ALT SUM ER FAST LOYSNAR

Mikukvøldið 18.mai klokkan 20 er poesikvøld í Steinprenti. 

Umframt at síggja verkini hjá danska yrkjaranum og myndlistakvinnuni Toni Larsen, sum hanga og standa í framsýningarrúminum, býðst eisini høvið at uppliva yrkingar lisnar upp av bæði royndum og nýggjum yrkjarum. Heitið á poesitiltakinum er byrjanin av yrkingini Onkran morgun, ið var fyrsta yrkingin í savninum Brúgvar av svongum orðum, sum Jóanes Nielsen gav út í 2003. Antin tú fatar uppáhaldið “Alt sum er fast loysnar” sum eina hóttan ella eina fyrijáttan, so er orðingin full av drama samstundis sum hon situr væl og tað er eyðkent fyri yrkingar hjá Jóanesi Nielsen. Í 2014 gav hann út eitt savn av 425 síðum av yrkingum, sum staðfesti hansara støðu sum ein av okkara týdningarmestu samtíðaryrkjarum seinastu mongu árini. Hansara yrkingar eru fullar av passión, av saft og kraft og ofta er útgangsstøðið sera jarðbundið, tó at hugsjónirnar hava flog.

Frá einum so royndum yrkjara sum Jóanesi til ta ungu Nólsoyarkvinnuna Onnu Malan Jógvansdóttir er eitt fitt petti, men fleiri av evnunum í hennara fína debutsavni Undirfloyma eru evni, sum Jóanes Nielsen eisini hevur havt fatur á. Yrkingarnar hjá Onnu Malan snúgva seg um eitt lyriskt ”eg”, sum følir og skrásetir og lýsir sínar kenslur í mun til umhvørvið, klettarnar og havið. Uppbýtingin leggur upp til tilfarsligt tilvit, sum eisini sæst aftur í nógvum av yrkingunum, har organiska menniskjað ella partar av tí ber seg at og vaksur saman við náttúruna. Æðrar grógva, klettarnir smelta og stadna, eygu og blóð frysta til ís ella til glas og brotnu og staðnaðu formarnir halda egpersóninum føstum. 

Inniligleikin er í hásæti, tá Lea Kampmann framførir. Lea Kampmann er ung, men hennara kensluborni tónleikur er búgin, hann hevur dýpd og dramatiskan botn. Lea Kampmann er ein originalur singer songwriter við ansi fyri patos og góðum løgum, sum vit kunnu vænta okkum nógv av.

Síðani Sissal Kampmann fekk ta tignarligu Klaus Rifbjerg debutvirðislønina fyri savnið Ravnar á ljóðleysum flog – Yrkingar úr uppgongdini hava vit verið greið yvir, at hon er áhugaverd, yrkjararøddin úr Vestmanna. Hon gav fyri stuttum út sítt fimta yrkingarsavn Sunnudagsland, ið hevur eitt slag av ítøkiligari hendingagongd við einum yrkjaraegi, sum kemur aftur til gomlu heimbygdina, hagar egið plagar at ferðast í frítíðum, fyri at búleikast í eina tíð. Tíðin og veðrið verða neyvt skrásett gjøgnum savnið, sum fevnir um eitt hálvt ár, tað byrjar seint um summarið um morgunin og endar um kvøldið eftir nýggjár, tá yrkjaraegið fer avstað av landinum aftur. Talan er um eitt búgvið og gott savn, sum er fult av góðum yrkingum.

Í summarfrítíðini í fjør sat undirritaða og týddi nakrar yrkingar hjá danska myndlistamanninum og yrkjaranum Claus Carstensen. Tað endaði við einum heilum yrkingaúrvali við 37 týddum yrkingum, ið fevna um fjøruti ár í tíð. Yrkingarnar í savninum, sum fekk heitið Blindvunnir dagar eru sera ymiskar, har eru álvarsligar, stuttligar og sjálvspeiskar eygleiðingar. Tær surrealistisku yrkingarnar eru uppøstar sum í erotiskum dreymi, meðan kroppurin aðra staðni verður fataður á ein um somu tíð kliniskt patologiskan og sansaligan hátt. Eitt eyðkent fýrsaratema, sum eisini er nógv frammi innan modernismuna sum heild, er býarinnar melankoli, sum eisini er umboðað í úrvalinum, men evnið verður breitt út til náttúruna, til heystið og veturin og víðari út í hugtøkini. Talan er um eitt sofistikerað dupult eygnabrá og eitt víðkað ekfrasuhugtak, sum kemur fyri í fleiri av verkunum hjá Claus Carstensen, har myndir og yrkingar viðmerkja hvørja aðra og áskoðanir verða lyftar upp á listástøðiligt ella tilveruligt støði.

ALT SUM ER FAST LOYSNAR: Jóanes Nielsen, Anna Malan Jógvansdóttir, Lea Kampmann, Sissal Kampmann, Claus Carstensen, Jóanes Nielsen. 18.mai klokkan 20 í Steinprent, Skálatrø 16. Øll eru vælkomin.

 

Kinna Poulsen

 

bakbundin í blóðinum/

bláreyðir nelikar og hvítar rósur

bera boð um eitt málleyst miskunnarloysi/

við gleivandi ørmum og beinum

á einum skarlaksreyðum silkilaki/

hundurin goyr uppøstur/

syngja likkur syngja gentur/

syngja likkur syngja gentur/

so er aftur heilt stilt/

silvurreyðir laksar

 

(Claus Carstensen: Blindvunnir dagar s.29)