Í dag vóru vit við tíggju ára gamla soninum til sýningina Kjøkkenet í Norðurlandahúsinum og bæði eg og hann vóru fegin og hugtikin av leikinum. Tá vit vóru á veg út suffaði lítli: “-OMG mamma, tá eg hoyrdi, at hatta var ein DANSI-sýning, so hugsaði eg bara: Hvussu yvirlivi eg hatta? Men tíðin gekk SO skjótt og áðrenn eg visti av, var tað liðugt!”.
Leikurin gongur fyri seg í køkinum í einum gomlum, tómum húsi. Ein dagin koma ein gamal sjógarpur og ein foreldraleys genta fram á húsini. Tey standa hvør sínumegin húsini og hugsa: “Her kann eg búgva” - tá tey gerast varug við hvønn annan, verða tey fyrst ørkymlað, men síðan vendist argilsi til gleði.
Sum skilst er hetta fyrsta sýningin, sum dansi- og leikbólkurin Jo Strømgren Kompagni hevur framleitt til børn. Jo Strømgren Kompani varð stovnað í 1998 í Norra. Leikurin um ómaka parið er stuttligur og syrgiligur, stundum absurdur og groteskur. Hjá smáu børnunum var tað kanska ríkiliga óhugnaligt og syrgiligt viðhvørt, men tann tíggju ára gamli var sera væl nøgdur, ikki minst tí tað endaði við, at kærleikin vann á bæði einsemi og óndskapi. Menniskjansligar kenslur eru í fokus í hesum leikinum, tað snýr seg at vera uttanfyri og vinarlag, og bæði dansur og koreaografi ganga fyri seg uttan at mann hugsar um, at tað verður dansað. Leikurin vardi í trý korter og tað var akkurát fyri. Hattin av fyri Norðurlandahúsinum, sum við Barnafestivalinum veitir týdningarmesta segmentinum; børninum kvalitets-mentanarupplivingar.