Danskur listasvippur við føroyskum perspektivi
/Bókin hjá Julie Sass
Nú er eitt sindur síðani, eg var ein listasvipp uttanlanda. Her hendir nógv í Føroyum, men onkuntíð er eisini gott at fáa útlendskan íblástur og í vikuskiftinum var eg í ein túr í mínum gamla heimbýi, Keypmannhavn, har Jóhan Martin Christiansen hevur eina fína framsýning í Norðurbryggjuni.
Eg gekk inn á gólvið á listabókasavninum í Charlottenborg, har eg í síni tíð plagdi at sita full av ærufrykt og lesa í stórum, tungum listasøguverkum. Eitt sindur broytt síðani hálvfemsini, men lesisalurin er framvegis praktfullur. Við høgu loftunum og bókunum, sum eru um tað heila,kundi hann næstan verið partur av gamla Hogwarths. Lukturin er enn tann sami av gomlum, góðum bókum, men har er eisini ein spildurnýggj, góð bók og hon er framleidd í Føroyum í Steinprenti og Føroyaprenti í Havn. Tað er bókin hjá Julie Sass, VOLUME RHYTHM MATTER dialogues, sum eg havi skrivað um fyrr. Ein ómetaliga vøkur listabók um og við list og við áhugaverdum og inspirerandi samrøðum millum Julie og nøkur gløgg lista(vin)fólk; Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal og Steel.
Eg vitjaði eisini við síðuna av listabókasavnið í framsýningarhølinum í Charlottenborg, har var framsýning hjá teimum ungu, sum hava tikið prógv á kunstakademinum í ár, AFGANG MFA 2017 og hon var áhugaverd í støðum, eitt nú í myrka hølinum, har videoverkið TROE OG AGTSOM hjá Kirsten Astrup varð framsýnt. Verkið er gjørt um og til tann flotta Centralpostbygningin tætt við Høvuðbanagarðin, har danska postverkið plagdi at residera í pomp og prakt. Vit síggja eina queer versión av postverkinum í einum filmi, har estetikkur og tónleikur hava stóran týdning samstundis sum filmurin bæði tykist vulgerur, stuttligur og álvarsligur við eini lýsing av einum stovni, sum hevur havt stóra virðing og týdning í samfelagnum, men sum í dag hevur lítið at siga. Í Føroyum hava vit eftirhondini tøknið, ið skal til og filmslistin hevur í grundini verið ófør at viðgera queer evni. Hinvegin hava vit einki kunstakademi her og eingi videoverk, ið fevna so víða fagurfrøðiliga og samfelagsliga sum verkið hjá Kirsten Astrup.
Mær dámdi eisini keramiska verkið hjá Anne Sofie Fenneberg - einamest tí tað er so heilt ómetaliga løgið og ljótt og atypiskt fyri keramikk í sínum stórbæru nonfunktión. Samanumtikið er kanska meira hurlumhey á framsýningini enn tað hevur verið aðrar tíðir – tað er kanska grundin til, at eg komi í tankar um Ólavsøkuframsýningina.
Men mítt perspektiv man hava verið eitt sindur føroyskt hetta vikuskiftið, tí tá eg var í Kunstforeningen Gammel Strand og sá ta flottu framsýningina hjá Malene Landgren, hugsaði eg við mær sjálvum, at hon mundi vera inspirerað av myndunum hjá Hansinu Iversen – her hugsi eg enntá um tær betri myndirnar hjá Malene Landgren. Tær, sum tykjast mest opnar og dynamiskar. Tekstilverkini, sum ummælarin á kunsten.nu helt vera íblást av Jóhan Martin Christiansen vóru somuleiðis áhugaverd, serliga tey monokromu.
Lesisalurin á listabókasavninum
Nakrar síður í bókini hjá Julie Sass
Malene Landgren
Malene Landgren
Kirsten Astrup
Kirsten Astrup
Anne Sofie Fenneberg
Malene Landgren
Malene Landgren