Eitt ár í Føroyum - fotoframsýning í Norðurlandahúsinum
/Foto: Elinborg Christel Nygaard
Summarframsýnigin letur upp mikudagin 7. juni kl. 17.00 og kl 19.30 verður 100 ára dagurin hjá Finnlandi hátíðarhildin við konsert.
Tað yður í myndum kring um okkum, og hvør einasta mynd sigur eina søgu.
Til Summarframsýningina 2017 hevur Norðurlandahúsið savnað ørgrynnu av fotomyndum, tiknum í Føroyum farna árið – millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Her sleppa tær at siga hvør sína søgu, og saman eina stóra felagssøgu.
Hvat hendir eitt ár í Føroyum? Hvat gera vit? Hvat gleðir okkum og hvat ræðir okkum? Náttúra og mentan. Børn og djór. Gerandisdagar og høgtíðir. Politikkur og trúgv. Bygdarlív, býarlív og sjólív. Familjulív og arbeiðslív. Veður og vindur. Og alt tað, vit ikki kunnu seta orð á.
Heili 632 myndir eru innkomnar.
Í sambandi við ferniseringina verður eisini ársins mynd útnevnd. BankNordik letur eina peningagávu á 5.000 kr til bestu myndina.
Konsertin ”Norðurljóð fyri Finnland” er tónlistarliga tjóðargávan frá Voksenåsen (og Norðurlandahúsinum) til Finnland.
Summarakademiið í Voksenåsen varð í 2016 byrjanin til eina nýggja sermerkta verkætlan, sum skuldi vera við til at hátíðarhalda at Finnland verður 100 ár í 2017. Fýra ung úr Norðurlondunum Noregi, Svøríki og Finnlandi stovnaðu kvartettina Nordlyd og byrjaðu tónlistarligu fyrireikingarnar til eina konsertferð runt í Norðurlondum.
Á skránni verða m.a. Voces Intimae, op. 56, eftir Jean Sibelius og Terra Memoria eftir Kaija Saariaho.
Eitt sindur um trúgv og iva og eitt nýtt føroyskt sálmaskald
/Vit vita av, at Teitur Lassen er ein fleirfasetteraður listamaður, sum vit kunnu seta nógv spjøldur á. Hann er sangari, tónleikari, hevur faktist eisini roynt seg sum ummælara, og sum tónaskald fevnir hann breitt um pop og kompositiónstónleik, eins og hann í heilum samstarvar við áhugaverd listafólk kring heimin. Fyrradagin kom enn eitt spjaldur, tá Kirkesangbogen kom út og Teitur kann nú kalla seg sálmaskald.
Tað tekur neyvan nakran á bóli, at teir báðir, Bach og Laub eru umboðaðir í nýggju donsku kirkjusangbókini ella at U2 og Kim Larsen hava hvør sín sang við í hópinum. Men okkara egni Teitur Lassen hevur altso heili 8 sálmar í nýggju bókini.
Teitur greiðir frá, at hann varð biðin um at skriva sangir og at vera við í verkætlanini, tá ið hon byrjaði: “Nógv fólk hava verið við og hava sent sangir inn og síðani hevur ein redaktión valt tilfar og roynt at savna saman gamalt tilfar, yrkingar og løg td. Anne Linnet, Simon Grotrian, sum passa til. Síðani hevur tilfarið verið royndarsungið í ymiskum kirkjun fyri at vita hvussu tað hóskar til felagssang. Tað er altavgerandi at teksturin og melodiurin situr soleiðis, at tú skal kunna syngja tað í fyrstu roynd. Sjálvur havi eg skrivað nýggjar tekstir saman við td. Jonas Breum og Dy Plambeck og havi eisini sett tónleik til orð av Ole Sarvig (Utroligheds frø) og Johannes Johansen (Bag gardinet). Uden dig eru orðini úr Goldbergs depressiónstest, sum eg havi sett upp til at vera ein sálm saman við Per Worm. Eisini er a capella sangurin Walking Up a Hill av Story Music vorðin týddur til dansk Højens top”.
Rasmus Nøjgaard, formaður í bólkinum, sum stendur fyri nýggju donsku Kirkjusangbókini orðar ætlanina við bókini soleiðis: “Kirkesangbogen udstikker et nyt spor mellem Den Danske Salmebog og Højskolesangbogen, og formidler kristen tro på en spørgende og søgende måde. Den præsenterer en bred vifte af musikalske og tekstlige udtryksformer, der skal videreføre og styrke den vigtige danske fællessangstradition”.
Seinastu dagarnar havi eg hoyrt ørkymlandi tos frá annars skilagóðum fólkum um at melda seg úr føroysku fólkakirkjuni. Eg gangi út frá, at tað er ein reaktión móti biðitiltakinum, sum var á Vaglinum leygardagin, men eg haldi tað er stórt spell. Lutvíst av tí, at tiltakið ikki var fyriskipað av føroysku fólkakirkjuni, sum hervið ikki kann ábyrgdast ella straffast fyri tað, men lutvíst eisini, tí eg haldi, at kirkjan kann so ómetaliga nógv, sum nútíðarmenniskjað hevur tørv á. Her hugsi eg um nakað av tí sama, sum verður sagt í viðmerkingini hjá Rasmus Nøjgaard í tí opnu, ivandi og spyrjandi vinklingini í mun til lív og trúgv. Okkum tørvar eina kirkju sum rammu kring okkara stóru lívshendingar, men okkum tørvar eisini eitt rúm til at ivast, søkja og spyrja í. Trúgv, sum skal trýstast, klamsast ella bumbast niður yvir onnur, sigur mær einki. Mín trúgv er full av svartasta iva, men eisini smáum blettum av ljósagrønari vón og takksemisgleði (ringt at lata vera, tá nú skaparaverkið foldar seg út beint uttan fyri vindeygað, sum tað ger í hesum døgum) og so kann tað í grundini gera mær tað sama um Guð býr í okkara heila, í grønu bløðunum á trøunum ella um hann er soulsangari í tí himmalska.
Innleggið hjá Jógvani Fríðriksson, bispi, á Vágaportalinum í gjár er klæðiliga fult av iva. Undir yvirskriftini “Nei verður ja” talar bispur fyri iva, eftirtanka og eyðmýkt. Innleggið er fult av náði og fyrigeving og endar við eini áminning um eyðmýkt: “Vit kristnu mega vera eyðmjúk. Undan okkum ganga menniskju inn í Guðs ríki, sum vit eina veika løtu meta uttanfyri Guðs ríkis møguleika. Eftir at hava skipað skrúðgonguna í tí kirkjuliga í skjótt tíggju ár, er tað vælsignað at vita, at væl frægari maður tekur sær av skrúðgonguni inn í Guðs ríki. Amen. Orðið: “Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki.”. Eyðmýkt er somuleiðis eitt lyklaorð í tekstinum hjá Teiti Lassen og August Bovin Bobjerg; “Højens top” – í hesum føri er tað eyðmýkt yvir fyri sjálvari jørðini, skaparaverkinum og undran um jarðarlívið og okkara stuttu vitjan á jørðini.
Eyðmýkt, iðran, ivi og eftirtanki eru ikki heroiskar dygdir, men grundleggjandi partar í huganum hjá einum hugsandi menniskja. Tað er fyrimyndarligt, at danska fólkakirkjan og bispur okkara tora at lata ivan ráða eina løtu, tí sjálvt um ivin ikki altíð er hugaligur, so er hann rúmligur og sjálv rúmligheitin má vera fullkomiliga grundleggjandi fyri eina fólkakirkju, sum jú skal rúma øllum.
3 x Anker
/Frálíki listamaðurin, Anker Mortensen hevur úr at gera í hesum døgum. Heilar tríggjar framsýningar hjá honum kunnu upplivast hetta vikuskiftið. Ein er í Klaksvík í Gamla Seglhúsinum, hon letur upp í kvøld, 26.mai kl.18, Oggi Lamhauge heldur røðu og Steintór Rasmussen framførir nøkur løg.
Framsýningin í Galleri Trap í Valby letur upp í morgin, leygardagin 27.mai. Galleri Trap kl. 14-18. Søndre Allé 11. 2500 Valby.
Í dag og í morgin er síðsti kjansur at síggja framsýningina hjá Anker Mortensen í Steinprenti í Havn. Her eru myndir frá ferniseringini:
http://www.listaportal.com/tidindi/2017/5/6/vkin-fagra-fernisering
Danskur listasvippur við føroyskum perspektivi
/Bókin hjá Julie Sass
Nú er eitt sindur síðani, eg var ein listasvipp uttanlanda. Her hendir nógv í Føroyum, men onkuntíð er eisini gott at fáa útlendskan íblástur og í vikuskiftinum var eg í ein túr í mínum gamla heimbýi, Keypmannhavn, har Jóhan Martin Christiansen hevur eina fína framsýning í Norðurbryggjuni.
Eg gekk inn á gólvið á listabókasavninum í Charlottenborg, har eg í síni tíð plagdi at sita full av ærufrykt og lesa í stórum, tungum listasøguverkum. Eitt sindur broytt síðani hálvfemsini, men lesisalurin er framvegis praktfullur. Við høgu loftunum og bókunum, sum eru um tað heila,kundi hann næstan verið partur av gamla Hogwarths. Lukturin er enn tann sami av gomlum, góðum bókum, men har er eisini ein spildurnýggj, góð bók og hon er framleidd í Føroyum í Steinprenti og Føroyaprenti í Havn. Tað er bókin hjá Julie Sass, VOLUME RHYTHM MATTER dialogues, sum eg havi skrivað um fyrr. Ein ómetaliga vøkur listabók um og við list og við áhugaverdum og inspirerandi samrøðum millum Julie og nøkur gløgg lista(vin)fólk; Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal og Steel.
Eg vitjaði eisini við síðuna av listabókasavnið í framsýningarhølinum í Charlottenborg, har var framsýning hjá teimum ungu, sum hava tikið prógv á kunstakademinum í ár, AFGANG MFA 2017 og hon var áhugaverd í støðum, eitt nú í myrka hølinum, har videoverkið TROE OG AGTSOM hjá Kirsten Astrup varð framsýnt. Verkið er gjørt um og til tann flotta Centralpostbygningin tætt við Høvuðbanagarðin, har danska postverkið plagdi at residera í pomp og prakt. Vit síggja eina queer versión av postverkinum í einum filmi, har estetikkur og tónleikur hava stóran týdning samstundis sum filmurin bæði tykist vulgerur, stuttligur og álvarsligur við eini lýsing av einum stovni, sum hevur havt stóra virðing og týdning í samfelagnum, men sum í dag hevur lítið at siga. Í Føroyum hava vit eftirhondini tøknið, ið skal til og filmslistin hevur í grundini verið ófør at viðgera queer evni. Hinvegin hava vit einki kunstakademi her og eingi videoverk, ið fevna so víða fagurfrøðiliga og samfelagsliga sum verkið hjá Kirsten Astrup.
Mær dámdi eisini keramiska verkið hjá Anne Sofie Fenneberg - einamest tí tað er so heilt ómetaliga løgið og ljótt og atypiskt fyri keramikk í sínum stórbæru nonfunktión. Samanumtikið er kanska meira hurlumhey á framsýningini enn tað hevur verið aðrar tíðir – tað er kanska grundin til, at eg komi í tankar um Ólavsøkuframsýningina.
Men mítt perspektiv man hava verið eitt sindur føroyskt hetta vikuskiftið, tí tá eg var í Kunstforeningen Gammel Strand og sá ta flottu framsýningina hjá Malene Landgren, hugsaði eg við mær sjálvum, at hon mundi vera inspirerað av myndunum hjá Hansinu Iversen – her hugsi eg enntá um tær betri myndirnar hjá Malene Landgren. Tær, sum tykjast mest opnar og dynamiskar. Tekstilverkini, sum ummælarin á kunsten.nu helt vera íblást av Jóhan Martin Christiansen vóru somuleiðis áhugaverd, serliga tey monokromu.
Lesisalurin á listabókasavninum
Nakrar síður í bókini hjá Julie Sass
Malene Landgren
Malene Landgren
Kirsten Astrup
Kirsten Astrup
Anne Sofie Fenneberg
Malene Landgren
Malene Landgren
Sporskifti – Jóhan Martin Christiansen á Norðurbryggjuni
/Tað kann vera, at fleiri hugsa sum hon í Kastrup í dag, ið eg yvirhoyrdi siga við Jóhan Martin Christiansen listamannin, at henni neyvan tørvar at fara til framsýningina SPOR á Norðurbryggjuni, av tí at hon longu hevur sæð hana í Listasavninum.
Og tað skuldi mann kanska trúð - ikki minst av tí, at framsýningin hevur sama heiti sum tann, ið læt upp í Listasavninum í oktober í fjør. Men í veruleikanum er munurin rættiliga stórur millum ta framsýningina og so hesa, sum læt upp fríggjadagin á Norðurbryggjuni. Tað er hon bæði tí, at hølini hjá Norðurbryggjuni eru øðrvísi enn Listasavnið, men her eru fleiri nýggj verk við eisini,
Og tørvur er, tað kann eg siga alt fyri eitt, at síggja hesa framsýningina – hon skal síggjast bæði fyri síni góðu listaverk, men eisini fyri spennandi sporskiftið, sum kanska hómast í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, sum mennast alla tíðina.
Framsýningin er í tveimum pørtum. Niðriundir hanga bæði tey stóru tekstilverkini, gipsverk og videoverkið og hetta rúmið tóktist eitt sindur fult, verkini mistu eitt sindur av tí stórsligna, sum tey høvdu á framsýningini í Listasavninum. Av tí, at sólin skein fagurliga allan ferniseringsdagin sást videoverkið ikki so væl, men tað er hinvegin inkorpererað á ein annan hátt mitt í framsýningini, sum virkar væl.
Tey stóru tekstilverkini vóru jú upprunaliga hugsað og gjørd til framsýningarrúmið í Listasavninum, har tey hingu einastandandi væl. Sum sagt tóktist rúmið eitt sindur trongari á Norðurbryggjuni, men har framsýningin missir eitt sindur av tí stórbæra, vinnur hon í tí intima. Áskoðarin kemur heilt tætt uppá verkini, ið eru koreograferað á dynamiskan hátt og býta rúmið upp í upplivingar. Tú sært bara ein part av framsýningini í senn og hetta gevur ger, at tú enn betur varnast teirra materialitet.
Hesa somu kensluna av dynamiskari koreografi og frásøgn fært tú ikki minst uppiá í framsýningini, har avbjóðingin við lágloftaða rúminum er loyst á framúrskarandi hátt við partvíst liggjandi og standandi/hangandi verkum við áhugaverdari ljósseting, sum leggur dent á nakað, sum er dynamiskt og í ferð við at henda beint nú.
FOTO Norðurbryggjan og KP
SPOR - Jóhan Martin Christiansen Nordatlantens Brygge
/Fríggdadagin 19.maj letur framsýningin SPOR upp hjá Jóhan Martin Christiansen.
Alt det, som indvirker på værkets endelige resultat, især de bittesmå detaljer, som til slut åbenbarer sig i værket, vidner om en større sammenhæng. Den tanke kan jeg godt li’. JMC
Bag udstillingens åbne titel gemmer sig ikke bare en reference til udstillingens værker, men også til tilblivelsesprocessen og en af kunstnerens kongstanker, at det skønne skjuler sig i det oversete og tilfældige. Skjuler sig i de spor og aftryk, som tilfældigt skabes i den kreative proces.
Værkerne på udstillingen falder i tre typer; gips/jern, stof og video, og bærer alle direkte spor fra tilblivelses-processen og de materialer, som er anvendt. Jóhan Martin Christiansen tilstræber at få indlejret den fysiske, men flygtige virkelighed i værkerne, og på den måde bliver afstøbningerne en slags udtræk af de anvendte materialers overflader; Spor efterladt i det, vi ikke så.
Flere værker er meterhøje gipssteler støbt i og med aftryk af gamle papkasser, andre er støbt omkring jerndragere, som kendes fra byggepladser med påsatte ”ornamenter”; en gammel bøje, en fjer eller en stofble. Et større antal sammensyede bomuldsklæder, indfarvet med te, blæk, spiseolie eller rødvin, er ophængt mellem loft og gulv og danner luftige sejlinstallationer, man kan bevæge sig imellem.
Fælles for stof, gips- og jernværkerne er kunstnerens forkærlighed for det taktile og materialernes overfladevirkninger, og det er afgørende for Jóhan Martin Christiansen at få skabt sansbare overflader, som fremstår helt åbne for den enkelte beskuers associationer og fortolkninger.
Det sort/hvide videoværk Skjulte ansigter. er et drama i fire akter centreret omkring en minimal scenografi af sammensyede stofbleer med to dansere og en trebenet hund som aktører. Værket kan ses som en undersøgelse af kropsbevægelse og rytme som abstrakt fortælling. Jóhan Martin Christiansen er født og opvokset i Tórshavn på Færøerne. Han er uddannet på Konsthögskolan i Malmö i 2014. Han er bosat og arbejder i København og Tórshavn.
Udstillingen er en bearbejdet version af udstillingen SPOR, resultatet af et artist-in-residence-ophold i Tórshavn og vist på Listasavn Føroya, Færøernes Kunstmuseum i efteråret 2016. Til SPOR på Nordatlantens Brygge 2017 har Jóhan Martin Christiansen skabt og tilføjet nye værker.
Til udstillingen er der i samarbejde med Færøernes Nationalgalleri produceret et billedrigt katalog, SPOR, med tekster af Nils Ohrt, direktør for Færøernes Nationalgalleri, Post.doc Kim Simonsen og museumsinspektør på AROS Maria Blegvad Kappel. Katalog eftersendes ved henvendelse.
Mjørkanáttin
/Ein av fleiri fyrimunum við at spáka til hús aftaná eina herliga 60 ára føðingardagsveitslu hjá John við øllum tí allarbesta (inkl. skerpikjøt) er at uppliva eina mjørkanátt, sum hesa í nátt. Tað var so grátt í nátt, at illa sást millum húsini og tað var so lýtt, at mjørkin kendist ítøkiliga kínandi mjúkt holdi mínum.
Eg varnaðist mjørkan longu í roykjaratúninum uttan fyri veitsluhølið. Tað sá í næstan út sum um vit høvdu verið eitt sindur ov ófør at roykja, øll Havnin var avkøvd, og eg hugsaði, at um Guð var roykjari, so roykti hann kanska sigar – eina av teimum allarstørstu úr Cuba. Roykjaratankarnir sveimaðu til tann stóra morfinistin í Baker Street, ja, tað var næstan soleiðis, at vit hoyrdu klappandi ljóðið av einum hestavogni onkrastaðni í skínandi gráleikanum, og tað var helst hann sjálvur, Watson doktari, sum fór onkur bráðfeingisørindi fyri harra Holmes – í øllum førum var Baskervillehundurin evnið har uttanfyri í roykjaratúninum og mitt í øllum mintist eg aftur á okkurt summarmjørkakvøld í Tinganesi, har eg vaskaði fyri nógvum árum síðani fyri at forvinna mær nøkur oyru í summarferiuni. Har lurtaðu vit onkuntíð eftir útvarpsleikum. meðan vit vaskaðu og onkuntíð kundi tað verða eitt sindur ov spennandi, næstan óhugnaligt, um eg var einsamøll inni á onkrum av teimum stóru skrivstovunum við hesum imposantu, blonku skrivaraborðunum, sum bara stóðu har, púra still og stív og fernis. Tað hjálpti at murra ella at lata vindeygað upp, so at mjørkin slapp inn saman við smidliga tutlinum av venjandi kappróðrarbátum.
Tá mjørkin er so tættur sum hann var í nátt, doyvir hann øll ljóð. Verðin er so still og ótýðilig, at húsini gerast týðilig sum útvarpsleikir við ljódligum søgum um stóra gleði og stóra sorg. Eg gekk nokk so spakuliga fyri ikki at órógva mjørkan og hugsaði við mær sjálvum, at Havnin er ikki eitt mjørkahol, hon er ein føgur og fjálg mjørkakulla og einki er sum vársummarnætur í Havn. Ein so fín yrking er um mjørkanáttina, sum Guðrið Helmsdal skrivaði. Yrkingin er forrestin eitt ár yngri enn føðingardagsbarnið í gjár, so hon fyllir seksti ár í 2018 og fyrstu ferð, eg las hana var í fagra tóna- og mjørkahaminum hjá Paula í Sandagerði.
Mjørkanáttin
Mjørki, eg síggi teg koma
mær ímóti –
kínandi mjúkt
holdi mínum.
Eitt sindur syrgin
tú syngur,
men smíl títt, tað váta,
er so blítt so blítt!
Hví glógva gyltir steinar
í eygum tínum?
Hví er hond tín køld?
Hví er hon grá?
Um hjarta títt er sovnað,
um blóð títt er stirðnað,
sveima tá við mær,
tú rekandi tám.
Tak um meg, tú svalandi.
Kom – saman skulu vit
fylla náttina – tað svørtu –
til hon aftur tónar
á spentum streingjum
- og rodnar –
táið hon tveitir hamin.
Ein katedralur datt niður á jørðina
/Í Degi og Viku í kvøld vóru tey farin ein svipp til Suðuroyar í sambandi við eina ljóðroynd í tí flottu Saltsiloini á Drelnesi, stóra mentanarhúsinum, sum er um at verða liðugt.
Hetta er á so mangan hátt ein serlig verkætlan. Heilt frá fantastiska bragdinum hjá stigtakaranum, Ólavi Rasmussen, sum skaffaði verkætlanini sannar risaupphæddir frá m.a. Mærsk Grunninum. Alt við ætlanunum við Saltsiloini tóktist svimlandi. Ambitiónirnar vóru risastórar um tornhøgt, altjóða listarligt flog.
Seinastu árini er tað sum um at pípan hevur fingið ein annan, meira jarðbundnan, vanligan og lokalan klang, og í Degi og Viku í kvøld vóru vit heilt niðri á tí slætta. Tað var sum um tann stórfingni og serstaki mentanarkatedralurin við 9 sekunds eftirklanginum small niður á jørðina við einum so stórum klamsi, at allir dreymir um stórfingnar, altjóða operaverkætlanir, installatiónslistaframsýningar osfr. fóru í skeljasor.
Frá at tosa um ein katedral, var nú tosað um eitt púra vanligt mentanarhús. Frá at listin var loysunarorðið, var tað nú meira tosað um tað fólk sum heild, viðskiftafólk. Frá at saltsiloin var ein karmur til listafólkini at fylla út og definera, var tað nú vanliga fólkið, tað snúi seg um; at vanliga fólkið kundi koma inn í Saltsiloina at fáa sær ein kaffimunn. – Hatta er ein dýrur kaffimuður, hugsi eg við mær sjálvum og komi í tankar um ein pessimistiskan vinmann mín, sum ikki helt, at Saltsiloin kundi brúkast til stórt annað heimsmeistaraskapið í trapez og øðrum luftfimleiki. Men eg má bara smyrja meg við, at lívið er annað enn opera og at mentanarhúsið skal brúkast meira breitt. Og hetta royni eg so at sodna, meðan visiónin um ein veldugan mentanarkatedral hvørvur líðandi úr eygsjón.
Røttu skógvarnir hjá Eivør eru gulir og Dennis er í teimum
/Júst sum mann ikki helt, at Eivør kundi gerast nógv kulari, hevur hon til sítt nýggja videolag valt heimsins kulasta krossdressara at umboða seg í bretsku versiónini av sanginum um teir røttu skógvarnar; In my shoes. Tað er Dennis Agerblad og hann ger tað sjálvandi framúrskarandi vakurt. Hansara stórbæra og barokka, pinklitta dress og gulu skógvar hóska sera væl til tann lætta popsangin við kinesiskt klingandi niðurlagnum og einfalda, men vísa lívsboðskapinum.
Tað tykist ganga serstakliga væl hjá Eivør í Bretlandi; nýggja videolagið, sum Kirstin Helgadóttir hevur gjørt, er frumframført á heimasíðuni hjá bretska tónleika- og mótablaðnum Clash Magazine. Har verður Eivør lýst sum ein óvanliga kreativur sangskrivari, hvørs verk higartil er stórfingið. Sambært yvirlitinum á Clash eru fleiri av konsertunum í Bretlandi útseldar.
Á heimasíðuni greiðir Eivør frá, at hon kendi til Dennis Agerblad og droymdi um at fáa hann við í visuellu tulkingina av sanginum In my shoes, ið snýr seg um at finna sína egnu leið í lívinum, hervið fevnir sangurin eisini um tey, ið kenna seg øðrvísi og sum kanska skulu stríðast eitt sindur meira enn onnur fyri at finna dirvið at ganga egnar leiðir.
Her er videolagið: https://youtu.be/ILgM-NpNBWo
Víkin Fagra - fernisering
/Í gjár læt framsýningin Víkin Fagra hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti. Har eru nakrar myndir.
Ferniseringsfríggjadagur
/Í dag ætli eg mær á tvær ferniseringar í Havn hjá tveimum røttum Havnamonnum, sum báðir eru poetiskir. Í Listasavninum letur framsýning upp klokkan 16 við myndlist hjá Williami Heinesen. Eg gleði meg at síggja hesi yvir hálvfjers verkini samlað. Eg vænti, at tað verður ein stór uppliving. Klokkan 17 letur framsýningin hjá Anker Mortensen upp, sum eg sjálv havi verið við til at gera, so tað verður við tann spentan ál oman í Steinprent, men verður veðrið so gott sum í skrivandi stund, ja, so gongur tað heila sum ein svisk. – Framsýningin hjá Anker Mortensen er myndað av grafikki, tekningum og vatnlitamyndum, tvs. at tað er Anker á pappír. Eitt tað fyrsta verkið, eg legði til merkis hjá listamanninum, var ein tekning, sum hekk ovarlaga á vegginum á Ólavsøkuframsýningini í 1996. Eg haldi, at myndin æt Hyljar og vøtn á Reynsmúlalág og eg haldi, at pappírið, hon var teknað á, var rukkut. Tekningin hugtók meg við sínum opinleika og radikalu abstraktión, og tá tann stóra, partvíst afturlítandi framsýningin hjá Anker var í Listasavninum í fjør, saknaði eg pappírspartin av verkunum. Málningarnir eru framúrskarandi, men tykjast onkursvegna meira lidnir og afturlatnir enn tekningarnar. Anker Mortensen hevur hesa seinastu tíðina búleikast í Hoyvík í húsinum hjá Ingun í Skrivarastovu og Kjartani Hoydal, sála, og hetta sæst aftur í framsýningini, hvørs heiti eisini lænir íblástur frá yrkingini hjá Karsteni Hoydal, har yrkjaraegið minnist aftur á barndómsins fagra dal. Framsýningin eitur Víkin Fagra og øll eru hjartaliga vælkomin!
Jákup Lützen debutkonsert
/Mikukvøldið 3. mai fer Jákup Lützen at spæla sína debutkonsert í konsertsalinum á kongaliga danska musikkonservatoriunum. Fyrstu helvtina av konsertina fer Jákup at spæla solobratsj, fyrst eitt stykki hjá Bach og síðani verður nýggja bratsjsonatan hjá Sunleif Rasmussen, sum er skrivað til høvið, framførd. Eftir hetta verður Adagio hjá Kodály á skránni og at enda verður bratsjkonsertin hjá Bartok framførd undir leiðslu av leo McFall. Debutkonsertin er almenn á Julius Thomsens Gade 1, 1970 Frederiksberg.
Framsýning í Dronninglund
/Í dag letur ein framsýning við føroyskari list upp í Dronninglund Kunstcenter við verkum hjá Zachariasi Heinesen, Bárði Jákupsson, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Hansinu Iversen, Elin Josefinu Smith, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Beintu av Reyni og Eyðuni av Reyni.
Víkin fagra
/Anker Mortensen - brot úr steinprenti