Røttu skógvarnir hjá Eivør eru gulir og Dennis er í teimum
/Júst sum mann ikki helt, at Eivør kundi gerast nógv kulari, hevur hon til sítt nýggja videolag valt heimsins kulasta krossdressara at umboða seg í bretsku versiónini av sanginum um teir røttu skógvarnar; In my shoes. Tað er Dennis Agerblad og hann ger tað sjálvandi framúrskarandi vakurt. Hansara stórbæra og barokka, pinklitta dress og gulu skógvar hóska sera væl til tann lætta popsangin við kinesiskt klingandi niðurlagnum og einfalda, men vísa lívsboðskapinum.
Tað tykist ganga serstakliga væl hjá Eivør í Bretlandi; nýggja videolagið, sum Kirstin Helgadóttir hevur gjørt, er frumframført á heimasíðuni hjá bretska tónleika- og mótablaðnum Clash Magazine. Har verður Eivør lýst sum ein óvanliga kreativur sangskrivari, hvørs verk higartil er stórfingið. Sambært yvirlitinum á Clash eru fleiri av konsertunum í Bretlandi útseldar.
Á heimasíðuni greiðir Eivør frá, at hon kendi til Dennis Agerblad og droymdi um at fáa hann við í visuellu tulkingina av sanginum In my shoes, ið snýr seg um at finna sína egnu leið í lívinum, hervið fevnir sangurin eisini um tey, ið kenna seg øðrvísi og sum kanska skulu stríðast eitt sindur meira enn onnur fyri at finna dirvið at ganga egnar leiðir.
Her er videolagið: https://youtu.be/ILgM-NpNBWo