PERSONA GRATA - Listaframsýning í Víngarðinum
/Tað menniskjaliga er í fokus á framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 12.juni í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í Havn við verkum eftir Torbjørn Olsen, Fríðu Matras Brekku, Hanna Bjartalíð, Carl Jóhan Jensen og Ásmund Poulsen. Orðingina í framsýningarheitinum, PERSONA GRATA kenna vit kanska best í negativari merking um útihýsing av ávísum menniskjum. Men eftir fyrstu bylgjuna av krúnusóttini, nú vit í mánaðar hava saknað starvsfelagar, familju, vinir og kenningar, skal eingin útihýsast, nú er í menniskjum góður tokki. Í øllum førum inntil forboð og ferðafólk møguliga seta proppin í aftur tað coronafría føroyska andingaropið. Á upplatingini á PERSONA GRATA fer Carl Jóhan Jensen at siga nøkur orð. Hann hevur eisini til framsýningina skrivað eina áhugaverda yrking við heitinum Gilgamesh. Ein føroysk samtíðarlistaframsýning um tað menniskjaliga má sjálvandi fevna um myndir hjá okkara fremsta menniskjalýsara, Torbjørn Olsen. Umframt ein serstakan nýggjan málning framsýnir Torbjørn Olsen tekningar á framsýningini. Torbjørn Olsen er ein framúrskarandi teknari. Alt hansara listarliga arbeiði byggir á tekningina. Hann hevur teknað altíð. Heima teknaði hann saman við brøðrum sínum – og tá onnur børn løgdu tekniamboðini frá sær, helt Torbjørn fram. Hann lærdi nógv tey árini, hann gekk á tekniskúlanum hjá Robert Askou-Jensen á Glyptotekinum, men tað týdningarmesta er at tekna nógv, heldur hann. Mann skal tekna hvønn dag. Umframt at portrettini hjá Torbirni líkjast persónunum, tey ímynda, eru hesar tekningar eisini fjálgar støðulýsingar har blýants- ella tusjstrikan málar fram huglagið í løtuni, tá menniskju sova, práta ella taka sær av løttum. Myndevnið er altso fyrst og fremst menniskjað, men her er eisini herligar og kerligar tekningar av einum hundi og eini kettu við á framsýningini. Kærleikin til djór er rættiliga grundleggjandi fyri Fríðu Matras Brekku, sum á framsýningini framsýnir prentmyndir. Hon er útbúgvin frá Seminariet for Håndværk og Design í Nørre Sundby og harumframt er hon útbúgvin steinprentari. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu hálvabstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av kvirrum, poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar tykjast fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar. Portrett vóru høvuðsmyndevnið hjá fotografinum Ásmund Poulsen í seksti- og sjeytiárunum áðrenn landslagið gjørdist alfa og omega í føroyskari fotolist. Sjálvur kjarnin í støðugt ekspanderandi verkinum hjá Hanna Bjartalíð er humanistiskur, antin myndevnini stava frá okkara gerandislívi ella tað eru skøltar, dreymahús ella annað. Hesi verk eru full av tilvitaðum skeivleikum og fjølbroytni og tykjast tískil uppløgd at hava við á eina framsýning um tað menniskjaliga. Framsýningin PERSONA GRATA letur upp fríggjadagin 12.juni klokkan 17-19. Samstundis verður terassan í Víngarðinum latin upp við nýggjum veggjaprýði eftir Hansinu Iversen. Okkurt gott verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin.