Í Degi og Viku í kvøld vóru tey farin ein svipp til Suðuroyar í sambandi við eina ljóðroynd í tí flottu Saltsiloini á Drelnesi, stóra mentanarhúsinum, sum er um at verða liðugt.
Hetta er á so mangan hátt ein serlig verkætlan. Heilt frá fantastiska bragdinum hjá stigtakaranum, Ólavi Rasmussen, sum skaffaði verkætlanini sannar risaupphæddir frá m.a. Mærsk Grunninum. Alt við ætlanunum við Saltsiloini tóktist svimlandi. Ambitiónirnar vóru risastórar um tornhøgt, altjóða listarligt flog.
Seinastu árini er tað sum um at pípan hevur fingið ein annan, meira jarðbundnan, vanligan og lokalan klang, og í Degi og Viku í kvøld vóru vit heilt niðri á tí slætta. Tað var sum um tann stórfingni og serstaki mentanarkatedralurin við 9 sekunds eftirklanginum small niður á jørðina við einum so stórum klamsi, at allir dreymir um stórfingnar, altjóða operaverkætlanir, installatiónslistaframsýningar osfr. fóru í skeljasor.
Frá at tosa um ein katedral, var nú tosað um eitt púra vanligt mentanarhús. Frá at listin var loysunarorðið, var tað nú meira tosað um tað fólk sum heild, viðskiftafólk. Frá at saltsiloin var ein karmur til listafólkini at fylla út og definera, var tað nú vanliga fólkið, tað snúi seg um; at vanliga fólkið kundi koma inn í Saltsiloina at fáa sær ein kaffimunn. – Hatta er ein dýrur kaffimuður, hugsi eg við mær sjálvum og komi í tankar um ein pessimistiskan vinmann mín, sum ikki helt, at Saltsiloin kundi brúkast til stórt annað heimsmeistaraskapið í trapez og øðrum luftfimleiki. Men eg má bara smyrja meg við, at lívið er annað enn opera og at mentanarhúsið skal brúkast meira breitt. Og hetta royni eg so at sodna, meðan visiónin um ein veldugan mentanarkatedral hvørvur líðandi úr eygsjón.