Tarira syngur Shakespeare í Havn og á Toftum

Hjá teimum, sum forsømdu seg, tá kórið Tarira, undir leiðslu av Jóhannesi Andreasen, saman við sjónleikarunum Riu Tórgarð og Gunnvá Zachariasen framførdu Shakespeare í fjør, býðst enn eitt høvi nú skráin verður tikin upp aftur av sangarum og leikarum, sum fara at framføra Shakespeare á tveimum konsertum í ávikavist Norðurlandahúsinum mikukvøldið 22/3 klokkan 19.30 og í Tofta skúla hóskvøldið 23/2 klokkan 19.30.

Hugskotið til Shakespearkonsertirnar kom í sambandi við 400 ára dagin hjá Shakespeare. Og enn sum áður klæðir júst tað sjáldsama rithøvundinum, sum er í miðdeplinum á hesari framførsluni. Øll munu kenna úrmælingin William Shakespeare, eisini tey, sum kanska ikki lesa yrkingar ella ganga til sjónleik, tí honum slepst ikki undan. Til dømis er hann upphav til fleiri orðatøk; tað var hann, sum skrivaði "...We are such stuff as dreams are made on”; upprunaliga ein orðing, sum kemur fyri í The Tempest (Harðveðrið). Og við tað at høvundurin var ein guðsnáðaður dramatikari, er upplagt at fáa sjónleikin við í framførslurnar. Tarira hevur, síðani kórið varð stovnað fyri skjótt fimtan árum síðani, lagt seg eftir at framføra tilfar, sum ikki áður er framført í Føroyum, og tað mesta avtilfarinum á Shakespearekonsertini er ikki framført her um leiðir annað enn á konsertini í Læraraskúlahøllini. Hetta merkir tó ikki, at tilfarið á Shakespeare-konsertunum er torskilt. Talan er um eina sera fjølbroytta konsert við plássi fyri bæði dapurleika og skemti. Á skránni eru m.a. tríggjar framførslur av verkum, sum ávikavist Pauli í Sandagerði, Unn Paturson og Tróndur Bogason hava skrivað til kórið, eins og bæði eldri og nýggjar kompositiónir hjá ymiskum útlendskum tónaskøldum. Framførdir verða millum annað tríggir Shakespearesangir, sum bretska tónaskaldið R.Vaughan Williams skrivaði í 1951. Upprunaliga vórðu hesir sangirnir gjørdir til eina kórkapping, og teir eru av sonnum eisini ein avbjóðing at syngja. Tað sama er galdandi fyri teir fýra Shakespearesangirnar hjá Jaakko Mäntyjärvi, sum eisini eru hugfarsligir og undirhaldandi; Tarira framførdi tveir teirra á Kórfestivalinum í fjør og vann eina virðisløn fyri framførsluna.