Rúm, brot og luft

Kuratorarnir Jón Sonni Jensen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen lurta eftir Kim Simonsen

- Nógv luft - og eitt lítið sindur av kærleika, villskapi og sorgblídni

Okkurt hendir í Føroyum beint í løtuni og eg veit ikki hvat tað er. Men í Listasavninum í gjár var meginparturin av ferniseringsgestunum ikki heilt so gráhærdur sum hann plagdi at vera - kanska er tað øll hesi, sum eru komin heim, møguliga tí Føroyar eru so unspoiled, at vit brúka list til økismenning í Sandoynni (Onkur politikari man hava etið seym; Fróðskaparsetrið má ikki leggja navn til slíkt lokalpatriotiskt fjas), ella er tað bara tí, at hesi unga flýggja, tí heimurin er so avkøvdur og myrkur fyri summi, at tey kenna sær áneyðir at stjæla stórar lastbilar og koyra við fullari ferð inn í mannamúgvur og oyðileggja sjálvan tankan um tað góða lívið ein frælsan, ljósan fríggjadag seinnapart í Stokkhólmi.

 

Philippe Carré og speglingar 

Philippe Carré og speglingar 

Fá og smá verk

Hvussu er og ikki, vóru heilt nógv fólk møtt – bæði ung og gomul, tá ársins Várframsýning læt upp í gjár, 7.apríl og eftir sum, at verkini vóru lutfalsliga fá og smá, vóru tey ikki heilt løtt at fáa eyga á í meldrinum. Lukkutíð eydnaðist mær at síggja framsýningina áðrenn fólkini komu og tí sat eg har í forhøll Listaskálans og hugnaði mær við vinfólkum, meðan eg sodnaði framsýningarupplivingina, sum hóast minimal í vavi, veitir einstakar maksimalar upplivingar t.d. í verkunum hjá Hansinu Iversen og Jens Dam Ziska. Men eisini Philippe Carré hevur átta smáar blýants- og vatnlitamyndir við á framsýningini, sum sambært heitunum avmynda ymisk støð í Havn, men sum ikki bara eru fittar. Einstakar eru so vakrar og hugfarsligar, at tær minna um kompositiónir hjá Paul Klee og onkra av kliptu myndunum hjá Williami Heinesen. Í hesum sambandi má eg siga, at tað undrar meg, at Listasavnið segði arvin frá Ebbu Hentze frá sær. Eg ivist ikki í, at tær 430.700 krónurnar, sum komu inn, fara at vera góður styrkur hjá ungum rithøvundum, men partur av arvinum frá Ebbu var m.a. klippmyndir hjá Williami Heinesen, tær eru ómissandi - skaffast ikki aftur og tær vóru ogn Føroya fólks!

Hansina Iversen

Tey elskaðu

Felagsheitið á málningunum hjá Hansinu Iversen Portraits of the Loved Ones ber brá av eini ávísari fjeppan við tí figurativa. Eg havi einaferð í eini lýsing av einum málningi hjá Hansinu Iversen nevnt líkheitina millum henda gula, turkis og appilsingula málningin frá 2013 og kenda og nógv parafraseraða verkið av teimum elskandi hjá Magritte frá 1928. Tað eru hasi bæði, sum mussast, hvørs høvd eru sveipað í hvítt klæði. Assosiativa elementið er eyðvitað ein grundleggjandi partur av upplivingini av nonfigurativari list, sum Hansina Iversen hevur ment nú í nógv ár og sum hon lukkutíð sær út til at blíva við at fáa gott burturúr. Tær smærru myndirnar eru ómetaliga væleydnaðar í sofistikeraða litsamspælinum millum gjøgnumskygt og óskygt og millum nonfigurativt við figurativum tilsipingum. Eg var somuleiðis ómetaliga fegin um málningarnar hjá Jens Dam Ziska, tí tað er langt síðani, eg havi sæð nakað gott nýtt í føroyskum málaríi. Hetta er um somu tíð stýrt og vilt málarí, sum hongur á balkongini í einari dynamiskari installatión; kanska kundi ein ella tvær myndir verið tiknar frá, tí veggurin er nóg so kompaktur, men verkini eru sum nevnt áhugaverd og tá tað annars er langt millum snapsirnar heilt einfalt tí lutfalsliga fáir skeinkjarar eru við, ja, so góðtaki eg fegin eitt lítið sindur av yvirflóð har á balkongini. Sambært úrvalsnevndini sendu 48 inn verk, meðan bara 12 sloppu við á framsýningina.

Jens Dam Ziska

Ein kanna er ein kanna

Annars er Várframsýningin ein lutfalsliga litfátøk framsýning - hugsaði eg við mær sjálvum, meðan Kim Simonsen røddi, og ein genta í ljósareyðum niðurdeili beint áðrenn smádansaði diagonalt gjøgnum hvítleikan í rúminum við kæru, gráu betongflisunum. Og tankin hjá Kim og Jóhan Martin Christiansen um at føroysk myndlist hevur verið til nógv longri enn okkara vanligu avmarkingar staðfesta, er áhugaverdur – sum eg síggi tað, innlima teir brúkslistina í myndlistina, teir síggja altso troyggjumynstur, útskornar træmillumgerðir í kirkjum, Kirkjubøstólarnar sum list ella myndamál. Tað er ikki fyrstu ferð og neyvan síðstu ferð, at hetta hevur verið gjørt, eg skilji ikki ordiliga tørvin á listaspjaldrinum; sjálvt um ein kanna er ein kanna, er hon bæði vøkur og nýtilig.   

Form og rúm og brot

Útvíðkandi listatankin tykist onkursvegna eisini nerta hesa tilfarliga fjølbroyttu framsýningina við ull og stoypingum, sum eisini í ein ávísan mun tykist snúgva seg um konstruktión, t.d. tekningarnar hjá Tummas Jákupi Thomsen, sum avmynda byggilutir í ymiskum samansetingum. Fleiri av verkunum eru seriel ella á annan hátt merkt av einum lyndi til uppseting av fleiri lutum, sum leggja upp til okkurt slag av interaktión, men sum eisini minna um notatir hjá arkitektum og designarum og sum altso snúgva seg mest um form og rúm. Hetta er eitt nú galdandi fyri verkini hjá Birit Kirke við heitinum Tilskapan og fyri verkini hjá Jórun Reginsdóttir, ið sýnir fram kollasjur, stoypingar og eina skitsubók fram við brotum. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur tvey verk við koboltbláum prenti á polyester, sum eru torfør at fokusera á og sum yvirhøvur hava okkurt óítøkiligt yvir sær, Pernille Mejslov sýnir fram nøkur grafisk verk við so stórum denti á tað taktila, at tað minnir um tekstil. Rúm er heitið á videoinstallatiónini hjá Brandi Patursson; sum er eitt svarthvítt náttúrurúm, ið innlimar skuggamynd áskoðarans í verkið. Brot eitur installatiónin hjá Guðrið Poulsen, sum fevnir um fotomyndir og leirverk, sum eru sett saman á borð og vegg næstan sum var hetta ein en atelier framsýning.

Gunnvør Hoydal Brimnes

Endurmyndir

Gunnvør Hoydal Brimnes er mær vitandi yngsti luttakari í Várframsýningin – tað haldi eg meg vita, tí eg fyri kortum var lærari hjá dugnaligu ungu kvinnuni í Hoydølum. Og kanska er hon nóg so ung til Várframsýningina, sum hinvegin er nógv broytt. Yrkislistafólkini, sum stovnaðu Várframsýningina, senda eftir øllum at døma ikki verk inn til hesa framsýning longur og tá er (ovmikið av) plássi til tey ungu. Gunnvør Hoydal Brimnes hevur arbeitt við leiri og jarntráði í sínum eitt sindur óhugnaligu, elasmáu skulpturum av fostrum við veingjum við surreelt klingandi heitinum Skinflies. Endurmyndirnar hjá Trinu Gaard eru elasmáar har tær hanga einsamallar á einum veggi, sum tó at hann er ógvuliga tómur í grundini ikki er deyðans pylsa, men tað mást tú niðan sjálv at skoða. Tí hesar myndir eru soleiðis háttaðar, at teirra árin rúmast ikki á eini fotomynd. Tær eru prentaðar á aluminium og skyggja á mystiskan hátt vakurt og sorgblítt.

Trina Gaard

Trina Gaard

Pernille Mejslov

Pernille Mejslov

Jórunn Reginsdóttir

Jórunn Reginsdóttir

Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen

Tummas Jákup Thomsen 

Tummas Jákup Thomsen 

Birgit Kirke

Birgit Kirke

Brandur Patursson

Brandur Patursson