Bjarne Werner Sørensen seksti
/Í dag fyllir Bjarne Werner Sørensen runt. Mamma Bjarne var úr Froðba, men hetta er ikki einasta orsøk til at vit telja hann uppí ta føroysku listasøguna. Hann hevur havt fleiri stórar týdningarmiklar framsýningar í Føroyum, í Steinprenti, Listahøllini og í Listasavninum og í ymsum føroyskum og norðurlendskum høpi t.d. í Norðurbryggjuni. Í 1996 skipaði hann saman við Listasavninum og Goethe Instituttinum fyri progressivu framsýningini FAR OUT - Natur arbeitet für die Kunst við týskari installatiónslist í Listasavni Føroya. Bjarne Werner Sørensen hevur fleiri ferð samstarvað við Tórodd Poulsen, teir hava t.d. gjørt eina mappu, Otium við yrkingum hjá Tóroddi og myndatilfari hjá Bjarne, sum Jan Andersson prentaði í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hetta samstarvið helt fram í Grafiska Verkstaðnum í Listasavninum í Havn við upprunagrafiska yrkingasavninum Villvísi, sum Tóroddur skrivaði og sum Bjarne myndprýddi. Bjarne Werner Sørensen er útbúgvin á Det Jyske Kunstakademi. Hansara listarliga tilgongd er sera fjølbroytt; hann málar og fotograferar, hann er dugnaligur grafikari og fæst bæði við tann siðbundna grafikkin og hann hevur eisini fyritøkuna Fluxprint, har hann prentar fyri listafólk og listastovnar. Í mong ár var hann formaður fyri BKF, Billedkunstnernes Forbund. Listarliga er Bjarne Werner Sørensen upptikin av tí, hann nevnir samanførdir koordinatar, hetta at tvær myndir, ið verða settar saman úrslita í eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Í steinprentsrøðini Matrix, sum var partur av framsýningini Tíðarrúm í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST hevur Bjarne arbeitt við hesi tilgongd á ein rættiliga skipaðan, matematiskan hátt, har hann við at kombinera litografisku steinarnar á ymsan hátt hevur fingið eina rúgvu av litografiskum prentum burturúr, ið verða sett upp í eini rektangulerari installatión. Skipanin er fleksibul og kann broytast frá framsýning til framsýning alt eftir stødd av vegginum osfr. Áhugin fyri skipanum av linjum, organiskum samanhangum, viðurskiftum millum litir, skap og millum myndaflata og grund hava yvirhøvur stóran týdning í listini hjá Bjarne Werner Sørensen. Hetta sæst bæði í teimum einstøku verkunum, men eisini í millum verkini á framsýningum og í bókum. Hjartaliga til lukku, Bjarne Werner Sørensen.
*Fotomyndina tók Kim Kristensen í framsýningini Tíðarrúm
PERSONA GRATA - Listaframsýning í Víngarðinum
/Tað menniskjaliga er í fokus á framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 12.juni í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í Havn við verkum eftir Torbjørn Olsen, Fríðu Matras Brekku, Hanna Bjartalíð, Carl Jóhan Jensen og Ásmund Poulsen. Orðingina í framsýningarheitinum, PERSONA GRATA kenna vit kanska best í negativari merking um útihýsing av ávísum menniskjum. Men eftir fyrstu bylgjuna av krúnusóttini, nú vit í mánaðar hava saknað starvsfelagar, familju, vinir og kenningar, skal eingin útihýsast, nú er í menniskjum góður tokki. Í øllum førum inntil forboð og ferðafólk møguliga seta proppin í aftur tað coronafría føroyska andingaropið. Á upplatingini á PERSONA GRATA fer Carl Jóhan Jensen at siga nøkur orð. Hann hevur eisini til framsýningina skrivað eina áhugaverda yrking við heitinum Gilgamesh. Ein føroysk samtíðarlistaframsýning um tað menniskjaliga má sjálvandi fevna um myndir hjá okkara fremsta menniskjalýsara, Torbjørn Olsen. Umframt ein serstakan nýggjan málning framsýnir Torbjørn Olsen tekningar á framsýningini. Torbjørn Olsen er ein framúrskarandi teknari. Alt hansara listarliga arbeiði byggir á tekningina. Hann hevur teknað altíð. Heima teknaði hann saman við brøðrum sínum – og tá onnur børn løgdu tekniamboðini frá sær, helt Torbjørn fram. Hann lærdi nógv tey árini, hann gekk á tekniskúlanum hjá Robert Askou-Jensen á Glyptotekinum, men tað týdningarmesta er at tekna nógv, heldur hann. Mann skal tekna hvønn dag. Umframt at portrettini hjá Torbirni líkjast persónunum, tey ímynda, eru hesar tekningar eisini fjálgar støðulýsingar har blýants- ella tusjstrikan málar fram huglagið í løtuni, tá menniskju sova, práta ella taka sær av løttum. Myndevnið er altso fyrst og fremst menniskjað, men her er eisini herligar og kerligar tekningar av einum hundi og eini kettu við á framsýningini. Kærleikin til djór er rættiliga grundleggjandi fyri Fríðu Matras Brekku, sum á framsýningini framsýnir prentmyndir. Hon er útbúgvin frá Seminariet for Håndværk og Design í Nørre Sundby og harumframt er hon útbúgvin steinprentari. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu hálvabstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av kvirrum, poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar tykjast fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar. Portrett vóru høvuðsmyndevnið hjá fotografinum Ásmund Poulsen í seksti- og sjeytiárunum áðrenn landslagið gjørdist alfa og omega í føroyskari fotolist. Sjálvur kjarnin í støðugt ekspanderandi verkinum hjá Hanna Bjartalíð er humanistiskur, antin myndevnini stava frá okkara gerandislívi ella tað eru skøltar, dreymahús ella annað. Hesi verk eru full av tilvitaðum skeivleikum og fjølbroytni og tykjast tískil uppløgd at hava við á eina framsýning um tað menniskjaliga. Framsýningin PERSONA GRATA letur upp fríggjadagin 12.juni klokkan 17-19. Samstundis verður terassan í Víngarðinum latin upp við nýggjum veggjaprýði eftir Hansinu Iversen. Okkurt gott verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin.
Hjálparpakki 3 - eisini til listafólkini
/Á tíðindafundi fyri løtu síðani var boðað frá, at landsstýrið hevur valt, at listafólk, ið kunnu skjalprógva fíggjarligan miss av koronu, kunnu søkja um endurgjald via sonevnda hjálparpakka 3. Hetta er eitt týdningarmikið signal um, at listafólkini verða fatað sum partur av føroyska samfelagnum, og er okkum øllum til gagns. Boðað var eisini endaliga frá, at tað ikki ber til at halda festivalar ella stevnur í summar, hetta gevur festivalfyrireikarum neyðugt grundarlag fyri avlýsingum og at arbeiða fram móti komandi ári og tað er gott sjálvt um uppáhaldið um at ungum ikki tørvar tónleikafestivalar á sama hátt sum børnum tørvar Zarepta, er nakað fjas. Og tað er ikki bara ung - vit hava øll larmandi tørv á G!Festival og bókmenta- og Lista-G! ólavsøku osfr. og sjálvandi skal atlit takast til krúnusóttina bæði á Vatnsoyrum, í Gøtu, í Havn og alla aðrastaðni.
Barbara í Gongini fingið arbeiðslegat frá Statens Kunstfond
/Barbara í Gongini er ein av fimm, sum hevur fingið tað stóra og prestisjumikla arbeiðslegatið á 250.000 DKK. Hetta er í dag kunngjørt á heimastíðuni hjá danska almenna listagrunninum kunst.dk, har greitt verður frá, at ársins arbeiðsstyrk fáa listhandverkarar og designarar, sum hava havt dirvi at gera nakað út yvir tað vanliga. Tað hevur Barbara í Gongini og í 2018 fekk hon ta føroysku mentanarvirðislønina. Barbara í Gongini er altjóða kend sum avantgardedesignari, hennara design eru skulpturkend og hennara sýningar minna í støðum um listarliga performance. Javnan hevur hon samstarvað við listafólk bæði innan film, tónleik, dans í crossoverframførslum. Hon hevur eisini gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur millum list og móta við tað, at bæði spretta úr somu kreativu keldu. Við fíggjarligum styrki frá Statens Kunstfond sleppur henda skapanarkeldan nú at flóta frítt og ótarnað. Hjartaliga til lukku, Barbara og blíðan byr.
Nú líður móti endanum á GIRLTALK framsýningini
/Hesin fíni málningurin We Are Yellow hjá Silju Strøm er partur av framsýningini GIRLTALK, sum eisini fevnir um verk hjá Hansinu Iversen og Randi Samsonsen í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Silja Strøm hevur júst fingið Listafólkaløn. We are Yellow er ein at síggja til yndisligur málningur við fínligari abstraktión og ráum abstraktum strokum. Hesar myndir tykjast relevantar í løtuni, tí tær snúgva seg um einstaklingin og tað kollektiva. Bygnaðurin er sosialt hugsaður soleiðis, at listakvinnan letur myndaliðirnar breiða seg kring allan myndaflatan í eini einstakari flá heldur enn sum vanligt er at skipa myndina í forgrund, miðgrund og bakgrund.
Í Víngarðinum er opið Kristi Himmalferðardag, fríggjadagin og leygardagin - har ber væl til at fara inn at hyggja uttan at keypa nakað sum helst, men mann kann eisini njóta eitt víntilboð saman við listini. Mann kann velja millum ein reyðan ella hvítan vínpakka við 3 ymiskum vínum fyri kr. 200,- (10 cl pr glas). Reytt: Malbec, Valpollicella og Pinot Noir. Hvítt: Grüner Veltliner, Riesling og Muscadet (turr).
GIRLTALK er ein søluframsýning, sum orsakað av farsóttini er longd, men nú fara vit spakuliga at runda framsýningina av. Gentuprát er eitt hugtak, sum hevur verið brúkt heldur niðursetandi um samskiftið millum konufólk. Gentuprát hevur verið hildið at vera óseriøst uttan týdning ella dýpd - tað bera suss og møsn á vesinum ella lítilsverdur slatur og tvætl uppi yvir endaleysum drekkamunnum. Men sum allar gentur munu vita og onnur helst við, so er júst hetta prátið ofta viðkomandi, spennandi, fjølbroytt umframt, at tað er týdningarmikil partur av okkara sosiala undirstøði.
Listaverkini á Girltalkframsýningini eru bæði sosial og ikki sosial – tey eru sera ymisk, men eru øll merkt av einum serstøkum lættleika við lutfalsliga bjørtum litum, ið tó at tey at síggja til eru brúsandi og skemtilig, kortini bera okkurt fyri brósti. Ein litur, sum er afturvendandi á framsýningini, er tann ljósareyði, ið kveikir sera ymislig hugasambond. Liturin hevur í grundini sína egnu mentanarsøgu frá endurburðartíðini til hann innan rokokkostílin í 18.øld verður nógv brúktur sum kjólalitur í dárandi kvinnulýsingum. Við tað, at ljósareytt ikki er partur av tí sonevnda additiva ælabogalitskemanum við grundlitum og blandingslitum, men at liturin er blandaður upp úr reyðum og hvítum, ja,so verður hann fataður sum onkursvegna uttanfyristandandi og sofistikeraður. Ljósareytt halda vit vera ein serliga gentuligan lit, men tað var ikki fyrr enn 2.veraldarbardaga, at ljósareyði liturin varð tilskilaður konufólkaklæðum. Ljósareytt er ein serligur litur innan poppmentan, ið síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartum bilum og klæðum, men liturin hevur eisini eina daprari søgu. Nazistarnir brúktu ljósareyðar tríkantar til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Seinni brúktu samkyndir aktivistar ljósareyða tríkantin sum symbol í teirra stríði fyri javnrætti. Ljósareytt er eisini brúktur sum feministiskur eyðkennislitur.
Randi Samsonsen brúkar ofta ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum, har hon spælir sær við litin og ymisk skap. Hon bindur, heklar, broderar og seymar síni verk, sum skulu fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri av hennara listaverkum eru bleyt og mjúk og umboða eina nýhugsan innan føroyska myndlist. Hennara standmyndir standa ikki, men hanga á vegginum, meðan hennara myndir eru okkurt slag av seymaðum relieffum. Eitt ljósareytt verk hongur á vegginum, tað er hárut og skipað í tveimum hangandi kúluskapum, sum eru antropomorf og minna um menniskjansligar likamslutir. Hetta verkið er bæði fjálgt og stuttligt og púra øðrvísi enn tað, vit hava verið von við í føroyskari list.
Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Hennara koloristisku málningar eru um somu tíð meira einfaldir og meira kompleksir enn nakrantíð, summir eru monumentalar, einlittar kompositiónir við einum einstøkum skapi miðskeiðis, sum stendur og darrar í myndarúminum eins og eitt loyndarfult tekin, ið væl at merki ikki skal greinast og týðast við heilanum - tað skal sansast og fatast við øllum kroppinum. Aðrar myndir eru meira samansettar við fleiri formum, sum bylgja fram og aftur í myndarúminum. Myndirnar hjá Hansinu Iversen eru sum heild sera sansaligar, tær eru meira maksimalar enn minimalar, og tykjast í fleiri førum at vera við at bresta av ekspanderandi litflatum og djarvari kolorismu sum í myndini her niðanfyri
Hansina Iversen
Randi Samsonsen
Kurator: Kinna Poulsen
Listafólkalønin í ár fór til tríggjar dugnaligar og royndar listakvinnur
/Nevndin hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við yrkislist innan myndlist, bókmentir og sjónleik: Silja Strøm, Rakel Helmsdal og Gunnvá Zachariasen.
Grundgeving frá faknevnd innan sjónleik til Gunnvá Zachariasen er soljóðandi: Gunnvá Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt málrættað og heilhugað við leiklistini. Gunnvá er best kend sum sjónleikari, ið ber fram á pall menniskjað við øllum sínum brigdum og fjølbroytni, og bera listarligu avrik Gunnvu boð um djúptøkni og hegni í hennara arbeiðslag. Gunnvá hevur nakrar áhugaverdar og fjølbroyttar verkætlanir fyri framman, ið bæði innibera útlendsk samstørv eins og eina leiklistastevnu ið, eins og undanfarin avrik Gunnvu, bæði eru áskoðaranum og leiklistini í Føroyum til frama. Hon hevur drúgvar royndir at fyriskipa verkætlanir og leikir á høgum listarligum støði á sínum egna leikhúsi, TVAZZ, sum hevur verið við til at gera føroysku leiklistina meira fjøltáttaða. At geva Gunnvá listafólkaløn í trý ár, meta vit er ein góð íløga, sum fer at geva Føroyum áhugaverd og øðrvísi nýskrivað verk.
Í nevndini sótu: Kristina Sundar Hansen og Barbara Hentze í Stórustovu.
Grundgeving frá faknevnd innan bókmentir til Rakel Helmsdal er soljóðandi: Rakel Helmsdal hevur eina drúgva og greiða lýsing av sínum verkætlanum. Tær eru partvíst framhald av ymiskum træðrum, sum longu eru í ritverkinum, men boða eisini frá nýggjum. Og fakliga og listarliga dygdin tykist høg - og realistisk. Rakel er fyrst og fremst barna- og ungdómsrithøvundur, og á hesum økinum verður hon neyvan tikin av nøkrum. Skal ein føroyskur rithøvundur, sum í høvuðsheitinum vendir sær til yngri lesarar hava listafólkalønina, er ilt at koma í tankar um nakran frægari. Vð atliti til alt tað, sum Rakel Helmsdal longu hevur avrikað er eingin ivi um, at her fer at spyrjast fitt burturúr. Hartil er hennara verkætlanarlýsing tann, sum er best úr hondum greidd. Og Rakel er tann umsøkjarin í umsøkjarahópinum, sum hevur fingið flest virðislønir og størst viðurkenning.
Í nevndini sótu: Dorit Hansen og Jógvan Isaksen.
Grundgevingin frá faknevnd innan myndlist til Silju Strøm er soljóðandi: Silja Strøm hevur, frá hon var heilt ung listakvinna, víst sans fyri originalum kompositiónum, sjálvstøðugum brúki av litum, og einum sterkum, persónligum og poetiskum myndamál. Silja vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum. Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni”.
Í nevndini sótu: Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard.
Umsóknir á høgum støði
Inn komu 22 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar ímillum dygdargóðu listafólkini, ið arbeiða á høgum støði. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og grøði sum er innan tey ymsu yrkislistaøkini.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig og faklig dygdareyðkenni.Tey skulu í einum trý ára skeiði, arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Listarlig metamorfosa
/Eg var fyri aðru ferð í Steinprenti í gjár og hugdi at framsýningini hjá Tóroddi Poulsen. Tað loysti seg bæði tí myndirnar gerast betri, tá tú sært tær aftur, men eisini tí at framsýningin í roynd og veru er metamorfisk í støðugari broyting. Onkur mynd er horvin, tí keyparin hevur fingið hana heim við, nýggjar eru komnar fram, aðrar eru á veg. Hesar myndir eru allar partar av einum støðugt ekspanderandi verki, tær eru stuttligar, speiskar, poetiskar, frekar, inniligar og vakrar. Leivur Thomsen prátaði við Jan Andersson um framsýningina
https://kvf.fo/netvarp/uv/2020/05/15/troddur-poulsen-snir-fram-steinprenti
Forvitnislig listverkætlan í Salt
/Salt Jarðarinnar - Jarðarinnar Salt er heitið á eini listaframsýning og performance hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen, sum verður í SALT á Drelnesi 21.mai klokkan 14-16. Smyril fer av Havnini kl 11 og aftur norður aftur kl 17.30
Skrá
Ólavur Rasmussen bjóðar vælkomin.
Hornorkestrið spælir.
Rannvá og Guðrið bjóða fólki til “Langborðsperformance”
Frá kl 14:00 til 14:30 biða framsýnarir um fulla attentión.
SALT bjóðar ókeypis pinnamat og katalogið fæst til keyps fyri 50 kr.
Ókeypis atgongd.
Vit fylgja almennu tilmælinum um í mesta lagi 50 fólk. Fyri at tryggja áskoðarunum atgongd til framsýningina, verður, um neyðugt, ferniseringin endurtikin, so at øll sleppa inn. Hjartaliga vælkomin.
Um framsýningina
Saltjavnvágin er avgerandi fyri, um náttúran livir ella oyðist. Á framsýningini taka vit støði í serligu funktiónini, sum húsið hevur havt. Við heitinum sipa vit eisini til spirituellu dimensjónina, menniskjans serliga perspektiv á síni ferð frá upphavi til týning. Vit taka støði í tilfarinum salt, og í serligu staðsetingini hjá siluni við sjóvarmálan.
Verkið er ein installatión, sum hevur skap av eini stórari, trívíðari salttinnu. Ein konstruktión úr viði umleið 5lx 5b x 4h m., sum man kann fara inn í, og sostatt gerast partur av við sínum egna kroppi. Tá ein kemur nærri at skulpturinum/installatiónini finnur ein smærri verk úr blandaðari tøkni, sum lýsa hesi evni úr ymsum sjónarhornum: saltjavnvágina, vistskipanina, (dýr)gripir,kropp og náttúrunnar viðbrekni. Perspektivið er uppá tað mista paradísið øðrumegin, og ivan og angistina fyri tí ókomna hinumegin.
dagurin
letur seg úr sínum kjóla
av bláum vindi
ráari mjólk
og salti
Tvær turrar saltrípur eftir kjálkunum
Vindblást oyðumørk um ennið
Upp úr einseminum veksur ein tistilblóma
Undrandi kørg
Purpurreyðu trevsurnar leita blint í kring eftir ljósi
Tóroddur Poulsen sýnir fram í Steinprenti
/Avbyrgingageddon og aðrar frástøður er heitið á listaframsýning hjá Tóroddi Poulsen, sum kann síggjast í Steinprenti nú í mai. Talan er um eina ordans kraftprestatión við eini ørgrynnu av myndum í fleiri ymiskum tøknum. Sambært listamanninum sjálvum eru myndirnar gjørdar við vatnlitum, oljukriti, koli, penni, tussj, spritttusj, blýanti og livralýsi. Framsýningarheitið sipar til helst til støðuna, vit hava verið í seinastu mánaðarnar, har vit hava verið fongd við covid-19 farsótt, virusótta og harav fylgjandi avbyrgingum og varhugum um heimsins enda.
Listin hjá Tóroddi Poulsen er um somu tíð einføld og kompleks, stuttlig og álvarslig, vøkur og speisk. Myndlist, yrkingar, performance, installatiónir, tónleikur - alt verkið hjá Tóroddi Poulsen er fjølbroytt men samanhangandi við yrkingum, sum eru fullar av myndum meðan myndirnar eru fullar av poesi. Vit kenna fleiri av myndevnunum aftur, hugfarsligu víntrøini og tær grínandi beinagrindirnar. Ein tysjandi riðil av menniskjum og øðrum myndaliðum, sum standa so tætt so tætt, at mann næstan verður øvundsjúk. Vatnlitamálningurin har beinagrindir eru málaðar í ymsum litum í einum ringi, har skapini umskarast og skapa nýggjar formar, er eitt høvuðsverk hjá Tóroddi Poulsen. Í fleiri av myndunum eru myndevni endurtikin í mynstrum á sama seriella hátt, so at tað næstan sær út sum um, at tey eru gjørd við stempli, men allar detaljur eru hondteknaðar og málaðar - tað er heilt ófatiligt, tá hugsað verður um neyvleikan og um mongdina av myndum og av detaljum í myndunum. Eitt tysjandi ævintýr av dreymakendari surrealismu av figurativum og abstraktum myndaliðum og av orðum og setningum, sum viðmerkja listina ella veruleikan, dreymar, poesi ella profeti - her eru t.d. virusmyndir, sum eru málaðar fyri fleiri árum síðani. Hetta er slow art, tú kanst ganga leingi og hyggja at myndunum, granska staklutir, lesa orð og njóta staklutir og heild. Tað er ikki keðiligt! Her eru nakrar myndir, men framsýningin sæst best í Steinprenti.
Aldubáran, Jákup og Sunleif stórliga fagnaði í altjóða miðlum
/Tónleikabólkurin Aldubáran og Jákup Lützen góvu 1. mars út fløgu við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. Heitið á fløguni er Andalag.
Miðlar uttanlands hava tikið sera væl móti hesi útgávu, ið danska plátufelagið DACAPO gav út.
- Bretska BBC, spældi av fløguni, og hevði langt ummæli fyri páskir á BBC3, útvarpsrásini, ið er halgað klassiskum tónleiki. Ummælarin er ovfarin av tónleikarunum, og sigur, at tað er undrunarvert, at ein so lítil tjóð kann framleiða sovorðna góðsku, og at her er talan eitt sera musikalskt fólkaslag. Um Sunleif sum tónaskald sigur hann, at tónleikurin og hátturin hann er settur saman á, í fyrstani kann tykjast klombrutur, men tað skerst ikki burtur, at Sunleif skapar sín tónleik á ein sera listinlærdan hátt, stillar og setir saman heilt annarleiðis, so úrslitið er sera egið og nýskapandi.
- Danska tíðarritið Politiken, samanlíknar í yvirskriftini Sunleif Rasmussen við William Heinesen. Eisini sigur ummælarin, at Sunleif nú - í búnum aldri, skapar tónleik eftir vælgrundaðum skipanum, og við eyga fyri tónleikaligum bygnaði skrivar nágreinligan tónleik, ið hann letur víðari til framúrskarandi tónleikarar, ið geva tónunum lív.
- Music-web-international, ið er ein av størstu klassisku ummælarasíðum á alnótini, rósar eisini ljómburðinum í Hoyvíkar kirkju, har ið tónleikurin varð spældur inn í 2018. Umframt, at tað er eyðsýnt, at tónleikararnir í Aldubáruni skilja og virða tónleikin hjá Sunleifi. Spælið hjá Jákupi Lützen á fløguni, er stórfingið.
- Ummælarin Josep Bosch á Sonograma úr Barcelona metir, at Sunleif er ein týðandi rødd á norðurlendska tónleikapallinum, og at spælið hjá Aldubáruni er framúrskarandi.
- Kendi danski ummælarin Gregers Dirckink-Holmfeld skýrir á bloggi sínum útgávuna fyri eina føroyska, musikalska perlu.
Aldubáran fegnast um, at útgávan er komin so víða, og at so nógvar rósur koma um bólkin, Jákup Lützen og tónleikin hjá Sunleifi Rasmussen.
Í ár eru tað 25 ár síðani, at Aldubáran var sett á stovn. Framvegis er nógv ferð á.
Stór stroymikonsert verður úr Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla við Hanusi G. Johansen og Aldubáruni. Hanus fyllir 70 ár 18. juni. Konsertin verður kl. 20.00. Kringvarpið sendir beinleiðis frá hesum føðingardagstiltaki.
Okkurt at gleða okkum til
/Í dag gekk eg mær ein túr í vakra várljósinum oman gjøgnum ta blómuskrýddan Havnina, har eg møtti hópin av menniskjum, menniskjum, sum eg billi mær inn vóru eitt sindur blíðari og fittari á at líta enn vanligt. Á Skálatrøð ljómaði tónleikur úr einum trailara á parkeringsplássinum - tað er Teitur, sum hevur konsert har í kvøld. Sum so nógv onnur, havi eg fyri tað mesta verið á mínum egna matrikli hesa seinastu tíðina. Tí var tað praktfult at kunna hyggja inn til tey í Steinprenti í dag. Har var Zacharias Heinesen í ferð við at skapa nøkur vøkur steinprent saman við Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku. Hetta eru stillar, fínar summarmyndir, merktar av eini at kalla boblandi kolorismu og einum serligum ansi fyri grafikki og tess møguleikum. Tann niðasta myndin er ein vatnlitamálningur, sum verður við á framsýning hjá Tóroddi Poulsen í Steinprenti í nærmastu framtíð. Vit hava okkurt at gleða okkum til.
Gleðiligan flaggdag
/Rannva Kunoy Le Nationaliste (2014)
Merkið sveiggjar sexut
í vindinum í morgun
sum ein deilig dulla
oman eftir Varðagøtu.
(Tóroddur Poulsen: Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer)
Marius Olsen Flaggstong (1994)
Dennis Agerblad Flaggið (2011)
Sjá tú blánar. Steinprent (2016)
Tóroddur Poulsen Hjólveldi (2005)
Silja Strøm - hetta fína verkið var partur av framsýningini Listaleikir í 2019
Daniel Milan 2020
Claus Carstensen Klaksvikaffærer (2010)
Koronukreativ fjarundirvísing
/Sonurin og eg havi hildið fríkorter frá fjarundirvísing í góðveðrinum á KFUK-bønum beint uttanfyri. Perfekt løta - tað skal eg viðganga - hon fekk meg at hugsa um hvussu vit fara at minnast aftur á hetta tíðarskeiðið í framtíðini. Grindin fer helst at hava alt gott at siga nú grindahvalir púra ótarnaðir sleppa at svimja kring oyggjarnar, tí grindadráp er bannað og bæði luft og hav verða eisini minni dálkað í løtuni. Á grasinum í sólini í morgun segði sonurin seg vera væl nøgdan við støðuna, við fjarundirvísing og mongu tímarnar við hús og í selskapi við foreldrum sínum, men børn duga ofta ómetaliga væl at liva í núinum, og eg veit, at hann leingist eftir floksfelagum sínum. Eg haldi, at sjálvt vit vaksnu, sum vita hvussu neyðugt tað er at vera tolin og at bíða, eisini kunnu gerast eitt sindur rastleys til tíðir. Hetta við fjarundirvísing hugsi eg, at lærarar og næmingar uppliva eitt sindur ymiskt. Eg haldi sjálv, at um mann leggur til brots og heldur, at virksemið skal vera á hædd við soleiðis sum tað var pre-corona, ja, so kann mann skjótt missa ondina. Tí støðan er ómetaliga øðrvísi í løtuni og tað mugu vit taka við. Sálarliga er hetta strævið fyri sjálvt tey sterkastu, og eg haldi tað hevur serliga stóran týdning at vera eitt sindur góð við seg sjálva í løtuni og at minnast til, at um mann ikki megnar tað sama sum vanligt, so er tað í fínasta lagi. Eg havi í samráð við næmingar avgjørt at leggja nokk so stóran dent á tað kreativa, tí fleiri tíma tað sera væl - hetta ber eyðvitað serliga væl til í eini lærugrein sum myndlist. Vit eru í løtuni í ekspressionismu, har vit lesa um og síggja filmar um listafólk sum Edvard Munch og Mikines og síðani hava næmingarnir fingið til uppgávu at parafrasera onkran av málningunum hjá mætu listafólkunum. Tað góða við hesari uppgávuni er, at hon ikki krevur so nógv meira enn, at mann tímir og er við uppá tað. - Tað er imponerandi væl funnið uppá og gjørt hjá næmingunum má eg siga, eg havi fingið nógvar góðar og stuttligar myndir sendandi. Til dagsins uppgávu hava vit latið okkum inspirera av rákinum, sum eg haldi, at Getty listasavnið í Los Angeles fann uppá, tá tey bóðu fólk í karantenu um at almannakunngera myndir av sær sjálvum poserandi sum síni yndislistaverk. Victoria Martha Hansen hevur latið gjørt fínu fotomyndina ovast, har hon upptraðkar sum longsulsfulla kvinnan í bláum í Munch-kenda málninginum hjá Mikines, sum hongur í Listasavninum. Hanna Janusardóttir Rasmussen hevur fingið beiggja sín at posera sum Hans Andrias Djurhuus í portrettmyndini hjá Mikines. Elisabeth Jacobsen hevur gjørt eina kollasju við klædnastykkjum og einum legokubba ímyndandi eina slupp og eina longsulsfulla kvinnu og Torgunn Ása Hentze Haraldsen hevur brúkt sama forlegg í síni fotomynd, men Dina Havsteinsdóttir Klein hevur tikið støði í eini grindadrápsmynd - sí niðast. Enn havi eg bara fingið nakrar myndir - eg gleði meg til rest og við loyvi frá avvarðandi næmingum seti eg onkra inn her.
Hanna
Elisabeth
Torgunn Ása
Dina
Dina
Eingin hjálparpakki til listina?
/Koronakreppan hevur nú vart so mikið leingi, at tað ber til at hyggja aftur á hana og meta um hvussu tað gongur við tí ymiska. Hetta verður gjørt javnt og samt í fjølmiðlum kring heimin – eisini í føroysku fjølmiðlunum við góðum sendingum og greinum, sum snúgva seg um corona. Tað besta eru tær sendingar/greinar, har evni verða viðgjørd í dýpdini og aktualiserað heldur enn bara reksað upp. Tað ljóðar kanska sum ein sjálvsagdur lutur, men er tað ikki. Í heilum verða tíðindi leverað, greinar skrivaðar, sum í roynd og veru bara eru ein uppreksan av vitan, sum verður yvirleverað uttan, at vit merkja aktualiteten ella hugsandi skilvísið í menniskjanum aftanfyri. Og tá eg nú leggi meg á positiva bógvin og nevni okkurt av tí góða, ja so fylgi eg gamlari siðvenju í føroyskari mentanarmiðlan. Eitt nú var sendingin Hvat nú Føroyar ómetaliga góð – hurrá, nú varð endiliga onkur, sum tosaði við tey gomlu í staðin fyri bara at tosa um tey og í Pressuni eru í heilum reflekterandi menniskju, ikki minst í síðstu sending, har ljós varð varpað á etikkin - tað er fyri neyðini má eg siga (í morgun hevur ein sending verið um etikk í sambandi við korona í útvarpinum, sum eg enn ikki havi hoyrt).
Sum heild eru tílik humanistisk og mentanarlig mál meira og minni dottin undir fjølmiðlaradarin og tað er óskiljandi, tá hugsað verður um bæði ta ávirkan, sum koronakreppan hevur á okkum menniskju, á okkara hugsunarhátt, mentan, á okkara skúla og læring fyri bara at nevna okkurt av nógvum, men eisini um hugsað verður um týdningin av mentan, humaniora og list. Flest okkara hava ongantíð sum nú tørv á listini. Vit sakna framsýningar, men sleppa fram at teimum í avmarkaðum líki á netinum, har vit eisini stroyma konsertir og leikir osfr.
Í Norðurlondum er eitt sindur av muni á hvussu farið verður fram í sambandi við Korona. Men allastaðni hava tiltøk av onkrum slagi verið sett í verk. Her hjá okkum hevur samfelagið verið stongt síðani á Grækarismessu, tá tjøldrini so at siga komu til læstar dyr. Síðani eru fleiri fíggarligir hjálparpakkar lætnir. Ymiskt hevur eisini verið hvussu list og mentan hevur verið viðfarin í Norðurlondum, her hugsi eg t.d. um ta virðing, mann sýnir listini frá almennari síðu. Í Noregi var listin og mentanin við beinanvegin – norska landsstýriskvinnan í mentamálum var alt fyri eitt frammi við stuðlandi orðum og lyftum um hjálp til mentanarlívið. Danska mentamálaráðfrúan var eitt sindur seinni uppá tað - tað fekk hon nógvan kritikk fyri. Í Danmark var statsministarin forrestin rættiliga skjót at nevna mentanina – tað gjørdi hon á einum av teimum fyrstu stóru tíðindafundunum, har hon legði dent á stóra týdningin, sum mentan og list hava fyri okkum. Danska mentamálaráðfrúan er síðani komin longri fram í skógvarnar og í nátt var politisk avgerð tikin um tann næsta hjálparpakkan til danska mentanarlívið. Í Føroyum.
Í Føroyum stendur verri til bæði við at sýna virðing fyri listini frá almennari síðu og eisini við at fáa pengapungin fram. Her hevur hvørki løgmaður ella mentamálaráðharrin tikið listina upp á tungu, tó at teir báðir hava tikið lut á mongum tíðindafundum, sum fara út til alt fólkið. Ikki einaferð hava teir nevnt tann týdning, sum tónleikurin hevur, sum bókmentir, leiklist sum sangur hava fyri karantenumenniskjað – og føroyski mentamálaráðharrin hevur ikki eina ferð vent sær til almenningin, til listafólk ella fyriskiparar um nakran komandi hjálparpakka til tað føroyska mentanar- og listalívið.
Í tíðindasending á døgverða í gjár var endiliga ein mentanarjournalistiskur glotti, tí har hevði ein journalistur ómakað sær at spyrja eina listakvinnu og nevndarlim í LISA um støðuna hjá føroysku listafólkunum og hon er ring sjálvandi. 37 dagar aftaná, at landið varð stongt og møguleikar listafólksins fyri at framsýna, selja, lesa upp, hava fyrilestrar osfr. vórðu grundleggjandi skerdir, ja ómøguliggjørdir, var list og mentan fyri fyrstu ferð viðgjørt journalistiskt. Eg veit ikki hvør orsøkin er. Kann tað vera hasin gamli romantiski tankin um, at listafólk skapa best í armóð? Eg hugsi, at orsøkin til, at listafólkini ikki reagera ógvisligari enn tey gera er, at nógv av teimum eru von við karantenu – tað er soleiðis tey arbeiða ofta í einsemi í atelierum og við skriviborð. Og tey eru heldur ikki von við at fáa sínar arbeiðsumstøður viðgjørdar í almenna rúminum – í øllum førum ikki, tá støðan er ring. Tá er bara at spenna inn reimina nøkur hol og gleða seg til betri tíðir. Í áðurnevndu tíðindasending var gjørt greitt, at listaøkið eisini má hugsast inn í hjálparpakkarnar - tað er ein sjálvsagdur lutur, vildi eg hildið, sum tey, ið varða av mentanarpolitiska økinum í Føroyum skuldi havt tikið sær av fyri langari tíð síðani. Umboð fyri LISA greiddi frá støðuni og frá teimum uppskotum, sum LISA hevur til tess at hjálpa listafólkunum og síðani varð tosað við mentamálaráðharran, sum segði, at mentamálaráðið arbeiðir við málinum. Hann tosaði um at seta seg niður og finna útav tí øllum. Tað má sigast at vera uppá á tíðina at Mentamálaráðið ressast við. Og nú er ikki tíð at seta seg niður, men at gera nakað munagott fyri listafólkini og tað í ein vissan fart! Eg gleði meg at hoyra hvat Jenis á Rana, landsstýrismaður í mentamálum og løgmaður Bárður á Steig hevur at siga listafólkunum á fyrst komandi tíðindafundi, tí nú er nóg mikið drálað.
Várlist í Steinprenti
/Í sambandi við, at samfelagið nú spakuliga letur upp aftur, hava tey í Steinprenti avgjørt at selja nøkur dygdarverk í úrvali fyri serprís. Talan er um bæði nýggjar og eldri grafiskar perlur, figurativar og abstraktar myndir hjá framúrskarandi føroyskum og norðurlendskum listafólkum. Tey hava lagt prentini fram á borð í Steinprenti - tey hava bæði spritt og frástøðu, men tað ber væl til eisini at spyrja seg fyri og fáa fatur á prentum við at ringja 31 63 86 ella skriva til litho@olivant.fo.
Hetta vártilboðið er galdandi hetta vikuskiftið frá í dag hósdagin 16.4 til og við leygardag 18.4. Opið er frá klokkan 13 til 17.
Jonhard Mikkelsen heiðraður í Íslandi
/Jonhard Mikkelsen er fyrsti móttakarin av virðisløn Vígdisar Finnbogadóttur, sum hann hevur fingið fyri arbeiði sítt við Sprotanum til frama fyri føroyskt mál og mentan. Virðislønin er stovnað í sambandi við at fyrrverandi íslendski forsetin fyllir hálvfems ár í dag. Benedikt Jónsson, sendimaður Íslands í Føroyum, handaði Jonhardi Mikkelsen heiðurslønina. Takkarrøðan hjá Jonhardi er at lesa hjá Sprotanum. Hjartaliga til lukku.
https://sprotin.fo/news/896/takk?fbclid=IwAR0tiXLi5vhGb42cly9e2OC2yKqQsOkqs9nRjJC6yJKKTJEL_R2ydMrfFTI&_l=fo
Koronugron
/Í gjár rakti eg eitt slag av koronunullpunkti, sum eg ikki enn eri komin yvir. Eg havi annars verið nokk so fresh hesar koronuvikurnar, havi bakað hvønn dag (við súrdeiggi ja ja), havi lurtað eftir Philip Faber og gjørt upphitingarvenjingar, havi gingið túrar og gjørt góðan døgverða dagliga og yvirhøvur verið næstan líka røsk sum Matisse á myndini í erva, sum fær tað besta burturúr stórum avmarkingum. Gjárdagurin var bara ikki nakar uppbyggiligur dagur fyri mítt viðkomandi. Eg bleiv knappliga so ómetaliga móð og troytt av mínum egna selskapi, av óvissuni, av digitalum sambandi og vánaligum heimateldumikrofonum, av vánaligum belýsningi, av at trálurta eftir coronatíðindum, av coronadeyðstølum, av at kaga inn í køliskápi og hugsa, at tað trongir til at vaskast fyri síðan at lata tað fast afturaftur og av at rudda og páskapynta, tá tað allíkavæl ikki kemur ein kjaftur á gátt. Og nei, eg havi einki at grenja um. Búgvi í góðum, flógvum húsum við góðum selskapi og løn og intelligent menniskju keða seg ikki og eg havi ivaleyst at gera, at lesa, at rætta, at skriva og pumpistokk. Men eg keði meg altso og eg sakni menniskju, eg sakni at práta við fólk, sum eg hitti tilvildarliga í Keypsamtøkuni, á apotekinum og á gøtuni. Eg sakni at fara til føðingardagar, at hittast á café, at fara til sjónleik, konsert og til framsýningar - hugaheiti stemningurin áðrenn upplating, tey spentu fólkini, klemm og herðaklapp, prát og angi av luktilsi og sigarettroyki uttanífrá. Men eg veit - tað kann alt gera tað sama um vit sakna og tí havi eg koronugron av tí ordiliga býttisliga slagnum, sum vónandi gongur yvir skjótt. Og kanska longu meðan eg skrivi, mitt í øllum fann eg ein áhugaverdan og sera aktuellan leik hjá Kongaliga Teatrinum um eina familju undir koronakreppuni, ein leikur, ið brúkar sínar avmarkingar til avgjørdan fyrimun. Ein veruleikakendur leikur uppá ein góðan tíma við sera góðum spæli og typum - tú kennir tær allar aftur. Hygg her, far í teatrið við hús, tað ber enntá til púra uttan at fara í bað, smyrja sær og gera sær hárið áðrenn. Huff!
https://kglteater.dk/xtra/forestillinger/forestilling-karantane?fbclid=IwAR3N61MuR-kkxEkP4PVZ9CvDoL6C1vMfYb1gR2Aps8DnbZN9SmHvmO2qrOI§ion=31569
Ókeypis listafilmar og virtuelt framsýningarrúm
/Project Room 2020 er eitt virtuelt framsýningarrúm, sum nøkur av fólkunum í Art North listatíðarritinum hava funnið uppá orsakað av coronakreppuni, sum forðar listafólkum í at framsýna og áskoðarum í at uppliva framsýningar. Í projectroom2020 kunnu listafólk hava framsýningar á internetinum - eg seti inn leinki niðast - á heimasíðuni sæst hvussu mann ber seg at, um mann ynskir at sýna fram. Her verða eisini bloggar um list og um støðuna hjá listini undir covid-19 og inntil 8.mai er ein listafilmsfestivalur á skránni. Hetta vikuskiftið sýna tey filmin The man whose mind exploded hjá Toby Amies um Drako Zarhazar og hansara tilveru í eini íbúð í Brighton, sum minnir um eina listainstallatión, men sum kanska meira kann líknast við eina 3D minnistalvu um eina tilveru, sum Drako berjist fyri at halda fastari í minninum. Minnið bilar av álvarsligum heilaskaða, hann fekk av bilvanlukku. Ein ordans outsideari og tær fyrstu myndirnar av tattoveraða, nakna manninum kunnu kanska kløkka áskoðaran, men hetta er ein hugtakandi, alskin og virðilig lýsing av einum manni, sum onkursvegna megnar at standa við hvør hann er. Filmurin verður at síggja ókeypis í dag og í morgin.
Filmed by Toby Amies
Edited by Jim Scott.
Produced by Kat Mansoor, Rob Alexander, and Toby Amies
Executive Producers Daisy Asquith and Dunstan Bruce for Dandy Films
Distributed worldwide by Dogwoof.
Reviews:
The Guardian: ⭐︎⭐︎⭐︎⭐︎
The Times: ⭐︎⭐︎⭐︎⭐︎
The Independent: ⭐︎⭐︎⭐︎⭐︎
Rotten Tomatoes: 100%
https://projectroom2020.org/
https://projectroom2020.org/cinema?fbclid=IwAR3G9y9VzuXxCmqoqcMXdzABvw_mVLJuU32Vy4uqG9GiVCjsP36Iw_WcQAU
Corona-stuðulsskipanir til føroyska mentan og list!
/Mynd: Installatión hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus