Zacharias 80
/
Í dag, 19.mai fyllir listamaðurin Zacharias Heinesen 80 ár. Á myndini omanfyri síggja vit listamannin hyggja at verkunum hjá einum starvsfelaga, tað er í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Havn, at gula verkið hjá Bjarne Werner Sørensen hongur. Á myndini sæst hvussu Zacharias framhaldandi hevur áhuga fyri listini - eisini øðrum listaidealum enn sínum egnu og eg má eisini fegnast um, at listamaðurin sær so birgur út. Zacharias Heinesen er útbúgvin á listaskúla í Íslandi 1957-58 og á Kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Niels Lergaard frá 1959-63, men longu sum fimtan ára gamal debuteraði hann á Ólavsøkuframsýningini. Hann framsýnir ofta í Danmark og bæði har og heima í Føroyum hevur hann skrýtt fleiri bygningar, Eystara Landsrætt, auluna í Læraraskúlanum, Kommunuskúlanum og Studentaskúlanum í Havn.
Áttati ár eru ikki áttati dagar og áttati ára føðingardagur Zachariasar er sjálvsagt ein merkisdagur fyri føroyska list. Hann er tann elsti og mest elskaði av føroysku listafólkunum, hann er ein listamaður, sum alla tíðina megnar at bróta upp úr nýggjum samstundis sum hann er erligur móti sær sjálvum, uttan at forsera ella koma framum seg sjálvan. Hann er figurativur fyri tað mesta, eisini tá hann er nokk so abstraktur, tí tá hann ikki er tað, ja so kennist tað onkursvegna falskt fyri hann sjálvan. Hansara myndevni taka støði í útsýninum har sum hann nú einaferð er og tí vit eru so mikið heppin, at hann meginpartin av síni livitíð hevur búð uppi á Varða, ja og tí er hansara útsýnið føroyskt. Í einum listaskúlaleysum landi sum okkara hevur Zacharias Heinesen megnað at mynda skúla ella ein ávísan stíl, sum fólk í heilum royna at nærkast. Men í grundini málar eingin akkurát sum Zacharias, bara Zacharias málar sum Zacharias og eingin hevur sum hann megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingum sínum av bygd, havi og fjalli, tá hann málar eitt fúlt æl í Havn, várligt sirm á Velbastað ella glitrandi ljósbrigdi í Mikinesi. Ofta eru spektrallitirnir umboðaðir í myndunum, har skyggjandi gulir og reyðir litblettir festa í grønt, violett og blátt. Føroyska landslagið, vátt í vátt við leskiligastu litum – tað ljóðar næstan sum kundi tað verið ov nógv av tí góða, men soleiðis er tað faktist ikki. Tá hann síðsta ár skuldi gera ársprent til limirnar í grafikkfelagnum Steinbrá gjørdist vætan eitt gjøgnumgangandi tema, meðan litirnir eru valdir við aga. Eisini tøkniliga er myndevnið næstan skvatlað á litografiska steinin, so at alt flýtur, blátt móti okkurgulum. Zacharias Heinesen er eyðsýniliga enn á tremur av komandi myndum, takk fyri tað og hjartaliga til lukku við runda degnum.