Frálíki listamaðurin, Anker Mortensen hevur úr at gera í hesum døgum. Heilar tríggjar framsýningar hjá honum kunnu upplivast hetta vikuskiftið. Ein er í Klaksvík í Gamla Seglhúsinum, hon letur upp í kvøld, 26.mai kl.18, Oggi Lamhauge heldur røðu og Steintór Rasmussen framførir nøkur løg.
Framsýningin í Galleri Trap í Valby letur upp í morgin, leygardagin 27.mai. Galleri Trap kl. 14-18. Søndre Allé 11. 2500 Valby.
Í dag og í morgin er síðsti kjansur at síggja framsýningina hjá Anker Mortensen í Steinprenti í Havn. Her eru myndir frá ferniseringini: