Danskur listasvippur við føroyskum perspektivi

Bókin hjá Julie Sass

Nú er eitt sindur síðani, eg var ein listasvipp uttanlanda. Her hendir nógv í Føroyum, men onkuntíð er eisini gott at fáa útlendskan íblástur og í vikuskiftinum var eg í ein túr í mínum gamla heimbýi, Keypmannhavn, har Jóhan Martin Christiansen hevur eina fína framsýning í Norðurbryggjuni. 

Eg gekk inn á gólvið á listabókasavninum í Charlottenborg, har eg í síni tíð plagdi at sita full av ærufrykt og lesa í stórum, tungum listasøguverkum. Eitt sindur broytt síðani hálvfemsini, men lesisalurin er framvegis praktfullur. Við høgu loftunum og bókunum, sum eru um tað heila,kundi hann næstan verið partur av gamla Hogwarths. Lukturin er enn tann sami av gomlum, góðum bókum, men har er eisini ein spildurnýggj, góð bók og hon er framleidd í Føroyum í Steinprenti og Føroyaprenti í Havn. Tað er bókin hjá Julie Sass, VOLUME RHYTHM MATTER dialogues, sum eg havi skrivað um fyrr. Ein ómetaliga vøkur listabók um og við list og við áhugaverdum og inspirerandi samrøðum millum Julie og nøkur gløgg lista(vin)fólk; Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal og Steel.

Eg vitjaði eisini við síðuna av listabókasavnið í framsýningarhølinum í Charlottenborg, har var framsýning hjá teimum ungu, sum hava tikið prógv á kunstakademinum í ár, AFGANG MFA 2017 og hon var áhugaverd í støðum, eitt nú í myrka hølinum, har videoverkið TROE OG AGTSOM hjá Kirsten Astrup varð framsýnt. Verkið er gjørt um og til tann flotta Centralpostbygningin tætt við Høvuðbanagarðin, har danska postverkið plagdi at residera í pomp og prakt. Vit síggja eina queer versión av postverkinum í einum filmi, har estetikkur og tónleikur hava stóran týdning samstundis sum filmurin bæði tykist vulgerur, stuttligur og álvarsligur við eini lýsing av einum stovni, sum hevur havt stóra virðing og týdning í samfelagnum, men sum í dag hevur lítið at siga. Í Føroyum hava vit eftirhondini tøknið, ið skal til og filmslistin hevur í grundini verið ófør at viðgera queer evni. Hinvegin hava vit einki kunstakademi her og eingi videoverk, ið fevna so víða fagurfrøðiliga og samfelagsliga sum verkið hjá Kirsten Astrup. 

Mær dámdi eisini keramiska verkið hjá Anne Sofie Fenneberg - einamest tí tað er so heilt ómetaliga løgið og ljótt og atypiskt fyri keramikk í sínum stórbæru nonfunktión. Samanumtikið er kanska meira hurlumhey á framsýningini enn tað hevur verið aðrar tíðir – tað er kanska grundin til, at eg komi í tankar um Ólavsøkuframsýningina.

Men mítt perspektiv man hava verið eitt sindur føroyskt hetta vikuskiftið, tí tá eg var í Kunstforeningen Gammel Strand og sá ta flottu framsýningina hjá Malene Landgren, hugsaði eg við mær sjálvum, at hon mundi vera inspirerað av myndunum hjá Hansinu Iversen – her hugsi eg enntá um tær betri myndirnar hjá Malene Landgren. Tær, sum tykjast mest opnar og dynamiskar. Tekstilverkini, sum ummælarin á kunsten.nu helt vera íblást av Jóhan Martin Christiansen vóru somuleiðis áhugaverd, serliga tey monokromu. 

Lesisalurin á listabókasavninum

Nakrar síður í bókini hjá Julie Sass

Nakrar síður í bókini hjá Julie Sass

Malene Landgren

Malene Landgren

Malene Landgren

Kirsten Astrup

Kirsten Astrup

Kirsten Astrup

Anne Sofie Fenneberg

Anne Sofie Fenneberg

4.jpg

Malene Landgren

Malene Landgren

Malene Landgren

Sporskifti – Jóhan Martin Christiansen á Norðurbryggjuni

Tað kann vera, at fleiri hugsa sum hon í Kastrup í dag, ið eg yvirhoyrdi siga við Jóhan Martin Christiansen listamannin, at henni neyvan tørvar at fara til framsýningina SPOR á Norðurbryggjuni, av tí at hon longu hevur sæð hana í Listasavninum.

Og tað skuldi mann kanska trúð - ikki minst av tí, at framsýningin hevur sama heiti sum tann, ið læt upp í Listasavninum í oktober í fjør. Men í veruleikanum er munurin rættiliga stórur millum ta framsýningina og so hesa, sum læt upp fríggjadagin á Norðurbryggjuni. Tað er hon bæði tí, at hølini hjá Norðurbryggjuni eru øðrvísi enn Listasavnið, men her eru fleiri nýggj verk við eisini,

Og tørvur er, tað kann eg siga alt fyri eitt, at síggja hesa framsýningina – hon skal síggjast bæði fyri síni góðu listaverk, men eisini fyri spennandi sporskiftið, sum kanska hómast í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, sum mennast alla tíðina.

Framsýningin er í tveimum pørtum. Niðriundir hanga bæði tey stóru tekstilverkini, gipsverk og videoverkið og hetta rúmið tóktist eitt sindur fult, verkini mistu eitt sindur av tí stórsligna, sum tey høvdu á framsýningini í Listasavninum. Av tí, at sólin skein fagurliga allan ferniseringsdagin sást videoverkið ikki so væl, men tað er hinvegin inkorpererað á ein annan hátt mitt í framsýningini, sum virkar væl.

Tey stóru tekstilverkini vóru jú upprunaliga hugsað og gjørd til framsýningarrúmið í Listasavninum, har tey hingu einastandandi væl. Sum sagt tóktist rúmið eitt sindur trongari á Norðurbryggjuni, men har framsýningin missir eitt sindur av tí stórbæra, vinnur hon í tí intima. Áskoðarin kemur heilt tætt uppá verkini, ið eru koreograferað á dynamiskan hátt og býta rúmið upp í upplivingar. Tú sært bara ein part av framsýningini í senn og hetta gevur ger, at tú enn betur varnast teirra materialitet.

Hesa somu kensluna av dynamiskari koreografi og frásøgn fært tú ikki minst uppiá í framsýningini, har avbjóðingin við lágloftaða rúminum er loyst á framúrskarandi hátt við partvíst liggjandi og standandi/hangandi verkum við áhugaverdari ljósseting, sum leggur dent á nakað, sum er dynamiskt og í ferð við at henda beint nú.

FOTO Norðurbryggjan og KP

FOTO Norðurbryggjan og KP

SPOR - Jóhan Martin Christiansen Nordatlantens Brygge

Fríggdadagin 19.maj letur framsýningin SPOR upp hjá Jóhan Martin Christiansen. 

Alt det, som indvirker på værkets endelige resultat, især de bittesmå detaljer, som til slut åbenbarer sig i værket, vidner om en større sammenhæng. Den tanke kan jeg godt li’. JMC

Bag udstillingens åbne titel gemmer sig ikke bare en reference til udstillingens værker, men også til tilblivelsesprocessen og en af kunstnerens kongstanker, at det skønne skjuler sig i det oversete og tilfældige. Skjuler sig i de spor og aftryk, som tilfældigt skabes i den kreative proces.

Værkerne på udstillingen falder i tre typer; gips/jern, stof og video, og bærer alle direkte spor fra tilblivelses-processen og de materialer, som er anvendt. Jóhan Martin Christiansen tilstræber at få indlejret den fysiske, men flygtige virkelighed i værkerne, og på den måde bliver afstøbningerne en slags udtræk af de anvendte materialers overflader; Spor efterladt i det, vi ikke så.

Flere værker er meterhøje gipssteler støbt i og med aftryk af gamle papkasser, andre er støbt omkring jerndragere, som kendes fra byggepladser med påsatte ”ornamenter”; en gammel bøje, en fjer eller en stofble. Et større antal sammensyede bomuldsklæder, indfarvet med te, blæk, spiseolie eller rødvin, er ophængt mellem loft og gulv og danner luftige sejlinstallationer, man kan bevæge sig imellem.

Fælles for stof, gips- og jernværkerne er kunstnerens forkærlighed for det taktile og materialernes overfladevirkninger, og det er afgørende for Jóhan Martin Christiansen at få skabt sansbare overflader, som fremstår helt åbne for den enkelte beskuers associationer og fortolkninger.

Det sort/hvide videoværk Skjulte ansigter. er et drama i fire akter centreret omkring en minimal scenografi af sammensyede stofbleer med to dansere og en trebenet hund som aktører. Værket kan ses som en undersøgelse af kropsbevægelse og rytme som abstrakt fortælling. Jóhan Martin Christiansen er født og opvokset i Tórshavn på Færøerne. Han er uddannet på Konsthögskolan i Malmö i 2014. Han er bosat og arbejder i København og Tórshavn.

Udstillingen er en bearbejdet version af udstillingen SPOR, resultatet af et artist-in-residence-ophold i Tórshavn og vist på Listasavn Føroya, Færøernes Kunstmuseum i efteråret 2016. Til SPOR på Nordatlantens Brygge 2017 har Jóhan Martin Christiansen skabt og tilføjet nye værker.

Til udstillingen er der i samarbejde med Færøernes Nationalgalleri produceret et billedrigt katalog, SPOR, med tekster af Nils Ohrt, direktør for Færøernes Nationalgalleri, Post.doc Kim Simonsen og museumsinspektør på AROS Maria Blegvad Kappel. Katalog eftersendes ved henvendelse.

 

Mjørkanáttin

Ein av fleiri fyrimunum við at spáka til hús aftaná eina herliga 60 ára føðingardagsveitslu hjá John við øllum tí allarbesta (inkl. skerpikjøt) er at uppliva eina mjørkanátt, sum hesa í nátt. Tað var so grátt í nátt, at illa sást millum húsini og tað var so lýtt, at mjørkin kendist ítøkiliga kínandi mjúkt holdi mínum.

Eg varnaðist mjørkan longu í roykjaratúninum uttan fyri veitsluhølið. Tað sá í næstan út sum um vit høvdu verið eitt sindur ov ófør at roykja, øll Havnin var avkøvd, og eg hugsaði, at um Guð var roykjari, so roykti hann kanska sigar – eina av teimum allarstørstu úr Cuba. Roykjaratankarnir sveimaðu til tann stóra morfinistin í Baker Street, ja, tað var næstan soleiðis, at vit hoyrdu klappandi ljóðið av einum hestavogni onkrastaðni í skínandi gráleikanum, og tað var helst hann sjálvur, Watson doktari, sum fór onkur bráðfeingisørindi fyri harra Holmes – í øllum førum var Baskervillehundurin evnið har uttanfyri í roykjaratúninum og mitt í øllum mintist eg aftur á okkurt summarmjørkakvøld í Tinganesi, har eg vaskaði fyri nógvum árum síðani fyri at forvinna mær nøkur oyru í summarferiuni. Har lurtaðu vit onkuntíð eftir útvarpsleikum. meðan vit vaskaðu og onkuntíð kundi tað verða eitt sindur ov spennandi, næstan óhugnaligt, um eg var einsamøll inni á onkrum av teimum stóru skrivstovunum við hesum imposantu, blonku skrivaraborðunum, sum bara stóðu har, púra still og stív og fernis. Tað hjálpti at murra ella at lata vindeygað upp, so at mjørkin slapp inn saman við smidliga tutlinum av venjandi kappróðrarbátum.

Tá mjørkin er so tættur sum hann var í nátt, doyvir hann øll ljóð. Verðin er so still og ótýðilig, at húsini gerast týðilig sum útvarpsleikir við ljódligum søgum um stóra gleði og stóra sorg. Eg gekk nokk so spakuliga fyri ikki at órógva mjørkan og hugsaði við mær sjálvum, at Havnin er ikki eitt mjørkahol, hon er ein føgur og fjálg mjørkakulla og einki er sum vársummarnætur í Havn. Ein so fín yrking er um mjørkanáttina, sum Guðrið Helmsdal skrivaði. Yrkingin er forrestin eitt ár yngri enn føðingardagsbarnið í gjár, so hon fyllir seksti ár í 2018 og fyrstu ferð, eg las hana var í fagra tóna- og mjørkahaminum hjá Paula í Sandagerði.

Mjørkanáttin

 

Mjørki, eg síggi teg koma

mær ímóti –

kínandi mjúkt

holdi mínum.

Eitt sindur syrgin

tú syngur,

men smíl títt, tað váta,

er so blítt so blítt!

 

Hví glógva gyltir steinar

í eygum tínum?

Hví er hond tín køld?

Hví er hon grá?

Um hjarta títt er sovnað,

um blóð títt er stirðnað,

sveima tá við mær,

tú rekandi tám.

 

Tak um meg, tú svalandi.

Kom – saman skulu vit

fylla náttina – tað svørtu –

til hon aftur tónar

á spentum streingjum

-      og rodnar –

táið hon tveitir hamin.

Ein katedralur datt niður á jørðina

Í Degi og Viku í kvøld vóru tey farin ein svipp til Suðuroyar í sambandi við eina ljóðroynd í tí flottu Saltsiloini á Drelnesi, stóra mentanarhúsinum, sum er um at verða liðugt.

Hetta er á so mangan hátt ein serlig verkætlan. Heilt frá fantastiska bragdinum hjá stigtakaranum, Ólavi Rasmussen, sum skaffaði verkætlanini sannar risaupphæddir frá m.a. Mærsk Grunninum. Alt við ætlanunum við Saltsiloini tóktist svimlandi. Ambitiónirnar vóru risastórar um tornhøgt, altjóða listarligt flog.

Seinastu árini er tað sum um at pípan hevur fingið ein annan, meira jarðbundnan, vanligan og lokalan klang, og í Degi og Viku í kvøld vóru vit heilt niðri á tí slætta. Tað var sum um tann stórfingni og serstaki mentanarkatedralurin við 9 sekunds eftirklanginum small niður á jørðina við einum so stórum klamsi, at allir dreymir um stórfingnar, altjóða operaverkætlanir, installatiónslistaframsýningar osfr. fóru í skeljasor.

Frá at tosa um ein katedral, var nú tosað um eitt púra vanligt mentanarhús. Frá at listin var loysunarorðið, var tað nú meira tosað um tað fólk sum heild, viðskiftafólk. Frá at saltsiloin var ein karmur til listafólkini at fylla út og definera, var tað nú vanliga fólkið, tað snúi seg um; at vanliga fólkið kundi koma inn í Saltsiloina at fáa sær ein kaffimunn. – Hatta er ein dýrur kaffimuður, hugsi eg við mær sjálvum og komi í tankar um ein pessimistiskan vinmann mín, sum ikki helt, at Saltsiloin kundi brúkast til stórt annað heimsmeistaraskapið í trapez og øðrum luftfimleiki. Men eg má bara smyrja meg við, at lívið er annað enn opera og at mentanarhúsið skal brúkast meira breitt. Og hetta royni eg so at sodna, meðan visiónin um ein veldugan mentanarkatedral hvørvur líðandi úr eygsjón.

Røttu skógvarnir hjá Eivør eru gulir og Dennis er í teimum

Júst sum mann ikki helt, at Eivør kundi gerast nógv kulari, hevur hon til sítt nýggja videolag valt heimsins kulasta krossdressara at umboða seg í bretsku versiónini av sanginum um teir røttu skógvarnar; In my shoes. Tað er Dennis Agerblad og hann ger tað sjálvandi framúrskarandi vakurt. Hansara stórbæra og barokka, pinklitta dress og gulu skógvar hóska sera væl til tann lætta popsangin við kinesiskt klingandi niðurlagnum og einfalda, men vísa lívsboðskapinum. 

Tað tykist ganga serstakliga væl hjá Eivør í Bretlandi; nýggja videolagið, sum Kirstin Helgadóttir hevur gjørt, er frumframført á heimasíðuni hjá bretska tónleika- og mótablaðnum Clash Magazine. Har verður Eivør lýst sum ein óvanliga kreativur sangskrivari, hvørs verk higartil er stórfingið. Sambært yvirlitinum á Clash eru fleiri av konsertunum í Bretlandi útseldar.  

Á heimasíðuni greiðir Eivør frá, at hon kendi til Dennis Agerblad og droymdi um at fáa hann við í visuellu tulkingina av sanginum In my shoes, ið snýr seg um at finna sína egnu leið í lívinum, hervið fevnir sangurin eisini um tey, ið kenna seg øðrvísi og sum kanska skulu stríðast eitt sindur meira enn onnur fyri at finna dirvið at ganga egnar leiðir.

Her er videolagið: https://youtu.be/ILgM-NpNBWo

 

Ferniseringsfríggjadagur

Í dag ætli eg mær á tvær ferniseringar í Havn hjá tveimum røttum Havnamonnum, sum báðir eru poetiskir. Í Listasavninum letur framsýning upp klokkan 16 við myndlist hjá Williami Heinesen. Eg gleði meg at síggja hesi yvir hálvfjers verkini samlað. Eg vænti, at tað verður ein stór uppliving. Klokkan 17 letur framsýningin hjá Anker Mortensen upp, sum eg sjálv havi verið við til at gera, so tað verður við tann spentan ál oman í Steinprent, men verður veðrið so gott sum í skrivandi stund, ja, so gongur tað heila sum ein svisk. – Framsýningin hjá Anker Mortensen er myndað av grafikki, tekningum og vatnlitamyndum, tvs. at tað er Anker á pappír. Eitt tað fyrsta verkið, eg legði til merkis hjá listamanninum, var ein tekning, sum hekk ovarlaga á vegginum á Ólavsøkuframsýningini í 1996. Eg haldi, at myndin æt Hyljar og vøtn á Reynsmúlalág og eg haldi, at pappírið, hon var teknað á, var rukkut. Tekningin hugtók meg við sínum opinleika og radikalu abstraktión, og tá tann stóra, partvíst afturlítandi framsýningin hjá Anker var í Listasavninum í fjør, saknaði eg pappírspartin av verkunum. Málningarnir eru framúrskarandi, men tykjast onkursvegna meira lidnir og afturlatnir enn tekningarnar. Anker Mortensen hevur hesa seinastu tíðina búleikast í Hoyvík í húsinum hjá Ingun í Skrivarastovu og Kjartani Hoydal, sála, og hetta sæst aftur í framsýningini, hvørs heiti eisini lænir íblástur frá yrkingini hjá Karsteni Hoydal, har yrkjaraegið minnist aftur á barndómsins fagra dal. Framsýningin eitur Víkin Fagra og øll eru hjartaliga vælkomin!

Jákup Lützen debutkonsert

Mikukvøldið 3. mai fer Jákup Lützen at spæla sína debutkonsert í konsertsalinum á kongaliga danska musikkonservatoriunum. Fyrstu helvtina av konsertina fer Jákup at spæla solobratsj, fyrst eitt stykki hjá Bach og síðani verður nýggja bratsjsonatan hjá Sunleif Rasmussen, sum er skrivað til høvið, framførd. Eftir hetta verður Adagio hjá Kodály á skránni og at enda verður bratsjkonsertin hjá Bartok framførd undir leiðslu av leo McFall. Debutkonsertin er almenn á Julius Thomsens Gade 1, 1970 Frederiksberg.

Framsýning í Dronninglund

Í dag letur ein framsýning við føroyskari list upp í Dronninglund Kunstcenter við verkum hjá Zachariasi Heinesen, Bárði Jákupsson, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Hansinu Iversen, Elin Josefinu Smith, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Beintu av Reyni og Eyðuni av Reyni.

http://dronninglund-kunstcenter.dk/glimt-fra-faeroeerne/

Víkin fagra

Anker Mortensen - brot úr steinprenti

Anker Mortensen - brot úr steinprenti

Víkin fagra er heitið á eini framsýning hjá Anker Mortensen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 5.mai klokkan 17-18. Hetta er Anker á pappír við nýggjum steinprentum, sum listamaðurin gjørdi á verkstaðnum saman við Magnusi V.Andersson. Eisini verða vatnlitamyndir á framsýningini og ymiskar skitsur, sum eru festar á smá pappírspetti, kaffifiltur, kvittanar o.l, sum listamaðurin hevur havt við hondina júst tá hann bar eyga við eitthvørt áhugavert ella vakurt í umhvørvinum.

Myndamálið er grundleggjandi abstrakt, men við smáum figuratiónum av húsa- og skipaskapilsum, av steinum og haga uppi í Hoyvík, har Anker Mortensen hevur búleikast nú eina tíð. Við teimum mongu smáu skitsunum verður hetta ein óvanliga opin, spontan og leitandi framsýning, men listamaðurin er eisini kendur fyri at vera óvanliga leitandi í mun til hvat vit hava verið von við innan føroyska list. Myndamálið er einfalt, miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika í myndunum. Íblásturin stavar altso frá upplivingum í náttúruni av vindi og sól, av mynstrum ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist.

Enn sum áður er poetiska útgangspunktið til staðar í myndlistini hjá Anker Mortensen. Tað sæst eitt nú á heitinum á framsýningini, sum eisini er felagsheitið á øllum prentunum, og sum sipar til yrkingina hjá Karsteni Hoydal “Ganga nú á meg minnini/ mær goymdu oyru og eygu:/ Dalurin fagri, mín barnaheimur/ millum brattar og brúnar heygar.” Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Framsýningarhópurin er merktur av einum serligum samanhangi, sum bæði kemst av teirri serligu, ójøvnu og viðkvomu strikuni hjá Anker Mortensen og av mynstrum og skapum, ið ganga aftur í myndum og skitsum. Øll eru hjartans vælkomin til framsýningina.

Stór undirtøka til fototiltak hjá Norðurlandahúsinum

Tá freistin at innsenda myndir til framsýningina “Eitt ár í Føroyum” var farin mikudagin, høvdu 89 myndatakarir sent myndir inn.

Heili 624 myndir eru innkomnar.

Framsýningin letur upp tann 7. juni kl. 17. Í hesum sambandi verður eisini ársins mynd útnevnd.  BankNordik letur eina peningagávu á 5.000 kr til bestu myndina.

 

Eitt ár í Føroyum

Tað yður í myndum kring um okkum, og hvør einasta mynd sigur eina søgu.

Til Summarframsýningina 2017 hevur Norðurlandahúsið savnað ørgrynnu av fotomyndum, tiknum í Føroyum farna árið – millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Her sleppa tær at siga hvør sína søgu, og saman eina stóra felagssøgu.

Øll, ið hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu, eru vælkomin at taka lut. Hvat hendir eitt ár í Føroyum? Hvat gera vit? Hvat gleðir okkum og hvat ræðir okkum? Náttúra og mentan. Børn og djór. Gerandisdagur og høgtíðir. Politikkur og trúgv. Bygdarlív, býarlív og sjóliv. Familjulív og arbeiðslív. Veður og vindur. Og alt tað, vit ikki kunnu seta orð á.

Elsta fotomyndin, vit vita um, varð tikin av franskmanninum Joseph-Nicéphore Niépce í 1826. Hon dagaði á einari tinplátu, klæddari við ljóskvæmum, sýriskum asfalti, og hon varð eftirviðgjørd við terpentini og lavendulolju. Myndin vísir útsýni úr vindeyga hansara, og hon varð eksponerað í átta tímar, so sólin flutti seg ímeðan og skygdi á bygningar báðu megin myndina. Fotomyndin er titrandi vøkur og duldarfull. Hon er eitt søguligt skjal og eitt vísindaligt frambrot. Hon rúmaði og rúmar óteljandi møguleikum.

Fotomyndin gevur okkum framúr líkindi at skapa vakurleika, at smíða frásagnir, og at vísa á leiðir til at skilja bæði fortíð og samtíð. Fotomyndin kann gera tað ósjónliga, tað vit ikki varnast og ikki vænta okkum at síggja, sjónligt ogítøkiligt. Hon kann sjónliggera, samskifta, upplýsa og ítøkiligera. Men hon kann eisini villeiða. Fotomyndin kann føra okkum nærri sannleikanum, men kann eisini skapa frástøðu til veruleikan, fremmandagera. Hon kann lýsa veruleikan, men eisini skapa úrtøkilig hugtøk um veruleikan, tulka hann og avmarka hann. Alt hetta er eitt lið í sera fløkta samspælinum millum fotomyndina, veruleikan og listina.

Heilt síðan fotomyndin bleiv til, hevur samspælið millum hesi trý – fotomyndina, veruleikan og listina – verið fløkt. Nýtslan av fotomyndum í handilsligum, vísindaligum og ídnaðarligum høpi hevur nærum sett tær í andstøðu til listina, og fotomyndir, mótsett øðrum listamiðlum, verða hildnar at vera sakligar endurgevingar av veruleikanum, vera sannar. Sjálvt tá ið tær eru kámar ella avskeplaðar, verða tær fataðar sum lítil brot av veruleikanum, ólíkar bókmentum, tekningum, málningum og skulpturum, ið alt verður fatað sum tulkingar. Fotomyndin er próvtilfar, eitt amboð vit nýta til at kanna samleika, halda eftirlit og stýra. Hon er eitt óheft tekin um, at okkurt er til, ella hevur verið til. Hon er ólistalig og verður hildin at hava eitt sakleysari samspæl við veruleikan enn listin.

Men hóast fotomyndin kanska hevur eitt øðrvísi samspæl við veruleikan enn bókmentir, tekningar, málningar og skulpturar, er hon sjálvandi ikki sakleys. Fotomyndir kunnu tulkast á mangan hátt, og okkara persónliga fatan av heiminum og estetikki – ja, næstan sæð alt tað, vit menniskju rúma - er ein partur av myndini. Fotomyndin er, eins og allir aðrir sjónbarir miðlar, eitt úrslit av tilvitaðum og ótilviðtaðum avgerðum um myndaskipan, ljós, myndevni og sjónarmið, og hon hevur, eins og allar aðrar myndir, eitt myndamál, sum kann vera alt frá friðsælugerandi og hálovandi til spottandi og eyðmýkjandi.

Og kanska er fotomyndin enntá enn minni meinaleys enn hetta.

Amerikanski rithøvundurin Susan Sontag hevur skrivað um, hvussu fotomyndin hevur broytt hvussu vit síggja heimin. Hon hevur broytt okkara veruleikasýni og flutt fatanina av sannleikanum. Hon hevur vikað okkara hugsan um, hvat er vert at hyggja at, og hvat vit hava rætt til at hyggja at, og hevur harvið kollvelt alla okkara etisku skipan. Hon hevur enntá umskipað sambandið við okkum sjálv, við onnur og við umhvørvi okkara. Broytt, hvussu vit lýsa kenslur okkara, flutt fatan okkara av ogn og valdi og broytt, hvussu vit ogna okkum vitan um fortíðina og nútíðina.  

Tað eru nærmasta fortíðin og næstan nútíðin, sum eru til staðar í hesi framsýning, ið lýsir og skjalprógvar, tulkar og avskeplar eitt ár, sum fór í Føroyum. Eygfara vit eina landslags-, andlits-, miðla- ella familjumynd, so fáa vit ein hóp av frásøgnum í gávu, men vit eru eisini partur av einum stórum, áhugaverdum og markleyst fløktum samspæli millum fotomynd, list og veruleika. Eitt samspæl, ið ikki einans ávirkar, hvussu vit fata umhvørvi okkara, men eisini broytir okkum sjálv. Í øllum førum eitt lítið sindur.

 

 

Olaf Johannessen sum tann stóri diktatorurin

Legendariski filmurin Diktatorurin hjá Charlie Chaplin verður settur upp sum sjónleikur á Nørrebro Teater við fleiri av teimum allarbestu og kendastu donsku sjónleikarunum í løtuni og høvuðsleiklutin hevur okkara egni Olaf Johannessen. Hann spælir dupultleiklutin sum mildi, jødiski hárskerin, ið eftir eitt langt tíðarskeið við minnistroti vaknar til ein øðrvísi heim, ið er náðileyst stýrdur av uppblásta einaræðisharranum Hynkel. Filmurin kom í 1940 og var tá háaktuellur, tíverri tykist sjónleikurin somuleiðis alarmerandi aktuellur. Nikolaj Cerderholm leikstjórnar og umfram Olaf Johannessen eru: Søren Pilmark, Peter Gantzler, Jesper Hyldegaard, Nicolai Dahl Hamilton, Özlem Saglanmak, Asbjørn Krogh Nissen ogPeter Zandersen

MANUSKRIPT Charlie Chaplin

INSTRUKTION OG DRAMATISERING Nikolaj Cederholm

SCENOGRAFI Kim Witzel

KOSTUMER Line Bech

PIANIST OG ARRANGØR Olivier Antunes

VERÐUR LEIKTUR 21. september – 29. oktober 2017. 

STAÐ Nørrebro Teater, Ravnsborggade 3, 2200 København N

BILLETTER 100-435 kr. via www.nbt.dk / www.teaterbilletter.dk / 70 272 272

Framsýning við Brandi og Tróndi Patursson í Klaksvík

Sunnudagin 30.apríl frá kl.17-20 letur upp framsýning við feðgunum Brandi og Tróndi Patursson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Framsýningin fevnir um málningar og glaslist frá teim báðum, sum á hvør sítt hátt er sermerkt. Fernisering verður sunnudagin kl. 17. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamenninar. Umframt lættari ábit, kemur Jógvan Andreas Joensen at framføra eitt sindur av tónleiki og Jógvan Skorheim, borgarstjóri flytur fram røðu. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi í allan Mai mánaða.Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00. Øll eru hjartaliga vælkomin !

Eivør á veg móti enskum gjøgnumbroti?

Tað koyrir bara hjá Eivør Pálsdóttir í Onglandi í løtuni. Við einari enskari útgávu av Slør, Surrender, ið kemur 26.mai, ætlar hon at koma inn á enska marknaðin og í løtuni tykjast allar fortreytir vera til staðar fyri einum veruligum gjøgnumbroti harumleiðir. Týskvøldið fer Eivør at upptraðka í sjónvarpssendingini hjá kenda bretska sjónvarpsvertinum, Jools Holland og í dag er hennara útgáva millum viðmæltu útgávurnar í The Sunday times í teiginum This week’s essential new releases, sum Dan Cairns, Mark Edwards, Lisa Verrico og Clive Davis skriva. Eivør verður presenterað sum gjøgnumbrotið hesa vikuna og sum eitt merkisvert talent við eini rødd út yvir tað vanliga, sum kann sveiggja frá teskan til fulla ræddarmegi uppá eitt millisekund. Dentur verður eisini lagdur á hugtølandi elektronikatónleikin, sum myndar grundarlagið undir hennara løgum og á hennara framúrskarandi evni at framføra live. https://www.thetimes.co.uk/article/kendrick-lamar-damn-review-hr80659n7

Arnold Vegghamar 80

Leygardagin 22.apríl fyllti ein av okkara mest sermerktu málarum runt. Tað er málarin á Viðareiði; Arnold Vegghamar, ið fyllti 80 ár, honum verður ynskt hjartaliga til lukku! 

Vegghamar byrjaði at mála longu í 50´unum og hann var við á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Vegghamar var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Og nú vit eru inni á ismunum, so tekur stílurin í myndunum hjá Vegghamar støði í ekspressionismu og naivismu. Eg haldi, at onkrar av teimum mest einføldu myndunum eru originalar á sama hátt sum myndirnar hjá Steffani Danielsen vóru tað. Og sjálvt um landslagið í flestu myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so herliga bjartlitt sum tað er, er talan ikki um grunnar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í teimum menniskjatómu landsløgunum ofta álvarsligt, dapurt og mystiskt. Sjálvt um litirnir rópa hart, tykjast myndirnar onkursvegna introvertar í einum klaustrofobiskum myndaheimi, sum gevur assosiatiónir til tær brennandi gulu fepursjónirnar hjá Van Gogh, ið eg havi havt á orði í onkrum ummælum av Viðareiðismálarinum. Sjálvt um litirnir eru fegnir, og myndirnar við smáu fýrkantaðu húsaskapunum eru fittar og vælumtóktar millum fólk, kunnu myndirnar altso eisini bera brá av einsemi og angist; í summum myndum er tað sum tekur náttúran áskoðaran púrasta á bóli - perspektivið er øðrvísi hættað enn í vøkrum panoramamyndum, har áskoðarin kann njóta útsýnið yvir vakra landslagið. Í staðin fáa vit hamarin, lendið, grótið, klettarnar, túgvurnar í gronina - beint frammaná.

Áttati er høgur aldur, men ikki er langt síðani, Vegghamar seinast sýnti nýggjar myndir fram í Gallarí Focus í Havn og í Viðareiðis skúla sýndi hann fram 50 nýggjar myndir áðrenn páskir. Tær allarflestu vóru sambært tíðindaskrivinum spildurnýggjar, so Arnold er still going strong og tað er gott at hoyra.   

Frá seinastu framsýningini í Viðareiðis skúla

Frá seinastu framsýningini í Viðareiðis skúla

Julie Sass: VOLUME RHYTHM MATTER artist book og framsýning í Nyhavn

VOLUME RHYTHM MATTER dialogues
Velkommen til artist book event og soloudstilling af billedkunstner Julie Sass
Brun på lys gul, dyb pink på lys blå, og turkis på hvid; heliografier møder beskueren i gangen ved Danmarks Kunstbibliotek. Der er billeder før ord. Den nye bog er at finde i læsesalen og i montrer ved indgangen.
Hvor: Danmarks Kunstbibliotek, Nyhavn 2, 1007 Copenhagen K
Hvornår: 5. maj –24. juni 2017

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/3/8/notes-on-julie-sass-in-steinprent?rq=Julie

http://www.listaportal.com/tidindi/2016/4/24/eitt-stig-vari-t-ta-tkiliga-vital-vi-listakvinnuna-julie-sass?rq=Julie

Hattin av fyri Norðurlandahúsinum

Í dag vóru vit við tíggju ára gamla soninum til sýningina Kjøkkenet í Norðurlandahúsinum og bæði eg og hann vóru fegin og hugtikin av leikinum. Tá vit vóru á veg út suffaði lítli: “-OMG mamma, tá eg hoyrdi, at hatta var ein DANSI-sýning, so hugsaði eg bara: Hvussu yvirlivi eg hatta? Men tíðin gekk SO skjótt og áðrenn eg visti av, var tað liðugt!”. 

Leikurin gongur fyri seg í køkinum í einum gomlum, tómum húsi. Ein dagin koma ein gamal sjógarpur og ein foreldraleys genta fram á húsini. Tey standa hvør sínumegin húsini og hugsa: “Her kann eg búgva” - tá tey gerast varug við hvønn annan, verða tey fyrst ørkymlað, men síðan vendist argilsi til gleði.

Sum skilst er hetta fyrsta sýningin, sum dansi- og leikbólkurin Jo Strømgren Kompagni hevur framleitt til børn. Jo Strømgren Kompani varð stovnað í 1998 í Norra. Leikurin um ómaka parið er stuttligur og syrgiligur, stundum absurdur og groteskur. Hjá smáu børnunum var tað kanska ríkiliga óhugnaligt og syrgiligt viðhvørt, men tann tíggju ára gamli var sera væl nøgdur, ikki minst tí tað endaði við, at kærleikin vann á bæði einsemi og óndskapi. Menniskjansligar kenslur eru í fokus í hesum leikinum, tað snýr seg at vera uttanfyri og vinarlag, og bæði dansur og koreaografi ganga fyri seg uttan at mann hugsar um, at tað verður dansað. Leikurin vardi í trý korter og tað var akkurát fyri. Hattin av fyri Norðurlandahúsinum, sum við Barnafestivalinum veitir týdningarmesta segmentinum; børninum kvalitets-mentanarupplivingar.

 Rúm, brot og luft

Kuratorarnir Jón Sonni Jensen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen lurta eftir Kim Simonsen

- Nógv luft - og eitt lítið sindur av kærleika, villskapi og sorgblídni

Okkurt hendir í Føroyum beint í løtuni og eg veit ikki hvat tað er. Men í Listasavninum í gjár var meginparturin av ferniseringsgestunum ikki heilt so gráhærdur sum hann plagdi at vera - kanska er tað øll hesi, sum eru komin heim, møguliga tí Føroyar eru so unspoiled, at vit brúka list til økismenning í Sandoynni (Onkur politikari man hava etið seym; Fróðskaparsetrið má ikki leggja navn til slíkt lokalpatriotiskt fjas), ella er tað bara tí, at hesi unga flýggja, tí heimurin er so avkøvdur og myrkur fyri summi, at tey kenna sær áneyðir at stjæla stórar lastbilar og koyra við fullari ferð inn í mannamúgvur og oyðileggja sjálvan tankan um tað góða lívið ein frælsan, ljósan fríggjadag seinnapart í Stokkhólmi.

 

Philippe Carré og speglingar 

Philippe Carré og speglingar 

Fá og smá verk

Hvussu er og ikki, vóru heilt nógv fólk møtt – bæði ung og gomul, tá ársins Várframsýning læt upp í gjár, 7.apríl og eftir sum, at verkini vóru lutfalsliga fá og smá, vóru tey ikki heilt løtt at fáa eyga á í meldrinum. Lukkutíð eydnaðist mær at síggja framsýningina áðrenn fólkini komu og tí sat eg har í forhøll Listaskálans og hugnaði mær við vinfólkum, meðan eg sodnaði framsýningarupplivingina, sum hóast minimal í vavi, veitir einstakar maksimalar upplivingar t.d. í verkunum hjá Hansinu Iversen og Jens Dam Ziska. Men eisini Philippe Carré hevur átta smáar blýants- og vatnlitamyndir við á framsýningini, sum sambært heitunum avmynda ymisk støð í Havn, men sum ikki bara eru fittar. Einstakar eru so vakrar og hugfarsligar, at tær minna um kompositiónir hjá Paul Klee og onkra av kliptu myndunum hjá Williami Heinesen. Í hesum sambandi má eg siga, at tað undrar meg, at Listasavnið segði arvin frá Ebbu Hentze frá sær. Eg ivist ikki í, at tær 430.700 krónurnar, sum komu inn, fara at vera góður styrkur hjá ungum rithøvundum, men partur av arvinum frá Ebbu var m.a. klippmyndir hjá Williami Heinesen, tær eru ómissandi - skaffast ikki aftur og tær vóru ogn Føroya fólks!

Hansina Iversen

Tey elskaðu

Felagsheitið á málningunum hjá Hansinu Iversen Portraits of the Loved Ones ber brá av eini ávísari fjeppan við tí figurativa. Eg havi einaferð í eini lýsing av einum málningi hjá Hansinu Iversen nevnt líkheitina millum henda gula, turkis og appilsingula málningin frá 2013 og kenda og nógv parafraseraða verkið av teimum elskandi hjá Magritte frá 1928. Tað eru hasi bæði, sum mussast, hvørs høvd eru sveipað í hvítt klæði. Assosiativa elementið er eyðvitað ein grundleggjandi partur av upplivingini av nonfigurativari list, sum Hansina Iversen hevur ment nú í nógv ár og sum hon lukkutíð sær út til at blíva við at fáa gott burturúr. Tær smærru myndirnar eru ómetaliga væleydnaðar í sofistikeraða litsamspælinum millum gjøgnumskygt og óskygt og millum nonfigurativt við figurativum tilsipingum. Eg var somuleiðis ómetaliga fegin um málningarnar hjá Jens Dam Ziska, tí tað er langt síðani, eg havi sæð nakað gott nýtt í føroyskum málaríi. Hetta er um somu tíð stýrt og vilt málarí, sum hongur á balkongini í einari dynamiskari installatión; kanska kundi ein ella tvær myndir verið tiknar frá, tí veggurin er nóg so kompaktur, men verkini eru sum nevnt áhugaverd og tá tað annars er langt millum snapsirnar heilt einfalt tí lutfalsliga fáir skeinkjarar eru við, ja, so góðtaki eg fegin eitt lítið sindur av yvirflóð har á balkongini. Sambært úrvalsnevndini sendu 48 inn verk, meðan bara 12 sloppu við á framsýningina.

Jens Dam Ziska

Ein kanna er ein kanna

Annars er Várframsýningin ein lutfalsliga litfátøk framsýning - hugsaði eg við mær sjálvum, meðan Kim Simonsen røddi, og ein genta í ljósareyðum niðurdeili beint áðrenn smádansaði diagonalt gjøgnum hvítleikan í rúminum við kæru, gráu betongflisunum. Og tankin hjá Kim og Jóhan Martin Christiansen um at føroysk myndlist hevur verið til nógv longri enn okkara vanligu avmarkingar staðfesta, er áhugaverdur – sum eg síggi tað, innlima teir brúkslistina í myndlistina, teir síggja altso troyggjumynstur, útskornar træmillumgerðir í kirkjum, Kirkjubøstólarnar sum list ella myndamál. Tað er ikki fyrstu ferð og neyvan síðstu ferð, at hetta hevur verið gjørt, eg skilji ikki ordiliga tørvin á listaspjaldrinum; sjálvt um ein kanna er ein kanna, er hon bæði vøkur og nýtilig.   

Form og rúm og brot

Útvíðkandi listatankin tykist onkursvegna eisini nerta hesa tilfarliga fjølbroyttu framsýningina við ull og stoypingum, sum eisini í ein ávísan mun tykist snúgva seg um konstruktión, t.d. tekningarnar hjá Tummas Jákupi Thomsen, sum avmynda byggilutir í ymiskum samansetingum. Fleiri av verkunum eru seriel ella á annan hátt merkt av einum lyndi til uppseting av fleiri lutum, sum leggja upp til okkurt slag av interaktión, men sum eisini minna um notatir hjá arkitektum og designarum og sum altso snúgva seg mest um form og rúm. Hetta er eitt nú galdandi fyri verkini hjá Birit Kirke við heitinum Tilskapan og fyri verkini hjá Jórun Reginsdóttir, ið sýnir fram kollasjur, stoypingar og eina skitsubók fram við brotum. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur tvey verk við koboltbláum prenti á polyester, sum eru torfør at fokusera á og sum yvirhøvur hava okkurt óítøkiligt yvir sær, Pernille Mejslov sýnir fram nøkur grafisk verk við so stórum denti á tað taktila, at tað minnir um tekstil. Rúm er heitið á videoinstallatiónini hjá Brandi Patursson; sum er eitt svarthvítt náttúrurúm, ið innlimar skuggamynd áskoðarans í verkið. Brot eitur installatiónin hjá Guðrið Poulsen, sum fevnir um fotomyndir og leirverk, sum eru sett saman á borð og vegg næstan sum var hetta ein en atelier framsýning.

Gunnvør Hoydal Brimnes

Endurmyndir

Gunnvør Hoydal Brimnes er mær vitandi yngsti luttakari í Várframsýningin – tað haldi eg meg vita, tí eg fyri kortum var lærari hjá dugnaligu ungu kvinnuni í Hoydølum. Og kanska er hon nóg so ung til Várframsýningina, sum hinvegin er nógv broytt. Yrkislistafólkini, sum stovnaðu Várframsýningina, senda eftir øllum at døma ikki verk inn til hesa framsýning longur og tá er (ovmikið av) plássi til tey ungu. Gunnvør Hoydal Brimnes hevur arbeitt við leiri og jarntráði í sínum eitt sindur óhugnaligu, elasmáu skulpturum av fostrum við veingjum við surreelt klingandi heitinum Skinflies. Endurmyndirnar hjá Trinu Gaard eru elasmáar har tær hanga einsamallar á einum veggi, sum tó at hann er ógvuliga tómur í grundini ikki er deyðans pylsa, men tað mást tú niðan sjálv at skoða. Tí hesar myndir eru soleiðis háttaðar, at teirra árin rúmast ikki á eini fotomynd. Tær eru prentaðar á aluminium og skyggja á mystiskan hátt vakurt og sorgblítt.

Trina Gaard

Trina Gaard

Pernille Mejslov

Pernille Mejslov

Jórunn Reginsdóttir

Jórunn Reginsdóttir

Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen

Tummas Jákup Thomsen 

Tummas Jákup Thomsen 

Birgit Kirke

Birgit Kirke

Brandur Patursson

Brandur Patursson