Eitt sindur um trúgv og iva og eitt nýtt føroyskt sálmaskald

Vit vita av, at Teitur Lassen er ein fleirfasetteraður listamaður, sum vit kunnu seta nógv spjøldur á. Hann er sangari, tónleikari, hevur faktist eisini roynt seg sum ummælara, og sum tónaskald fevnir hann breitt um pop og kompositiónstónleik, eins og hann í heilum samstarvar við áhugaverd listafólk kring heimin. Fyrradagin kom enn eitt spjaldur, tá Kirkesangbogen kom út og Teitur kann nú kalla seg sálmaskald.

Tað tekur neyvan nakran á bóli, at teir báðir, Bach og Laub eru umboðaðir í nýggju donsku kirkjusangbókini ella at U2 og Kim Larsen hava hvør sín sang við í hópinum. Men okkara egni Teitur Lassen hevur altso heili 8 sálmar í nýggju bókini.

Teitur greiðir frá, at hann varð biðin um at skriva sangir og at vera við í verkætlanini, tá ið hon byrjaði: “Nógv fólk hava verið við og hava sent sangir inn og síðani hevur ein redaktión valt tilfar og roynt at savna saman gamalt tilfar, yrkingar og løg td. Anne Linnet, Simon Grotrian, sum passa til. Síðani hevur tilfarið verið royndarsungið í ymiskum kirkjun fyri at vita hvussu tað hóskar til felagssang. Tað er altavgerandi at teksturin og melodiurin situr soleiðis, at tú skal kunna syngja tað í fyrstu roynd. Sjálvur havi eg skrivað nýggjar tekstir saman við td. Jonas Breum og Dy Plambeck og havi eisini sett tónleik til orð av Ole Sarvig (Utroligheds frø) og Johannes Johansen (Bag gardinet). Uden dig eru orðini úr Goldbergs depressiónstest, sum eg havi sett upp til at vera ein sálm saman við Per Worm. Eisini er a capella sangurin Walking Up a Hill av Story Music vorðin týddur til dansk Højens top”

Rasmus Nøjgaard, formaður í bólkinum, sum stendur fyri nýggju donsku Kirkjusangbókini orðar ætlanina við bókini soleiðis: “Kirkesangbogen udstikker et nyt spor mellem Den Danske Salmebog og Højskolesangbogen, og formidler kristen tro på en spørgende og søgende måde. Den præsenterer en bred vifte af musikalske og tekstlige udtryksformer, der skal videreføre og styrke den vigtige danske fællessangstradition”.

Seinastu dagarnar havi eg hoyrt ørkymlandi tos frá annars skilagóðum fólkum um at melda seg úr føroysku fólkakirkjuni. Eg gangi út frá, at tað er ein reaktión móti biðitiltakinum, sum var á Vaglinum leygardagin, men eg haldi tað er stórt spell. Lutvíst av tí, at tiltakið ikki var fyriskipað av føroysku fólkakirkjuni, sum hervið ikki kann ábyrgdast ella straffast fyri tað, men lutvíst eisini, tí eg haldi, at kirkjan kann so ómetaliga nógv, sum nútíðarmenniskjað hevur tørv á. Her hugsi eg um nakað av tí sama, sum verður sagt í viðmerkingini hjá Rasmus Nøjgaard í tí opnu, ivandi og spyrjandi vinklingini í mun til lív og trúgv. Okkum tørvar eina kirkju sum rammu kring okkara stóru lívshendingar, men okkum tørvar eisini eitt rúm til at ivast, søkja og spyrja í. Trúgv, sum skal trýstast, klamsast ella bumbast niður yvir onnur, sigur mær einki. Mín trúgv er full av svartasta iva, men eisini smáum blettum av ljósagrønari vón og takksemisgleði (ringt at lata vera, tá nú skaparaverkið foldar seg út beint uttan fyri vindeygað, sum tað ger í hesum døgum) og so kann tað í grundini gera mær tað sama um Guð býr í okkara heila, í grønu bløðunum á trøunum ella um hann er soulsangari í tí himmalska.

Innleggið hjá Jógvani Fríðriksson, bispi, á Vágaportalinum í gjár er klæðiliga fult av iva. Undir yvirskriftini “Nei verður ja” talar bispur fyri iva, eftirtanka og eyðmýkt. Innleggið er fult av náði og fyrigeving og endar við eini áminning um eyðmýkt: “Vit kristnu mega vera eyðmjúk. Undan okkum ganga menniskju inn í Guðs ríki, sum vit eina veika løtu meta uttanfyri Guðs ríkis møguleika. Eftir at hava skipað skrúðgonguna í tí kirkjuliga í skjótt tíggju ár, er tað vælsignað at vita, at væl frægari maður tekur sær av skrúðgonguni inn í Guðs ríki. Amen. Orðið: “Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki.”. Eyðmýkt er somuleiðis eitt lyklaorð í tekstinum hjá Teiti Lassen og August Bovin Bobjerg; “Højens top” – í hesum føri er tað eyðmýkt yvir fyri sjálvari jørðini, skaparaverkinum og undran um jarðarlívið og okkara stuttu vitjan á jørðini.

Eyðmýkt, iðran, ivi og eftirtanki eru ikki heroiskar dygdir, men grundleggjandi partar í huganum hjá einum hugsandi menniskja. Tað er fyrimyndarligt, at danska fólkakirkjan og bispur okkara tora at lata ivan ráða eina løtu, tí sjálvt um ivin ikki altíð er hugaligur, so er hann rúmligur og sjálv rúmligheitin má vera fullkomiliga grundleggjandi fyri eina fólkakirkju, sum jú skal rúma øllum.

t.jpg