Bjarne Werner Sørensen seksti
/Í dag fyllir Bjarne Werner Sørensen runt. Mamma Bjarne var úr Froðba, men hetta er ikki einasta orsøk til at vit telja hann uppí ta føroysku listasøguna. Hann hevur havt fleiri stórar týdningarmiklar framsýningar í Føroyum, í Steinprenti, Listahøllini og í Listasavninum og í ymsum føroyskum og norðurlendskum høpi t.d. í Norðurbryggjuni. Í 1996 skipaði hann saman við Listasavninum og Goethe Instituttinum fyri progressivu framsýningini FAR OUT - Natur arbeitet für die Kunst við týskari installatiónslist í Listasavni Føroya. Bjarne Werner Sørensen hevur fleiri ferð samstarvað við Tórodd Poulsen, teir hava t.d. gjørt eina mappu, Otium við yrkingum hjá Tóroddi og myndatilfari hjá Bjarne, sum Jan Andersson prentaði í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hetta samstarvið helt fram í Grafiska Verkstaðnum í Listasavninum í Havn við upprunagrafiska yrkingasavninum Villvísi, sum Tóroddur skrivaði og sum Bjarne myndprýddi. Bjarne Werner Sørensen er útbúgvin á Det Jyske Kunstakademi. Hansara listarliga tilgongd er sera fjølbroytt; hann málar og fotograferar, hann er dugnaligur grafikari og fæst bæði við tann siðbundna grafikkin og hann hevur eisini fyritøkuna Fluxprint, har hann prentar fyri listafólk og listastovnar. Í mong ár var hann formaður fyri BKF, Billedkunstnernes Forbund. Listarliga er Bjarne Werner Sørensen upptikin av tí, hann nevnir samanførdir koordinatar, hetta at tvær myndir, ið verða settar saman úrslita í eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Í steinprentsrøðini Matrix, sum var partur av framsýningini Tíðarrúm í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST hevur Bjarne arbeitt við hesi tilgongd á ein rættiliga skipaðan, matematiskan hátt, har hann við at kombinera litografisku steinarnar á ymsan hátt hevur fingið eina rúgvu av litografiskum prentum burturúr, ið verða sett upp í eini rektangulerari installatión. Skipanin er fleksibul og kann broytast frá framsýning til framsýning alt eftir stødd av vegginum osfr. Áhugin fyri skipanum av linjum, organiskum samanhangum, viðurskiftum millum litir, skap og millum myndaflata og grund hava yvirhøvur stóran týdning í listini hjá Bjarne Werner Sørensen. Hetta sæst bæði í teimum einstøku verkunum, men eisini í millum verkini á framsýningum og í bókum. Hjartaliga til lukku, Bjarne Werner Sørensen.
*Fotomyndina tók Kim Kristensen í framsýningini Tíðarrúm