Fríggjadagin komandi (7.apríl klokkan 16.00) letur Várframsýningin upp í Listasavni Føroya. Kim Simonsen, rithøvundur setur framsýningina, sum felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri á hvørjum ári. Aftur í ár er úrvalsnevndin: Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonni Jensen og aftur í ár fevnir framsýningarhópurin um leik og lærd og fleiri av luttakarunum eru rættiliga ung. Tey tólv, sum í ár eru sloppin gjøgnum nálareygað eru: Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard, og Tummas Jákup Thomsen.
Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen á listaflogi
/Myndlistin fekk alla ta fyrstu stuðulspuljuna frá Atlantsflog. Dimmalætting veit at siga, at nevndin fyri Listaflog-stuðulin hevur gjørt av at lata Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen Listaflog-stuðulin fyri 2017. Øll upphæddin á 100.000 krónur verður latin hesum báðum listafólkunum, ið saman arbeiða við eini abstraktari heildarframsýning á skipasmiðjuni hjá MEST í Havn. Framsýningin verður sett saman av málningum og standmyndum, sum verða framleidd til hølini á skipasmiðjuni. Tey bæði listafólkini fara við hvør sínum serstaka úttrykki at gera eina roynd, har verkini tala til hvørt annað.
Umframt at stuðla hesari listaverkætlanini fíggjarliga, lat nevndin fýra øðrum listaverkætlanum tilsamans 15 ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Tey eru Leikhúsið Skift við Maritu Dalsgaard og Olafi Johannesen, Maria Winther Olsen, Dansieksperimentið við Rúnu V. Højgaard og Eli Smith
Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur hjá flogfelagnum fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum. Listaflog er, sum navnið leggur upp til, ein stuðulsskipan, sum skal stimbra føroyskari list fíggjarliga. 100.000 krónur verða latnar 28. mars á hvørjum ári. Hetta er dagurin, tá Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni.
Í ár verður stuðulin latin fyri fyrstu ferð, og inn komu 30 umsóknir, sum søktu um tilsamans 1,5 mió. krónur. Søkt varð um stuðul til nógvar ymiskar listagreinar, og hetta hevur samstundis givið eitt gott innlit í, hvat rørist á listapallinum í Føroyum. Nevndin grundgevur millum annað soleiðis fyri at velja júst listaverkætlanina hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen:
“Talan er um eina verkætlan, har listaverk verða framleidd til høvið. Við at arbeiða beinleiðis á staðnum gerast listaverkini partur av, ella eitt, við rúmið. Staðspecifikk list er ikki er serliga kend í Føroyum. Ætlanin við at flyta listina úr atelierinum og inn í eina størri dimensjón er serstakliga áhugaverd . Eisini vekir samanrenningin millum hesi bæði dugnaligu listafólkini ans og gevur verkætlanini stórar menningarmøguleikar. Tí eru vit errin av at kunna geva Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen hendan fyrsta Listaflog-stuðulin, sum skal vera við til at leggja lunnar undir hesa listaverkætlan soleiðis, at hon kann verða framd í verki.”
Listafólkini fegnast eisini um stuðulin:
“Peningurin frá Listaflog ger tað møguligt hjá okkum at gjøgnumføra hesa monumentalu framsýningina; hesa eitt sindur øru verkætlanina, sum verður gjørd uttanfyri teir siðbundnu karmarnar. Uttan hendan stuðulin hevði tað ikki verið gjørligt,” siga tey bæði Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen og leggja afturat:
“Tað er týdningarmikið fyri okkum, og tað hevur eisini ein samfelagsligan týdning, at Atlantic Airways er ein viðleikari á mentanarliga pallinum og er við til at menna eina ferðavinnu, har mentan og harvið eisini list er at koma til.”
Í Listaflog nevndini sita: Niels Mortensen umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Armgarð Weihe tilnevnd av Mentamálráðnum og Randi Samsonsen tilnevnd av Listafólkasambandi Føroya. Samskipari er Ingrid Bjarnastein..
Tarira syngur Shakespeare í Havn og á Toftum
/Hjá teimum, sum forsømdu seg, tá kórið Tarira, undir leiðslu av Jóhannesi Andreasen, saman við sjónleikarunum Riu Tórgarð og Gunnvá Zachariasen framførdu Shakespeare í fjør, býðst enn eitt høvi nú skráin verður tikin upp aftur av sangarum og leikarum, sum fara at framføra Shakespeare á tveimum konsertum í ávikavist Norðurlandahúsinum mikukvøldið 22/3 klokkan 19.30 og í Tofta skúla hóskvøldið 23/2 klokkan 19.30.
Hugskotið til Shakespearkonsertirnar kom í sambandi við 400 ára dagin hjá Shakespeare. Og enn sum áður klæðir júst tað sjáldsama rithøvundinum, sum er í miðdeplinum á hesari framførsluni. Øll munu kenna úrmælingin William Shakespeare, eisini tey, sum kanska ikki lesa yrkingar ella ganga til sjónleik, tí honum slepst ikki undan. Til dømis er hann upphav til fleiri orðatøk; tað var hann, sum skrivaði "...We are such stuff as dreams are made on”; upprunaliga ein orðing, sum kemur fyri í The Tempest (Harðveðrið). Og við tað at høvundurin var ein guðsnáðaður dramatikari, er upplagt at fáa sjónleikin við í framførslurnar. Tarira hevur, síðani kórið varð stovnað fyri skjótt fimtan árum síðani, lagt seg eftir at framføra tilfar, sum ikki áður er framført í Føroyum, og tað mesta avtilfarinum á Shakespearekonsertini er ikki framført her um leiðir annað enn á konsertini í Læraraskúlahøllini. Hetta merkir tó ikki, at tilfarið á Shakespeare-konsertunum er torskilt. Talan er um eina sera fjølbroytta konsert við plássi fyri bæði dapurleika og skemti. Á skránni eru m.a. tríggjar framførslur av verkum, sum ávikavist Pauli í Sandagerði, Unn Paturson og Tróndur Bogason hava skrivað til kórið, eins og bæði eldri og nýggjar kompositiónir hjá ymiskum útlendskum tónaskøldum. Framførdir verða millum annað tríggir Shakespearesangir, sum bretska tónaskaldið R.Vaughan Williams skrivaði í 1951. Upprunaliga vórðu hesir sangirnir gjørdir til eina kórkapping, og teir eru av sonnum eisini ein avbjóðing at syngja. Tað sama er galdandi fyri teir fýra Shakespearesangirnar hjá Jaakko Mäntyjärvi, sum eisini eru hugfarsligir og undirhaldandi; Tarira framførdi tveir teirra á Kórfestivalinum í fjør og vann eina virðisløn fyri framførsluna.
Bók um og við Zven Balslev
/Hósdagin 23/3 kl. 15-16.45 verður nýggja bókin PULP MAGMA um verkið hjá Zven Balslev løgd fram í SMK shop í Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn. Bókin verður at fáa fyri 150 krónur og øll eru hjartaliga vælkomin til framløguna.
Zven Balslev hevur arbeitt í Steinprenti fleiri ferðir og hevur luttikið á fleiri føroyskum bólkaframsýningum, m.a. Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum og Myndaódnini í Steinprenti, har hann eisini hevði serframsýningina Klombur í 2015.
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/3/tekningar-og-grafikkur-hj-zven-balslev?rq=Zven
Frá tíðindaskrivinum:
"Splat og pjat går ubesværet hånd i hånd med fine art og referencer til den store kunst" Fra bogens forord af Jan Sneum Grafikeren, billedkunstneren, musikeren, forlæggeren og tegneserieskaberen Zven Balslevs værker udfoldes for første gang i den retrospektive samling ”Pulp magma”.
Bogen indeholder tegninger, grafik, plakater, flyers, pladecovers, kunstpublikationer, zines, tegneserier og malerier fra de sidste 10 år.
Alt dette ledsages af et essay af cand. mag. i kunsthistorie Søren Houmann samt et interview med kunstneren selv af kunstkritiker Kinna Poulsen.
"Zven Balslev holder mere af det skæve, det grimme og sjove end det storslåede og sublimt skønne. Hans billeder er på en måde uvorne både tematisk og stilistisk og minder stedvis om undergroundtegneserier, men uden den form for narrative klarhed, der sædvanligvis præger tegneseriefortællingen. Flere af billederne har en surrealistisk fremtoning. Det åbenbare groteske præg i formsproget modsvares af en filosofisk dybde i en vrimmel af figurative og abstrakte billedelementer af ting og indvolde, samt henvisninger til et internt og lukket billedkunivers, der ikke helt lader sig afkode." Kinna Poulsen
"Balslev leverer en konstant vedkommende undersøgelse af relationen mellem kunst og civilisation; en undersøgelse, der retter sig mod en kaotisk, ulogisk verden, som svært, om overhovedet, lader sig kapere og svært, om overhovedet, lader sig gengive meningsfuldt" Søren Houmann
Zven Balslev (f. 1977) er uddannet fra det Kongelige Danske Kunstakademi i 2006 (MFA i maleri og grafik), og har siden udstillet både i ind- og udland . Bl.a. repræsenteret på Statens Museum for Kunsts Kobberstiksamling. Han er tilknyttet det franske forlag og kunstnernetværk Le Dernier Cri og har som redaktør stået bag forlaget Smittekilde (1998-2012) og Cult Pump.
Heiðrun Petersen og Nordic String Quartet hava fingið talentvirðisløn
/Danski Léonie Sonning Grunnurin hevur latið talentvirðislønir/stipendiat og aftur í ár er ein føroyingur millum móttakararnar. Tað er Heiðrun Petersen, sum saman við síni strúkikvartett, Nordic String Quartet hevur fingið hesa virðislønina. Hjartaliga til lukku.
http://www.sonningmusic.org/the-talent-prize/2017/nordic-string-quartet.aspx
Notes on Julie Sass in Steinprent
/Foto: Steinprent
It is always a true inspiration to visit Steinprent, the Lithographic Workshop in Tórshavn. Almost everytime I go there, I meet different interesting artists. Last week it was the Faroese artist Bárður Jákupsson who is currently exhibiting his paintings and prints in the art gallery downstairs - the workshop itself is located on the first floor. The week before that, it was the British artist, Ian Mckeever collaborating with the American poet, Peter Levitt.
Today I met the Danish artist Julie Sass, who is currently working at the workshop together with the printers Fríða Matras Brekku and Jan Andersson. Somehow this meeting inspired me to write in english, maybe because Fríða, who´s an artist as well as a lithographic printer, suddenly said that she was longing for an inspirational tour to New York to visit art galleries and museums, and I mentioned that I´ve never been there. Julie has been there a lot. She lived and studied there. I suppose she thinks, that it has influenced her quite a bit, but I believe that her expression is very Nordic too.
It´s obviously somehow complex and problematic to talk about art in this sort of national or regional way. But there´s something in the light and in the way Julie Sass arranges her compositions, the colors and forms in her paintings and graphic images in which I recognize something that I seem to know and understand. Maybe it´s a connection with Scandinavian design and the cold weather of the north, a sense of something ascetic and harsh combined with a luxurious feeling of beauty and warmth in the embedded forms in her work.
Maybe I should explain, that in Faroese art we don´t have a very strong tradition in regard to nonfigurative art. Faroese art history is very short in comparison with the other European and Nordic countries, it didn´t start until around 1900. There has been many different speculations and explanations for this late start, one is the hard living conditions on the islands in the old days. It´s indeed a fact that visual art posses no direct utility value and the materials required to make art are costly. Visual art calls for full working capacity. As contrasted with storytelling and singing songs for which we have a strong and old tradition, visual art cannot be properly executed at the same time as doing the household chores. But this is only part of an explanation, because adverse circumstances have not prevented other people who were much poorer than the people in the Faroe Islands from developing a visual art expression. I don´t know the exact reasons for the slow development, but I have an idea that some of the surpressed creativity emerged in the beautiful patterns in the knitted Faroese sweater and in the sublime form of the Faroese rowing boat. I´m not used to writing these sorts of explanations, they aren´t nessecary, as this art blog/site is usually written in my native language, Faroese, which unfortunately isn’t googleable.
Art is in general about communication and Julie Sass is certainly about communication - she is an extremely talented communicator who is at the same time unusually open minded as a person and a determined, focused and ambitious artist. Sass has been working in Steinprent (Faroese word for lithography) several times and I have been fortunate to know her for some years, so I know her as an interesting person with many different skills.
As an artist Julie Sass works with the non representational in images, which combine a sensuous and analytical approach, focusing on the interrelations between forms on the surface both in the individual work and between her works. She has a special talent for dialogues, which is evident both in her present work in Steinprent, but also is noticeable in her work as a curator in relation to her own exhibitions and projects like Minimal Baroque: Post-Minimalism and Contemporary Art, which examined the encounter between different artistic and architectural styles.
This time Julie Sass´ main task is finishing a book, made in original heliographic and lithographic printing. The book is absolutely astonishing, and the making of it presented a real challenge for the experienced and skilled litographer, Jan Andersson who has worked with a lot of Faroese and international artists since he founded Steinprent in Tórshavn in 1999 together with Fríða Matras Brekku.
Julie Sass´ book is about exploring ideas about abstraction. In the book there are interesting dialogues between Julie Sass and fellow artists; Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal and Steel Stillman. In the preface Julie presents her ideas for the book: “I asked each artist to pose questions about abstraction that -while addressed specifically to my work, also related to their own concerns. Each dialogue developed differently. And part of my response was visual, taking the form of heliographs and lithographs made in collaboration with Jan Andersson at Steinprent”.
Julie Sass will be presenting her book, VOLUME RHYTHM MATTER dialogues at the Danish National Art Library in Copenhagen, May 5th, 2017
Menn í klædningum - Konur í ongum
/Í dag er altjóða kvinnudagur 8.mars. Konunevin er á lofti og nógv verður gjørt burturúr víða hvar við øllum møguligum tiltøkum. Eg havi persónliga fingið innbjóðing til í minsta lagið seks sonevnd Damudomi-tiltøk frá ungfeministunum í Sirkus í Havn, og til øll møgulig onnur kvinnutiltøk m.a. í Fuglafirð og í Norðurlandahúsinum. Her á Listaportalinum er meira friðarligt, kanska orsakað av einum varhuga av, at javnstøðan ikki er heilt í topp her á staðnum; her er bara eittans konufólk til arbeiðis. So ræður um at liggja lágt og bara pippa eitt sindur um onkrar einstakar ójavnstøðusøgur í føroyska nútíðarsamfelagnum.
Jú, tær eru har, ójavnstøðusøgurnar, t.d. í lógini um Barsilsskipanina, ið er ótíðarhóskandi og ger mismun á kynunum, sum Ólavur Ellefsen vísir á í áhugaverdari tíðargrein í Sosialinum 3.mars 2017. Ein onnur kanska ótilvitað ójavnstøðusøga opinberaðist á forsíðuni av sama Sosiali. Tá ein menniskjalagna enn einaferð verður brúkt sum lesaraagn á forsíðuni á einum av okkara dagbløðum og talan aftur er um Jóhan í Kollafirði, sum eftir ein niðurtúr hevur tað gott aftur, verður dentur á forsíðuni heldur óvæntað lagdur á, at nýggja unnusta hansara er 25 ár. Hví er hetta relevant? Sambært hesum sjónarmiðnum verður kvinnuvirði eyðsýnliga talt í ungum árum og harav fylgjandi útsjónd. Sostatt er tað maðurin, sum livir dreymin hjá øllum miðaldrandi monnum, ið er at skora eina unga damu ella hvat? Tað er sjálvsagt gleðiligt um Jóhan trívist og eg eri væl greið yvir, at forsíðan neyvan er orðað við nøkrum óndum vilja, men hetta verður allíkavæl gjørt við einum automatikki, sum býður mær ímóti og sum eg vóni, at ikki minst tey ungu síggja skeivleikan í – ikki bert hesa tíðina kring 8.mars, men alt árið. Tað er gott at hátíðarhalda dagin millum samsint við hugna og kjaki og enn betur at gera vart við ójavnstøðusøgurnar tá tær stinga seg upp úti í samfelagnum so, at vit øll verða meir tilvitað um trupulleikan.
Okkurt restar altso í, men vit kunnu eisini fegnast. Bæði innan landspolitikk og meira lokalt her í Havnar kommunu er kvinnuumboðanin væl betri fyri í dag enn hon hevur verið. Í tinginum eru fleiri kvinnur og enntá fleiri kvinnuligir ministarar; sjálvandi bara innan sosial og mentanarlig øki, men allíkavæl!!! - Og hvør veit um hesar kvinnurnar, Siri Stenberg, Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam fara at prógva, at hetta í roynd og veru eru týdningarmestu økini fyri trivnaðin í hesum landinum og nú mundi eg gloymt, at ein kvinna, Kristina Háfoss situr í týdningarmikla sessinum sum fíggjarmálaráðfrúa. Í Tórshavnar kommunu eru 5 kvinnur, her hava vit fingið ein kvinnuligan borgarstjóra, Anniku Olsen og varaborgarstjóra, Gunnvør Balle og har er eyðsýniliga endiliga komin ordilig gongd á Musikkskúlan, sum verður báðum kynum fyri ikki at siga okkum øllum at gagni. Har tykist forrestin vera hent merkiliga lítið hesum viðvíkjandi undir fyrru býráðsleiðslu, har var annars nógv snakk - tað duga bæði kynini mest sum ov væl, ikki minst í politikki.
Facebook er, vita tit, eitt undarliga tíðar- og veruleikaleyst forum. Her liva deyð fólk víðari; nú ein dagin varð eg til dømis biðin um at ynskja einari konu til lukku við føðingardegnum, sum mær vitandi hevur ligið undir grønu torvu í fleiri ár. Somuleiðis kunnu viðmerkingar og myndir, tú hevur postað einaferð í fyrndini, brádliga koma undan kavi fleiri ár aftaná. Eina tílíka viðmerking sá eg nú ein dagin í einum uppslagi, sum Gunnvør Balle hevði skrivað í fjør og viðmerkingin er skilagóð, sjálvandi og ein dag sum í dag kann eg leggja aftrat, at hon er skilagóð uppá ein typiskan kvinnuligan máta, tvs., at hon í sínum klókskapi er so mikið óarrogant og lítillátin, at spurningurin er um hon missir eitt sindur av viljastyrki. Gunnvør Balle skrivar: "Skal kommunan reisa eina standmynd av navngivnari føroyskari kvinnu? Tà blaðið Kvinna spurdi 8. mars í fjør, helt ein meiriluti, at Andrea Árting hevur uppiborið eina standmynd. Tað er tiltikið, at vit hava nógvar standmyndir og minnisplátur av navngivnum monnum kring landið, men mær vitandi, ongar av kvinnum. Í hvør fall ikki í Tórshavnar Kommunu. Eg atkvøddi sjálv fyri Andreu Árting, tí eg haldi so avgjørt at hon langt síðan átti at fingið eina standmynd. Hon er ein stór fyrimynd og ein verulig stríðskvinna. Var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag frá 1937 til 1977, ein av fyrstu kvinnum, ið stillaðu upp til løgtingsval (í 1940) og harumframt var hon yrkjari, íðin tjóðsveldiskona og hon slóðaði eisini fyri kvinnukappróðri. Men hevur tað týdning við standmyndum? Er tað ómodernað og týdningarleyst? Ella halda tit, at kommunan eigur at heiðra framúrskarandi borgarum við einari standmynd? Og er stundin komin til, at ein kvinna fær hendan heiðurin?”.
Á viðmerkingunum til uppslagið skilst, at nøkur halda hugskotið vera frálíkt, men nógv tey/tær flestu koma við ymiskum útmerkaðum, men spjaðandi fagurfrøðiligum og sosialum fyrilitum í mun til standmyndir, hví tær eru giggutar, hví summar standmyndir eru ljótar og hví mann heldur skuldi bygt bústaðir ella ein minnisvarða til frama fyri kvinnur, sum eru deyðar av barnsburði og so framvegis. Hetta er alt væl meint, men eg ivist í, at tílíkar spekulatiónir og fyrilit hava forðað fyri heiðranini av nøkrum manni.
Hava standmyndir týdning? Sjálvandi hava tær týdning! Kanningar hava í ríkiligt mát staðfest hvussu stóran týdning, standmyndir og list í almenna rúminum hava fyri okkara trivnað og okkara hugsunarhátt, standmyndirnar ríka okkum dagliga og fáa okkum til at undrast og at hugsa. Í Føroyum eru standmyndir fyrst og fremst minnisvarðar, ið verða reistir til frama fyri sjómonnum, traðarmonnum og øðrum monnum, sum hava avrikað okkurt stórt. Vit hava standmyndir av Hans Andriasi Djurhuus, Victor Danielsen, J.K.Kjølbro, Mikkjal á Ryggi, Jákupi Dahl, Sigmundi Brestison, Tróndi í Gøtu, Rasmusi Effersøe osfr. Av kvinnustandmyndum komi eg í tankar um Fípuna Føgru í Klaksvík, Tariru álvagentuna í Viðarlundini í Havn og Kópakonuna. Hetta eru allar naknar, dreymaverur, sum eru kroppsliga yndisligar, men sum verða lýstar uttan nakra persónliga einstaklingatign. Hetta hevur stóran týdning og ávirkar eitt nú okkara børn, tá tey síggja, at kvinnustandmyndir eru naknar dreymaverur, meðan mannfólkastandmyndir eru veruligir menn í klæðum. Kunnu dreymaverur og kópakonur til dømis brúkast til samráðingar um eina nýggja fiskivinniskipan? Nei, har er meira tørvur á brains enn berum boppum ikki sannheit?
Tá tankin stingur seg upp um at lata gera eina standmynd av einari navngivnari kvinnu í Føroyum og vit alt fyri eitt reagera við at diskutera estetikk, so býr eitt slag av goymdum kynsmuni í hesum, sum vit liva við hvønn dag uttan at ána, at vit gera tað. Sjálvandi er estetikkur týdningarmikil, og vit hava góð listafólk til at loysa estetiskar spurningar, um tey sleppa tað fyri makthavarunum, men hetta kjakið skal ikki forðað okkum í at heiðra Andreu Árting, Súsonnu Helenu Patursson, Ruth Smith, Dorethe Bloch, Maritu Petersen, Ebbu Hentze ella nakra aðra av øllum hinum týdningarmiklu kvinnunum, sum vit nú einaferð halda eiga heiður uppibornan.
Enn eru formenn menn og enn eru tað bara menn, sum hava skil uppá fiskivinnu
Viðmerkingar á FB til úrslitið á Býráðsvalinum í Havn. Onkur fegnast og onkur ræðist fyri, at tað verður til ein bindiklubb...
Føroyskar kvinnur
Konuprát
Filmsstuðul 2017: 20 verkætlanir fingu stuðul í fyrra umfari
/Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata 20 verkætlanum stuðul til filmsgerð av stuðulsjáttanini til film. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning/undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar, novellufilm, animatiónsfilm, skemtirøð, listafilm, spælifilmar og pilotframleiðslu.
Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er tvær milliónir krónur í 2017. Tá freistin at søkja til fyrra útbýtingarumfar var úti 1. februar, vóru 29 umsóknir komnar inn. Eftir tilmæli frá filmsráðgevunum, sum í hesum umfari eru Vár B. Jacobsen og Birgir Kruse, eru kr. 1.442.900 krónur býttar út í hesum umfari.
Fýra verkætlanir hava fingið 100.000 krónur ella meira í stuðli. Hesar eru “Enter the Kitchen – Cook Rising” hjá Gudmundi Helmsdal/ETK Films, sum hevur fingið kr. 250.000, “Eitt sindur um hvussu vit elska” hjá Anton Petersen/Cinema Polaris við Pæturi Marjunarson Dahl sum framleiðara, sum hevur fingið kr. 200.000, “Nina” hjá Mariu Winther Olsen/Toka Film, sum hevur fingið kr. 141.000, og “Søgan um Ruth” hjá Árna Nicolajsen, sum hevur fingið 100.000 krónur.
Hesi 20 fingu stuðul í fyrra umfari:
1. Gunrid Hansen/Dagstovnurin á Velbastað, “Børn í grønum umhvørvi”, kr. 17.000
2. Jón Hammer/KYK Myndir, til útbreiðslu av “Dalur” og “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum, kr. 35.000
3. Ingun í Skrivarastovu/ Fish & Film, til útbreiðslu av “Dreymar við havið” hjá Sakaris Stórá, kr. 50.000
4. Anton Petersen/ Cinema Polaris, framleiðari Pætur M. Dahl, “Eitt sindur um hvussu vit elska”, kr. 200.000
5. Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Enter the Kitchen – Cook Rising”, kr. 250.000
6. Sakaris Stórá, einki heiti, kr. 45.000
7. Annika á Lofti/Rogviper, “Góða Mary”, kr. 97.000
8. Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Havið”, kr. 85.000
9. Franklin Henriksen/Levende Film, uttan heiti, kr.28.000
10. Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Í og rundanum eina dupultsong”, kr. 25.000
11. Hans Kristian Eyðunsson Hansen/Green Animation Studios, “Marra 2 – Ránsmenn”, kr. 30.000
12. Maria Winther Olsen/Toka Film, “Nina”, kr. 141.000
13. Julia í Kálvalíð Jacobsen, “Omman”, kr. 86.500
14. Franklin Henriksen/Levende Film, “Story Music”, kr. 55.400
15. Árni Nicolajsen, “Søgan um Ruth”, kr. 100.000
16. Jónfinn Stenberg, “Til barnaføðingardagar og jarðarferðir”, kr. 30.000
17. Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Trøllabeiggjar”, kr. 50.000
18. Anita Hermansen, “Tummas”, kr. 84.000
19. John Jacobsen, “Undrið”, kr. 20.000
20. Rói Davidsen, “Uttan vón”, kr.14.000
Umsøkjararnir hava fingið umsóknarsvar við grundgevingunum frá ráðgevunum, og teimum stendur eisini í boði at hitta ráðgevarnar á fundi í Mentamálaráðnum, har tey kunnu fáa persónliga ráðgeving um umsóknirnar og filmsverkætlanirnar.
557.100 krónur eru nú eftir til seinna útbýtingarumfar í 2017, sum verður lýst í summar við freist 1. september.
Listastarvslønirnar latnar
/
Sambært VP fekk nevndin í Mentanargrunni Landsins óvanliga nógvar umsóknir í ár, heilar 146 í tali, 34 hava fingið starvsløn í ár fyri góðar 3,3 milliónir krónur.
Teitur Lassen, tónleikari, 1 ár.
Sissal Kampmann, rithøvundur, 1 ár.
Silja Strøm, myndlist, 1 ár.
Guðrið Poulsen, leirlist, 6 mánaðir.
Jens L. Thomsen, tónaskald, 6 mánaðir.
Randi Samsonsen, tekstillist, 6 mánaðir.
Bárður Oskarsson, myndarithøvundur, 6 mánaðir.
Íverksetanarstudningur varð latin 4 umsøkjarum – kr. 300.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 9 í tali. Tey fýra eru:
- Dansieksperimentið
- Birita Adela Davidsen
- Hans Marius Weihe Ziska
- Edvard Nyholm Debess
Hesi fingu starvsløn í 2017:
M.K. Eliasen 2
Flóvin Viderø 2
Teitur Lassen 12
Bárður Oskarsson 6
Sissal Kampmann 12
Oddfríður M. Rasmussen 3
Trygvi Danielsen 3
Greta Svabo Bech 3
Gunnvá Zachariassen 2
Andrias Høgenni 2
Guðrið Poulsen 6
Jens L. Thomsen 6
Andras Sólstein 2
Andreas T. Restorff 2
Tummas Jákup Thomsen 2
Anton Petersen 2
Silja Strøm 12
Torleik Mortensen 2
Rakel Helmsdal 3
Búi Egason 3
Randi Samsonsen 6
Knút Háberg Eysturstein 2
Hanus G. Johansen 3
Sakaris Stórá 2
Ria Tórgarð 2
Súsanna Tórgarð 2
Tróndur Bogason Hansen 3
Lea Kampmann 2
Unn Paturson 3
Mariann Hansen 2
Bernd Kretsmer 3
Hugin Eide 3
Eyðgunn Hansen 3
Durita Dahl Andreasen 2
Teitur við nýggjari útgávu
/Fríggjadagin komandi gevur Teitur Lassen út eina EP, sum eitur "Y Arpeggios fyri klaver“. Tað snýr seg um fimm klaverstykki, sum eru tikin upp í Studio Bloch í Havn.
Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir, vit hoyrdu onkrar teirra til hátíðarhaldið, tá Mentanarvirðislønir Landsins vóru latnar. Tá sóu vit eisini onkrar av træprentsmyndunum, sum Margrethe Odgaard hevur gjørt við íblástri í myndunum og skipanini hjá m.a. Isaac Newton um samband millum nótar og litir. Eitt prent er gjørt til hvørt lag á EP´ini.
Í løtuni er Teitur staddur í Berlin, har hann fer á várturné undir heitinum Ich bin das Chaos saman við kendu týsku songkvinnuni og sangskrivaranum Judith Holofernes, sum sambært týska tíðindaskrivinum er Teitursa yndissangskrivari, lesið bara her:
Eine freudige Meldung: Judith Holofernes´ „Brother from Another Mother” und erklärter Lieblingssongwriter Teitur wird auf der Frühjahrstour zu „Ich bin das Chaos“ mit dabei sein! Als Opening Act, damit ihr euch selbst ein Bild machen könnt von seinen tollen Texten und seiner Ausnahmestimme. Aber nicht genug: auch in Judiths sechsköpfiger Liveband wird Herr Lassen als Gitarren schwingendes, Piano spielendes Ehren –Bandmitglied dabei sein.
Wir freuen uns sehr, dass Teitur den langen Weg von den Färöer Inseln macht, um diese schöne Platte (und die gemeinsam geschriebenen Songs) auf ihrer Jungfernfahrt zu begleiten. Ob und wann sich das wiederholen lässt, steht in den Sternen, also: seid dabei.
http://gastspielreisen.com/news/teitur-als-support-fuer-judith-holofernes
JUDITH HOLOFERNES
Ich bin das Chaos
Support: TEITUR
15.03. Frankfurt, Sankt Peter
16.03. Leipzig, Täubchenthal
17.03. AT-Wien, Szene
18.03. München, Muffathalle
20.03. Köln, Gloria Theater
21.03. Berlin, Lido
22.03. Hamburg, Mojo
Sunleif stórliga fagnaður
/Symfoni No.2 The Earth Anew hjá Sunleif Rasmussen hevur fingið eitt gott ummæli aftrat, hesa ferð verður útgávan “Sunleif Rasmussen: Symphony No. 2 "The Earth Anew" Helsinki Philharmonic Orchestra/John Storgårds (Da Capo)” stórliga róst á bretsku heimasíðuni Theartsdesks og enn einaferð fáa Føroyar eitt petti av heiðrinum, við tað, at føðistaður tónaskaldsins verður nevndur, umframt at symfoniin í millumyvirskriftini verður lýst sum føroysk.
Í ummælinum verða lýsingarorð sum “astonishing”, “brilliant” og “marvelous” brúkt og tá ummælarin eisini fær gásarhold av at lurta, er eingin ivi um hvussu hugtikin ummælarin er. Við orðum sum “tónamálarí” og “botnleys nýhugsan” lýsir ummælarin, Graham Rickson sterku úttrykksmegina hjá tónamálandi verkinum. Bæði útgávan og tónaverkið eru í uppskoti at fáa FMA-virðisløn, tær verða latnar leygarkvøldið 11.mars. Her er ummælið í síni heild:
Sunleif Rasmussen was born in the Faroe Islands. He studied in Oslo, and now spends his time shuttling between Copenhagen and the Faroes. His impeccable pan-Scandinavian credentials are further boosted by the work on this disc. The Earth Anew was commissioned as a companion piece to Sibelius’s vast choral symphony Kullervo, and is scored for similarly extravagant forces. Sibelius’s libretto came from the Finnish national epic Kalevala. Rasmussen sets a text in Old Norse, a heady creation myth involving trees, dragons, squirrels and a world sinking into the sea before being reborn. As a piece of musical tone-painting it’s frequently astonishing, the first movement’s “confusion of sounds” a brilliant depiction of pre-creation chaos, Rasmussen’s bass-heavy textures enlivened by shrewd use of a percussive orchestral piano. The arrival of soprano Cyndia Sieden and baritone Bo Skovhus near the movement’s close induces goose pimples, the pair portraying the first humans. Henrik Friis’s notes refer to Rasmussen’s deployment of Faroese folk tunes, though for non-natives they’re hard to discern. What hits home is the work’s theatrical flair and boundless invention, ensuring that the darkness never dominates. Several sections are very funny, notably Sieden’s squirrelly pyrotechnics in the third movement, sparring with gruff male voices. The symphony’s unsentimental, gently optimistic close is marvellous. Highly recommended, abetted by full-throated singing from the Akademiska Sångföreningen and Muntra Musikanter choirs. Superb recording, too.
http://www.theartsdesk.com/classical-music/classical-cds-weekly-beethoven-rasmussen-shostakovich-tchaikovsky
Rithøvundafelagið hevur arvað
/Rithøvundafelagið hevur sent tíðindaskriv um arv frá Ebbu Hentze, tey skriva m.a: Fyri skjótt 2 árum síðani bórust deyðsboðini av Ebbu Hentze. Hon var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stutt– søgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebbu Hentze umsett mangar bøkur til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men allarmest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri kunnleikan til og útbreiðsluna av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum. Umframt sítt viðfevnandi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at hjálpa yngri høvundum ráð og vegleiðing og nú hevur hon latið Rithøvundafelagnum virði úr húsum sínum fyri tilsamans 200.000 krónur, sum serliga skulu koma ungum høvundum til góða. Endaliga upphæddin verður í mars mánað sett inn á serstaka konto, og fer nevndin nú undir arbeiðið at orða eina reglugerð fyri, nær og í hvønn mun peningurin kann nýtast ella latast. Ebba er farin, men í hennara anda vil Rithøvundafelagið nýta arvin til at menna føroyskar bókmentir og at stuðla ungar rithøvundar.
Bárður Jákupsson - fernisering
/Leygardagin var fernisering í Steinprenti, tá nýggja framsýningin hjá Bárði Jákupsson lat upp. Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning við vatnlitamyndum, málningum og steinprentum. Jan Andersson helt eina stutta røðu og takkaði Bárði Jákupsson fyri drúgva samstarvið millum grafiska verkstaðin og Bárð og grundleggjandi leiklutin í mun til at verkstaðurin varð stovnsettur í Føroyum.
Síðani hugleiddi Bárður Jákupsson um sítt listarliga útgangsstøði og segði, at myndirnar eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði listamaðurin millum annað og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum enn av sjónum. Hann helt sjálvur, at onkur av hesum upplivingum, skapini av tindunum onkursvegna situr eftir í hansara málningum. Bárður segði m.a., at systirin teknaði og at hann var inspireraður av henni. Hann greiddi frá, at einaferð var ein blettur komin á eina av hennara myndum, og hon var sera forharmað um blettin, sum hon helt oyðilegði ta fínu myndina. Tá hugsaði Bárður við sær sjálvum, at hann dugdi ikki at síggja, at myndin bleiv verri av blettinum, heldur hinvegin. Her eru myndir frá leygardegnum, sum eg og tey í Steinprenti hava tikið.
Avdúking av hvørji 3+2 listafólk skulu myndprýða H-bygningin
/http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939&NewsItemID=15593
Seinnapartin í dag vóru nøvnini á listafólkunum, sum skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, almannkunngjørd. Samanlagt 40 uppskot vóru at velja ímillum úr bæði Føroyum og útlandinum. Av hesum hevur listabólkurin, ið er knýttur at verkætlanini, valt trý listafólk til at menna og fremja síni listarligu íkast til H-bygningin.
Hátíðardámur var í forhøllini á Landssjúkrahúsinum seinnapartin í dag, tá nøvnini á listafólkunum, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin skuldu avdúkast.
Longu á heysti 2016 lýsti listabólkurin eftir listafólkum til at prýða H.bygningin, og tá avtornaði vóru samanlagt 40 uppskot at velja ímillum. Listabólkurin hevur frá byrjan lagt stóran dent á, at listafólkini skulu draga sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi við í listarligu tilgongdina. Samstundis hevur tað verið umráðandi, at listafólkini arbeiða við samanspælinum millum lekjandi list og listahandverk, arkitekturinum og umhvørvinum kring bygningin, og at støðið verður tikið í føroyskari mentan.
Á samkomuni í dag bjóðaði stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, fyrst vælkomin. Síðani hevði Jan á Argjaboða, verkætlanarleiðari hjá Landsverki fyri H-bygningin, eina framløgu um endamálið við og innihaldið í nýggja bygninginum.
- H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður ikki bert nýskapandi í sjálvum sær, men fer í stóran mun at nútímansgera allar mannagongdir á Landssjúkrahúsinum, ið eftir ætlan skulu vera til frama fyri bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk.
H-bygningurin er ein sera stór verkætlan í føroyskum høpi, og verður hartil ein týðandi og sjónskur partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Bygningurin fer at liggja vakurt afturat verandi bygningum við framsíðu út ímóti havinum og Sandagerði. Teir 11.000 fermetrarnir, sum eru lutaðir sundur á fýra hæddir, fara at fevna um psykiatriskan depil, somatisk seingjapláss, føðistovur, endurvenjing, køk og matstovu, segði Jan á Argjaboða millum annað.
Síðani fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum, Siri Stenberg, orðið. Hon hugleiddi fyrst um týdningin av list í sjúkrahúshøpi, um "healing architecture" og tað, at listin kann skapa tryggleika, troysta, geva vón, stimbran og gleði. Síðani avdúkaði hon nøvnini á teimum listafólkum, ið hava fingið uppgávuna at listprýða H-bygningin. Og listafólkini eru:
Guðrið Poulsen (f. 1961), sum er úr Havn, hevur arbeitt í tríati ár við leiri. Guðrið er bæði kend fyri sín vakra keramikk og sínar abstraktu leirskulpturar. Til H-bygningin fer Guðrið at arbeiða við umhvørvinum kring bygningin oman móti sjóvarmálanum, umframt innandura listprýði. Javier Tapia (f. 1976) er upprunaliga úr Kili, men býr og arbeiðir nú í Keypmannahavn. Javier er fjøllistamaður, har alt frá instalatiónum og video til tekningar og kollasjur mynda hansara listarliga virksemi. Javier fer at framleiða nakrar staðspesifikkar installatiónir, har áskoðarin kann kava inn í frásøgur, sum taka støði í føroyskari siðmentan. Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950) býr á Eiði, har hon í sínum verkstaði framleiðir málningar, sum bera eina søgu um lívið kring hana, t.d. familju, trúarlív og nattúru. Sigrun arbeiðir við einum forteljandi og figurativum stílslagi, sum liggur á markinum millum magiska realismu, súmbolismu og naivismu. Harumframt eru tvey listafólk sett at menna og fremja smærri verkætlanir. Tey eru: Rannvá Kunoy (f. 1975) úr Havn, sum býr og virkar í London. Rannvá arbeiðir við málningalist, og hennara málningar eru eyðkendir. Myndirnar eru nærum fotografiskar, og gevur myndbúnin myndunum eitt orkufult immaterielt brigdi. Brandur Patursson (f. 1977), sum býr og virkar í Havn, arbeiðir fyrst og fremst við glasi og ljósi á ein hugvekjandi hátt.
Rannvá Kunoy
/Foto: Charlie Forgham Bailey.Frá The independent.
Í sambandi við stórar listprýðingsverkætlanir hava vit hoyrt navnið á Rannvá Kunoy tvær ferðir. Tað er gleðiligt, hon býr í London og tað er ikki tað nógva, vit hava sæð til hennara list í Føroyum seinastu árini. Rannvá Kunoy er millum teirra, sum skulu prýða stóra skúladepilin í Marknagili og eg havi spurt listakvinnuna um føroysku uppgávurnar.
Júst henda dagin var evstamarkið at senda verk til eina listastevnu í Dallas, har sum Rannvá verður við. Hon verður eisini við á næstu framsýningini hjá Saatchi Gallery í London og í november í ár hevur hon serframsýning í New York, so Rannvá Kunoy hevur úr at gera, men hon er sera glað fyri at fáa føroyskar uppgávur, skilji eg á henni.
- Skapanarmegin er progressiv, greiðir Rannvá Kunoy frá og heldur fram: “Skapanarmegin er við til at flyta menniskju víðari, tessvegna er listin týdningarmikil partur av menningargongdini. List í almenna rúminum gongur fyri seg og tekur lut í gerandisdegnum og hon samskiftir beinleiðis til henda skapanarhuga, sum vit hava íbornan eins og partur av okkara DNA. Sum Einstein segði, so hevur hugflog størri týdning enn vitan. List leiðir okkum vegin fram og setir mørk fyri hvar hon vil avrika og forføra. Tá eg hoyrdi um Glasir og um nýggja sjúkrahúsbygningin, hugsaði eg, at tað kundi verið ynskiligt at luttikið. Tað kennist sum um, at hetta er rætta tíðin hjá mær at royna meg við einari permanentari uppseting av verkum í almenna rúminum. Eg eri sera spent uppá uppgávurnar og kenni tað sum stóran heiður at fáa møguleikan at prýða Glasir og nýggja sjúkrahúsbygningin”
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/3/6/mti-ljsinum-og-ytstu-mrkunum?rq=Kunoy
Sissal Kampmann í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina
/Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2017. Sunnudagsland, ið er fimta útgávan hjá Sissal Kampmann, er eitt savn av yrkingum til heimstaðin, Vestmanna. Sunnudagsland er eitt búgvið yrkingasavn, ið er komponerað sum ein heild við yrkingum um eitt yrkjaraeg, sum er flutt aftur til heimbygdina at vera eina tíð. Vit hóma samfelagið, men uppliva ikki onnur fólk í bókini enn yrkjaraegið, ið tykist avbyrgt í lufttómum rúmi. Sunnudagsland er ein sorgblíð bók, merkt av longsli og eini djúpari kenslu av fremmandleika og av at vera uttanfyri. Tíðin, tað slitna umhvørvið og tað vánaliga veðrið verða nágreiniliga skrásett av yrkjaraegnum, sum kannar veðurlíkindini fleiri ferð um dagin. Veðrið og ljósið hava sera stóran týdning í savninum. Orðið sunnudagur merkir sóldagur, men eftir øllum at døma mugu tey bíða eftir sólini í Sunnudagslandinum, har ódn og myrkur ráða, har klokkan ringir ljóðleyst og har vegurin til bygdina er sólleysur og stjørnuleysur.
FOTO: Ditte Mathilda Joensen
DAMUDOMI 2017
/DAMUDOMI 2017 er ein heil vika av upplýsandi og hugtakandi tiltøkum, sum verða í SIRKUS í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Høvuðsevnið í ár er “umboðan”. Hetta inniber umboðan á alskyns hátt, til dømis í mun til kyn, sosiala støðu og ætt. Tónleikur, samrøður, framløgur, kjak, list og hugleiðingar eru á skránni frá 2. til 8. mars. Millum annað verður tiltakið “Orð um kyn” har eitt úrval av ymiskum persónum fara at lesa eitthvørt, sum snýr seg um kyn. Eisini eru filmarnir “Venus” og “Miss Representation” á skránni, ið á hvønn sín hátt snúgva seg um umboðan og sexualitet. Ljós verður varpað á ymisk sløg av feminismu, ymisk sløg av javnstøðu kring heimin, eins og framløga verður um føroyskar lýsingar, og hvussu kyn verður brúkt á ymiskan hátt. Tað eina kvøldið fara vit í dýpdina við samrøðum við trý fólk, ið á hvønn sín hátt arbeiða fyri javnrættindum og at broyta afturhaldnar áskoðanir. Aftaná verður samrøðustova, har orðið er frítt, og hugleitt verður við útgangsstøði í samrøðunum. Endamálið er at leggja dent á feministisk grundvirði og samfelagsligar avbjóðingar í einum forum, ið birtir undir luttøku og siðiligt kjak. Øll tiltøkini leggja dent á samskifti andlit til andlits, og hetta stendur sum mótpólur til ósiðiliga kjakið, ið ofta fer fram á serliga sosialum miðlum. Øll tiltøk eru ókeypis, soleiðis at møguligt er at luttaka, óansæð fíggjarliga støðu.
#GERANDISFEMINIST
Allir feministar standa ikki á pallum ella stíga alment fram við boðskapum. Tað er í teimum vanligu gerandishandlingunum, sum ikki skapa yvirskriftir, at gerandiskampurin fyri feminismu fer fram. Øll menniskju kunnu í gerandisdegnum útliva feminismu. Gert tú? Frá hesi vikuni av fert tú á sosialu miðlunum at síggja eitt Damudomi búmerki, sniðgivið av Billu Jenny Jónleifsdóttir, har vit biðja øll, sum kunnu svara ja uppá spurningin, um at posta sína handling á Facebook, Instagram og aðrastaðni, tagga #gerandisfeminist og #damudomi2017 og vera við til at varpa ljós á gerandisfeminismu.
TILTØK:
2. mars: “Miss Representation” & “The Danger of the Single Story” “You can’t be what you can’t see” er høvuðssetningurin í filminum “Miss Representation”, sum snýr seg um væntandi umboðan av kvinnum í miðlunum. Filmurin vísir á, hvussu umboðanin er einsháttað og avmarkað, sjálvt um tørvur og eftirspurningur er eftir alskyns fyrimyndum. “The Danger of the Single Story” er ein TED Talk (fyrilestur), har kendi nigerianski rithøvundurin Chimamanda Ngozi Adichie hugleiðir um, hvat hendir tá ið kompleks menniskju og støður verða umgjørdar til eina einfalda søgu.
Áðrenn sýningina hugleiðir Maud Magnussen um filmin og fyrilesturin og viðger ymisk sjónarhorn í mun til umboðan.
3. mars: Orð um kyn Elin Súsanna Jacobsen, Tráin Petursson Nónklett, Liljan Weihe og Jóanes Nielsen eru nøkur av teimum, ið koma at lesa burturúr bókmentaligum dýrgripum, ið teimum dáma væl. Inspirerandi, tankavekjandi, stuttligt ella provokerandi - so leingi tað er undir 15 minuttir og snýr seg um kyn og kropp.
4. mars: Damur á slagverk, bass, guitar og við mikrofonirnar. Damur sum rokka. Sum nakað heilt serligt fara nakrar feskar tónleikarinnur at spæla kvinnuheiðrandi løg leygarkvøldið 4. mars. Manningin - nei, bíða - kvinningin er Elsa Gunnarsdóttir Sevdal á gittar, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban á bass og Sunneva Gaardlykke á slagverk, ið eisini telja helvtina av damunum aftanfyri lagið “Drep, drep, drep!”, sum kom út í samband við leikin “Einaferð var tað eg”. Við sær hava tær songkvinnurnar Evu Mariu Brynhildardóttir og Jasmin Mote. Aftaná konsertina stýra damurnar náttini víðari handan DJ pultin. Skráin bjóðar uppá femi-disking við luttakarum frá diskiverkstovuni “Synka tín syklus” og limum í Damudomi.
5. mars: Femilist við Anný og Gyðu Ígjøgnum vikuna hanga tvær myndatalvur í Sirkus við fotomyndum av tveimum evnaríkum, ungum listakvinnum: Anný Djurhuus Øssursdóttir og Gyða Barbara Jacobæus. Myndirnar viðgera og viðmerkja kropp og kyn á ein estetiskan og tilvitaðan hátt. Sunnukvøldið 5. mars prátar Solveig Hanusardóttir Olsen við Gyðu um hennara myndir, listaliga virksemi og hvussu hon velur at avmynda kroppin.
6. mars: “Føroyskar lýsingar M/K” Solveig Hanusardóttir Olsen prátar um lýsingar í føroyskum høpi, millum annað lýsingina við einum pari av skóm við hæli, ið elvdi til heitt kjak um umboðan av kyni. Lýsingar hava til endamál at varpa ljós á og lýsa fyri einhvørjum, og fyri at gera hetta sum best mugu tær hava slagkraft – spurningurin er so bara, hvørjar faktorar slagkraftin byggir á. Í framløguni eru nógv stuttlig, góð og viðkomandi dømi um føroyskar lýsingar.
7. mars: Samrøður og samrøðustova: Hvat er feminisma fyri teg? Ljós verður varpað á tær ymsu røddirnar innan føroyska feminismu og kvinnurørsluna. Fyrsti partin av kvøldinum er samrøður við tríggjar ymiskar feministar: Katrin Kjølbro, Cecilia Jacobsen og Búi Dam. Vit tosa við tey ein og ein um, hvussu tey trý á hvør sín hátt umboða og arbeiða fyri feminismu á ymsum pallum. Seinni partur bjóðar áhoyrarunum høvið at luttaka í eini samrøðustovu, har áhoyrararnir verða býttir upp í smærri kjakbólkar. Øll luttakandi fáa møguleikan at práta um og kjakast um sína feminismu ella luttøku í kvinnurørsluni í smærri bólkum. 8. mars: “Venus” Heimsfrumsýning av dokumentarfilminum Venus, ið hevur undirheitið “Let’s Talk About Sex”. Filmurin er ein innilig, ærlig, sárbar og skaldslig frásøgn frá ungum kvinnum um sex og erotikk. Kvinnurnar fortelja um teirra sexuellu upplivingar og tankar. Sum tíðin fer, gerast søgurnar fleiri, og ein ramma byrjar at taka skap um hug, minni hug, tankar, kenslur uppdagan og tað, sum nærum aldrin verður orðað. Áðrenn sýningina bjóðar Turið Nolsøe vælkomin og hugleiðir um filmin.
Bárður Jákupsson sýnir fram í Steinprenti
/Í Steinprenti verður forskot tikið uppá várið nú leygardagin 25.februar, tá framsýning við verkum hjá Bárði Jákupsson letur upp. Við á framsýningini verða bæði málningar og prent. Sjálvt um prentini enn ikki eru heilt liðug - listamaðurin er júst í løtuni í ferð við at tekna og mála uppá steinar á grafiska verkstaðnum - so er als eingin ivi um, at framsýningarhølini leygardagin fara at ljóma av ljósi og hegnisliga samansettum litum. Bárður Jákupsson telist jú millum okkara royndastu og dugnaligastu listafólk, hann hevur verið virkin listamaður meira enn hálva øld, eins og hann eisini hevur havt stóran týdning sum listmiðlari m.a. í sambandi við starvið sum leiðari í Listasavni Føroya.
Listin hjá Bárði Jákupsson er sera fjølbroytt bæði tøkniliga og hvat viðvíkur stíli. Umframt oljumálningar, vatnlitamálningar og grafikk, hevur Bárður Jákupsson gjørt monumentalar prýðingar m.a. á Boðanesheiminum, men hann hevur eisini fingist við heilt smáar myndir og hevur eitt nú myndprýtt bæði barnabøkur og yrkingarsøvn.
Stundum er Bárður dekorativur og nokk so figurativur í eydnuríkum glæstrimyndum, aðrar tíðir tykjast myndirnar ógvusligar og ekspressivar, meðan huglagið aðrastaðni aftur er lættari í impressionistiskum, poetiskum hugleiðingum um veður og vind, ið ikki sjáldan raka við tað nonfigurativa. Allíkavæl er eingin ivi um samanhangin í hesum myndunum, sum bæði í litklangum og strukturum eru tætt skyldar. Har er ein serligur vitalitetur í kompositiónunum, sum bæði hevur við sannførdu litsamansetingarnar og við dynamiska myndabygnaðin at gera.
Ofta eru teir bjørtu spektrallitirnir umboðaðir – og tá tað til dømis snýr seg um at áseta rættan skamt av violettum tónum upp móti gulum og brúnum, munu fá vera gávað við sama koloristiska yvirskoti sum Bárður Jákupsson. Teir døkku og fjálgu jarðlitirnir eru somuleiðis væl umboðaðir í myndunum, ið myndevnisliga taka støði í føroyska landslagnum, í haganum og í klettunum niðri við sjóvarmálan, men talan er um eitt sera egið landslag, sum kemur burturúr. Tað er eitt hugans landslag, sum Bárður málar, ið er merkt av poesi og máling; einum artistiskum hugsunarhátti og musikaliteti við penslastrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum, stundum breiðum ella fínligum strukturum.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina, sum letur upp í Steinprent á Skálatrøð í Havn leygardagin 25.februar klokkan 15-17.
Á listafundi í Norðurlandahúsinum
/Ein myrkagráan sunnudag seinnapart við liggjandi oysregni, skal nógv til, áðrenn undirritaða fæst frá húsum - tað má eg bara viðganga. So mikið glaðari eri eg fyri, at eg tók meg saman og fekk samrøðuna við, sum ein væl fyrieikaður Kim Simonsen hevði við teir báðar, Ian McKeever, listamann og Peter Levitt, yrkjara. Listamenninir hava arbeitt í Steinprenti síðstu vikuna og hava fingið eina áhugaverda verkætlan burturúr yrkingum og myndum.
Kim Simonsen legði fyri við at lýsa teir tríggjar partarnar í samstarvinum. Um Steinprent segði hann, at staðið so at siga hevur blást nýtt lív í/revitaliserað føroysku listina. Síðani presenteraði hann listamenninar, ið báðir eru royndir menn innan hvør sína sjangru. Fyrsti spurningurin var eyðsýndur, spurningurin um hví ein bretskur og ein amerikanskur listamaður møtast her í Føroyum of all places.
Ian McKeever greiddi frá, at hann hevði varnast Peter Levitt, tí hesin hevði skrivað ein áhugaverdan tekst í eini listabók um amerikanska abstrakta málaran Richard Diebenkorn – fá duga at skriva um abstrakta list, helt Ian McKeever, sum sjálvur er abstraktur listamaður, so hann man vita tað. Hugskotið til verkætlanina var komið í onkrum arbeiðssteðgi seinast McKeever arbeiddi í Steinprenti. Meðan prentað verður hevur listafólkið ofta pausur og høvið at ganga runt á verkstaðnum og har legði McKeever til merkis ymiskar bøkur, sum Steinprent hevur givið út, m.a. samstarv millum myndlistafólk ogyrkjarar: Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen; Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen m.a. McKeever fekk hug at gera eina tílíka útgávu og Jan Andersson í Steinprenti var við uppá tað alt fyri eitt og tessvegna varð verkætlanin sett í gongd.
Báðir listamenninir búgva við sjógv, Kim Simonsen spurdi um møguliga landslagið kundi síggjast sum eitt felags referansupunkt, McKeever svaraði, at tað kundi bert vera talan um eitt slag av mentalum landslagi. Síðan varð m.a. tosað um sjálva verkætlanina; tey seks steinprentini, ið vórðu hongd upp á veggin aftanfyri teir tosandi. Peter Levitt segði greiddi frá, at yrkingarnar vóru yrkingar, men at tær á prentunum eisini vóru eitt visuelt element og at steinprentini nú hvørki vóru yrkingar ella myndir, men nakað annað. Talan er ikki um myndbrprýðing av yrkingum, men um verk, har poesi og myndir sameksistera á pappírinum. McKeever legði m.a. aftrat, at vónin nú er, at okkurt slag av afturljóð er millum myndir og orð.
Samrøðan førdi teir gott og væl fjøruti áhoyrararnar víða hvar í listini hjá Levitt og Mckeever. Kim Simonsen hevði lisið ella hoyrt onkrastaðni, at McKeever dámar serliga væl at ferðast í londum, har hann ikki skilir málið. Spurningurin fekk McKeever at smílast Her kom eitt av skálkabrosunum frá McKeever, sum greiddi frá, at fyrimunurin við ikki at duga málið er, at mann kann ímynda sær ymiskt, sum fólk tosa um, sum kanska er enn meira áhugavert enn tað púra vanliga, sum fólk tosa um í veruleikanum.
I leave the world of language
Peter Levitt greiddi frá um sínar yrkingar, at hann gav lutfalsliga lítið út. – Tað, sum eg vil er at siga hvat hendir í hesi løtu, men tað er ikki lætt. Eitt træ er ikki poesi, helt Levitt og fyri at skriva yrkingar mátti hann fara úr málheiminum. Síðani skuldi hann royna at orða seg soleiðis, at lurtarin gjøgnum málið fekk innlit í kensluna ella hugsanina, hann hevði havt áðrenn – ikki bókstavliga, men essentielt. At enda las Peter Levitt yrkingar og greiddi frá umstøðum og hendingum kring hesar yrkingar. Áhugavert at uppliva okkurt so kent og samstundis næstan eksotiskt og ókent. Levitt las eisini tær seks yrkingarnar, sum hann hevur brúkt í nýggju prentverkunum - tematiskt snúgva tær seg um steinar og pakkar og um at vera til her og nú. Umframt at tey seks ørkini verða til eina (sera eksklusiva) listabók, sum verður framleidd í 18 eintøkum, er eitt upplag við 10 eintøkum av verkunum til taks, har arkini verða løgd saman, so at tey eru eins og ein pakki av poesi og myndlist; ein fragd at lata upp.
Í dag fara báðir listamenninir heim aftur, men verkini eru eftir. Her eru myndir frá tiltakinum og av verkunum.
Meira rós til Randi Ward
/Enn eitt ovurhonds positivt ummæli er komið av bókini hjá Randi Ward, Whipstitches, sum kom út í fjør summar. Alex Gallacher hevur á bretsku heimasíðuni fruk (folkradio) skrivað drúgva grein um Randi, sum herfyri varð virðislønt fyri sína týðing av einum úrvali av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen í savninum Fjalir. Randi hevur týtt restina og bókin Planks verður liðug í summar.
Vit kenna eisini Randi Ward frá tónleikinum, bæði Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir hava brúkt hennara yrkingar í tónleiki sínum. Whipstitches er eitt yrkingasavn við 99 stuttum, komprimeraðum yrkingum við vøkrum náttúru- og umhvørviseygleiðingum, yndisligum lit- og sansaupplivingum, sum í støðum eru merktar av einum hóttandi varhuga av, at ikki alt er sum tað eigur.
Gate
Oh merciful
gate, break
these legs
for meg
so I dont´t
have to walk home
Lesið nýggjasta ummælið her: http://www.folkradio.co.uk/2017/02/randi-ward-whipstitches/