et scenetæppe til Nordens Hus i Tórshavn med færøske garner. Og netop de færøske garner er omdrejningspunktet for hendes fremsynede arbejder. Ragnhild Hjalmarsdóttir har en meningsfuld mission: at bruge og få gang i at producere tekstiler med alt det ubrugte uld og garn fra fårene på Færøerne. ’Ull er Føroya Gull’ (Uld er Færøernes guld), lyder titlen på tæppekollektionen, opkaldt efter det færøske ordsprog. Engang var uld en vigtig eksport- og handelsvare. Men i mødet med industrialiseringen er færøsk uld blevet et næsten overflødigt materiale. Men ud af den overskydende fåreuld frembringer Ragnhild Hjalmarsdóttir sine stedsspecifikke tæpper med forskellige taktile overflader og enkel mønstring, inspireret af færøske klipper og grottevægge. Under overfladen er hvert unikke design tæt knyttet til historien om en glemt håndværkskultur, der oprindeligt var bæredygtig og selvforsynende. Projektet handler både om realistisk udvikling af uldproduktion og forretningsmuligheder på Færøerne, samtidig med at det knytter tekstildesign til det globale FN-verdensmål om bæredygtigt forbrug og produktion. I tråd med tidsånden og det aktuelle fokus på bæredygtighed bliver det håndvævede tæppe således meget mere end blot et tæppe. Nemlig, en kommentar til brug og smid væk-kulturen – et stykke unikakunsthåndværk med holdning. Den færøske uld har Ragnhild Hjalmarsdóttir ligeledes omsat til skræddersyet, håndvævet pudedesign til restaurant Noma i København. I stor skala skal fremhæves udsmykningsopgaven med syv gobeliner fra gulv til loft i foredragssalene i uddannelsescentret Glasir i Tórshavn, tegnet af BIG, Bjarke Ingels Group. Senest har Ragnhild Hjalmarsdóttir samarbejdet med designeren Kasper Thorup og Århus Possementfabrik om at udvikle en ny, eksklusiv flagline i organisk færøsk uld til stolen Noel Chair.
I anerkendelse af hele denne innovative indsats, der i flere tekstile formater genbruger et gammelt håndværksmateriale som en højaktuel, bæredygtig og æstetisk ressource, modtager Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard Ole Haslunds Rejselegat 2021.
https://www.olehaslundskunstnerfond.dk/legatmodtagere/#legat_2020-2029
Blátt
/Lýsandi bláu málningarnir síggja næstan út sum um teir sveima í Gamla Seglhúsinum, har Anker Mortensen framsýnir í løtuni. Sunnudagin 21.november læt framsýning hjá Anker Mortensen við heitinum Sandagerð upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Hetta var ein hugnalig løta við tónleiki, sum Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein stóðu fyri og við góðum skornum breyðbitum við skerpikjøti frá blíðu gallarífólkunum, Símun og Jastrid Gullaksen. Upplatingarrøðuna helt borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, ið eisini er farbróður og gubbi listamannin - hon er prentað her í blaðnum.
Náttúra
Anker Mortensen framsýnir ikki ofta og tað er tessvegna við serligum spenningi, at farið verður til hansara framsýningar. Hann hevur í langa tíð arbeitt við monumentala málningaverkinum, sum nú prýðir nýggju politistøðina í Havn. Tað tykist sum um okkurt fótafar av hesum megnararbeiði sæst aftur í nýggju myndunum á framsýningini í Gamla Seglhúsinum. Fleiri av teimum eru náttúrukendar og eg komi í tankar um listafólk sum Tommy Arge og Bárð Jákupsson, meðan eg hyggi. Samstundis kann eingin ivi vera um, at tað er Anker Mortensen, ið hevur málað myndirnar og at hann er eins originalur listamaður sum hann hevur verið í áratíggju - tað síggja vit á strokum, litum, strukturum og bygnaði, eini ørgrynnu av smáum serstøkum brøgdum, sum gera málningarnar til eyðkend Ankersverk.
Blátt
Á framsýningini í Gamla Seglhúsinum eru fleiri myndir rættiliga bláar, soleiðis at heildarinnttrykkið av framsýningini ljómar av bláum. Anker Mortensen brúkar bæði Ultramarinblátt og Parisarablátt, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan. Summi sýnast fløt og óblonk, meðan onnur eru skínandi og gjøgnumskygd. Fleiri staðni hómast løriftið út ígjøgnum málingaløgini, tað hevur m.a, við sær, at kantarnir á myndunum sýnast eitt sindur ullintir. Endaúrslitið er málningar, ið um somu tíð eru sera fysiskt til staðar í rúminum samstundis sum okkurt fullkomiliga óítøkiligt er yvir teimum har tær hanga á myrku timburveggunum í Gamla Seglhúsinum eins og lýsandi ovursjónir.
Sandagerð
Fyri nøkrum árum síðani hevði Anker Mortensen eina framsýning í Steinprenti, sum hann kallaði Víkin Fagra, ið fevndi um Hoyvík og hagan og laðingar har, men sum eisini eisini tók støði í heitinum á skaldsøguni hjá Gunnari Hoydal, Dalurin Fagri (1999). Heitið Sandagerð um hesa nýggju framsýningina í Gamla Seglhúsinum er á sama hátt eitt slag av savnandi metafori við topografiskum og poetiskum tilsipingum. Fyri tað fyrsta er Sandagerð sum kunnugt lítla sandstrondin í Havn, ein sermerkt og náttúruvøkur oasa í heimstaði listamansins. Men Sandagerð er meira enn náttúra og hevur eisini verið karmur um ríkt mentanarvirksemi - tað var sum kunnugt her í prestagarðinum, at Jákup Dahl próstur týddi stórar partar av Bíbliuni til føroyskt og sonur hansara, yrkjarin, sangarin og tónaskaldið, Regin Dahl, sum Anker Mortensen hevur stóran tokka til, hevur sungið m.a. Barnarímur hjá Hans Andreasi Djurhuus og vísur og skjaldur, ið eisini eru afturvendandi íblástur hjá Anker Mortensen og hómast aftur í verkheitum og fabulerandi skapum, har rógvið verður út á Balta millum annað: “Rógva út á balta, veiða fiskin salta, rógva út á tanga, veiða fiskin langa, rógva út á háa, veiða fiskin gráa. Rógvið suður, og rógvið norður at vita, hvat ið harrin vil geva okkum báðum”. Regin Dahl yrkti um fossin í Sandagerði, eitt brot úr yrkingini ljóðar soleiðis “ein ringjandi, syngjandi fossur, eitt leikandi, kveikjandi lag, ein mynnandi, mennandi kossur - Har eigi eg friðarstað; har tutlar og mutlar, har tvætlar og skvatlar, har súsar og brúsar so søtt...”.
Abstrakt náttúra
Sjálvt um fleiri av verkunum eru rættiliga abstrakt, kenst náttúran sterk í teimum. Men tó at sjónarringurin er høgur og mynsturtekningin fjølbroytt og flykrandi, eru vit ikki sum hjá Tommy Arge niðri í sjálvum tilfarinum í fjallinum, í mosanum, lynginum og klettinum. Hetta tykist meira andaligt onkursvegna t.d. í einum málningi, sum er stórur og heilt ljósur eins og ein akvarel. Um mann stendur still eina løtu framman fyri hesum verkinum, tekur seg fram ein ørgrynna av strikumyndum av ymiskum skapum. Tað kann minna um trø, steinar, sólir, fiskar og øll møgulig skap og mynstur, ið hómast aftan fyri eitt ljósablátt tám sum ein fagran summardag. Ein málningur, ið fær meg at hugsa um kendu yrkingina hjá Steinbirni B.Jacobsen, BLÁTT “Himmal og hav/ Møtast í bláum/ sjónarringurin/ hitt svarta bergið er blátt/ fjøllini/ tær grasgrønu líðinar/ eru aftanfyri eitt blátt tám/ viðhvørt.” Í einum øðrum framúrskarandi málningi er helvtin av myndaflatanum skyggjandi blá, meðan hin helvtin er ljós og sveimandi – tað er serliga áhugavert, at listamaðurin hevur valt at staðseta hesa luftkendu myndahálvuna niðast eins og fundament í myndini - tað kennist herliga ólogiskt, setir náttúrulógir úr gildi og ger myndina meira abstrakta. Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00 fram til 16. desember 2021.
Vatn er ein vátur logi
/Eitt viðkomandi listaverk
Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk. Vatn er ein vátur logi kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð. Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit.
Yvirlit
Nú tríbókaverkið hjá Carl Jóhan Jensen er liðugt, ber til at byrja uppá at gera sær eitt yvirlit yvir teir mongu áhugaverdu samanhangirnar millum bøkurnar, eitt nú kann myndatilfarið í bókunum kannast. Í øllum trimum bókum eru myndir fremst og aftast. Myndatilfarið í teirri bláu bókini er illustrativt og banalt í mun til skaldskapin – tað er kenda demensímyndin av eini andlitsmynd í profil, sum myndast av einum træi, ið er byrjað at missa bløðini eins og dement missa minni og harvið sjálvan seg. - Upplagt verður somuleiðis hjá frøðingum at meta um hvat teir tríggir litirnir á vøkru bókunum umboða. Í framúrskarandi filmstriologiini hjá Kieslovski frá 1994, Tríggir litir (Blátt, Hvítt og Reytt) kannaði pólski filmsleikstjórin til dømis hvussu tað stóð til í Europa við hugtøkunum, frælsi, javnaði og felagsskapi, sum litirnir í franska flagginum ímynda. Vit hava sum kunnugt somu litir í føroyska flagginum og meginparturin av tríbókaverkinum hjá Carl Jóhan Jensen gongur eisini fyri seg í Føroyum.
Møletið
Nýggja bláa skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen hevur eitt hóskandi vátt heiti av mótsetningum, ið endurgevur ein kendan setning hjá týska romantiska skaldinum, Novalis. Bókin verður nevnd Ein lívssøga og er sett upp sum ein sjónleikur við dramaturgiskum upplýsingum í byrjanini. Fremst eru persónarnir presenteraðir - tað er ein gomul kona, hvørs tankar og útsagnir í høvuðsheitum mynda bókina. Harumframt standa ”Tú” og ”Røddir í sjónvarpinum” til at taka lut í leikinum. Stað og tíð er ”ein stova í miðbýnum í Havn um miðjan augustmánað”. Tað er eyðkent fyri skaldið, at vit bara at síggja til fáa hópin av upplýsingum. – Í veruleikanum er frásøgnin meira holut enn eitt møletið bundnaturriklæði og minst líka ørkymlandi.
Ørkymlandi einatala
Í staðin fyri at lesarin fær upplýsingar frá einum skilvísum 3.persónsfrásagnarfólki, eru vit í nokk so stóran mun sloppin upp á fjall og mugu gera okkara egnu metingar um støðuna og søguna burtur úr tí lutfalsliga ósamanhangandi orðafloyminum hjá høvuðspersóninum. Henda einatala er til tíðir eins ørkymlandi og óítøkilig sum flugan, sum gjøgnum alla bókina surrar uttan mál og mið og yvirhøvur tykist vera í stórari andsøgn til ta ógvuliga detaljeraðu og ítøkiligu scenografiina. Umhvørvið er lýst sera subjektivt og tulkandi, har er t.d. eitt ”ótol í luftini” og tapetið hevur ein ”nervaðan lit”. Hesin fyrsti parturin av bókini er samanhangandi og serstakliga væl skrivaður. Sum hjá Herman Bang verður ein heil lívssøga í grundini søgd við neyvu lýsingini av innbúgvi og ymsum lutum í eini stovu.
Syrgilig tilvera
Gjøgnum brotamyndir av minnum hjá konuni fáa vit ímyndina av eini heldur syrgiligari tilveru í okkara samtíð. Tingvarpið er tendrað í stovuni og tí ber til at dagfesta nútíðina í skaldsøguni at vera í august í 2018, tá Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna legði fram uppskot um at geva tvørkyndum rætt til at skráseta seg alment sambært kynssamleika sínum. Hetta uppskotið setti eyðvitað gongd á alt møguligt grátt undir steini, ið máttu fram at verja borg og hesar fordømandi og býttisligu viðmerkingar av tingsins røðarapalli eru beinleiðis siteraðar í bókini, sum hervið hevur samtíðarlig perspektiv. Deprimerandi innlitið í tað politiska trongskygnið á skíggjanum speglar trongu umstøðurnar, sum okkara høvuðspersónur er uppvaksin í, umstøður, har hon ikki hevur fingið pláss til at vaksa sum menniskja.
Demens
Afturlítandi fáa vit innlit í barndómsheimið hjá henni - eitt hússetur, sum minnir eitt sindur um tað hjá fólkunum í Sær ein fuglabók av gloymsku – hesi eru eisini partvíst við í nýggju bókini, ið somuleiðis nevnir ein persón í Terningum. Her er samanhangur millum bøkurnar, men eisini stórir munir. Hon er ikki løtt at lesa, nýggja skaldsøgan ella tað vil siga, at hon er rættiliga skjót at lesa, tí tað stendur ikki øgiliga nógv á síðunum, men tað tekur tíð at fata og knýta samanhangir millum tað, mann fær at vita og tað mann ikki veit. Og so er alt hetta universið so ófatiliga hart, syrgiligt og óeydnusamt, merkt av vantandi kærleika. Gleðin er bara til í ørstuttum, óálítandi løtum, girndin er sveittandi og knøpp og tú fært javnan varhugan av onkrum sjúkligum ella onkrum, sum ikki fer rætt fram. Tað er ikki lætt at lesa slíkar tilveruligar oyðimarkargongur og einki verður betri av, at frásøgnin um hesa syrgiligu lagnuna tendrar í ringu samvitskuna hjá hesum lesaranum um eina aðra gamla konu, ið alt ov leingi sat í stórum einsemi, meðan gloymimyrkrið svølgdi hana. Tíverri hava fleiri okkara upplivað hetta, at foreldrini - annað ella bæði - gerast minnisveik og hjálparsleys. Og tað er hetta, sum er í ferð við at henda við okkara høvuðspersóni, har hon situr einsamøll í stovuni og tosar og minnist aftur á ymiskt, sum treingir inn á hana. Av tí, at hon er dement og serstakliga óálítandi frásøgufólk samstundis sum hon er sjálv søgan, verður ósamanhangandi mentala støðan ikki lýst sum so. Við holum, endurtøkum og prikkum verður hon heldur ítøkiliggjørd fyri lesaranum, sum følir seg stara inn í myrkrið og spakuliga gerast partur av tí, alt meðan gamla huffar og skeldar út.
Marta
Tað er ikki bara egpersónurin, ið tykist óálítandi. Hesin ”tú”, sum hon ofta vendir sær til er eisini fjølbroyttur og kann bæði vera tú, sum lesur og ein persónur, hvørs umhvarv, vit bara hóma sum eitt mannfólk, kanska ein vaksin sonur, sum gamla konan blandar við pápan og sum alt ov sjáldan er og vitjar, men tað er helst tí hon gloymir so hvørt. Barndómsheimið hjá konuni ljóðar til at hava verið ræðuligt. Foreldrini hava verið meira og minni óáhugað í henni og hava í størri mun verið noydd til at taka sær av systrini, sum ljóðar til at hava borið brek. Og so hevur tað annars verið eitt verri skil av gudiligheit, reinligheit, svakligheit og kærleiksloysi. Har er bara einstakur linni í frásøgnini og tað er Marta, ið er vinkona egpersónin – og helst nógv meira enn tað. Tað er forrestin positivt, at samkyndleiki sýnist alt meira vanligur í nýggjum føroyskum skaldsøgum.
Prikkar
Frásagnarhátturin er, sum áður nevnt, ógvuliga serstakur við holum, ólogiskum steðgum, útsagnum, ið verða brotnar av og so er tað maniska teknsetingin, sum eg í fyrstani eri við at fáa ganir av… Í staðin fyri at nýta punktum, brúkar Carl Jóhan Jensen konsekvent tríggjar prikkar millum setningar og setningsbrot. Slíkir prikkar verða vanliga brúktir til tess at lýsa, at tað skrivaða er partur av eini heild, at tað er óliðugt, at mann ikki heilt veit, men drálar og ivast. Í bókini Vatn er ein vátur logi eru prikkarnir partur av einum tilvitaðum stíli, sum hevur við sær, at tú sum lesari ikki følir nakran setning enda á avkláraðan hátt. Tað er strævið, men gerst alsamt meira áhugavert og viðkomandi, meðan mann lesur. Stílurin hevur eina hugtakandi, ekspressiva, óróliga, næstan tivandi effekt. Vit eru hjá konuni, í somu støðu sum hon djúpt inni í mjørkanum og støvinum mitt í vónleysu royndini at fáa tilverunnar puslispæl at liggja rætt.
Sofía vann Teaterpokalina!
/Sjónleikarin Sofia Nolsøe Mikkelsen vann fyri løtu síðani týdningarmiklu donsku leiklistavirðislønina, Teaterpokalen. Teaterpokalen er elsta leiklistavirðislønin í Danmark og tó, at aðrar virðislønir eru bæði størri og pengasterkari, er Teaterpokalen ein serliga týdningarmikil og vird virðisløn. Olaf Johannessen fekk hesa virðislønina í 2014, og nú fekk Sofía Nolsøe hana.
Teaterpokalen varð stovnað sum leiklistavirðisløn í 1933 og orsøkin til hennara stóra tign er m.a., at tað eru fakfólk, ið lata hana. Tað er “Foreningen Danske Teaterjournalister”, sum á hvørjum ári lata virðislønina, ið nógvir týdningamiklir danskir sjónleikarar hava fingið, t.d. Liva Weel, Osvald Helmuth, Clara Pontoppidan, Ghita Nørby, Bodil Jørgensen og Lars Mikkelsen m.a.
Sofía Nolsøe Mikkelsen var tilnevnd fyri sín leiklut í Når vi døde vågner og A Clockwork Orange á Aarhus Teater. Virðislønin fevnir um 50.000 krónur og eina silvurpokal. Sofía Nolsøe Mikkelsen starvast fast á Aarhus Teater, har hon hevur spælt nógvar høvuðsleiklutir síðstu árini, t.d. sum Selma í Dancer in the Dark. Í Føroyum hava vit m.a. sæð hana í høvuðsleiklutinum í Hamlet, sum Det Ferösche Compagnie setti upp í Norðurlandahúsinum og í stuttfilminum Skuld hjá Heiðriki á Heygum. Ummælarin Lene Grønborg Poulsen handaði virðislønina við hesum orðum: ”Man er aldrig i tvivl om, hvornår du træder ind på scenen. Du tager rummet med en stor overbevisende kraft og favner hele spektret, så vi som publikum ender helt yderst på stolekanten og trækker eller holder vejret med dig. (…) Spændvidden er i hvert fald stor, når man med nerve mestrer alt fra det naturalistiske og surreelle hos Ibsen til det vilde og voldelige i 1960’ernes A Clockwork Orange”. Røðan kann lesast her í síni heild: https://bit.ly/3lBv3Th
Hjartaliga til lukku, Sofía!
Randi Ward hevur vunnið virðisløn fyri týðing av føroyskum skaldskapi
/Foto: Gunnar Steinn Úlfarsson