Tríggjar listaupplatingar í vikuskiftinum
/Eg gleði meg til komandi vikuskifti, sum verður av tí listarliga slagnum við heili tveimum ferniseringum. Fríggjadagin 13.mai klokkan 16 letur framsýning hjá Anker Mortensen upp í Listasavni Føroya og dagin eftir, leygardagin 14.mai klokkan 15 letur Bjarne Werner Sørensen upp framsýning sína Tíðarrúm í Listahøllini á Skipasmiðjuni Mest. Bjarne Werner Sørensen er ein av limunum í Heystframsýningini, sum sostatt hevur framsýnt ofta í Føroyum. Hann er eisini slektaður í Froðba, so hann hevur verið nógv í Føroyum. Seinasta serframsýning hjá Bjarne Werner Sørensen í Føroyum, var í Gallarí Steinprent í 2012. Í 2006 framsýndi hann saman við Tóroddi Poulsen í Norðurlandahúsinum. Herumframt hevur Bjarne verið sera virkin á føroyska myndlistapallinum í 80´unum og 90´unum. Hann hevði tvær serframsýningar og skipaði har afturat fyri tveimum stórum framsýningum við týskum og donskum listafólki í Listasavni Føroya í teimum árunum. Bjarne er hálvur føroyingur og hálvur dani. Í kataloginum til framsýningina Tíðarrúm, greiðir Bjarne frá sambandinum til Føroyar. -Mamma er fødd og uppvaksin í Froðba og flutti eftir kríggið til Danmarkar, har hon hitti pápa, sum júst var útbúgvin verkfrøðingur. Tey bæði ferðaðust síðani kring heimin í sambandi við starvssetanir, fyrst í Føroyum, síðan í Sýria og Libanon. Seinni yvirtók familjan barndómsheimið hjá mammu í Froðba, sum Bjarne í dag eigur lut í og vitjar ofta. Hann hevur gjøgnum uppvøksturin og síðani ferðast fram og aftur millum Føroyar og Danmark óteljandi ferðir og tað er sum um henda rørslan hevur skapað eitt slag av grundleggjandi tvístøðu ella dualiteti í hansara tilverufatan, og sum eisini hevur fingið týdning fyri arbeiðið hansara við myndum. Framsýningin Tíðarrúm er opin frá 14. mai - 29.mai 2016, hvønn dag frá kl 15 - 18.
Um Anker stendur í tíðindaskrivinum, at hann er eitt av týdningarmestu nøvnunum í sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list. Hansara listabúni er abstraktur og hansara myndir hava ein inntonktan frið og andligan dám í ætt við gomlu ikonmálningarnar. Føroyar eru tó heilt vist til staðar í listini hjá Anker Mortensen. Fyrst og fremst við støðinum í gamlari føroyskari mentan, soleiðis sum tað sæst í heitunum, sum sipa til støð, fólksliga list, barnarímur og sálmasang. Hóast talan ikki er um myndprýðing, verða hesir føroysku partar og hugløg lyft upp í yvirjarðliga heimin, sum myndirnar mana fram. Framsýningin á Listasavninum er afturlítandi og fevnir um verk frá 1995 til 2015.
Undir heitinum “Tey byggja land” letur Sigrun Gunnarsdóttir upp listaframsýning í atelieri sínum á Eiði Hvítusunnudag kl. 15.00. Opið verður hendan dagin til kl. 20.00 og opið verður eisini 2. Hvítusunnudag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.
Tað verður borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, sum setur framsýningina, meðan Niels Midjord og Eilin Hansen fara at framføra tulkingar yvir verk hjá Leonard Cohen.
Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferð hennara í Kina er myndavavið bæði stórt og fjølbroytt.
Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list, og er hon umboðað á mongum listasøvnum. Fyri stuttum luttók hon á listaframsýningum í Kina.
Sigrun Gunnarsdóttir kemur á eitt vegamót mitt í 1990-árunum og endar í einum symbolskum, surrealistiskum heimi, ið er nógv øðrvísi enn nakað annað í føroyskum listalívi.
Vit halda, at vit fata innihaldið í myndunum, men hóma samstundis eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Tá ið vit hava sæð hennara myndir, eru tær sum brendar inn á sjónina – og í hugaheimin.
Grundstøðið í list Sigrunar er merkt av nýhugsandi, aldargamlari kristnari mentan.
Vit gerast varug við ein annan heim – uttanum okkum, innan í okkum, sum ikki sæst, bert merkist. Vit verða drigin inn í verkini og gloyma okkum sjálv burtur, standa verjuleys, men samstundis væl vard av symbolunum, sum fylla myndaheim Sigrunar.