Røttu skógvarnir hjá Eivør eru gulir og Dennis er í teimum
/Júst sum mann ikki helt, at Eivør kundi gerast nógv kulari, hevur hon til sítt nýggja videolag valt heimsins kulasta krossdressara at umboða seg í bretsku versiónini av sanginum um teir røttu skógvarnar; In my shoes. Tað er Dennis Agerblad og hann ger tað sjálvandi framúrskarandi vakurt. Hansara stórbæra og barokka, pinklitta dress og gulu skógvar hóska sera væl til tann lætta popsangin við kinesiskt klingandi niðurlagnum og einfalda, men vísa lívsboðskapinum.
Tað tykist ganga serstakliga væl hjá Eivør í Bretlandi; nýggja videolagið, sum Kirstin Helgadóttir hevur gjørt, er frumframført á heimasíðuni hjá bretska tónleika- og mótablaðnum Clash Magazine. Har verður Eivør lýst sum ein óvanliga kreativur sangskrivari, hvørs verk higartil er stórfingið. Sambært yvirlitinum á Clash eru fleiri av konsertunum í Bretlandi útseldar.
Á heimasíðuni greiðir Eivør frá, at hon kendi til Dennis Agerblad og droymdi um at fáa hann við í visuellu tulkingina av sanginum In my shoes, ið snýr seg um at finna sína egnu leið í lívinum, hervið fevnir sangurin eisini um tey, ið kenna seg øðrvísi og sum kanska skulu stríðast eitt sindur meira enn onnur fyri at finna dirvið at ganga egnar leiðir.
Her er videolagið: https://youtu.be/ILgM-NpNBWo
Víkin Fagra - fernisering
/Í gjár læt framsýningin Víkin Fagra hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti. Har eru nakrar myndir.
Ferniseringsfríggjadagur
/Í dag ætli eg mær á tvær ferniseringar í Havn hjá tveimum røttum Havnamonnum, sum báðir eru poetiskir. Í Listasavninum letur framsýning upp klokkan 16 við myndlist hjá Williami Heinesen. Eg gleði meg at síggja hesi yvir hálvfjers verkini samlað. Eg vænti, at tað verður ein stór uppliving. Klokkan 17 letur framsýningin hjá Anker Mortensen upp, sum eg sjálv havi verið við til at gera, so tað verður við tann spentan ál oman í Steinprent, men verður veðrið so gott sum í skrivandi stund, ja, so gongur tað heila sum ein svisk. – Framsýningin hjá Anker Mortensen er myndað av grafikki, tekningum og vatnlitamyndum, tvs. at tað er Anker á pappír. Eitt tað fyrsta verkið, eg legði til merkis hjá listamanninum, var ein tekning, sum hekk ovarlaga á vegginum á Ólavsøkuframsýningini í 1996. Eg haldi, at myndin æt Hyljar og vøtn á Reynsmúlalág og eg haldi, at pappírið, hon var teknað á, var rukkut. Tekningin hugtók meg við sínum opinleika og radikalu abstraktión, og tá tann stóra, partvíst afturlítandi framsýningin hjá Anker var í Listasavninum í fjør, saknaði eg pappírspartin av verkunum. Málningarnir eru framúrskarandi, men tykjast onkursvegna meira lidnir og afturlatnir enn tekningarnar. Anker Mortensen hevur hesa seinastu tíðina búleikast í Hoyvík í húsinum hjá Ingun í Skrivarastovu og Kjartani Hoydal, sála, og hetta sæst aftur í framsýningini, hvørs heiti eisini lænir íblástur frá yrkingini hjá Karsteni Hoydal, har yrkjaraegið minnist aftur á barndómsins fagra dal. Framsýningin eitur Víkin Fagra og øll eru hjartaliga vælkomin!
Jákup Lützen debutkonsert
/Mikukvøldið 3. mai fer Jákup Lützen at spæla sína debutkonsert í konsertsalinum á kongaliga danska musikkonservatoriunum. Fyrstu helvtina av konsertina fer Jákup at spæla solobratsj, fyrst eitt stykki hjá Bach og síðani verður nýggja bratsjsonatan hjá Sunleif Rasmussen, sum er skrivað til høvið, framførd. Eftir hetta verður Adagio hjá Kodály á skránni og at enda verður bratsjkonsertin hjá Bartok framførd undir leiðslu av leo McFall. Debutkonsertin er almenn á Julius Thomsens Gade 1, 1970 Frederiksberg.
Framsýning í Dronninglund
/Í dag letur ein framsýning við føroyskari list upp í Dronninglund Kunstcenter við verkum hjá Zachariasi Heinesen, Bárði Jákupsson, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Hansinu Iversen, Elin Josefinu Smith, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Beintu av Reyni og Eyðuni av Reyni.
Víkin fagra
/Anker Mortensen - brot úr steinprenti
Víkin fagra er heitið á eini framsýning hjá Anker Mortensen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 5.mai klokkan 17-18. Hetta er Anker á pappír við nýggjum steinprentum, sum listamaðurin gjørdi á verkstaðnum saman við Magnusi V.Andersson. Eisini verða vatnlitamyndir á framsýningini og ymiskar skitsur, sum eru festar á smá pappírspetti, kaffifiltur, kvittanar o.l, sum listamaðurin hevur havt við hondina júst tá hann bar eyga við eitthvørt áhugavert ella vakurt í umhvørvinum.
Myndamálið er grundleggjandi abstrakt, men við smáum figuratiónum av húsa- og skipaskapilsum, av steinum og haga uppi í Hoyvík, har Anker Mortensen hevur búleikast nú eina tíð. Við teimum mongu smáu skitsunum verður hetta ein óvanliga opin, spontan og leitandi framsýning, men listamaðurin er eisini kendur fyri at vera óvanliga leitandi í mun til hvat vit hava verið von við innan føroyska list. Myndamálið er einfalt, miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika í myndunum. Íblásturin stavar altso frá upplivingum í náttúruni av vindi og sól, av mynstrum ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist.
Enn sum áður er poetiska útgangspunktið til staðar í myndlistini hjá Anker Mortensen. Tað sæst eitt nú á heitinum á framsýningini, sum eisini er felagsheitið á øllum prentunum, og sum sipar til yrkingina hjá Karsteni Hoydal “Ganga nú á meg minnini/ mær goymdu oyru og eygu:/ Dalurin fagri, mín barnaheimur/ millum brattar og brúnar heygar.” Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Framsýningarhópurin er merktur av einum serligum samanhangi, sum bæði kemst av teirri serligu, ójøvnu og viðkvomu strikuni hjá Anker Mortensen og av mynstrum og skapum, ið ganga aftur í myndum og skitsum. Øll eru hjartans vælkomin til framsýningina.
Stór undirtøka til fototiltak hjá Norðurlandahúsinum
/Tá freistin at innsenda myndir til framsýningina “Eitt ár í Føroyum” var farin mikudagin, høvdu 89 myndatakarir sent myndir inn.
Heili 624 myndir eru innkomnar.
Framsýningin letur upp tann 7. juni kl. 17. Í hesum sambandi verður eisini ársins mynd útnevnd. BankNordik letur eina peningagávu á 5.000 kr til bestu myndina.
Eitt ár í Føroyum
Tað yður í myndum kring um okkum, og hvør einasta mynd sigur eina søgu.
Til Summarframsýningina 2017 hevur Norðurlandahúsið savnað ørgrynnu av fotomyndum, tiknum í Føroyum farna árið – millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Her sleppa tær at siga hvør sína søgu, og saman eina stóra felagssøgu.
Øll, ið hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu, eru vælkomin at taka lut. Hvat hendir eitt ár í Føroyum? Hvat gera vit? Hvat gleðir okkum og hvat ræðir okkum? Náttúra og mentan. Børn og djór. Gerandisdagur og høgtíðir. Politikkur og trúgv. Bygdarlív, býarlív og sjóliv. Familjulív og arbeiðslív. Veður og vindur. Og alt tað, vit ikki kunnu seta orð á.
Elsta fotomyndin, vit vita um, varð tikin av franskmanninum Joseph-Nicéphore Niépce í 1826. Hon dagaði á einari tinplátu, klæddari við ljóskvæmum, sýriskum asfalti, og hon varð eftirviðgjørd við terpentini og lavendulolju. Myndin vísir útsýni úr vindeyga hansara, og hon varð eksponerað í átta tímar, so sólin flutti seg ímeðan og skygdi á bygningar báðu megin myndina. Fotomyndin er titrandi vøkur og duldarfull. Hon er eitt søguligt skjal og eitt vísindaligt frambrot. Hon rúmaði og rúmar óteljandi møguleikum.
Fotomyndin gevur okkum framúr líkindi at skapa vakurleika, at smíða frásagnir, og at vísa á leiðir til at skilja bæði fortíð og samtíð. Fotomyndin kann gera tað ósjónliga, tað vit ikki varnast og ikki vænta okkum at síggja, sjónligt ogítøkiligt. Hon kann sjónliggera, samskifta, upplýsa og ítøkiligera. Men hon kann eisini villeiða. Fotomyndin kann føra okkum nærri sannleikanum, men kann eisini skapa frástøðu til veruleikan, fremmandagera. Hon kann lýsa veruleikan, men eisini skapa úrtøkilig hugtøk um veruleikan, tulka hann og avmarka hann. Alt hetta er eitt lið í sera fløkta samspælinum millum fotomyndina, veruleikan og listina.
Heilt síðan fotomyndin bleiv til, hevur samspælið millum hesi trý – fotomyndina, veruleikan og listina – verið fløkt. Nýtslan av fotomyndum í handilsligum, vísindaligum og ídnaðarligum høpi hevur nærum sett tær í andstøðu til listina, og fotomyndir, mótsett øðrum listamiðlum, verða hildnar at vera sakligar endurgevingar av veruleikanum, vera sannar. Sjálvt tá ið tær eru kámar ella avskeplaðar, verða tær fataðar sum lítil brot av veruleikanum, ólíkar bókmentum, tekningum, málningum og skulpturum, ið alt verður fatað sum tulkingar. Fotomyndin er próvtilfar, eitt amboð vit nýta til at kanna samleika, halda eftirlit og stýra. Hon er eitt óheft tekin um, at okkurt er til, ella hevur verið til. Hon er ólistalig og verður hildin at hava eitt sakleysari samspæl við veruleikan enn listin.
Men hóast fotomyndin kanska hevur eitt øðrvísi samspæl við veruleikan enn bókmentir, tekningar, málningar og skulpturar, er hon sjálvandi ikki sakleys. Fotomyndir kunnu tulkast á mangan hátt, og okkara persónliga fatan av heiminum og estetikki – ja, næstan sæð alt tað, vit menniskju rúma - er ein partur av myndini. Fotomyndin er, eins og allir aðrir sjónbarir miðlar, eitt úrslit av tilvitaðum og ótilviðtaðum avgerðum um myndaskipan, ljós, myndevni og sjónarmið, og hon hevur, eins og allar aðrar myndir, eitt myndamál, sum kann vera alt frá friðsælugerandi og hálovandi til spottandi og eyðmýkjandi.
Og kanska er fotomyndin enntá enn minni meinaleys enn hetta.
Amerikanski rithøvundurin Susan Sontag hevur skrivað um, hvussu fotomyndin hevur broytt hvussu vit síggja heimin. Hon hevur broytt okkara veruleikasýni og flutt fatanina av sannleikanum. Hon hevur vikað okkara hugsan um, hvat er vert at hyggja at, og hvat vit hava rætt til at hyggja at, og hevur harvið kollvelt alla okkara etisku skipan. Hon hevur enntá umskipað sambandið við okkum sjálv, við onnur og við umhvørvi okkara. Broytt, hvussu vit lýsa kenslur okkara, flutt fatan okkara av ogn og valdi og broytt, hvussu vit ogna okkum vitan um fortíðina og nútíðina.
Tað eru nærmasta fortíðin og næstan nútíðin, sum eru til staðar í hesi framsýning, ið lýsir og skjalprógvar, tulkar og avskeplar eitt ár, sum fór í Føroyum. Eygfara vit eina landslags-, andlits-, miðla- ella familjumynd, so fáa vit ein hóp av frásøgnum í gávu, men vit eru eisini partur av einum stórum, áhugaverdum og markleyst fløktum samspæli millum fotomynd, list og veruleika. Eitt samspæl, ið ikki einans ávirkar, hvussu vit fata umhvørvi okkara, men eisini broytir okkum sjálv. Í øllum førum eitt lítið sindur.
Olaf Johannessen sum tann stóri diktatorurin
/Legendariski filmurin Diktatorurin hjá Charlie Chaplin verður settur upp sum sjónleikur á Nørrebro Teater við fleiri av teimum allarbestu og kendastu donsku sjónleikarunum í løtuni og høvuðsleiklutin hevur okkara egni Olaf Johannessen. Hann spælir dupultleiklutin sum mildi, jødiski hárskerin, ið eftir eitt langt tíðarskeið við minnistroti vaknar til ein øðrvísi heim, ið er náðileyst stýrdur av uppblásta einaræðisharranum Hynkel. Filmurin kom í 1940 og var tá háaktuellur, tíverri tykist sjónleikurin somuleiðis alarmerandi aktuellur. Nikolaj Cerderholm leikstjórnar og umfram Olaf Johannessen eru: Søren Pilmark, Peter Gantzler, Jesper Hyldegaard, Nicolai Dahl Hamilton, Özlem Saglanmak, Asbjørn Krogh Nissen ogPeter Zandersen
MANUSKRIPT Charlie Chaplin
INSTRUKTION OG DRAMATISERING Nikolaj Cederholm
SCENOGRAFI Kim Witzel
KOSTUMER Line Bech
PIANIST OG ARRANGØR Olivier Antunes
VERÐUR LEIKTUR 21. september – 29. oktober 2017.
STAÐ Nørrebro Teater, Ravnsborggade 3, 2200 København N
BILLETTER 100-435 kr. via www.nbt.dk / www.teaterbilletter.dk / 70 272 272
Framsýning við Brandi og Tróndi Patursson í Klaksvík
/Sunnudagin 30.apríl frá kl.17-20 letur upp framsýning við feðgunum Brandi og Tróndi Patursson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Framsýningin fevnir um málningar og glaslist frá teim báðum, sum á hvør sítt hátt er sermerkt. Fernisering verður sunnudagin kl. 17. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamenninar. Umframt lættari ábit, kemur Jógvan Andreas Joensen at framføra eitt sindur av tónleiki og Jógvan Skorheim, borgarstjóri flytur fram røðu. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi í allan Mai mánaða.Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00. Øll eru hjartaliga vælkomin !
Eivør á veg móti enskum gjøgnumbroti?
/Tað koyrir bara hjá Eivør Pálsdóttir í Onglandi í løtuni. Við einari enskari útgávu av Slør, Surrender, ið kemur 26.mai, ætlar hon at koma inn á enska marknaðin og í løtuni tykjast allar fortreytir vera til staðar fyri einum veruligum gjøgnumbroti harumleiðir. Týskvøldið fer Eivør at upptraðka í sjónvarpssendingini hjá kenda bretska sjónvarpsvertinum, Jools Holland og í dag er hennara útgáva millum viðmæltu útgávurnar í The Sunday times í teiginum This week’s essential new releases, sum Dan Cairns, Mark Edwards, Lisa Verrico og Clive Davis skriva. Eivør verður presenterað sum gjøgnumbrotið hesa vikuna og sum eitt merkisvert talent við eini rødd út yvir tað vanliga, sum kann sveiggja frá teskan til fulla ræddarmegi uppá eitt millisekund. Dentur verður eisini lagdur á hugtølandi elektronikatónleikin, sum myndar grundarlagið undir hennara løgum og á hennara framúrskarandi evni at framføra live. https://www.thetimes.co.uk/article/kendrick-lamar-damn-review-hr80659n7
Arnold Vegghamar 80
/Leygardagin 22.apríl fyllti ein av okkara mest sermerktu málarum runt. Tað er málarin á Viðareiði; Arnold Vegghamar, ið fyllti 80 ár, honum verður ynskt hjartaliga til lukku!
Vegghamar byrjaði at mála longu í 50´unum og hann var við á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Vegghamar var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Og nú vit eru inni á ismunum, so tekur stílurin í myndunum hjá Vegghamar støði í ekspressionismu og naivismu. Eg haldi, at onkrar av teimum mest einføldu myndunum eru originalar á sama hátt sum myndirnar hjá Steffani Danielsen vóru tað. Og sjálvt um landslagið í flestu myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so herliga bjartlitt sum tað er, er talan ikki um grunnar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í teimum menniskjatómu landsløgunum ofta álvarsligt, dapurt og mystiskt. Sjálvt um litirnir rópa hart, tykjast myndirnar onkursvegna introvertar í einum klaustrofobiskum myndaheimi, sum gevur assosiatiónir til tær brennandi gulu fepursjónirnar hjá Van Gogh, ið eg havi havt á orði í onkrum ummælum av Viðareiðismálarinum. Sjálvt um litirnir eru fegnir, og myndirnar við smáu fýrkantaðu húsaskapunum eru fittar og vælumtóktar millum fólk, kunnu myndirnar altso eisini bera brá av einsemi og angist; í summum myndum er tað sum tekur náttúran áskoðaran púrasta á bóli - perspektivið er øðrvísi hættað enn í vøkrum panoramamyndum, har áskoðarin kann njóta útsýnið yvir vakra landslagið. Í staðin fáa vit hamarin, lendið, grótið, klettarnar, túgvurnar í gronina - beint frammaná.
Áttati er høgur aldur, men ikki er langt síðani, Vegghamar seinast sýnti nýggjar myndir fram í Gallarí Focus í Havn og í Viðareiðis skúla sýndi hann fram 50 nýggjar myndir áðrenn páskir. Tær allarflestu vóru sambært tíðindaskrivinum spildurnýggjar, so Arnold er still going strong og tað er gott at hoyra.
Frá seinastu framsýningini í Viðareiðis skúla
Julie Sass: VOLUME RHYTHM MATTER artist book og framsýning í Nyhavn
/VOLUME RHYTHM MATTER dialogues
Velkommen til artist book event og soloudstilling af billedkunstner Julie Sass
Brun på lys gul, dyb pink på lys blå, og turkis på hvid; heliografier møder beskueren i gangen ved Danmarks Kunstbibliotek. Der er billeder før ord. Den nye bog er at finde i læsesalen og i montrer ved indgangen.
Hvor: Danmarks Kunstbibliotek, Nyhavn 2, 1007 Copenhagen K
Hvornår: 5. maj –24. juni 2017
http://www.listaportal.com/tidindi/2017/3/8/notes-on-julie-sass-in-steinprent?rq=Julie
Hattin av fyri Norðurlandahúsinum
/Í dag vóru vit við tíggju ára gamla soninum til sýningina Kjøkkenet í Norðurlandahúsinum og bæði eg og hann vóru fegin og hugtikin av leikinum. Tá vit vóru á veg út suffaði lítli: “-OMG mamma, tá eg hoyrdi, at hatta var ein DANSI-sýning, so hugsaði eg bara: Hvussu yvirlivi eg hatta? Men tíðin gekk SO skjótt og áðrenn eg visti av, var tað liðugt!”.
Leikurin gongur fyri seg í køkinum í einum gomlum, tómum húsi. Ein dagin koma ein gamal sjógarpur og ein foreldraleys genta fram á húsini. Tey standa hvør sínumegin húsini og hugsa: “Her kann eg búgva” - tá tey gerast varug við hvønn annan, verða tey fyrst ørkymlað, men síðan vendist argilsi til gleði.
Sum skilst er hetta fyrsta sýningin, sum dansi- og leikbólkurin Jo Strømgren Kompagni hevur framleitt til børn. Jo Strømgren Kompani varð stovnað í 1998 í Norra. Leikurin um ómaka parið er stuttligur og syrgiligur, stundum absurdur og groteskur. Hjá smáu børnunum var tað kanska ríkiliga óhugnaligt og syrgiligt viðhvørt, men tann tíggju ára gamli var sera væl nøgdur, ikki minst tí tað endaði við, at kærleikin vann á bæði einsemi og óndskapi. Menniskjansligar kenslur eru í fokus í hesum leikinum, tað snýr seg at vera uttanfyri og vinarlag, og bæði dansur og koreaografi ganga fyri seg uttan at mann hugsar um, at tað verður dansað. Leikurin vardi í trý korter og tað var akkurát fyri. Hattin av fyri Norðurlandahúsinum, sum við Barnafestivalinum veitir týdningarmesta segmentinum; børninum kvalitets-mentanarupplivingar.
Rúm, brot og luft
/Kuratorarnir Jón Sonni Jensen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen lurta eftir Kim Simonsen
- Nógv luft - og eitt lítið sindur av kærleika, villskapi og sorgblídni
Okkurt hendir í Føroyum beint í løtuni og eg veit ikki hvat tað er. Men í Listasavninum í gjár var meginparturin av ferniseringsgestunum ikki heilt so gráhærdur sum hann plagdi at vera - kanska er tað øll hesi, sum eru komin heim, møguliga tí Føroyar eru so unspoiled, at vit brúka list til økismenning í Sandoynni (Onkur politikari man hava etið seym; Fróðskaparsetrið má ikki leggja navn til slíkt lokalpatriotiskt fjas), ella er tað bara tí, at hesi unga flýggja, tí heimurin er so avkøvdur og myrkur fyri summi, at tey kenna sær áneyðir at stjæla stórar lastbilar og koyra við fullari ferð inn í mannamúgvur og oyðileggja sjálvan tankan um tað góða lívið ein frælsan, ljósan fríggjadag seinnapart í Stokkhólmi.
Philippe Carré og speglingar
Fá og smá verk
Hvussu er og ikki, vóru heilt nógv fólk møtt – bæði ung og gomul, tá ársins Várframsýning læt upp í gjár, 7.apríl og eftir sum, at verkini vóru lutfalsliga fá og smá, vóru tey ikki heilt løtt at fáa eyga á í meldrinum. Lukkutíð eydnaðist mær at síggja framsýningina áðrenn fólkini komu og tí sat eg har í forhøll Listaskálans og hugnaði mær við vinfólkum, meðan eg sodnaði framsýningarupplivingina, sum hóast minimal í vavi, veitir einstakar maksimalar upplivingar t.d. í verkunum hjá Hansinu Iversen og Jens Dam Ziska. Men eisini Philippe Carré hevur átta smáar blýants- og vatnlitamyndir við á framsýningini, sum sambært heitunum avmynda ymisk støð í Havn, men sum ikki bara eru fittar. Einstakar eru so vakrar og hugfarsligar, at tær minna um kompositiónir hjá Paul Klee og onkra av kliptu myndunum hjá Williami Heinesen. Í hesum sambandi má eg siga, at tað undrar meg, at Listasavnið segði arvin frá Ebbu Hentze frá sær. Eg ivist ikki í, at tær 430.700 krónurnar, sum komu inn, fara at vera góður styrkur hjá ungum rithøvundum, men partur av arvinum frá Ebbu var m.a. klippmyndir hjá Williami Heinesen, tær eru ómissandi - skaffast ikki aftur og tær vóru ogn Føroya fólks!
Hansina Iversen
Tey elskaðu
Felagsheitið á málningunum hjá Hansinu Iversen Portraits of the Loved Ones ber brá av eini ávísari fjeppan við tí figurativa. Eg havi einaferð í eini lýsing av einum málningi hjá Hansinu Iversen nevnt líkheitina millum henda gula, turkis og appilsingula málningin frá 2013 og kenda og nógv parafraseraða verkið av teimum elskandi hjá Magritte frá 1928. Tað eru hasi bæði, sum mussast, hvørs høvd eru sveipað í hvítt klæði. Assosiativa elementið er eyðvitað ein grundleggjandi partur av upplivingini av nonfigurativari list, sum Hansina Iversen hevur ment nú í nógv ár og sum hon lukkutíð sær út til at blíva við at fáa gott burturúr. Tær smærru myndirnar eru ómetaliga væleydnaðar í sofistikeraða litsamspælinum millum gjøgnumskygt og óskygt og millum nonfigurativt við figurativum tilsipingum. Eg var somuleiðis ómetaliga fegin um málningarnar hjá Jens Dam Ziska, tí tað er langt síðani, eg havi sæð nakað gott nýtt í føroyskum málaríi. Hetta er um somu tíð stýrt og vilt málarí, sum hongur á balkongini í einari dynamiskari installatión; kanska kundi ein ella tvær myndir verið tiknar frá, tí veggurin er nóg so kompaktur, men verkini eru sum nevnt áhugaverd og tá tað annars er langt millum snapsirnar heilt einfalt tí lutfalsliga fáir skeinkjarar eru við, ja, so góðtaki eg fegin eitt lítið sindur av yvirflóð har á balkongini. Sambært úrvalsnevndini sendu 48 inn verk, meðan bara 12 sloppu við á framsýningina.
Jens Dam Ziska
Ein kanna er ein kanna
Annars er Várframsýningin ein lutfalsliga litfátøk framsýning - hugsaði eg við mær sjálvum, meðan Kim Simonsen røddi, og ein genta í ljósareyðum niðurdeili beint áðrenn smádansaði diagonalt gjøgnum hvítleikan í rúminum við kæru, gráu betongflisunum. Og tankin hjá Kim og Jóhan Martin Christiansen um at føroysk myndlist hevur verið til nógv longri enn okkara vanligu avmarkingar staðfesta, er áhugaverdur – sum eg síggi tað, innlima teir brúkslistina í myndlistina, teir síggja altso troyggjumynstur, útskornar træmillumgerðir í kirkjum, Kirkjubøstólarnar sum list ella myndamál. Tað er ikki fyrstu ferð og neyvan síðstu ferð, at hetta hevur verið gjørt, eg skilji ikki ordiliga tørvin á listaspjaldrinum; sjálvt um ein kanna er ein kanna, er hon bæði vøkur og nýtilig.
Form og rúm og brot
Útvíðkandi listatankin tykist onkursvegna eisini nerta hesa tilfarliga fjølbroyttu framsýningina við ull og stoypingum, sum eisini í ein ávísan mun tykist snúgva seg um konstruktión, t.d. tekningarnar hjá Tummas Jákupi Thomsen, sum avmynda byggilutir í ymiskum samansetingum. Fleiri av verkunum eru seriel ella á annan hátt merkt av einum lyndi til uppseting av fleiri lutum, sum leggja upp til okkurt slag av interaktión, men sum eisini minna um notatir hjá arkitektum og designarum og sum altso snúgva seg mest um form og rúm. Hetta er eitt nú galdandi fyri verkini hjá Birit Kirke við heitinum Tilskapan og fyri verkini hjá Jórun Reginsdóttir, ið sýnir fram kollasjur, stoypingar og eina skitsubók fram við brotum. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur tvey verk við koboltbláum prenti á polyester, sum eru torfør at fokusera á og sum yvirhøvur hava okkurt óítøkiligt yvir sær, Pernille Mejslov sýnir fram nøkur grafisk verk við so stórum denti á tað taktila, at tað minnir um tekstil. Rúm er heitið á videoinstallatiónini hjá Brandi Patursson; sum er eitt svarthvítt náttúrurúm, ið innlimar skuggamynd áskoðarans í verkið. Brot eitur installatiónin hjá Guðrið Poulsen, sum fevnir um fotomyndir og leirverk, sum eru sett saman á borð og vegg næstan sum var hetta ein en atelier framsýning.
Gunnvør Hoydal Brimnes
Endurmyndir
Gunnvør Hoydal Brimnes er mær vitandi yngsti luttakari í Várframsýningin – tað haldi eg meg vita, tí eg fyri kortum var lærari hjá dugnaligu ungu kvinnuni í Hoydølum. Og kanska er hon nóg so ung til Várframsýningina, sum hinvegin er nógv broytt. Yrkislistafólkini, sum stovnaðu Várframsýningina, senda eftir øllum at døma ikki verk inn til hesa framsýning longur og tá er (ovmikið av) plássi til tey ungu. Gunnvør Hoydal Brimnes hevur arbeitt við leiri og jarntráði í sínum eitt sindur óhugnaligu, elasmáu skulpturum av fostrum við veingjum við surreelt klingandi heitinum Skinflies. Endurmyndirnar hjá Trinu Gaard eru elasmáar har tær hanga einsamallar á einum veggi, sum tó at hann er ógvuliga tómur í grundini ikki er deyðans pylsa, men tað mást tú niðan sjálv at skoða. Tí hesar myndir eru soleiðis háttaðar, at teirra árin rúmast ikki á eini fotomynd. Tær eru prentaðar á aluminium og skyggja á mystiskan hátt vakurt og sorgblítt.
Trina Gaard
Pernille Mejslov
Jórunn Reginsdóttir
Guðrið Poulsen
Tummas Jákup Thomsen
Birgit Kirke
Brandur Patursson
Ung og eldri, leik og lærd á Várframsýningini 2017
/Fríggjadagin komandi (7.apríl klokkan 16.00) letur Várframsýningin upp í Listasavni Føroya. Kim Simonsen, rithøvundur setur framsýningina, sum felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri á hvørjum ári. Aftur í ár er úrvalsnevndin: Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonni Jensen og aftur í ár fevnir framsýningarhópurin um leik og lærd og fleiri av luttakarunum eru rættiliga ung. Tey tólv, sum í ár eru sloppin gjøgnum nálareygað eru: Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard, og Tummas Jákup Thomsen.
Framsýningin verður at síggja á Listasavni Føroya frá 7. til 30. apríl 2017.
Opið er týsdag - sunnudag frá kl. 13:00 til kl. 16:00
(Mánadag er stongt)
Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen á listaflogi
/Myndlistin fekk alla ta fyrstu stuðulspuljuna frá Atlantsflog. Dimmalætting veit at siga, at nevndin fyri Listaflog-stuðulin hevur gjørt av at lata Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen Listaflog-stuðulin fyri 2017. Øll upphæddin á 100.000 krónur verður latin hesum báðum listafólkunum, ið saman arbeiða við eini abstraktari heildarframsýning á skipasmiðjuni hjá MEST í Havn. Framsýningin verður sett saman av málningum og standmyndum, sum verða framleidd til hølini á skipasmiðjuni. Tey bæði listafólkini fara við hvør sínum serstaka úttrykki at gera eina roynd, har verkini tala til hvørt annað.
Umframt at stuðla hesari listaverkætlanini fíggjarliga, lat nevndin fýra øðrum listaverkætlanum tilsamans 15 ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Tey eru Leikhúsið Skift við Maritu Dalsgaard og Olafi Johannesen, Maria Winther Olsen, Dansieksperimentið við Rúnu V. Højgaard og Eli Smith
Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur hjá flogfelagnum fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum. Listaflog er, sum navnið leggur upp til, ein stuðulsskipan, sum skal stimbra føroyskari list fíggjarliga. 100.000 krónur verða latnar 28. mars á hvørjum ári. Hetta er dagurin, tá Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni.
Í ár verður stuðulin latin fyri fyrstu ferð, og inn komu 30 umsóknir, sum søktu um tilsamans 1,5 mió. krónur. Søkt varð um stuðul til nógvar ymiskar listagreinar, og hetta hevur samstundis givið eitt gott innlit í, hvat rørist á listapallinum í Føroyum. Nevndin grundgevur millum annað soleiðis fyri at velja júst listaverkætlanina hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen:
“Talan er um eina verkætlan, har listaverk verða framleidd til høvið. Við at arbeiða beinleiðis á staðnum gerast listaverkini partur av, ella eitt, við rúmið. Staðspecifikk list er ikki er serliga kend í Føroyum. Ætlanin við at flyta listina úr atelierinum og inn í eina størri dimensjón er serstakliga áhugaverd . Eisini vekir samanrenningin millum hesi bæði dugnaligu listafólkini ans og gevur verkætlanini stórar menningarmøguleikar. Tí eru vit errin av at kunna geva Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen hendan fyrsta Listaflog-stuðulin, sum skal vera við til at leggja lunnar undir hesa listaverkætlan soleiðis, at hon kann verða framd í verki.”
Listafólkini fegnast eisini um stuðulin:
“Peningurin frá Listaflog ger tað møguligt hjá okkum at gjøgnumføra hesa monumentalu framsýningina; hesa eitt sindur øru verkætlanina, sum verður gjørd uttanfyri teir siðbundnu karmarnar. Uttan hendan stuðulin hevði tað ikki verið gjørligt,” siga tey bæði Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen og leggja afturat:
“Tað er týdningarmikið fyri okkum, og tað hevur eisini ein samfelagsligan týdning, at Atlantic Airways er ein viðleikari á mentanarliga pallinum og er við til at menna eina ferðavinnu, har mentan og harvið eisini list er at koma til.”
Í Listaflog nevndini sita: Niels Mortensen umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Armgarð Weihe tilnevnd av Mentamálráðnum og Randi Samsonsen tilnevnd av Listafólkasambandi Føroya. Samskipari er Ingrid Bjarnastein..
Tarira syngur Shakespeare í Havn og á Toftum
/Hjá teimum, sum forsømdu seg, tá kórið Tarira, undir leiðslu av Jóhannesi Andreasen, saman við sjónleikarunum Riu Tórgarð og Gunnvá Zachariasen framførdu Shakespeare í fjør, býðst enn eitt høvi nú skráin verður tikin upp aftur av sangarum og leikarum, sum fara at framføra Shakespeare á tveimum konsertum í ávikavist Norðurlandahúsinum mikukvøldið 22/3 klokkan 19.30 og í Tofta skúla hóskvøldið 23/2 klokkan 19.30.
Hugskotið til Shakespearkonsertirnar kom í sambandi við 400 ára dagin hjá Shakespeare. Og enn sum áður klæðir júst tað sjáldsama rithøvundinum, sum er í miðdeplinum á hesari framførsluni. Øll munu kenna úrmælingin William Shakespeare, eisini tey, sum kanska ikki lesa yrkingar ella ganga til sjónleik, tí honum slepst ikki undan. Til dømis er hann upphav til fleiri orðatøk; tað var hann, sum skrivaði "...We are such stuff as dreams are made on”; upprunaliga ein orðing, sum kemur fyri í The Tempest (Harðveðrið). Og við tað at høvundurin var ein guðsnáðaður dramatikari, er upplagt at fáa sjónleikin við í framførslurnar. Tarira hevur, síðani kórið varð stovnað fyri skjótt fimtan árum síðani, lagt seg eftir at framføra tilfar, sum ikki áður er framført í Føroyum, og tað mesta avtilfarinum á Shakespearekonsertini er ikki framført her um leiðir annað enn á konsertini í Læraraskúlahøllini. Hetta merkir tó ikki, at tilfarið á Shakespeare-konsertunum er torskilt. Talan er um eina sera fjølbroytta konsert við plássi fyri bæði dapurleika og skemti. Á skránni eru m.a. tríggjar framførslur av verkum, sum ávikavist Pauli í Sandagerði, Unn Paturson og Tróndur Bogason hava skrivað til kórið, eins og bæði eldri og nýggjar kompositiónir hjá ymiskum útlendskum tónaskøldum. Framførdir verða millum annað tríggir Shakespearesangir, sum bretska tónaskaldið R.Vaughan Williams skrivaði í 1951. Upprunaliga vórðu hesir sangirnir gjørdir til eina kórkapping, og teir eru av sonnum eisini ein avbjóðing at syngja. Tað sama er galdandi fyri teir fýra Shakespearesangirnar hjá Jaakko Mäntyjärvi, sum eisini eru hugfarsligir og undirhaldandi; Tarira framførdi tveir teirra á Kórfestivalinum í fjør og vann eina virðisløn fyri framførsluna.
Bók um og við Zven Balslev
/Hósdagin 23/3 kl. 15-16.45 verður nýggja bókin PULP MAGMA um verkið hjá Zven Balslev løgd fram í SMK shop í Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn. Bókin verður at fáa fyri 150 krónur og øll eru hjartaliga vælkomin til framløguna.
Zven Balslev hevur arbeitt í Steinprenti fleiri ferðir og hevur luttikið á fleiri føroyskum bólkaframsýningum, m.a. Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum og Myndaódnini í Steinprenti, har hann eisini hevði serframsýningina Klombur í 2015.
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/3/tekningar-og-grafikkur-hj-zven-balslev?rq=Zven
Frá tíðindaskrivinum:
"Splat og pjat går ubesværet hånd i hånd med fine art og referencer til den store kunst" Fra bogens forord af Jan Sneum Grafikeren, billedkunstneren, musikeren, forlæggeren og tegneserieskaberen Zven Balslevs værker udfoldes for første gang i den retrospektive samling ”Pulp magma”.
Bogen indeholder tegninger, grafik, plakater, flyers, pladecovers, kunstpublikationer, zines, tegneserier og malerier fra de sidste 10 år.
Alt dette ledsages af et essay af cand. mag. i kunsthistorie Søren Houmann samt et interview med kunstneren selv af kunstkritiker Kinna Poulsen.
"Zven Balslev holder mere af det skæve, det grimme og sjove end det storslåede og sublimt skønne. Hans billeder er på en måde uvorne både tematisk og stilistisk og minder stedvis om undergroundtegneserier, men uden den form for narrative klarhed, der sædvanligvis præger tegneseriefortællingen. Flere af billederne har en surrealistisk fremtoning. Det åbenbare groteske præg i formsproget modsvares af en filosofisk dybde i en vrimmel af figurative og abstrakte billedelementer af ting og indvolde, samt henvisninger til et internt og lukket billedkunivers, der ikke helt lader sig afkode." Kinna Poulsen
"Balslev leverer en konstant vedkommende undersøgelse af relationen mellem kunst og civilisation; en undersøgelse, der retter sig mod en kaotisk, ulogisk verden, som svært, om overhovedet, lader sig kapere og svært, om overhovedet, lader sig gengive meningsfuldt" Søren Houmann
Zven Balslev (f. 1977) er uddannet fra det Kongelige Danske Kunstakademi i 2006 (MFA i maleri og grafik), og har siden udstillet både i ind- og udland . Bl.a. repræsenteret på Statens Museum for Kunsts Kobberstiksamling. Han er tilknyttet det franske forlag og kunstnernetværk Le Dernier Cri og har som redaktør stået bag forlaget Smittekilde (1998-2012) og Cult Pump.
Heiðrun Petersen og Nordic String Quartet hava fingið talentvirðisløn
/Danski Léonie Sonning Grunnurin hevur latið talentvirðislønir/stipendiat og aftur í ár er ein føroyingur millum móttakararnar. Tað er Heiðrun Petersen, sum saman við síni strúkikvartett, Nordic String Quartet hevur fingið hesa virðislønina. Hjartaliga til lukku.
http://www.sonningmusic.org/the-talent-prize/2017/nordic-string-quartet.aspx