Knud Odde Luna Convento
/Í gjár læt upp stór serframsýning hjá danska listamanninum Knud Odde í Sophienholm við heitinum Luna Convento. Á framsýningini eru yvir hundrað verk og fleiri teirra eru gjørd í Føroyum í Steinprenti. Knud Odde er málari, grafikari og á framsýningini verða eisini keramisk føt og glasmosaikkir at síggja. Knud hevur verið fleiri ferð í Føroyum, saman við svenska listamanninum Jan Håfström hevði hann Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðani. Luna Convento eitur eftir einum hotelli og fyrrverandi kleystri við Amalfi. Framsýningin hongur uppi frá 30. april – 26. juni 2016.