Orka í uppskoti at fáa Norðurlendsku Tónleikavirðislønina

1.november verður avdúkað hvør vinnur Norðurlendsku Tónleikavirðislønini, men longu nú kunnu fólkini í tónleikasamtakinum Orka erpa sær, tí Orka er tilnevnt virðislønina fyri huglagsríku útgávuna Leipzig, sum er fjórða útgáva hjá bólkinum. Bulurin á hesari útgávuni er upptikin í UT Connewitz, sum er ein gamal biografur í Leipzig. Bólkurin Orka er kendur fyri at brúka alternativ ljóðføri og fyri fantasifullar samansetingar av akustiskum og elektroniskum ljóðførum, eisini stílurin tykist samansettur og kann fevna um gamlan vísusang umframt tað elektroniska. Jens L. Thomsen er mær vitandi ein høvuðspersónur í bólkinum, sum sambært upplýsingar á FB síðuni eisini kann fevna um: Ólavur Jákupsson, Jens L. Thomsen, LV, Oktopus, Høgni Lisberg, Pushing Up Daisies, Benjamin, Sakaris, Greta Svabo Bech, Uni Árting, Knút H. Eysturstein, Jana Hjalgrímsdóttir, Allan Tausen, Jan Rúni Poulsen, Mikael Blak, Omar Pálsson, Bogi á Lakjuni, Jógvan Andreas á Brúnni, Kári Sverrisson, Yann Tiersen, Eivør Pálsdóttir, Anna Katrin Egilstrøð, Teitur, Magni Højgaard, Per I. Højgaard, Mariano Bulligan, Riccardo Pes, Kvartet Tercska, Kristian Blak, Jón ‘G!neral Kuster’ Tyril, Niels L. Thomsen, Cow No. 63, The Birds Uppi í Urðum, The Third Eye Foundation, Bookworms. Hiðani verða tey øll ynskt til lukku við tilnevningini og góða eydnu.

 

Tilnevnd eru: 

DANMARK
Sebastian fyri útgávuna “Øjeblikkets Mester”
Hans Abrahamsen fyri sangringrásina “Let me tell you”

FINNLAND
Sebastian Fagerlund fyri konsertina “Mana”
Antti Paalanen fyri útgávuna “Meluta”

FØROYAR
ORKA fyri útgávuna “Leipzig”

GRØNLAND
Uyarakq & Peand-eL fyri útgávuna “Kunngiitsuuffik (Republic)”

ÍSLAND
Karólína Eiríksdóttir fyri operuna “MagnusMaria”
Jóel Pálsson & Kjartan Valdemarsson fyri útgávuna “Innri”

NOREG
Øyvind Torvund fyri verkið “Willibald Motor Landscapes”
Ragnhild Berstad fyri verkið “Cardinem”

SVØRÍKI
Mats Larsson Gothe fyri hansara 3.symfoni “...de Blanche et Marie...”
Ida Lundén fyri verkið “Songs my mothers taught me”

 

Tíðarrúm - eitt viðmæli!

Í dag er seinasti møguleiki at uppliva framsýningina Tíðarrúm hjá Bjarne Werner Sørensen í Listahøllini í Skipasmiðjuni MEST. Tað er lutfalsliga sjáldan okkum býðst høvið at síggja tílíka framsýning heima í Føroyum og tí vil eg viðmæla øllum at fara ein svipp út í ídnaðarhøllina at hyggja. At hava fingið eina tílíka høll til framsýningarhøli er eitt satt bragd framt í verki av Heystframsýningarbólkinum við fyrimyndarligum vælvilja frá MEST.

Bjarne Werner Sørensen hevur í grundini ein rættiliga stóran leiklut í míni egnu, persónligu listasøgu. Tað var hann, ið saman við Listasavninum og Goethe Instituttinum skipaði fyri framsýningini FAR OUT - Natur arbeitet für die Kunst við týskari installatiónslist, ið varð gjørd í 1996 in situ á Listasavni Føroya. Føroyskt/týska verkætlanin var uttan iva mest progressiva og frammi í skónum listaframsýning, Føroyar tá høvdu upplivað, og nógv vórðu eisin provokerað av listamonnunum Raffael Rheinsberg, Erwin Wortelkamp og Nikolaus Nessler. Framsýningin fekk týdning fyri Tórodd Poulsen bæði poetiskt – hann skrivaði yrkingar út frá verkunum, men eisini installatiónslistarliga haldi eg, at týsku listamenninir veittu honum týdningarmiklan íblástur. Bjarne og Tóroddur hava fleiri ferð arbeitt saman, teir hava gjørt mappuna Otium við yrkingum hjá Tóroddi og mynstrum/myndatilfari hjá Bjarne, sum Jan Andersson prentaði í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hetta samstarvið helt fram í Grafiska Verkstaðnum í Listasavninum í Havn við upprunagrafiska yrkingasavninum “Villvísi”, sum Tóroddur skrivaði og sum Bjarne myndprýddi.

Meðan yrkingarnar hjá m.a. Tóroddi Poulsen var nakað av tí fyrsta, eg royndi meg við sum bókmentaummælari, var framsýningin hjá Bjarne Werner Sørensen í Føroyahúsinum í Keypmannahavn ein tann fyrsta listaframsýningin, sum eg ummælti í útisetablaðnum Oyggjaskeggja. Tað var eisini Bjarne, sum skaffaði mær eitt lítið jobb í Galleri Bie & Vadstrup, sum var mær til stóran íblástur. Síðani hevur Bjarne Werner Sørensen fingist nógv við yrkisfelagslig mál myndlistafólkum at bata, eitt langt skifti var hann sostatt formaður í BKF, Billedkunstnernes Forbund.

Hansara listarliga tilgongd er sera fjølbroytt,  hann málar og fotograferar, hann er dugnaligur grafikari og fæst bæði við tann siðbundna grafikkin, eins og hann finnur uppá alt møguligt við telduni. Fyri nøkrum árum síðani hevði hann eina spennandi framsýning í Steinprenti og nakrar av myndunum, sum vóru á hesari framsýningini eru eisini við úti á Skipasmiðjuni. Bjarne Werner Sørensen er upptikin av tí, hann nevnir samanførdir koordinatar, hetta at tvær myndir, ið verða settar saman úrslita í eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Í steinprentsrøðini Matrix, sum er við á framsýningini Tíðarrúm, hevur Bjarne Werner Sørensen arbeitt við hesi tilgongd á ein rættiliga skipaðan, matematiskan hátt, har hann við at kombinera litografisku steinarnar á ymsan hátt hevur fingið eina rúgvu av litografiskum prentum burturúr, ið verða hongd upp í eini rektangulerari installatión eftir eini ávísari skipan. Skipanin er fleksibul og kann broytast frá framsýning til framsýning alt eftir stødd av vegginum osfr. Áhugin fyri skipanum, organiskum samanhangum og frítt vaksandi fyribrigdum er grundleggjandi í verkunum hjá Bjarne og sæst eisini aftur í frálíku bylgjandi uppheingingini av framsýningini Tíðarrúm. Í dag, sunnudagin 29.mai er síðsti dagur at síggja framsýningina, sum er opin frá 15-18. Listamaðurin er sjálvur til staðar. Far!

Myndirnar tók Kim Kristensen ferniseringsdagin

Myndirnar tók Kim Kristensen ferniseringsdagin

Trapputos

Nú tann berømta, monumentala trappan í Vágsbotni í Havn við at vera liðug verður dúgliga kjakast um hon er ljót, vøkur, fascistoid, fjálg, grúfull, eitt vindhol, ein skamblettur ella tvørturímóti ein savningarstaður, edeligt handverk osfr. Meiningarnar eru nógvar og hugsast kann, at hálvfems prosent av negativu meiningunum verða totalt viðvendar, tá henda góða trappan hevur verið har eina tíð, tí nógv eru, sum ikki dámar broytingar. Eg eri ikki sjálv ein av teimum, eg haldi broytingar eru góðar, eg haldi bara, at vit skulu vera sera varin, tá tað kemur til heildarloysnir. Tí dámar mær t.d. ikki tosið um, at ALLIR lyktapelar í Havn skulu skiftast. – Halló? Hvar kom hatta hugskotið frá? Tað er í familju við hasar yvirdimensioneraðu urtapottarnar, sum nú fjølgast yviri við Musikkskúlan. Nåh, men lítið er at ivast í, at trappan verður verandi - sjálvt ikki tað mest forvirraða býarstýrið kundi droymt um at tikið eina so dýra trappu sum hasa niðuraftur. Og í sólini í dag og í gjár hevði onkur sett seg á trappuna, sum í grundini ikki sá so galin út grótið er vakurt, rustlittu steyrarnir eru eitt sindur løgnir, men eru kanska partar av onkrum, sum ikki er heilt liðugt enn. Í nógvum býum í heiminum seta trappur dám á arkitekturin og um summarið kann nýggja trappan væl hugsast at fáa savnandi dám í okkar býarrúmi. Trappan verður alment tikin í nýtslu leygardagin 28.mai klokkan 10. 

Myndirnar tók Jógvan á Dul

Myndirnar tók Jógvan á Dul

NÚ/NOW - Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum

Silja Strøm

Silja Strøm

Framsýningin letur upp fríggjadagin 3. juni kl. 16.00 og er opin fram til 21. august 2016. Summarframsýningin 2016 setir tey ungu føroysku listafólkini, ið eru fødd aftaná 1980, í miðdepilin.

Norðurlandahúsið sýnir fram verk hjá 26 ungum, gávuríkum listafólkum, sum arbeiða á hvønn sín hátt við tí visuellu listini. Hvørji eru hesi? Hvat arbeiða tey við? Hvørji nýggj rák kunnu hómast? Hvussu eru framtíðarútlitini hjá føroyskari list?

Margfeldni er meira eyðsýnt heldur enn einsháttan hjá unga ættarliðinum av listafólkum. Kanska tí at føroysk list í minni og minni mun bert verður skapt í Føroyum og í størri og størri mun eisini í øðrum londum. Og tað eru ikki bert landamørk, sum verða brotin niður. Mørkini millum tær ymsu listagreinirnar kámast eisini. Hetta skapar eina blanding av fleiri listagreinum, samstundis sum nýggir miðlar verða tiknir í brúk.

Ditte Mathilda Joensen

Ditte Mathilda Joensen

Listafólkini eru: Anna Malan Jógvansdóttir, Bárður Dal Christiansen, Beinta Glyn- Davies, Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, Charlotta Ingolfsdóttir, Ditte Mathilda Joensen, Eirikur Poulsen,  Gvøðny Maria Áarstein, Heidi Andreassen, Ingilín D. Strøm, Jan Nystrøm, Jens L. Thomsen, Jóannes Lamhauge, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Kjartan Hansen, Laura Edit Gunnváardóttir, Milja Hanusardóttir, Miram og Janus, Ólavur S. T. Thorsteinsson, Ragnhild Hjalmarsdóttir, Sámal Blak, Silja Eystberg Wendelboe, Silja Strøm og Trina Gaard. 

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Michala Petri og Opera Voce í Norðurlandahúsinum

Hóskvøldið 2. juni sleppa føroyingar, sum teir fyrstu í heiminum at hoyra trý nýggj verk eftir altjóða viðurkendu tónaskøldini Hans Gefors úr Svøríki og føroyska Sunleif Rasmussen. Danski tónleikabólkurin Opera Voce, við m.ø heimskenda blokkfloytuleikaranum Michalu Petri, hevur bílagt og framførir verkini, sum eru Norðurlendsk burturav. Hans Gefors hevur skrivað tvey av verkunum, sum verða frumframførd, og eru tey ávikavist skrivað til tekstir úr “Det” hjá donsku Inger Christensen og yrkingar hjá norska Jon Fosse, sum vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015. Triðju fumframførsluna eigur Sunleif Rasmussen, sum hevur skrivað nýggjar variatiónir yvir kenda sálmin “Harmur og gleði” fyri altblokkfloytu. Bæði Sunleif Rasmussen og Michala Petri vunnu herfyri FMA virðislønir - Sunleif fyri bestu kompositión (Territorial Songs) og Michala fyri bestu útgávu (Danish & Faroese Recorder Concertos). Tey sum framføra á hesi konsertini eru, umframt Michalu Petri á blokkfloytu, mezzosopranin Mette Østergaard, cellisturin Toke Møldrup og pianisturin Tine Fenger. Á skránni annars verða verkini Sulamith og Solomon op. 1 og 6 fyri mezzosopran og klaver hjá Lange-Müller og Malinconia op. 20 fyri sello og klaver hjá Sibelius. Mette Østergaard gav í 2010 eina fløgu út við eini innspæling av Sulamith og Solomon, og hon varð tá kosin at vera besta danska útgávan av hesum verkinum. Konsertin við Opera Voce er í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 2. juni kl 19.30.

Djóragerðir - Claus Carstensen í Steinprenti

Meðan tey bæði verkstaðsfólkini í Steinprenti njóta eina uppiborna feriu í útlondum, stendur arbeiðið ikki stilt á verkstaðnum. Síðani mikudagin hevur danski listamaðurin Claus Carstensen arbeitt á verkstaðnum og longu nú eru 3 væl eydnað prent liðug. Hetta er fyrstu ferð, Magnus V.Andersson hevur arbeitt einsamallur sum prentari og sigast má, at hetta var ein sonn dreymabyrjan.

Claus Carstensen ætlar at gera nøkur prent aftrat áðrenn hann mikudagin fer heim aftur. Hann hevur verið fleiri ferð í Føroyum og hevur arbeitt á grafiska verkstaðnum nógvar ferð síðan fyrsta arbeiðsuppihaldið í 2002. Hann hevur framsýnt bæði einsamallur og saman við Tóroddi Poulsen ymsastaðni. Claus Carstensen er sera aktivur listamaður við nógvum framsýningum á skránni, í fjør hevði hann stóra framsýning í ARoS við yvir hundrað verkum og í ár læt framsýning hansara BASTARD aftur á listasavninum í Esbjerg, sum var eitt serstakt bland úr savninum hjá Claus við verkum hjá ymiskum listafólkum umframt egnum verkum. Arbeiðsøkið hjá Claus Carstensen er óvanliga breitt, hann byrjaði sum yrkjari og hevur síðani 1975 javnan givið út yrkingasøvn. Hann hevur eisini skrivað ritroyndir og listástøðiligar tekstir. Hann málar og ger grafikk og arbeiðir harumframt sum kurator, har hann setir list saman á originalan hátt, t.d. kurateraði hann stórfingna framsýning, Café Dolly, har verkini hjá danska listamanninum, Willumsen vórðu sett í eitt altjóða høpi saman við verkum hjá Picabia og Schnabel. Fyri kortum hevði hann serframsýningina, Dyregørelser á gallarínum hjá Tom Christophersen í Skindergade og tað eru myndir frá hesari framsýningini, sum eru støðið undir nýggju steinprentunum. Tað snýr seg um sonevndar djóraverðan ella djóragerðir, sum Carstensen hevur havt áhuga fyri leingi, hetta, at djór ikki sum menniskju eru greið yvir, at tey skulu doyggja og tessvegna í størri mun mugu forvæntast at liva í núinum, djórðagerð fevnir eisini um menniskjað og okkara lyndi til at niðurgera onnur til djór við tilvitanini um, at mann er hægri í eini lívfrøðiligari tignarskipan enn tey, mann niðrar. Listamaðurin greiðir frá hugtakinum í kataloginum til framsýningina á ARoS:

’Dyregørelse’ er en tosidet, antropologisk størrelse, hvor begge sider har noget med hinanden at gøre, og som handler om gradueringer af begreber som kultur, bevidsthedsopståen, selvbevidsthed og det særligt menneskelige. Der findes en aforisme, der siger: At leve er at tabe terræn. Det skal forstås på den måde, at forskellen mellem mennesket og dyret er, at mennesket er bevidst om, at det ikke lever i et åbent, endeløst terræn, men ser sig selv tabe terræn – modsat dyret, der ser et åbent, uafgrænset, tidløst landskab, hvor der ikke er et ’før’ eller et ’efter’ og derfor heller ingen dødsbevidsthed. Dyregørelse eksisterer i en en agressiv, aktiv form og så en passiv form. Den passive del, “dyreblivelsen”, udgøres af en enorm længsel efter evigt liv uden dødsbevidsthed – evighedskulten er menneskets ældste sygdom. Den aktive del, “dyregørelsen”, handler om at gøre “de andre” til dyr med en bevidsthed om, at man står højere i hierakiet end dem man fornedrer.

Magnus V. Andersson skoðar ein stein - myndin er frá seinast, Claus Carstensen var á verkstaðnum

Magnus V. Andersson skoðar ein stein - myndin er frá seinast, Claus Carstensen var á verkstaðnum

Djóragerðir

Djóragerðir

Listamaðurin arbeiðir uppá steinin

Listamaðurin arbeiðir uppá steinin

Yrkingasalong

 

Í gjár var yrkingasalong í Steinprenti, sum var uppkallað eftir einari reglu hjá Jóanesi Nielsen: ALT SUM ER FAST LOYSNAR. Jóanes byrjaði sjálvur kvøldið við at lesa upp ta longu yrkingina Telefonboksin, sum stendur í savninum Pentur (1998). Í 2014 varð eitt savn við 425 síðum av yrkingum givið út, sum staðfesti hansara støðu sum ein av okkara týdningarmestu samtíðaryrkjarum seinastu mongu árini. Hansara sentrallyrisku yrkingar eru fullar av passión, av saft og kraft og sjálvt um útgangsstøðið ofta sera jarðbundið,  hava hugmyndirnar flog. Tann stórsligna, symfoniska Telefonboksin snýr seg um deyðan og eitt eventuelt eftirlív:

“Hvar eg sjálvur fari,/ veit eg ikki./ Men eg óttist møguleikan at skula vakna upp niðri/ í kistumyrkrinum,/ ikki at kunna ringja til nakran/ og enn minni fáa hjálp úr grannakistuni./ Eg vil hava læknan at taka hjartað og alt innan úr mær./ Kanska eitt úrval av mínum yrkingum hevði verið hóskandi at/ havt inni í tómu bringuni./ Í hvussu er skal ongin sálmabók brettast inn millum mínar/ stívnaðu fingrar./ Bara tankin um at skula syngja vónleysa møsnið hjá/ kirkjuskøldunum á evsta degi er ræðuligur./ Eg vil møta Gudi, sum eg møtti medmenniskjanum./ Somu fet, ið ljóða í tráanini eftir rættvísi,/ hoyrast gjøgnum alt skapanarverkið:/ Gongustjørnurnar fylgja líka neyvum rásum/ sum strandfaraskipini hjá landinum fylgja./ Einglar draga óteljandi morgunroðar gjøgnum æl/ av torusteinum./ Stjørnur slókna, liva eina tilveru í myrkum einsemi, men í/ endaleysum gloprum vilstir dreymar frá ókendum verum./ Spakuliga breiðir rúmið seg,/ sveimandi oyðimerkur verða lagdur aftura okkara/ markleysa uttangarðshimmali,/ og á onkrum poknutum grótteigi úti á vetrarbreytini/ stendur hann, ið heintar hjørtu í skýmingini./ Spurningurin er ikki, um lív møguliga er at finna har úti,/ sum okkara radarar ikki røkka,/ heldur, hvussu vit tulka boðini, sekskantaða froststjørnan/ festir á køksrútin...” (brot)

Frá einum so royndum yrkjara sum Jóanesi til ta ungu Nólsoyarkvinnuna Onnu Malan Jógvansdóttir er eitt fitt petti, men Anna Malan heldur á at yrkja og er í gongd við at skriva sína næstu bók. Yrkingarnar hjá Onnu Malan eru eisini centrallyriskar og snúgva seg um eitt lyriskt ”eg”, sum følir og skrásetir og lýsir sínar kenslur í mun til umhvørvið, klettarnar og havið. Æðrar grógva, klettarnir smelta og stadna, eygu og blóð frysta til ís ella til glas og brotnu og staðnaðu formarnir halda egpersóninum føstum. Yrkingin Gjarhjarta stóð í savninum Undirfloyma: “Eg droymdi, at eg druknaði./ Eg sá geislarnar spríkja gjøgnum vatnskorpuna, /men kroppurin sakk bara longur og longur niður. /Ímeðan toygdu æðrarnar seg út/ og boraðu seg djúpt niður í havsins botn, /so eg hekk føst./ Meðan havið streymaði gjøgnum mínar æðrar,/ sprændi ein kensla av longsli inn í hjartað,/ sum seigliga bleiv fjalt av gjari,/ so eingin kundi síggja tað.”

Fyri meg var tað nakað heilt serstakt at hoyra Claus Carstensen lesa upp sínar yrkingar, sum eg kenni so ómetaliga væl av tí, at eg havi týtt tær til føroyskt. Í summarfrítíðini í fjør týddi eg nakrar yrkingar hjá Claus Carstensen. Tað endaði við einum heilum yrkingaúrvali við 37 týddum yrkingum, ið fevna um fjøruti ár í tíð. Yrkingarnar í savninum, sum fekk heitið Blindvunnir dagar eru sera ymiskar, har eru álvarsligar, stuttligar og sjálvspeiskar eygleiðingar. Tær surrealistisku yrkingarnar eru uppøstar sum í erotiskum dreymi, meðan kroppurin aðra staðni verður fataður á ein um somu tíð kliniskt patologiskan og sansaligan hátt. Eitt eyðkent fýrsaratema, sum eisini er nógv frammi innan modernismuna sum heild, er býarinnar melankoli, sum eisini er umboðað í úrvalinum, men evnið verður breitt út til náttúruna, til heystið og veturin og víðari út í hugtøkini.

Fleiri av yrkingunum eru sonevndar ekfrasur, sum sipa til myndir hjá listamanninum: "et dobbelt billede af en dreng/ der har hængt sig i et træ i en afløvet skov med/ sorte grene på hvid bund og mellem kroppene et/ ansigt af noget der må være det onde selv/ et ansigt der er formet af sammenslyngede/ kroppe, der nøgne spejler sig i det ondes øje/ you ain´t gonna hang no dead pig on me/ synes det at sige i dette dæmringslys/ hvor skiagrafien, modlyset,/ det sorte mod det hvide og/ hængning/ gravitation,/ død og/ fald/ skaber simple forhold af lys og rum/ med eksistentielle og politiske undertoner/ der synes at interpolere med digtet/ og det virkeligt/ virkelige." 

Meiningin var, at Lea Kampmann skuldi framføra nakrar sangir, men hon fekk forfall og uppá onga tíð fekk eg fatur á einum ungum manni, Benjamin J. Rajani, sum hevur verið næmingur hjá m.a. mær í Hoydølum seinastu árini. Eg og hinir áhoyrararnir vóru tikin av bóli av dirvinum hjá Benjamin, sum framførdi tveir sangir, sum hann sjálvur hevur skrivað lag og tekst til.

Síðani las Sissal Kampmann nakrar yrkingar úr nýggja savninum Sunnudagsland. Síðani Sissal Kampmann fekk ta tignarligu Klaus Rifbjerg debutvirðislønina fyri savnið Ravnar á ljóðleysum flog – Yrkingar úr uppgongdini hava vit verið greið yvir, at hon er áhugaverd, yrkjararøddin úr Vestmanna. Hon gav fyri stuttum út sítt fimta yrkingarsavn Sunnudagsland, ið hevur eitt slag av ítøkiligari hendingagongd við einum yrkjaraegi, sum kemur aftur til gomlu heimbygdina, hagar egið plagar at ferðast í frítíðum, fyri at búleikast í eina tíð. Tíðin og veðrið verða neyvt skrásett gjøgnum savnið, sum fevnir um eitt hálvt ár, tað byrjar seint um summarið um morgunin og endar um kvøldið eftir nýggjár, tá yrkjaraegið fer avstað av landinum aftur. Talan er um eitt búgvið og gott savn, sum er fult av góðum yrkingum, t.d. vakra og avkláraða yrkingin um sólstøðuna: "Í sólstøðuni/ seta hvítu fingrarnir brádliga/ orð saman til setningar/ í bygdini,/ har perurnar hava skrýtt allar altanirnar,/ upplýst allar urtagarðarnar,/ allan staðin við lítlum/ sólum.// Í henni savnar/ vitið, longsulin, trúgvin og megin/ seg aftur til eitt/ runt, appilsingult hol/ í gráum, har vit brotnaðu uttan at geva tí gætur/ við og uttan hvønn annan/eins risti spegilin og lygnin um,/ at hesin staður/ rúmar okkum øll."

 

Zacharias 80


Í dag, 19.mai fyllir listamaðurin Zacharias Heinesen 80 ár. Á myndini omanfyri síggja vit listamannin hyggja at verkunum hjá einum starvsfelaga, tað er í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Havn, at gula verkið hjá Bjarne Werner Sørensen hongur. Á myndini sæst hvussu Zacharias framhaldandi hevur áhuga fyri listini - eisini øðrum listaidealum enn sínum egnu og eg má eisini fegnast um, at listamaðurin sær so birgur út. Zacharias Heinesen er útbúgvin á listaskúla í Íslandi 1957-58 og á Kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Niels Lergaard frá 1959-63, men longu sum fimtan ára gamal debuteraði hann á Ólavsøkuframsýningini. Hann framsýnir ofta í Danmark og bæði har og heima í Føroyum hevur hann skrýtt fleiri bygningar, Eystara Landsrætt, auluna í Læraraskúlanum, Kommunuskúlanum og Studentaskúlanum í Havn. 

Áttati ár eru ikki áttati dagar og áttati ára føðingardagur Zachariasar er sjálvsagt ein merkisdagur fyri føroyska list. Hann er tann elsti og mest elskaði av føroysku listafólkunum, hann er ein listamaður, sum alla tíðina megnar at bróta upp úr nýggjum samstundis sum hann er erligur móti sær sjálvum, uttan at forsera ella koma framum seg sjálvan. Hann er figurativur fyri tað mesta, eisini tá hann er nokk so abstraktur, tí tá hann ikki er tað, ja so kennist tað onkursvegna falskt fyri hann sjálvan. Hansara myndevni taka støði í útsýninum har sum hann nú einaferð er og tí vit eru so mikið heppin, at hann meginpartin av síni livitíð hevur búð uppi á Varða, ja og tí er hansara útsýnið føroyskt. Í einum listaskúlaleysum landi sum okkara hevur Zacharias Heinesen megnað at mynda skúla ella ein ávísan stíl, sum fólk í heilum royna at nærkast. Men í grundini málar eingin akkurát sum Zacharias, bara Zacharias málar sum Zacharias og eingin hevur sum hann megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingum sínum av bygd, havi og fjalli, tá hann málar eitt fúlt æl í Havn, várligt sirm á Velbastað ella glitrandi ljósbrigdi í Mikinesi. Ofta eru spektrallitirnir umboðaðir í myndunum, har skyggjandi gulir og reyðir litblettir festa í grønt, violett og blátt. Føroyska landslagið, vátt í vátt við leskiligastu litum – tað ljóðar næstan sum kundi tað verið ov nógv av tí góða, men soleiðis er tað faktist ikki. Tá hann síðsta ár skuldi gera ársprent til limirnar í grafikkfelagnum Steinbrá gjørdist vætan eitt gjøgnumgangandi tema, meðan litirnir eru valdir við aga. Eisini tøkniliga er myndevnið næstan skvatlað á litografiska steinin, so at alt flýtur, blátt móti okkurgulum. Zacharias Heinesen er eyðsýniliga enn á tremur av komandi myndum, takk fyri tað og hjartaliga til lukku við runda degnum. 

Andalig, álvarslig og vøkur framsýning

Ein tílík luftig og sóljublomstrut høgtíð sum hvítusunnan er sum gjørd til eina framsýning sum ta hjá Anker Mortensen, ið er at síggja í Listasavni Føroya inntil 24.juli.

Henda framsýningin er fyri tað mesta afturlítandi og snýr seg um “Tað andaliga í málninginum” og dentur er sostatt lagdur á málningarnar, meðan tey meira progressivu og kanska eisini stuttligari pappírsverkini ikki eru við á framsýningini. Tað er spell, tí Anker Mortensen hevur verið serstakliga leitandi og eksperimenterandi listamaður. Læruárini í Danmark og Polen og tíðin aftaná vóru merkt av eksperimentum og tilfarsgransking, har hann skræddi, klipti og teknaði við blekki, blýanti og oljukriti uppá alt slag av pappírslepum, sum ofta vóru límaðir uppá eitt størri pappír. Tað hvíta tíðarskeiðið var í hæddini, tá hann saman við listamonnunum Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen hevði framsýningina Corda Atlantica í Keypmannahavn og nú ber til at síggja eitt av verkunum frá júst somu framsýning á Skipasmiðjuni MEST, har Bjarne Werner Sørensen júst í hesum døgum sýnir fram áhugaverdu framsýningina Tíðarrúm. Á áðurnevndu Corda Atlantica hekk ein røð av hvítum myndum hjá Anker, sum vórðu nevndar ikonir og sum góvu eina ábending um hvussu stóran týdning, tað andaliga hevði og enn hevur í hansara verkum, ið ofta innihalda tilspingar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Tó at vit sum áskoðarar onkuntíð kennast við ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera hvít, blá, grá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina. Uppi á balkongini í Listaskálanum hanga hvítu myndirnar við teirri fínu Kingomyndini fyri endan, har vit síggja eina gula melodilinju lýsa sær veg gjøgnum zink- og titaniumhvíta támið, her hanga eisini sveimandi myndirnar av sangsvanunum og av mánadúgvunum. Tær bláu myndirnar eru vakrar og bæði kenslubornar og inntonktar og tær tríggjar bláu, monumentalu myndirnar á norðara endavegginum rigga sera væl sum savnandi liður í framsýningini. Á eystara veggi eru tær visioneru svørtu myndirnar við lýsandi ljósareyðum, violettum, appilsingulum og kadmiumgulum gentulitum, sum eg altíð sambindi við Sólju, dóttir Anker og Ingun, sum fórst í eini ferðsluvanlukku í 2005, men kanska var Anker í veruleikanum byrjaður at mála svart longu áðrenn ta syrgiligu hendingina. Tað er satt at siga eitt sindur løgið, men heimligt at uppliva verk í Listasavninum, sum eg havi búð saman við í nógv ár bæði á Nørrebro saman við Anker, men eisini heima í Havn eru vit so heppin at hava nøkur av hansara verkum hangandi, sum nú eina tíð fara at hanga í Listasavninum.

Katalogið er fult av myndum og tekstum, Nils Ohrt hevur skrivað høvuðstekstin  og Jørgen Trap-Jensen gallaríeigari, René Hjelm, Dagmar Malena Winther og Amariel Norðoy hava skrivað smástubbar og Anker sjálvur hevur skrivað ein fínan, lyriskan tekst, Sólarinnar Dúgvur. Hatta við manglinum uppá pappírsverk er helst einasta atfinning eg havi til hesa framsýningina – jú eg sakni eisini høvuðsverkið Í urtagarði Konfusiusar. Til ferniseringina hoyrdi eg onkran tosa um hvørt ov nógv verk vóru við á framsýningini, tað er møguligt, men øll verkini eru góð og framsýningin er væl skipað og hongur væl saman og sum ein brosandi kvinna blídliga helt fyri við meg í Listasavninum í dag, so kann eg jú bara sjálv onkuntíð gera eina framsýning við pappírsverkunum.

Eg havi ikki lisið allan tekstin hjá Nils Ohrt í kataloginum, men datt um eina orðing, har tað stendur, at myndin vinstrumegin her omanfyri er eitt slag av ikonografiskari joke og sjálvt um eg skilji, at teksthøvundin hugsar um skapið í myndini av ichtys - kristna fiskasymbolinum, so má eg altso rætta og siga, at talan heilt ítøkiliga er um ein blomsturbukett og eina ta bestu bukettina, eg nakrantíð fekk - hon følnar ikki sum hinar.

 

Listarlig optimisma

Í dag er summar og byrjan uppá vikuskiftið við fleiri framsýningarupplatingum. Tá mann samstundis hoyrir, at Fróðskaparsetrið ætlar at taka listirnar á skránna í framtíðini, er tað til at blíva optimist av. Og tá listin er so góð sum tann, ið Tóroddur Poulsen hevur gjørt, tá hann var í Steinprenti, ja so tekur gleðin ongan enda. Væl liggur fyri hjá Tóroddi, sum fekk eini tjúgu framúrskarandi verk burturúr. Nøkur av teimum verða at síggja á framsýningini Sjá tú blánar, sum letur upp 3.juni, m.a. ein røð av sjálvsmyndum í ymiskum litum og hetta herliga satiriska verkið av trimum fremmandum fuglum (krúnhjørtum) í Havn.

Politikkur fyri skapandi vinnur

Mynd Nils Erik Gjerdevik

Mynd Nils Erik Gjerdevik

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið boðar frá í tíðindaskrivi, at landsstýrið hevur orðað politikk fyri skapandi vinnur. Tað er heilt vist, at nógv viðurskifti skulu koma í lagið og nógvur bati skal til áðrenn vit kunnu tosa um ein seriøsan føroyskan politikk fyri skapandi vinnur, men hetta er so ein byrjan, sum kann verða av avgerandi týdningi, ikki minst tað, at Fróðskaparsetur Føroya letur upp fyri listini, tí útbúgvingarliga eru vit illa fyri hesum viðvíkjandi. Um tað fer at bera til at útúgva seg ella taka partar av eini hægri útbúgving innan bókmentir, list, tónleik, sjónleik, stílsøgu, fagurfrøði osfr. í Føroyum er eingin ivi um, at hetta so líðandi fer at ávirka og hækka alt listaøkið her á landi. Spennandi verður at hoyra meira um hesar ætlanir.

Landsstýrið orðað politikk fyri skapandi vinnur

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur lagt politikk fyri skapandi vinnur fyri landsstýrið. Landsstýrið hevur tikið undir við politikkinum, og farið er undir at fyrireika fyrstu átøkini.

Skapandi vinnur snúgva seg bæði um mentan, list og vinnu. Politikkurin er orðaður av einum arbeiðsbólki við umboðum úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Skapandi vinnur eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum, og Føroyar hava góðar møguleikar at fáa nógv meiri lønandi vinnu burtur úr okkara stóra listarliga og mentanarliga tilfeingi.

Politikkurin hevur til endamáls at seta út í kortið eina menningarætlan fyri skapandi vinnur. Mælt verður til eina røð av átøkum, ið hava til endamáls at betra undirstøðukervið, styrkja felags marknaðarføringina og gera Føroyar kappingarførar við umheimin, fyri skapandi fólk og skapandi vinnur.

Tá ið landsstýrið velur at raðfesta skapandi vinnur, hava vit eisini gjørt okkum greitt, at hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, og arbeiðið endar heldur ikki, tá ið átøkini, sum nú verða sett út í kortið, eru framd, siga avvarðandi landsstýrisfólkini. Skapandi vinnurnar fara áhaldandi at krevja politiska vælvild, og eitt virkið samstarv millum myndugleikar, vinnu og mentanarstovnar.

Hesin politikkurin snýr seg um tann vinnuliga partin av skapandi vinnunum. Men ein grundleggjandi fortreyt fyri, at vit kunnu fáa lut í vøkstrinum í skapandi vinnunum er, at vit hava eitt ríkt og frælst lista- og mentanarlív. Størri íløgur og møguleikar fyri at menna skapandi vinnur mugu tí ikki hava við sær, at játtanir til list og mentan verða skerdar, heldur tvørturímóti.

Arbeiðið heldur nú fram at gera tilmælini til veruleika. Átøkini, sum landsstýrið hevur raðfest fyrst, eru tey, sum skulu skapa betri karmar fyri at menna Føroyar sum filmsland, umframt at Setrið fer undir hægri útbúgving í listaligum arbeiði. 

  • Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Mentamálaráðið og Klippfisk eru farin undir at fyrireika Filmshúsið, sum 1 mió. kr. eru settar av til á játtanarkørmunum fyri 2017.

 

  • Fyri at gera Føroyar førar fyri at standa seg í kappingini um at draga útlendskar filmsframleiðslur til, eru Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið í gongd við at gera uppskot til skipan, so at útlendskar filmsframleiðslur, sum verða gjørdar í Føroyum, kunnu fáa part av framleiðslukostnaðinum endurgoldnar.

 

  • Fróðskaparsetur Føroya hevur eisini sett skapandi vinnur á breddan og fer í heyst at bjóða fyrstu skeiðini út, sum ætlanin er skulu mennast til eina heila útbúgving í listaligum arbeiði.

Bólkurin, sum hevur orðað politikkin fyri skapandi vinnur, arbeiðir somuleiðis víðari við hinum átøkunum, so at nágreinilig tíðar- og kostnaðarætlan kann verða løgd fyri Tingið í heyst. 

 

 

Tríggjar listaupplatingar í vikuskiftinum

Eg gleði meg til komandi vikuskifti, sum verður av tí listarliga slagnum við heili tveimum ferniseringum. Fríggjadagin 13.mai klokkan 16 letur framsýning hjá Anker Mortensen upp í Listasavni Føroya og dagin eftir, leygardagin 14.mai klokkan 15 letur Bjarne Werner Sørensen upp framsýning sína Tíðarrúm í Listahøllini á Skipasmiðjuni Mest. Bjarne Werner Sørensen er ein av limunum í Heystframsýningini, sum sostatt hevur framsýnt ofta í Føroyum. Hann er eisini slektaður í Froðba, so hann hevur verið nógv í Føroyum. Seinasta serframsýning hjá Bjarne Werner Sørensen í Føroyum, var í Gallarí Steinprent í 2012. Í 2006 framsýndi hann saman við Tóroddi Poulsen í Norðurlandahúsinum. Herumframt hevur Bjarne verið sera virkin á føroyska myndlistapallinum í 80´unum og 90´unum. Hann hevði tvær serframsýningar og skipaði har afturat fyri tveimum stórum framsýningum við týskum og donskum listafólki í Listasavni Føroya í teimum árunum. Bjarne er hálvur føroyingur og hálvur dani. Í kataloginum til framsýningina Tíðarrúm, greiðir Bjarne frá sambandinum til Føroyar. -Mamma er fødd og uppvaksin í Froðba og flutti eftir kríggið til Danmarkar, har hon hitti pápa, sum júst var útbúgvin verkfrøðingur. Tey bæði ferðaðust síðani kring heimin í sambandi við starvssetanir, fyrst í Føroyum, síðan í Sýria og Libanon. Seinni yvirtók familjan barndómsheimið hjá mammu í Froðba, sum Bjarne í dag eigur lut í og vitjar ofta. Hann hevur gjøgnum uppvøksturin og síðani ferðast fram og aftur millum Føroyar og Danmark óteljandi ferðir og tað er sum um henda rørslan hevur skapað eitt slag av grundleggjandi tvístøðu ella dualiteti í hansara tilverufatan, og sum eisini hevur fingið týdning fyri arbeiðið hansara við myndum. Framsýningin Tíðarrúm er opin frá 14. mai - 29.mai 2016, hvønn dag frá kl 15 - 18.

Um Anker stendur í tíðindaskrivinum, at hann er eitt av týdningarmestu nøvnunum í sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list. Hansara listabúni er abstraktur og hansara myndir hava ein inntonktan frið og andligan dám í ætt við gomlu ikonmálningarnar. Føroyar eru tó heilt vist til staðar í listini hjá Anker Mortensen. Fyrst og fremst við støðinum í gamlari føroyskari mentan, soleiðis sum tað sæst í heitunum, sum sipa til støð, fólksliga list, barnarímur og sálmasang. Hóast talan ikki er um myndprýðing, verða hesir føroysku partar og hugløg lyft upp í yvirjarðliga heimin, sum myndirnar mana fram. Framsýningin á Listasavninum er afturlítandi og fevnir um verk frá 1995 til 2015.

 

Undir heitinum “Tey byggja land” letur Sigrun Gunnarsdóttir upp listaframsýning í atelieri sínum á Eiði Hvítusunnudag kl. 15.00. Opið verður hendan dagin til kl. 20.00 og opið verður eisini 2. Hvítusunnudag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.

Tað verður borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, sum setur framsýningina, meðan Niels Midjord og Eilin Hansen fara at framføra tulkingar yvir verk hjá Leonard Cohen.

Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferð hennara í Kina er myndavavið bæði stórt og fjølbroytt.


Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list, og er hon umboðað á mongum listasøvnum. Fyri stuttum luttók hon á listaframsýningum í Kina.

Sigrun Gunnarsdóttir kemur á eitt vegamót mitt í 1990-árunum og endar í einum symbolskum, surrealistiskum heimi, ið er nógv øðrvísi enn nakað annað í føroyskum listalívi.

Vit halda, at vit fata innihaldið í myndunum, men hóma samstundis eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Tá ið vit hava sæð hennara myndir, eru tær sum brendar inn á sjónina – og í hugaheimin.

Grundstøðið í list Sigrunar er merkt av nýhugsandi, aldargamlari kristnari mentan.

Vit gerast varug við ein annan heim – uttanum okkum, innan í okkum, sum ikki sæst, bert merkist. Vit verða drigin inn í verkini og gloyma okkum sjálv burtur, standa verjuleys, men samstundis væl vard av symbolunum, sum fylla myndaheim Sigrunar.

Jóhan Martin Christiansen fingið starvsløn frá Statens Kunstfond

Statens Kunstfond hevur almannakunngjørt býtið av starvslønum. 790 umsóknir eru viðgjørdar, 18.575.000 kr eru býttar út til 240 listafólk. Føroyski listamaðurin Jóhan Martin Christiansen er millum tey hepnu, sum danski staturin hevur valt at gera íløgu í, hann hevur fingið 50.000 krónur. Í september hevur Jóhan Martin Christiansen serframsýning í Listasavni Føroya. 

POESI NIÐRI OG UPPI

Í kvøld klokkan 20 verður yrkingasalong á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tóroddur Poulsen fer at lesa úr savninum Himlen har stjålet mine farver og Katrin Ottarsdóttir lesur úr Findes der kobberrør i himlen. Ina Rosing lesur úr Tasillaq og Muniam Alfaker fer at lesa upp úr sínum bókum. Síðstnevndi kom sum flótti úr Irak til Danmarkar í 1986. Kurdiski yrkjarin Jan Pét Khorto og týðarin June Dehy fara somuleiðis at lesa upp og greiða frá um lív og yrkingar í Syria.

Eisini í Føroyum - í Havn verður høvið at hoyra yrkingaupplestur og tónleik. Tað verður 18.mai í Steinprenti, tá Jóanes Nielsen, Claus Carstensen, Anna Malan Jógvansdóttir og Sissal Kampmann fara at lesa upp og Lea Kampmann fer at syngja. - Meira verður at frætta um hetta seinni.

Tóroddur sýnir fram ikki í mai men í juni

Dimmalætting í dag 6. mai skrivar, at Tóroddur Poulsen letur upp í Steinprenti mánadagin 10. mai kl 9. Her er okkurt púra skeivt komið fyri, tí Tóroddur Poulsen skal IKKI hava framsýning í mai. Hann verður við á eini framsýning saman við øðrum listafólkum, sum letur upp í Steinprenti mentanarnáttina 3.juni klokkan 17. Heitið á hesari framsýningini er "Sjá tú blánar...", verkini eru vald út sambært heitinum og eini eitt sindur ítøkiligari og góðvarnari fatan av yrkingini hjá Hans Andriasi Djurhuus, har vitt annaðhvørt blána og rodna av berum eldhuga. Tað tjóðskaparliga verður viðgjørt bæði kerliga og eitt sindur skemtiliga við plássi til sólgular sóljur, gomul postkort og kasettubond, lýsandi ultramarinbláar kompositiónir hjá Tróndi Patursson, ljósfyllt landsløg hjá Zachariasi Heinesen, hvíta, reyða og bláa nonfiguratión hjá Ian McKeever, huglagsríkar seyðamyndir hjá Fríðu Matras Brekku og The Whale Killing Project hjá John Kørner. Tóroddur Poulsen fer at sýna fram nøkur nýggj blánandi prent og tær kritahvítu, inntonktu gipsmyndirnar á framsýningini eigur Jóhan Martin Christiansen. Hetta og mangt annað áhugavert verður at síggja. Kurator er Kinna Poulsen. Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, letur framsýningina upp.

Sannførandi bassur úr Vági syngur Wagner í Leipzig

Nú hendir tað næstan javnan, at føroyingar gera um seg listarliga á altjóða pallum, men ikki eiga vit nógvar operasangarar í heimselituni.

Nú Ringurin hjá Richard Wagner verður framførdur í Leipzig, hevur ein vágbingur ein av høvuðsleiklutunum - tað er bassangarin Rúni Brattaberg, sum syngur m.a. leiklutin hjá Hagen/Høgna. 30.apríl var frumframførslan av "Götterdämmerung" á Leipzig Opera. "Götterdämmerung" ella "Ragnarök" er seinasti partur í "Ring des Nibelungen" eftir Richard Wagner, ið er ein søga samansett úr "Regin Smiði", "Sjúrðarkvæðunum" og "Brynhildartátti". Framførslan hevur áhuga um allan heim, frumframførslan var útseld og fólk úr 45 ymiskum londum høvdu keypt atgongumerki. Tann 5.,6.,7. og 8 mai verður samlaði "Ringurin" framførdur, tá hevur Rúni leiklutirnar sum "Hunding" (Hundingssynir), og "Fafner" (drekin Fávnir) aftrat.  - Fyrsta ummælið er komið, tað er Andreas H. Hölscher, ið tykist sera hugtikin. Hann skrivar í Opnernnetz eitt gjølligt ummæli, har hann rósar sangarunum, leikstjórnini og orkestrinum. Rúni Brattaberg er tikin úr leiki, heldurhann og skrivar m.a: "Rúni Brattaberg er sum Hagen tann stórbæra antihetjan. So sannførandi sum hann er í Valkyriunum, er hann sum Hagen enn ógvusligari. Hansara døkka, dundrandi og ræðandi bassrødd er ideel í leiklutinum..” - Hiðani ynski eg Rúna Brattaberg hjartaliga til lukku og góða eydnu. 

http://www.opernnetz.de/Seiten/Aktuelle_Auffuehrungen/Leipzig_Goetterdaemmerung_Hoelscher_160430.html

 

Knud Odde Luna Convento

Í gjár læt upp stór serframsýning hjá danska listamanninum Knud Odde í Sophienholm við heitinum Luna Convento. Á framsýningini eru yvir hundrað verk og fleiri teirra eru gjørd í Føroyum í Steinprenti. Knud Odde er málari, grafikari og á framsýningini verða eisini keramisk føt og glasmosaikkir at síggja. Knud hevur verið fleiri ferð í Føroyum, saman við svenska listamanninum Jan Håfström hevði hann Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðani. Luna Convento eitur eftir einum hotelli og fyrrverandi kleystri við Amalfi. Framsýningin hongur uppi frá 30. april – 26. juni 2016.

http://www.sophienholm.dk/side.asp?ID=10

 

 

ALT SUM ER FAST LOYSNAR

Mikukvøldið 18.mai klokkan 20 er poesikvøld í Steinprenti. 

Umframt at síggja verkini hjá danska yrkjaranum og myndlistakvinnuni Toni Larsen, sum hanga og standa í framsýningarrúminum, býðst eisini høvið at uppliva yrkingar lisnar upp av bæði royndum og nýggjum yrkjarum. Heitið á poesitiltakinum er byrjanin av yrkingini Onkran morgun, ið var fyrsta yrkingin í savninum Brúgvar av svongum orðum, sum Jóanes Nielsen gav út í 2003. Antin tú fatar uppáhaldið “Alt sum er fast loysnar” sum eina hóttan ella eina fyrijáttan, so er orðingin full av drama samstundis sum hon situr væl og tað er eyðkent fyri yrkingar hjá Jóanesi Nielsen. Í 2014 gav hann út eitt savn av 425 síðum av yrkingum, sum staðfesti hansara støðu sum ein av okkara týdningarmestu samtíðaryrkjarum seinastu mongu árini. Hansara yrkingar eru fullar av passión, av saft og kraft og ofta er útgangsstøðið sera jarðbundið, tó at hugsjónirnar hava flog.

Frá einum so royndum yrkjara sum Jóanesi til ta ungu Nólsoyarkvinnuna Onnu Malan Jógvansdóttir er eitt fitt petti, men fleiri av evnunum í hennara fína debutsavni Undirfloyma eru evni, sum Jóanes Nielsen eisini hevur havt fatur á. Yrkingarnar hjá Onnu Malan snúgva seg um eitt lyriskt ”eg”, sum følir og skrásetir og lýsir sínar kenslur í mun til umhvørvið, klettarnar og havið. Uppbýtingin leggur upp til tilfarsligt tilvit, sum eisini sæst aftur í nógvum av yrkingunum, har organiska menniskjað ella partar av tí ber seg at og vaksur saman við náttúruna. Æðrar grógva, klettarnir smelta og stadna, eygu og blóð frysta til ís ella til glas og brotnu og staðnaðu formarnir halda egpersóninum føstum. 

Inniligleikin er í hásæti, tá Lea Kampmann framførir. Lea Kampmann er ung, men hennara kensluborni tónleikur er búgin, hann hevur dýpd og dramatiskan botn. Lea Kampmann er ein originalur singer songwriter við ansi fyri patos og góðum løgum, sum vit kunnu vænta okkum nógv av.

Síðani Sissal Kampmann fekk ta tignarligu Klaus Rifbjerg debutvirðislønina fyri savnið Ravnar á ljóðleysum flog – Yrkingar úr uppgongdini hava vit verið greið yvir, at hon er áhugaverd, yrkjararøddin úr Vestmanna. Hon gav fyri stuttum út sítt fimta yrkingarsavn Sunnudagsland, ið hevur eitt slag av ítøkiligari hendingagongd við einum yrkjaraegi, sum kemur aftur til gomlu heimbygdina, hagar egið plagar at ferðast í frítíðum, fyri at búleikast í eina tíð. Tíðin og veðrið verða neyvt skrásett gjøgnum savnið, sum fevnir um eitt hálvt ár, tað byrjar seint um summarið um morgunin og endar um kvøldið eftir nýggjár, tá yrkjaraegið fer avstað av landinum aftur. Talan er um eitt búgvið og gott savn, sum er fult av góðum yrkingum.

Í summarfrítíðini í fjør sat undirritaða og týddi nakrar yrkingar hjá danska myndlistamanninum og yrkjaranum Claus Carstensen. Tað endaði við einum heilum yrkingaúrvali við 37 týddum yrkingum, ið fevna um fjøruti ár í tíð. Yrkingarnar í savninum, sum fekk heitið Blindvunnir dagar eru sera ymiskar, har eru álvarsligar, stuttligar og sjálvspeiskar eygleiðingar. Tær surrealistisku yrkingarnar eru uppøstar sum í erotiskum dreymi, meðan kroppurin aðra staðni verður fataður á ein um somu tíð kliniskt patologiskan og sansaligan hátt. Eitt eyðkent fýrsaratema, sum eisini er nógv frammi innan modernismuna sum heild, er býarinnar melankoli, sum eisini er umboðað í úrvalinum, men evnið verður breitt út til náttúruna, til heystið og veturin og víðari út í hugtøkini. Talan er um eitt sofistikerað dupult eygnabrá og eitt víðkað ekfrasuhugtak, sum kemur fyri í fleiri av verkunum hjá Claus Carstensen, har myndir og yrkingar viðmerkja hvørja aðra og áskoðanir verða lyftar upp á listástøðiligt ella tilveruligt støði.

ALT SUM ER FAST LOYSNAR: Jóanes Nielsen, Anna Malan Jógvansdóttir, Lea Kampmann, Sissal Kampmann, Claus Carstensen, Jóanes Nielsen. 18.mai klokkan 20 í Steinprent, Skálatrø 16. Øll eru vælkomin.

 

Kinna Poulsen

 

bakbundin í blóðinum/

bláreyðir nelikar og hvítar rósur

bera boð um eitt málleyst miskunnarloysi/

við gleivandi ørmum og beinum

á einum skarlaksreyðum silkilaki/

hundurin goyr uppøstur/

syngja likkur syngja gentur/

syngja likkur syngja gentur/

so er aftur heilt stilt/

silvurreyðir laksar

 

(Claus Carstensen: Blindvunnir dagar s.29)