Zacharias í Listasavninum

Tað er av sonnum gleðiligt og í tøkum tíma at síggja eina afturlítandi framsýning hjá Zachariasi Heinesen í Listasavni Føroya. Tess størri spell er tað, at henda framsýning ikki er so einastandandi góð, sum hon eigur at vera. Hetta hevur einki við verkini sjálvi at gera sum so, tað kemst m.a. av eini heldur tilvildarligari uppheinging.

Alt ov long tíð er farin síðani síðstu serframsýningina hjá Zachariasi Heinesen í Listasavni Føroya. Tað var sambært kataloginum til hesa nýggju framsýningina í 1993. Hetta er at undrast um, um vit hugsa  um støðu hansara í føroyskari list, og hansara høga listarliga støði er nógva ferðirnar staðfest bæði innan- og uttanlands. Gott er í øllum førum at síggja eina stóra framsýning við verkum hjá Zachariasi Heinesen í okkara listaskála sama ár, sum listamaðurin verður 80 ár (19.mai). Eingin hevur sum Zacharias Heinesen tulkað og lýst føroyska landslagið aftur og aftur og gjørt tað um til litrík og ljósfyllt listaverk.

Veðrið var gott í vetragrønu plantasjuni, hendan dagin, tá eg vitjaði listaframsýningina “Zacharias Heinesen Føroyskur mosaikkur”, og bæði sól og máni skinu sannførandi á bláa himmalhválvinum, og sjálvt um eg framman fyri lítla Listasavninum hugsaði, at tað er langt frá Byzans niðan á Varða, kundi eg innkomin staðfesta, at Listaskálin í grundini er fullur av ljósi frá teimum framúrskarandi, litríku myndunum hjá Zachariasi.

Tað er bygdin við havið, sum framum alt er myndevnið hjá Zachariasi Heinesen og hetta ávirkar myndabygnaðin, sum er settur saman av stórum grábláum flatum, ið mynda hav og himmal og meira smábýttum mynstrum við fleirlittum puntum og strokum, ið mynda hús og bø. Umráðandi tykist mótsetningurin millum stórt og smátt, millum ta stórbæru náttúruna og tey evarska smáu húsini. Inspiratiónskeldurnar eru fleiri, summar franskar, brá av impressionismu og kubismu eru heilt vist uppi í leikinum, men listamaðurin hevur, sum Inger Smærup Sørensen gjørdi vart við í katalogtekstinum til framsýningina ZH06 í Listahøllini, verið við at skapað ta føroysku myndina. Zacharias Heinesen hevur skapað sín egna stíl, sum í mong ár hevur verið eftirhermdur, vit kunnu siga, at hansara kendu kompositiónir við fýra- og trýkantaðum fjøllum og húsum í bjørtum litum hava myndað skúla innan føroysku myndlistina.

zh4.jpg

Ein relieffmynd, sum minnir ikki sørt um verkini hjá Hanna Bjartalíð.

Hóast Zacharias Heinesen eins og impressionistarnir fæst við at skráseta náttúruna undir skiftandi ljósviðurskiftum, er greiður munur millum tær naturalistisku og objektivt hugsaðu myndirnar hjá impressionistunum og so flatumálaríið hjá føroyska listamanninum, ið m.a. er íblást av klassiskum modernistum sum Matisse og Picasso. Sjálvt um talan er um figurativar náttúrulýsingar við ítøkiligum heitum frá støðum í Føroyum, eru myndirnar nokk so abstraktar. Landslagsmyndevnið tykist einamest nýtt sum eitt høvi til at mála litir á eina flatu eftir einari ávísari skipan. Ofta eru grundlitirnir umboðaðir; gulir og reyðir litblettir festa í bláar og grønligar flatur, sum eru uppbygdar í fleiri litløgum.

Ljósið hevur enn sum áður ein heilt serligan leiklut í myndunum hjá Zachariasi Heinesen. Og sjálvt um myndirnar eru gjørdar við íblástri frá ljósárinum í náttúrini, haldi eg, at júst ljósið er eitt gott dømi uppá hvussu abstraktar hesar myndirnar eru. Í staðin fyri at avmynda náttúrligt ljós, kann mann siga, at myndirnar framleiða eitt egið ljós, sum liggur aftan fyri og skínur út í gjøgnum tey mongu løgini av máling.

Far niðan í Listasavnið og hygg at einari mynd í senn soleiðis, at myndirnar við síðuna av ikki órógva, tá mást tú nokk so nær, tí tær 45 myndirnar á framsýningini eru ov nógvar til gamla salin í Listaskálanum. Uppheingingin er kronologisk og tematisk í støðum, men hon er ikki serliga harmonisk. Eg haldi heldur ikki, at myndaúrvalið er optimalt, onkur høvuðsverk mangla og sum heild eru ov nógv eldri verk við. Á sama hátt sum Ingálvur av Reyni er Zacharias Heinesen eisini ein listamaður, ið mennir seg sum árini ganga. Verkini í trýssunum og hálvfjersunum eru við onkrum undantaki ikki líka listarliga áhugaverd og sterk sum nýggju verkini, ið kundu verið hægri raðfest. Tveir tekstir eru sum vant í kataloginum, ein hjá listasavnsstjóranum, Nils Ohrt, sum setir listina hjá Zachariasi Heinesen í listasøguligt høpi og ein hjá Bárði Jákupsson við meira persónligum perspektivi. Eitt brot manglar í føroyska tekstinum, tað er óheppið, men í donsku versiónini er hetta manglandi brotið við. Litmyndir tykjast ofta torførar at fáast við, tað er ringt at raka røttu litirnar, eg haldi, at myndirnar í kataloginum eru ríkiliga turkisar.

Í filminum “Litirnir dansa”, sum Ivan Hentze Niclasen gjørdi um listamannin í 2011, er jazzurin og listarliga frælsið í miðdeplinum. Zacharias Heinesen tosar við eldhuga um hvussu fríur Nicolas de Staël er í sínum málihátti og heldur, at hann sjálvur kundi verið fríari. Her er tað kanska serliga bundnið mótvegis myndevninum, sum hann hugsar um. Myndirnar hjá Zachariasi Heinesen sleppa sjáldan motivinum heilt, men allíkavæl haldi eg, at tær hava sítt egna frælsi, sum ikki er ólíkt støðuni, tá ein royndur jazztónleikari improviserar frítt yvir eitt tema. Listarligt frælsið kemur av førleika og kunnleika, sum Zacharias Heinesen er fullur av. Summar myndir eru meira abstraktar enn aðrar. Eitt myndevni Útsýnið úr glugga listamansins uppi á Varða er í fleiri førum ógvuliga abstrakt tulkað, t.d. í einari mynd frá 2015, sum eg ikki havi sæð áður, sum hongur í aftasta rúminum í norðara enda har sum Steinprent var. Her sæst hon avmyndað omanfyri hetta tekstbrotið. Ein fantastisk, undurvøkur abstrakt mynd, har býarlandslagið er strangliga skipað í trý vatnrøtt bond, ið eru myndað av eini gyltari samanseting av ljósa- og okkergulum, myrka- og ljósabláum, hvítum, turkisum og violettum litbrigdum.

Framsýningin “Zacharias Heinesen Føroyskur mosaikkur” er at síggja í listasavninum inntil 10.apríl.

 

Til lukku Eivør og tit og vit

Jóhan Martin Christiansen: Dress. Videoinstallatión á framsýning í Steinprent, okt 2014

Boðini um, at Eivør Pálsdóttir fær 3 ára starvsløn eru heilt ómetaliga gleðilig. Uttan at ána hvørja verkætlan hon er farin í holtur við, fegnist eg um hetta, sum eg síggi sum umráðandi signal frá Mentanargrunninum um, at poppur og rútmuskur tónleikur eisini kann vera list. Hetta er ein staðfesting, ið bæði fevnir hennara status sum ein tann týdningarmesta listakvinnan í okkara tíð, og ein staðfesting, sum gongur í móti smáliga rákinum, at móttakarar av føroyska listastuðlinum skulu vera stavnsbundin í Føroyum. Eivør Pálsdóttir hevur bústað í Danmark, men ferðast javnan kring heimin og alla staðir har hon kemur fram er hon okkum ein listarligur ambassadørur av teimum allar fínastu. Tónleikurin fær nógvan stuðul í ár, tí Atli Kárason Petersen hevur fingið eitt hálvt ár. Hann er tónleikari og tónaskald, sum hevur gjørt fleiri smærri verk, men hann hevur eisini skrivað tónleik til Symfoniorkestrið, okkurt av tí hoyrdu vit á Nýggjárskonsertini. Jóhan Martin Christiansen hevur fingið eitt hálvt ára starvsløn, hetta er somuleiðis uppiborið, hann hevur sýnt í verki, at hann er ein dugnaligur listamaður, sum arbeiðir seriøst og originalt. Hann arbeiðir í løtuni við framsýning, sum verður í Listasavninum í heyst. Debutbókin hjá Arnbirni Ólavsson Dalsgarð var frálík og nú hevur hann fingið eitt hálvt ár av arbeiðsnáðum, tað er eisini gott. Anker Mortensen og Tóroddur Poulsen fáa hvør sínar 3 mánaðar av arbeiðsfriði, fyrrnevndi hevur framsýning í Listasavninum í heyst. Men her eru nógv góð fólk, sum hava fingið arbeiðisnáðir at savna seg um okkurt listarligt, ið verður okkum øllum til gagns. Hjartaliga til lukku, tit øll og vit við.

Eivør Pálsdóttir36 mánaðir

Atli Kárason Petersen 12 mánaðir

Jóhan Martin Christiansen 6 mánaðir

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð 6 mánaðir

Heri Eysturlíð 3 mánaðir

Andreas Tykjær Restorff3 mánaðir

Jón Sonni Jensen 3 mánaðir

Anker Mortensen 3 mánaðir

Tóroddur Poulsen 3 mánaðir

Dávur Djurhuus                3 mánaðir

Andrias Høgenni 3 mánaðir

Anna Katrin Ø. Egilstrøð                3 mánaðir

Lív í Baianstovu 3 mánaðir

Jón Thorsteinsson 3 mánaðir

Páll Nolsøe 3 mánaðir

Jensina Olsen 3 mánaðir

Ranvør Isholm 3 mánaðir

Dávid Isfeld 3 mánaðir

Eyð Matras 3 mánaðir

Mattias Kapnas 2 mánaðir

Beinta Løwe Jacobsen 2                mánaðir

Paulina M. K. Eliasen 2 mánaðir

Edvard Nyholm Debess 2 mánaðir

Knút Olsen 2 mánaðir

Edvard Sofus Olsen 2 mánaðir

Gunvør Balle 2 mánaðir

Árni Baldvinsson 1 mánað

Súsanna Tórgarð 1 mánað

Jóhanna Maria (Ria) Tórgarð 1 mánað

Kristina Sørensen Ougaard 1 mánað

Linda Mortansdóttir 1 mánað

Johnny Thomsen 1 mánað

Malan Háberg    1 mánað

 

Listahurráróp og mentanarpolitiskt hjartasuff!

Tey munu vera nógv, ið hava verið inni á gólvinum í Steinprent seinastu tíðina fyri at uppliva ta fínu framsýningina hjá Hanna Bjartalíð, og nógvu reyðu prikkarnir avdúka, at mong teirra hava valt, at eitt av verkunum skal hanga í teirra heimum, og hesi kunnu gleða seg, tí nú nærkast endin á framsýningini. Kurpalið er bert opin hesa vikuna aftrat, hon letur aftur 20.februar.

Eg viðmæli øllum at síggja framsýningina. Í hesum landi við øllum tess meinagóða kreativiteti og líka so meinagóða mentanarpolitikki, sum enn ikki á nakran hátt livir upp til gyltu lyftini, ið samgonguflokkarnir góvu okkum veljarum, eru góðar listaupplivingar ein sannur uggi í vónbrotinum um, at eingin reellur munur t.d. enn er á viðgerðini av listastuðlinum til leik og lærd, og at ongar veruligar visjónir tykjast vera fyri yrkislist her á landi. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam siteraði í Degi og Viku í kvøld tann keðiliga politikaran, sum tíverri var hon sjálv, tá hon segði, at hon einki kundi lova Musikkskúlanum. Eitt argument fyri, at hon einki kundi lova tí fíggjarliga sperda Musikkskúlanum við teimum longu bíðilistunum var Listaskúlin, sum hon eftir øllum at døma verður plágað við fleiri ferð um vikuna, og tað passar ivaleyst, men er eisini ein gomul og keðilig politikarasnildi, at spæla tvey listaøki út móti hvørjum øðrum, so kunnu vit klandrast um hvat er mest neyðugt ella kunnu vit gera sum Obama og NIKE løgdu upp til á sinni: Just do it! Tá mann hevur stovnað skúlan kann tað almenna traðka til. Ókey, men eg haldi ikki, at eg hoyrdi tað nógva um tílíkar treytir undir valstríðnum. Frá limum í samgonguflokkunum ljóðar, at skilið er so mikið ringt eftir stýrið hjá fyrrverandi samgongu, at als eingir pengar eru til eina øking av mentanarstuðlinum. Javel, men vælsignað takið listina í álvara, henda pr automatikk niðurraðfestingin av mentanarøkinum avspeglar altso eina niðurraðfesta virðing fyri listini. Og alt er heldur ikki pengar - tað ber eisini til at leggja ætlanir ella at leggja til rættis við umfordeiling av verandi pengum. Í gjár hevði Dagur og Vika eitt áhugavert innslag um eitt tiltak í Norðurlandahúsinum og gentur og rútmiskan tónleik og so var fanin í pappírinum og tað var ikki bara rein mannsjauvinisma og vanlig høvuðsstaðarøvund í teim mongu viðmerkingunum, nei, tað var eisini okkurt við, at mentan ikki er ordilig tíðindi. Tað er so løgið, at eg skilji tað ikki. Áðrenn valið skrivaði eg fleiri greinar um mentanarpolitikk og mentanarpolitiskar visjónir og núverandi samgonguflokkarnir ætlaðu sær ikki lítið. Eg eri vónbrotin um at vit enn ikki síggja nakað tekin um, at hesar ætlanir verða framdar í verki og tá hjálpir tað at uppliva góða list sum á Kurpali-framsýningini hjá Hanna Bjartalíð, serliga ta aftastu kassamyndina við ljósagrønu portrettmyndini, sum líkist einari gamlari ommu og/ella standmyndini av Nólsoyarpáll. Eisini vónin er ljósagrøn, samgongan hevur ikki sitið so leingi enn, enn ber til at rætta kós og uppraðfesta listina og liva upp til tær skilagóðu ætlanir, sum samgonguflokkarnir høvdu áðrenn valið: 

Javnaðarflokkurin:

·        Seta ferð á arbeiðið við Tjóðpalli.

·        Játtanin til Mentanargrunn landsins skal tvífaldast, so eitt nú yrkislistafólk kring alt landið kunnu søkja og røkja áramálsett størv við vanligum setanartreytum.

·        Søvn Landsins verða endurskoðað, og bóka- og onnur søvn verða uppraðfest kring landið.

·        Háskúlin skal hava munandi betri karmar.

·        Miðlarnir skulu hava betri kor, og Kringvarpið skal ikki kappast við privatu um lýsingar.  Satspulja til framleiðslu av miðlatilfari til børn á føroyskum.

 

Framsókn:

 ·        Framsókn vil orða og samtykkja nýggjan lista- og stuðulspolitikk og vil virka fyri, at vit endurskoða samlaðu fíggjarorkuna til mentanar og listaøkið og fyrisitingina av henni. Hetta er partur av mentanarpolitikkinum, har Framsókn virkar fyri at tryggja øllum góðar karmar, sum røkja, menna, savna, skjalfesta, varðveita og miðla okkara mál og mentan – bæði okkara mentanararv og samtíðarmentanina.

·        Vit fara at stimbra føroyska filmslist, framleiðslu av føroyskum miðlatilfari og øðrum føroyskum tilfari til bæði føroyingar og útlendingar. M.a. fara vit at royna eftir eini breiðari semju í løgtinginum um ein filmspolitikk, har vit fáa í lag filmsgrunn, filmshús og eina afturberingarskipan til útlendsk filmsframleiðslufeløg fyri at stimbra filmslistina, men ikki minst fyri at fáa gongd á eina føroyska filmsvinnu. Eisini fara vit at virka fyri betri umstøðum og rásarúmi at fáa til vega føroyskt tilfar t.d. til undirvísing.

·        Vit fara at orða og samtykkja ein politikk viðvíkjandi arkitekturi við einum formligum kravi um, at ein ávísur brotpartur av íløguni til ný- og útbygging av almennum bygningum o.ø. byggiverkætlanum skal verða brúktur til listprýðing.

·        Framsókn fer at virka fyri at skapa betri karmar og skipanir innan mentan og list. M.a. skal Tjóðpallur Føroya hava sømilig kor og karmar innan langt er umliðið. Og Føroya Symfoniorkestur skal hava eina tryggari skipan at virka undir.

·        Vit vilja byggja upp viðkomandi útbúgvingar og menna føleikar innan mentan, list og kreativar vinnur – tað er partur av einum tíðarhóskandi mentanarpolitikki.

 

Tjóðveldi:

·        Mentanar- og listaráð Føroya skal skipast til at umsita og samskipa allar stuðuls­játtanir til mentan og list og ráðgeva politiska myndugleikanum - og at styrkja játtanirnar til tær ymsu listagreinarnar.

·        At byggja Tjóðleikhús Føroya og styrkja alt savnsøkið kring landið.

·        Vit skulu styrkja mentanar- og listaútbúgvingar sum lærugreinir í fólka-, mið­náms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum.

·        Vit skulu styrkja Musikkskúlaskipanina og Føroya Symfoniorkestur..

·        Føroyskt mál skal styrkjast á øllum økjum. Føroyskur málpolitikkur skal fremjast eftir tilmælunum í álitinum “Málmørk”.

 

Spennandi íslendsk samtíðarlist í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin klokkan 16 letur upp ein forkunnug framsýning í Norðurlandahúsinum við verkum hjá íslendsku listakvinnuni: Hekla Dögg Jónsdóttir.

Hekla Dögg Jónsdóttir ger samvirknar samansetingar, bólkar ella flokkar lutir, sum hava eitthvørt samband og sum saman skapa dialog millum ljóðskulpturar og video. Hennara verkætlanir hava fevnt um fýrverk gjørt úr ljóðkvæmum katodaljósum, ein frystan hyl mitt um summarið, pop-up-igloir, ynskibrunnar og gandakynstur. Hon er útbúgvin frá lærda listaháskúlanum í Íslandi í 1994 og hevur harumframt lisið á Städelschule Frankfurt í Týsklandi, California Institute of the Arts í Los Angeles og Skowhegan School of Painting and Sculpture í Maine, USA. Síðan 1999 hevur hon sýnt fram síni verk um allan heim. Hon hevur samskipað óteljandi framsýningar og starvast í løtuni sum professori á lærda listaháskúlanum í Íslandi.



 

 

 

Zacharias Heinesen "Føroyskur mosaikkur"

12. februar - 10. apríl 2016

Fríggjadagin 12.februar klokkan 16 letur ein stór framsýning upp í Listasavni Føroya við verkum hjá Zacharias Heinesen. Í tíðindaskrivi frá Listasavninum stendur: Zacharias Heinesen (f. 1936) er the Grand Old Man í føroyskari myndlist, skjótt 80 ára gamal og framvegis virkin. Fyri mong eru hansara landslagsmyndir ein dragandi syntesa millum føroyska náttúru og modernaða myndlist, við teirra dámi av einum koloristiskum mosaikki.

At lýsa landslagið við bygdini sum ein prýðiligan mosaikk er tað stóra íkastið hjá Zachariasi Heinesen í føroyska list. Hann hevur gjørt tað í einum ótali myndum, síðan hann frá fyrst í 1980-unum fann seg sjálvan sum listamaður. Við sínum flykrandi virknaði stendur myndin úr Haldórsvík í skuld til ta fronsku impressionismuna, sum eisini dyrkaði tað sólfylta támið og upploysnina av tingunum. Samstundis eru litflatarnir við til at strika undir dámin av flata og relieffi í myndini, so sum Cézanne og abstraktu eftirmenn hansara í franskari list vístu tað. Eisini frælsið hjá litunum í mun til myndevnið hevur franskan uppruna. Men allan henda arvin hevur Zacharias Heinesen umsitið á sín egna hátt. Í hansara føroysku ”mosaikkum” eru sansing, kraft og fjølbroytni. Framsýningin er retrospektiv og vísur eitt úrval av listini hjá Zacharias Heinesen frá síðst í fimtiárunum til í dag. Listamaðurin hevur arbeitt við nógvum miðlum ígjøgnum árini, men her eru oljumálningarnir í miðdepli, umframt brotamyndir úr viði, eins og landslagið er berandi myndevnið.

Myndin var tikin á Heystframsýningini í fjør

Myndin var tikin á Heystframsýningini í fjør


Barbara í Gongini: Sigursgongd millum ummælararnar

FOTO: Copenhagen Fashion Week

Smáir tríggir dagar eftir mótasýningina AW2016 (heyst-veturkollektiónin) hjá Barbaru í Gongini ber longu til at staðfesta, at hon er ein sonn risasuccés. Ummælararnir eru allir sum ein eldhugaðir og ovurhonds fegnir um ta framúrskarandi sýningina. Í ummæli her á Listaportalinum 4.feb varð hugleitt um serstaka huglagið, sum merkti sýningina, og sum um somu tíð signaleraði ein laidback róligan hugburð sum um: “Klæðir eru ikki tað týdningarmesta í verðini” samstundis sum álvarsemið og listarliga tyngdin segði, at HESI klæðini og hendan sýning var tað týdningarmesta yvirhøvur. Klæðini í nýggju kollektiónini annahvørt kolasvørt ella kritahvít, hattarnir eru løgnir og markantir, úttrykkið er androygynt við eyðkendum kloddum og lepum, oversize pløggum og lynlásum, vøkrum skulpturellum umhvarvi og assymetri. Bygnaðurin er dramatiskur og listarliga hugsaður, tað sama er galdandi fyri musikkin. Jú, vit kenna tað aftur, tað listarliga originala,náhugaverda universið hjá Barbaru í Gongini, og tað er dapurt og stórsligið, men eg haldi allíkavæl, at hennara nýggja sýning AW2016, sum varð framførd í vikuni á ráðhúsinum í Keypmannahavn, ber boð um ein nýggjan lættleika við pláss til bæði álvara og skemt og intellektuella dýpd við denti á dekonstruktivan oplinleika, bókstavir og orð. Her eru flottir kjólar og frakkar við hópin av flottum detaljum, stílurin tykist næstan stillisligur, eyðmjúkur og í støðum eisini meira praktiskur enn áður, eg komi í tankar um mín egna BIG kjóla, sum er so mjúkur, lekkur og bleytur, at eg havi sovið í honum meira enn eina ferð. Eyðkent fyri ta listarliga rúmligu Barbaru í Gongini er, at hon í síni framførslu hevur inkorpererað eina listarliga framførslu, hesa ferð er tað modernaður dansur, ein pardansur, sum í støðum er átøkur einum dance macabre ella einum eksistentiellum bardaga, sum tveir kongaligir ballettdansarar, Astrid Grarup Elbog og Marcin Kupinski framføra og sum riggar einastandandi væl í heildini. 

FOTO: Copenhagen Fashion Week

Style Wylde Magazine helt kollektiónina vera eitt undurfagurt dømi um júst tað, ið ger mótavikuna í Keypmannahavn áhugaverda: “Dark and brooding with a serious post apocalypse meets urban sportswear vibe, the Barbara I Gongini Fall 2016 collection was a stunning example of the creativity that makes Copenhagen Fashion Week such a joy to witness. Starting with heavily graphic pieces that evolved into edgier looks that skirted the edge between gothic chic and wearable art, the collection showed off Gongini's vast talent for invented construction and flawless execution. Á bretsku heimasíðuni The Unconventional stendur, at vit skulu vænta tað óvæntandi, tá vit hyggja at sýningum hjá Barbaraí Gongini, sum hevur staðið fyri hæddarpunktinum á CFW líka síðan fyrstu verð merkið var við á mótavikuni: “Expect the unexpected is the general rule of thumb when attending a show by Barbara I Gongini, a constant highlight during Copenhagen Fashion Week since her debut. As Gongini evolves her avant-garde style twisting through conceptual silhouettes, the nonchalant palette of black, is broken with grey and touches of white allowing focus to be drawn on the details accentuating the designer’s tenure in the business. For the Autumn/Winter 2016 Barbara I Gongini introduced bold graphical elements, easing the onlooking crowd into her collection with her take on casual wear. Here after the theme shifts to Gongini's signature gothic elegance as the models sported draped overcoats accentuating the voluminous forms in raw textured fabrications layered with medium gauge knits and raw cut jersey and deconstructed headwear. Leather two pieces including racer jackets, biker jackets and leather pants with knee zipper detailing broke the mould and added a little more masculinity. The heavy waxed jacket was eye-catching and artful in its construction and added a high end touch to fabric more associated with function over fashion. As the show drew to an end a trio of white ensembles were sent down with an interpretive ballet performance captivating the audience with a spectacular finale to yet another successful show. Í Berlingske Tidende stendur, at Barbara í Gongini líkist burtur frá hinum mótaskaparunum: “Barbara I Gonginis show skilte sig ud i mængden. Ikke fordi, at det var mere farverigt og overdådigt end de andre - tværtimod. Temaet var »kampen for at overleve«, hvor tøjet blev fremhævet som beskyttelse og skjold mod omverdens fare. Mótaummælarin Sarah Skaarum hevur skrivað um Barbaru í Gongini nógvar ferðir, hon skrivar í nýggjasta ummælinum, at tað ikki er lætt at skriva um Barbaru í Gongini, tí hon ikki ger sum øll onnur og so leggur hon aftrat: “Hun arbejder i sort, måske en anelse i grå. Hun dekonstruerer og sætter sammen på nye måder, hun laver lag på lag på lag og hun dyrker en æstetik, der er dyster, kønsløs og skævt. Også denne gang, hvor inspirationen til kollektionen kom fra ideen om en enlig vagtmand i en fjord, hvor lyset forsvinder. Kampen for at overleve, mørket og tøj som beskyttelse og skjold. Det betød også en leg med exo-skeletter, skeletter, der sidder på ydersiden af kroppen, svagt markeret på tøj, hvor syninger i hvid mod det sorte sad yderst eller meget udpenslet i den sidste hvide kjole, hvor en brud fra en sær drøm bar en kjole med skeletlignende snoede strukturer langs rygsøjlen, ligesom to dansere fra Den Kongelige Ballet var iført kostumer med ydre skeletter i en koreografi, hvor den mandlige danser fik den kvindelige danser stablet på benene og støttet videre...”

Kelsey Matheson skrivar í Nordic Style Magazine, at Barbara í Gongini altíð er hæddarpunktið á mótavikini: and her ability to use a heavy amount of black, grey and touches of white to allow focus on the details is something that has strengthened with the designer’s tenure in the business. For A/W16 Barbara I Gongini also showed bold text printed garments, a trend we experienced throughout Day One, as she eased the crowd into her collection with her take on printed casual wear. The theme then shifted to some more gothic elegance as the female models sported pointed shoes, big hats and draped overcoats that accentuated her ability within the realm of black. The women’s collection was sleek and sexy as draped dresses with asymmetric cuts donned models with similar uneven hair cuts in striking blonde contrasting beautifully with the clothing. The mens collection while also adding in the eye for detail on lengths, oversized jackets and stiff hats, produced some excellent leather pieces including racer jackets, biker jackets and leather pants with knee zipper detailing. One of the cleanest looks of the night was the simple thigh length coat in a light puffer style that exemplified the Barbara man with tights under leather shorts. The heavy waxed jacket was artful in its construction and added a high end street touch to fabric more associated with function over fashion. As the show drew to an end a trio of white ensembles were sent down with the first being a dystopian bridal dress followed by a highlight of the evening in an interpretive ballet performance that captured the audience and provided an excellent end to another successful showing. 

www.nordicstylemag.com/2016/02/cphfw-barbara-gongini-aw16/

http://www.b.dk/mode/besvaerlige-begavede-barbara

 

 

 

Barbara í Gongini - laidback við listarligari tyngd

Klæðini eru annahvørt kolasvørt ella kritahvít, hattarnir eru løgnir og markantir, úttrykkið er androygynt við eyðkendum kloddum, lepum, oversize pløggum og lynlásum, vøkrum skulpturellum umhvarvi og assymetri. Bygnaðurin er dramatiskur og listarliga hugsaður, tað sama er galdandi fyri musikkin. Jú, vit kenna tað aftur, tað listarliga áhugaverda universið hjá Barbaru í Gongini, og tað er dapurt og stórsligið, men eg haldi allíkavæl, at hennara nýggja sýning AW2016, sum varð framførd í vikuni á ráðhúsinum í Keypmannahavn, ber boð um ein nýggjan lættleika við pláss til bæði skemt og intellektuella dýpd við denti á dekonstruktivan oplinleika, bókstavir og orð. Her eru flottir kjólar og frakkar, men kenslan er onkursvegna eitt sindur laidback, stílurin tykist næstan stillisligur, eyðmjúkur og í støðum eisini meira praktiskur enn áður, eg komi í tankar um mín BIG kjóla, sum er so mjúkur, lekkur og bleytur, at eg havi sovið í honum meira enn eina ferð. Eyðkent fyri ta listarliga rúmligu Barbaru í Gongini er, at hon í síni framførslu hevur inkorpererað eina listarliga framførslu, hesa ferð er tað modernaður dansur, ein pardansur, sum í støðum er átøkur einum dance macabre, sum tveir kongaligir ballettdansarar, ASTRID GRARUP ELBO & MARCIN KUPINSKI framføra og sum riggar einastandandi væl í heildini.  

Tónleikarar heiðra Jógvan Telling

Jógvan Telling er ein av fremstu undangongumonnunum innan føroyskan rútmiskan tónleik, sum einstaklingur, lyklaleikari í Harkaliðnum ella í einari av nógvu verkætlum sínum, hevur Jógvan sett djúp spor eftir sær í føroyskari tónleikasøgu. Nú verður hansara ríka lívsverk hátíðarhildið. 27. februar kl. 19:30 er Norðurlandahúsið karmur um heiðurskonsert fyri ein av teimum virknastu føroysku tónleikarunum bæði í 70’unum og 80’unum. Mitt á lívsleiðini vóru evnini at fáast við ljóðføri tikin frá honum, men eftir hann liggur meira enn tey flestu tónaskøld megna í heilari lívsleið.

Jógvan hevur megnað í sínum lagasmíði at gera løg, sum eru einkul, men hava fangað áhoyraran og fest seg í minnið á lurtarum í fleiri áratíggju. Á konsertini verða løg hjá Telling tulkaði av føroyskum tónleikarum og sangarum. Tónleikurin hjá Jógvan Telling hevur verið fjølbroyttur og fevnur m.a. um nýtulkingar, skemt, kærleika, barna- og ungdómssangir, kórsang og meiri provokerandi sangir eitt nú í Harkaliðnum, ið ríkaði føroyskan tónleik við sínum beinraknu tónleikaligu satiru. Hans Olivur Joensen skipar fyri tiltakinum í Norðurlandahúsinum. 

Barbara í Gongini AW 2016

Foto: Mikkel Völcker Petersen

Foto: Mikkel Völcker Petersen

Mikukvøldið 3.februar klokkan 20 verður sonevnda AW16 framførslan hjá Barbara í Gongini á Copenhagen Fashion Week. Barbara í Gongini er kendur sniðgevari, hennara dramatisku klæði eru skulpturkend og sýningar hennara minna í støðum um listarliga performance. Javnan samstarvar hon við listafólk bæði innan film, tónleik, dans í crossoverframførslum. Hon hevur fleiri ferðir samstarvað við Jens L.Thomsen/Orka og við Eivør - tað verður spennandi at síggja hvat hon hevur funnið uppá hesa ferð.

Barbara í Gongini hevur eisini arbeitt innan leiklistina, hon hevur gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur sum so millum list og móta við tað, at bæði spretta úr somu kreativu keldu. Nú ellivu ár eftir byrjanina sum sjálvstøðugt merki, er Barbaru í Gongini í dag eitt design, ið av álvara verður mett millum tungvektararnar innan norðurlendskan avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Tann annars heldur avantgarde-kritiska Sarah Skarum, mótaummælarin í Berlingske Tidende skrivaði í ummæli sínum av seinastu kollektiónini hjá Barbaru í Gongini, at Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannahavn, tí hon er original: :”Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannhavn, tí hon letur upp eina hurð inn til ein part av mótaheiminum, sum ikki líkist hinum. Tí hon hevur pláss til at vísa, at dreymir kunnu hava nógv skap. Og kanska gevur hon ungum dreingjum og gentum, sum ikki føla seg sum øll hini, eina kenslu av, at tey ikki eru einsamøl. Har finst eitt fólk av svartklæddum menniskjum, tey hoyra til. Eingin er einsamallur. Heldur ikki í myrkrinum.”

Steinprent í Art Herning

Hanni Bjartalid er á breddanum tvær staðni í dag, hann hevur latið upp eina framúrskarandi serframsýning í Steinprenti, og er somuleiðis eitt av listafólkunum, sum Steinprent hevur við á listamessuni Art Herning í hesum døgum. Hini listafólkini eru Claus Carstensen, John Kørner, Toni Larsen og Ian Mckeever. 

Hanni Bjartalíð

Í básinum hjá Steinprenti

John Kørner

Ian McKeever





EPISK EIVØR!

Foto: Nicolas Koch Futtrup

Foto: Nicolas Koch Futtrup

Kópakonuframførslan, sum DR Big Band og DR Vokal Ensemble undir leiðslu av Geir Lysne høvdu í Norðurlandahúsinum í kvøld var sum heild framúrskarandi júst sum vit kundu vænta tað frá slíkum dugnaligum og væl fyrireikaðum fólkum. Løturnar, tá Eivør Pálsdóttir fevndi kórið, tónleikararnar og okkum øll við sínari veldugu rødd, vóru skelkandi góðar.

Kinna Poulsen

Tey ungu siga, at okkurt er episkt, tá tað er ordiliga gott. Eg sigi við tey, at episkt ikki er eitt superlativ sum so, men eitt hjáorð, sum verður brúkt um okkurt, ið er frásagnarligt og fevnir um eina hendingagongd mótsett tí lyriska, sum snýr seg um kenslur og hugløg. Og kanska ber til at siga um framførsluna í Norðurlandahúsinum, at hon var episk upp á fleiri ymiskar mátar, hon var frásagnarlig, tí hon tók støði í søgnini um Kópakonuna, men hon var eisini full av kenslum og huglagi, og so var talan um eina framúrskarandi, eina episka framførslu – serliga tá Eivør við síni einastandandi praktfullu rødd var í fokus, bæði einsamøll og saman við tónleikarum og kóri. Eg hevði sess á einum raði, sum kallaðist “U”. Í forhøllini hugsaði eg við mær sjálvari, at tað mundi vera nakað langt afturi, tí eg visti ikki, at nakað rað æt soleiðis, og tað vísti seg eisini at vera heilt afturi í Klingruni, har veggurin var tikin niður til høvið og tað var neyðugt, tí konsertin var útseld. Fantastiskt, at tað ber til at fara til eina tílíka framførslu í Havn, hesum eigur Norðurlandahúsið heiðurin av. Eg sat sera væl, men summir partar av verkinum tóktust mær heldur stillir, altso so mikið friðarligir, at eg inn í millum fór at ørkymlast eitt sindur av óljóðum rundan um meg – eg veit ikki um tað hevði við frástøðuna at gera, men skiftandi dynamikkurin í verkinum hevði sjálvandi sítt dramatiska árin, sum riggaði væl og sum kórið eisini megnaði sera væl at bera fram. Søgnin um kópakonuna verður søgd nógva staðni í verðini, hon hevur eisini verið tulkað á ymiskan hátt, t.d. hevur Hans Pauli Olsen tulkað hana í umdiskuteraðu standmyndini í Mikladali. Í hesum verkinum hjá DR Bigband er sjónarhornið fyri tað mesta kvinnuligt við atliti til bæði brennandi eldhuga og alsk og á sjálvstøðuga frælsistrongd, Marjun S.Kjelnæs eigur tekstirnar og Eivør eigur løgini og tulkingina, Kristina Joensen gjørdi tær bláu kvinnu- og kópamyndirnar, sum bylgjaðu aftur og fram aftan fyri orkestrið. Tað riggaði væl til verkið, sum byrjaði og endaði við havsins ljóðum. Tað var sum í sanginum hjá Holmboe, har havsins ljóð heldur ævigt á - tað sjóvaði, har hómaðist aldututl og súgur og upp úr briminum steig hon upp, kópakonan, Eivør sum ein onnur skúmborin Venus og sang út sín longsul og sín elskhug. Eg haldi, at teir sangirnir, sum longu eru vorðnir rættiliga kendir frá útgávuni Slør, riggaðu ordiliga væl í seigari bigbandversiónum, sum lyftu røddina upp saman við tí fína kórinum, hvørs reini, klassiski klangur eisini góvu Eivør hóskandi mótspæl. Tað riggaði eisini serstakliga væl, tá kórið ella partur av kórinum í støðum sang einræddað saman við Eivør. Í ljóðmyndini hoyrdust av og á brot úr kingosangi, ið saman við teimum mongu havljóðunum, føroyskum náttúrumyndum fyri ikki at tala um dansandi ungmoyir í einum filmsbroti bóru á tann kitsch-etniska bógvin so to speak, og tað verður neyvan nakrantíð mín koppur av te. Yrkingabúnin er eisini í støðum heldur gamaldags fyri mín smakk: "skrínið læsti,/ lykil fjaldi/ signaði móti galdri/ maður er mítt hav/ nátt er av// tokkabundin hann meg fevnir/ nevnir meg ein eydnulut/ farin eru øll/ einsamøll//. Hetta er møguliga fyri at taka aftur í ein frumsagnarligan tóna, sum eisini merkist onkrastaðni tónleikaliga í tí skjaldurkenda framburðinum. Kingo er týdningarmikil partur av tónaverkinum, motiviskt er hann hugsaður inn í heildina orsakað av siðbundna sálmasanginum hjá útróðrarmonnum fyrr í tíðini. Peter Jensen hevði tulkað fleiri sálmar hjá danska sálmaskaldinum í myrkum, harmoniskt einstáttaðum útsetingum, sum eg má hoyra einaferð aftrat. Eg haldi í grundini, at verkið tónleikaliga er rættiliga modernað, hetta var ikki heilt vanligt bigbandljóð, tað er í hvørt fall ikki á hvørjum degi, at mann hoyrir eitt bigband ljóða sum ein syntesizara. Tað hoyrdist á tónleikinum og á soloum, at tónleikararnir, sum manna DR Big Band eru framúr dugnaligir, eisini Jacob Munck Mortensen, hvørs tuba- og hornspæl var hugfarsliga ímyndin av longsilsfulla kópamanninum, sum roynir at fáa kópakonuna at koma heim aftur til havsMen lat meg bara bekenna meg sum fjeppara, at eg sat á konsertini eitt sindur sum ein av hesum manisku epo-trongjandi súkklarunum og sá fram til og gleddi meg til hvørja ta einastu innspræning, eg kundi fáa av teirri turvelvandi røddini hjá Eivør. Hon var óvanliga góð fyrstu ferð, eg hoyrdi hana fyri eftirhondini mongum árum síðani, og hon gerst støðugt betur, meira musikalskt skipað og stýrd fyri hvørja ferð eg hoyri hana.

Foto: Nicolas Koch Futtrup

 

Foto: Nicolas Koch Futtrup

Kurpali – Hanni Bjartalíð sýnir fram nýggj verk

Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961. Fríggjadagin 29.januar letur ein forvitnislig framsýning upp í Steinprenti við sama heiti. Talan er í hesum føri um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík.

Á framsýningini verða eini tjúgu nýggj verk at síggja, sum eru sett saman úr blandaðum tøkni. Fyri tað mesta er talan um standmyndir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Hanni Bjartalíð byrjaði sína listaleið meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men á hesi framsýningini verður mest av træstandmyndum/relieffum, sum eru gjørdar burtur úr vrakaðum træpettum og ymsum readymade lutum, spælikubbum og skeribrettum, sum Hanni fær fatur á ymsastaðni á loppumarknaðum og aðrastaðni. Endurnýtsla er umráðandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, hvat hann enn tekst við, um tað er collage, máling ella húsastandmyndir, og alt tilfar verður brúkt, eisini pappírs- og trærestir. Hanni Bjartalíð hevur arbeitt við sínum sermerktu træobjektunum í eini tíggju ár. Hann brúkar nógva tíð uppá at leita fram lutir, sum hann brúkar í sínum verkum. Verkini tykjast um somu tíð stuttlig, álvarslig og inniliga humanistisk. Tey eru eins og smáar kenslubornar pallsetingar, sum lýsa tilverunnar absurdu og stuttligu løtur. Hanni Bjartalíð arbeiðir ofta við verkunum í fleiri umførum, hansara málningar eru tungir av máling og standmyndir og figurar verður ofta lagdar til síðis og tiknar fram aftur seinni. Mannagongdin er spælandi og spontan, tað byrjar við onkrum ávísum hugskoti, men ofta er tað sumum, at verkið tekur yvir soleiðis, at tað endar við onkrum heilt øðrum enn byrjanarhugskotinum. Úrslitið er fjølbroytt og undirhaldandi list av sjáldsama góðum slag. Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina fríggjadagin 29.januar klokkan 16-18, listamaðurin verður til staðar.

Kinna Poulsen

Torbjørn Olsen stórliga fagnaður

At Torbjørn Olsen er ein sera avhildin listamaður, høvdu vit longu varhugan av, tí hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins í fjør. Men allíkavæl hevði eg ikki væntað eina so stóra fólkamongd, sum hana, ið hevði leitað sær oman í Steinprent fríggjadagin at fagna Torbirni á hansara seksti ára føðingardegi. Tað var óalmindiliga væl eydnað og føðingardagsbarnið strálaði av gleði. 

Foto: Steinprent og Pernille Mejslov

Ein fegin listamaður og ein nøgd kurator

Torbjørn Olsen

Bárður Jákupsson helt røðu fyri Torbirni

Torbjørn signerar nýtt prent á føðingardegnum

Portrettið av Rosu, sum Bárður nevndi í røðuni

Herluf Lützen spældi tjóðsangin í egnari jazzútseting fyri Torbirni

Framsýningin

Torbjørn teknar

Sum sild í tunnu

Tveir gamlir vinmenn


Til lukku, Torbjørn

Í dag fyllir listamaðurin Torbjørn Olsen 60 ár. Seksti ár er kanska ikki tað stóra samanborið við ævinleikan, og tað eru bara tíggju ár síðani hansara fimmti ára føðingardagsveitslu, men eg haldi allíkavæl, at ein rundur dagur sum hesin er upplagdur at brúka til at gleðast um ta list, sum hesin 60 ára gamli maðurin hevur lagt eftir seg. Og tað er ikki hissini avrik. Flest listaáhugað munu vita av, at Torbjørn Olsen er ein gudaborin listamaður og tað er hann altíð óansæð um hann stendur framman fyri eitt lørift, um hann stendur uppi yvir einum litografiskum steini, einum akvarelpappíri ella um talan bara er um ein lítlan brævbjálva ella ein serviett, sum hann finnur á onkrari café. Í 2007 gav danska forlagið Atlantia bók út um Torbjørn Olsen við teksti hjá Bárði Jákupsson, bókin er enn forvitnislig at hyggja í og at lesa. Men longu næsta ár eru tíggju ár síðani, at henda bók kom út, og hesi árini hevur Torbjørn málað fleiri týdningarmikil verk, sum prýða í ymiskum privatum samlingum og í donskum søvnum. 22 ár eru síðani síðstu serframsýningina hjá Torbirni Olsen í Listasavni Føroya og tað er í grundini alt ov langt síðani, tá hugsað verður um dygdina í hansara myndlist og um hansara positión yvirhøvur í føroyskari samtíðarlist. Eg vóni, at Listasavnið skjótt fer at bjóða Torbirni Olsen eina framsýning - eri vís í, at tað kundi blivið ein fullkomiliga fantastisk framsýning. Alt flytir seg alla tíðina og í hesum árum eru guddómlig málara- og teknievni kanska ikki tað, sum fær størstan ans í globalu samtíðarlistini. Men stødd framman fyri myndum hjá Torbirni Olsen er tað sum um, at øll modernismuparametur hvørva. Tíðin hvørvur í hansara myndum og hevur einki at siga. Fyri Torbjørn Olsen hevur listin alt at siga og tá eg hugsi um tað, so er ein feril av ævinleika yvir listamanninum. Tá fartelefonin ringir, tekur tað langa tíð, áðrenn hon er fingin upp úr skjúrtulummanum og hann hevur sagt sítt spakføra og milda - hallo. Gongulagið er hóvligt, rørslunar eru spakuligar, drúgvar og kanska eitt lítið sindur ampaðar viðhvørt. Men tað hevur einki at siga - list hevur alt at siga. Tað er næstan sum skúgvar hann til viks sjálva tíðarinnar lívsgrundtreyt við sínum áhaldandi róliga verimáta og við síni list. Tá Torbjørn Olsen skapar list er hann skjótur, tað gongur fyri seg í rúkandi ferð. Listarliga er hann eitt satt yvirmenni, tað veit ein og hvør, sum hevur sæð hann arbeiða við pensli, blýanti ella litografiskum kriti. Eg havi havt fleiri skúlaflokkar við fyri at vitja listamannin í starvsstovuni ovast í grønu høll á Skipasmiðjuni MEST, og tað er so stuttligt at síggja tey ungu um at missa bæði nøs og munn av hamskiftinum, tá tann hóligi málarin brádliga umbroyttist til eitt listarligt yvirmenni framman fyri løriftið. Við kvikum og miðvísum handarørslum gandar hann fram litríkar tulkingar av sínum myndevni, tað verið seg landsløg, býarpartar, bíbilskar hendingar ella kvinnur og gentur og onnur portrettevni eisini. Torbjørn Olsen er framúrskarandi koloristur, sum hvørki ræðist primerar ella sekunderar litir, og sum fegin brúkar lýsandi gult saman við djúpum violettum, og bjartasta blátt saman við gløðandi reyðum og orange og øllum møguligum øðrum litum, sum hann megnar at stýra, tó at teir gerast nógvir. Sjálvt um Torbirni tørvar modellir, tá hann málar, og at hann til allar seks sínar altartalvur hevur havt bróðirin, grafikaran Marius Olsen og ymisk vinfólk og kenningar sitandi ella hangandi á krossi fyri seg í skiftandi bíbilskum leiklutum, er talan ongantíð um grunnskygda myndprýðing ella illustratión í hansara myndum. Listamaðurin arbeiðir gjølliga. Hann byrjar við at lesa viðkomandi tekstir í bíbliuni og granskar hvussu onnur listafólk hava gjørt og fer síðani í gongd við at arbeiða við skitsum. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum. Honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskja. Men hann er ikki nøgdur við tað ytra tilvildarliga, hann vil inn í sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Á tann hátt hevur hann málað nøkur av bestu portrettmyndunum, eg havi sæð. Eitt dømi er ljósa og lívliga portrettmyndin av Eyðuni Johannesen, leikstjóra, har Torbjørn rakar seymin á høvdið í mun til orkumiklu persónligheitina á tí stóra forteljaranum og visionera leiklistarmanninum. Sami neyvleiki og myndaliga yvirskot sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, William Heinesen, Rosu av Rógvu og ikki minst sjálvsmyndirnar, sum eru einastandandi. Myndirnar hjá Torbirni Olsen snúgva seg í stóran mun um ljós og skugga og um á hvønn hátt hesi fyribrigdi ávirka litirnar. Tað er næstan sum um, at Torbjørn Olsen hevur eitt triðja eyga, sum vanlig fólk ikki hava, og sum hómar sterkastu litir eisini í dimmum skuggum. Fyrst og fremst er tað ljósið, ið hevur høvuðsleiklutin í hansara myndum, og ikki minst tað ljósið, sum finst í myrkrinum. Sjálvt um litríku, frísku modernistisku myndirnar tykjast vera staddar fjart frá gomlum myrkabrúnum barokkmyndum, er eingin ivi um, at tvær stórar listarligar fyrimyndir hjá Torbirni Olsen eru úr 17.øld, tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez. Hesir báðir arbeiða báðir við ljósi í myrkri ella við clair obscur árini og við stórum kompositiónum við persónum í myndarúminum. Atelierið hjá Torbirni Olsen ovast í grøna bygninginum á Rundingi er ógvuliga stórt og eitt sindur skýmligt, og hetta hevur við sær, at ljósið frá tí eina vindeyganum til tíðir sýnist næstan yvirnatúrliga bjart. Hetta sama vindeygað sæst aftur í nógvum máningum hjá Torbirni Olsen, t.d. framúrskarandi lýsingini av eini barnakonu, sum í grundini ikki fyllir tað stóra í myndarúminum. Men tað er hon, sum er orsøkin til ta fantastisku litveitsluna kring hana í bláum, violettum, orange og gulum málningastrokum. Rúmið er bygt upp av eini ørgrynnu av strokum, sum savnast í eini ljósskygdari harmoni av loddrøttum lindum, sum saman mynda flatan. Í einari aðrari mynd, sum hekk á einari Heystframsýning, sæst áhugin fyri tí dramatiska, sum somuleiðis vísir til ein áhuga fyri Edvard Munch. Aftur er her ein nakin kvinnufigurur í fokus, men hann er settur upp móti einum blóðreyðum rúmi og eini strikumynd av málaranum sjálvum, hann tykist vera við at hvørva inn í ta reyðu bakgrundina. Í dag verður hann at hitta í Steinprenti frá klokkan 16-18, har verða framsýnd grafisk verk hjá Torbirni Olsen frá 1994 til 2016, tað nýggjasta prentið er so spildurnýtt, at tað neyvan er heilt turt.

Torbjørn Olsen í Steinprenti - Foto: Jan Andersson

Portrettmynd av Rosu á Rógvu

2015-07-14 13.23.58.jpg

Portrett av Hera Smith

Portrett av tveimum børnum

Portrett av tveimum børnum

Brotsverk - model og sjálvportrett

Brotsverk - model og sjálvportrett

Sjálvportrett

Sjálvportrett

Kompositión við sjálvportretti og model

Kompositión við sjálvportretti og model

Sjálvportrett

Sjálvportrett

Skitsa til altartalvu. Foto: Kinna Poulsen

Skitsa til altartalvu. Foto: Kinna Poulsen

Í atelierinum Foto: Kinna Poulsen

Í atelierinum Foto: Kinna Poulsen


Torbjørn Olsen 60

Eg var í Mentanarcaféini í gjár og greiddi frá framsýningini við steinprentum hjá Torbirni Olsen, sum letur upp í morgin í Steinprenti. Samrøðan byrjar 34.30.

Í fjør fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik á høgum stigi. Í ár fyllir Torbjørn Olsen 60 ár og á sjálvum føðingardegnum, fríggjadagin 22.januar klokkan 16-18 letur upp ein heiðursframsýning við grafikki hjá Torbirni Olsen í Steinprenti. Á framsýningini verður eitt úrval av prentunum, sum Torbjørn Olsen hevur gjørt frá 1993 til 2016, og sostatt fevnir framsýningin um gott og væl 22 ár av samstarvi millum Torbjørn Olsen og litografin Jan Andersson. Á framsýningini síggjast býar- og bygdalýsingar, portrettmyndir og religiøsar myndir; tað eru parafrasur av altartalvunum, sum Torbjørn Olsen hevur málað síðan 1996. Í 2005 byrjaði Torbjørn Olsen uppá eina røð av steinprentum við støði í altartalvumálningunum og hetta gjørdist ein tann størsta verkætlanin hjá Steinprenti. Teir allarstørstu av teimum litografisku steinunum vóru tiknir í brúk, og tey fýra myndevnini (Kvøldmáltíðin, Krossfestingin, Deyði Jesusar og Ivandi Tummas) eru varierað sjey ferðir. Tvs. at talan í roynd og veru er um umleið 28 myndaverk, sum eru bygd upp av 10-12 litløgum. Myndirnar eru ótrúliga litsterkar. Fyri seg sjálvan hongur tann dramatiska, blóðreyða krossfestingin, tann einasta av altartalvuvariatiónunum, sum er loddrøtt. Á hinum vegginum hanga tríggjar vatnrættar, reyðar figurkompositiónir av ávikavíst standandi, sitandi og liggjandi fólkum. Hetta eru avbrigdi av Kvøldmáltíðini, deyða Jesusar og av Tummasi, sum ivandi stingur fingurin í sárið í síðuni á Jesusi fyri at vita um tað veruliga kann passa, at tað er Hann. Yvirhøvur er ivi ein sentralur máttur í myndarøðini og hesin ivin breiðir seg spakuliga og smittar áskoðaran, ið ivast í hvat fer at henda. Og hvør er so munurin millum málningarnar og grafisku myndirnar hjá Torbirni Olsen? Eg haldi, at grafikkurin yvirhøvur tykist fríari, opnari, og í summum førum meira abstraktur. Í onkrum kompositiónum sleppur áskoðarin at eygleiða prosessina í myndgerðini, av tí at listamaðurin eftir øllum at døma hevur valt at steðga tíðliga í prossessini, so at vitt sleppa at síggja bygnaðin ella sjálva beinagrindina á myndini. Øll eru vælkomin fríggjadagin bæði at síggja framsýningina og at heilsa uppá føðingardagsbarnið, Torbjørn Olsen, sum verður til staðar.

 

Listarligar várvónir

Føroyski myndlistaveturin og -várið síggja heilt spennandi út. Fríggjadagin komandi (22.jan) klokkan 16-18 letur upp ein heiðursframsýning við grafikki hjá Torbirni Olsen í Steinprenti í sambandi við, at hann fyllir 60 ár tann dagin. Øll eru vælkomin at síggja framsýningina og at heilsa uppá føðingardagsbarnið, sum verður til staðar. Júst eitt ár er liðið síðani Torbjørn Olsen fekk týdningarmestu viðurkenningina frá almennu Føroyum, Mentanarvirðisløn Landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik á høgum stigi.

Fríggjadagin 12.februar klokkan 16 letur upp ein afturlítandi framsýning við myndum hjá Zachariasi Heinesen í Listaskálanum og sunnudagin 21.februar og 15.apríl klokkan 16 verður høvi at uppliva listamannin í samrøðu við ávikavist Nils Ohrt og Solveig H.Olsen. Afturat tekning, vatnlitamáling, grafiskum myndum og prýðisuppgávum, hevur oljumálningurin sítt týdningarmikla pláss í framleiðslu Zachariasar. Hansara kendu kompositiónir við hálvabstraktum geometriseraðum náttúru- og bygdalýsingum hava myndað skúla innan føroysku myndlistina, so nógv sum tað nú ber til at tosa um skúla í einum listaskúlaleysum landi. Myndevnið, ið støðugt upptekur Zacharias Heinesen, er bygdin við havið. Huglagið tykist ljóst og bygnaðurin er luftalsliga einfaldur. Umráðandi innihaldsliga sæð tykist mótsetningurin millum stórt og smátt, millum ta stórbæru náttúruna og tey evarska smáu húsini. Hóast Zacharias Heinesen á sama hátt og impressionistarnir í 1870´unum í París fæst við at skráseta náttúruna undir skiftandi ljósviðurskiftum, er eyðvitað munur millum tær naturalistisku og objektivt hugsaðu myndirnar hjá impressionistunum og so flatumálaríið hjá føroyska listamanninum, ið m.a. er íblást av klassiskum modernistum sum Cézanne, Matisse og Picasso. Hóast hansara myndir eru figurativar náttúrulýsingar við konkretum heitum (t.e. t.d. ávís staðar- og bygdanøvn), eru tær rættiliga abstraktar. Landslagsmyndevnið verður nýtt sum eitt høvi til at mála litir á eina flatu eftir einari ávísari skipan. Ofta eru grundlitirnir umboðaðir; gulir og reyðir litblettir festa í bláar og grønligar flatur, sum eru uppbygdar í fleiri litløgum. Nógv ár eru síðan síðstu serframsýning hjá okkara myndlistarliga nestor í Listasavni Føroya, og eg gleði meg stórliga til hesa framsýningina.

Sama má sigast um framsýningina, sum letur upp í Norðurlandahúsinum sum partar av sonevnda Land í Eygsjón – Áfram Ísland átakinum. Tað er ein framsýning hjá listakvinnuni Heklu Dögg Jónsdóttir, ið ljóðar sera spennandi. Íslendska listakvinnan ger samvirknar samansetingar, bólkar ella flokkar lutir, sum hava eitthvørt samband og sum saman skapa dialog millum ljóðskulpturar og video. Hennara verkætlanir hava fevnt um fýrverk gjørt úr ljóðkvæmum katodaljósum, ein frystan hyl mitt um summarið, pop-up-igloir, ynskibrunnar og gandakynstur. Hon er útbúgvin frá lærda listaháskúlanum í Íslandi í 1994 og hevur harumframt lisið á Städelschule Frankfurt í Týsklandi, California Institute of the Arts í Los Angeles og Skowhegan School of Painting and Sculpture í Maine, USA. Síðan 1999 hevur hon sýnt fram síni verk um allan heim. Hon hevur samskipað óteljandi framsýningar og starvast í løtuni sum professori á lærda listaháskúlanum í Íslandi.

Eg gleði meg ikki minni til serframsýningina hjá  Anker Mortensen í Listaskálanum nú fimm ár eru síðani seinastu serframsýningina hjá listamanninum, sum var í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST. Framsýningin hjá Anker Mortensen letur upp aftan á Várframsýningina í Listasvaninum, eg veit ikki hvat verður á skránni, men eg ynski mær eina ótraditionella, villa samtíðarlistaframsýning við góðari list. 

Tá Anker Mortensen á fyrsta sinni skuldi sýna fram í gallarínum hjá Jørgen Trap-Jensen í 2002 var tað við viðmæli frá sjálvum Ingálvi av Reyni á innbjóðingarkortinum og hóast Anker tá tóktist at vera væl meira radikalur og progressivur, er lítið at ivast í, at hann kennir seg skyldan við djarva og sjálvkritiska vegaran á Lützenstrøð, sum málaði bestu verk síni á ellisárum. Eg havi goymt gamla innbjóðingarkortið frá Galleri Trap, har Ingálvur av Reyni hevur skrivað: "Med få, ofte meget beskedne midler siger Anker Mortensen betydelig mere end vi andre gør med store armbevægelser. Hans rene maleri åbenbarer for os meget mere end det vi ved først blik får øje på."- Talan er als ikki um skyldskap av tí slagnum, sum vit kenna alt ov væl, har tann yngri listamaðurin dúvar uppá at herma eftir teimum listarligu frambrotunum, sum eldri listamaðurin hevur framt. Nei, Anker er væl meira sjálvstøðugur listamaður enn sum so og kundi ikki droymt um at hermt eftir hvørki einum ella øðrum uttan kanska bara eitt lítið sindur eftir Viderø, Tarkovsky og Regin Dahl og tað bert tá tað kemur til klædna-,skegg- og sangstíl. Hansara serstaki klædnastílur við serligum tokka til floyalsbuksur hevur í mong ár gingið beinleiðis í móti galdandi mótamyndini, men skal als ikki fatast sum vantandi forfeingiligheit ella líkasæla. Anker Mortensen er beint tvørturímóti fullborin estetikari og í øllum tí hann ger, er ein egin vøkur poesi, sum er estetisk, men sum eisini er asketisk av lyndi. Skyldskapurin við Ingálv av Reyni er andaligur og snýr seg um sjálvt lyndislagið hjá abstraktiónini. Eg minnist enn fyrstu ferð, eg legði merki til hetta serstaka lyndið. Tað var á Ólavsøkuframsýningini í 1996, tá myndin "Vøtn, hyljar og varðar uppi á Reynsmúlalág" hekk so ovarlaga sum hevði hon sjálv otað seg upp eftir vegginum av berum vektloysi. Hansara myndir vóru tær mest ótraditionellu á framsýningini tað árið og eg minnist, at onkrir framsýningargestir ikki skiltu estetikkin, men hildu hetta vera eitt dømi uppá nýggju klæði keisarans; ljót, skeivt skrødd pappírspetti, klistrað á papp og nakrar skeivar pennastrikur - so ófantaligar, at eitt seks ára gamalt barn hevði gjørt tær beinari. Tey, ið hava roynt tað, vita at tað í grundini als ikki er lætt at gera tílíkar skeivar strikur, sum er skeivar uppá tann náttúrliga, spontana mátan. 
 

Anker Mortensen hevur yvirhøvur verið óvanliga leitandi og opin í mun til hvat vit hava verið von við innan føroyska list. Læruárini í Danmark og Polen og tíðin aftaná vóru merkt av eksperimentum og tilfarsgransking, har hann skræddi, klipti og teknaði við blekki, blýanti og oljukriti uppá alt slag av pappírið, sum ofta var límað á eitt størri pappír. Tað hvíta tíðarskeiðið var í hæddini, tá hann saman við listamonnunum Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen hevði framsýningina Corda Atlantica í Keypmannahavn. Á hesi poetisku framsýningini hekk ein røð av hvítum myndum, sum vórðu nevndar ikonir og sum góvu eina ábending um hvussu stóran týdning, tað andaliga hevði og enn hevur í hansara verkum, ið ofta innihalda afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Tó at vit sum áskoðarar onkuntíð kennast við ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera hvít, blá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi, sum í seinastuni eisini ofta hevur verið grátt, sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina. 

 

 

 

 

Fyrilestur um grindadráp í Føroyskari myndlist

Tóroddur Poulsen

S.J.Mikines

S.J.Mikines

Sunnudagin 31. januar kl. 16 hevur Solveig H. Olsen temafyrilestur um Grindadráp í føroyskari myndlist. Á heimasíðu Listasavnsins er eingin útgreining sum so av innihaldinum av fyrilestrinum, men eg giti, at Mikines man vera ein av høvuðspersónunum. Eg vóni, at Tóroddur Poulsen eisini er við í fyrilestrinum og at hansara modernaðu myndir av grindamentan verða viðgjørdar, tær hava tað uppiborið. Eisini á hesum økinum er Tóroddur Poulsen endurnýggjari; eitt evni, sum hevur verið viðgjørt við patos og við denti á tað stórsligna, viðger hann á skemtiligan og konseptuellan hátt í steinprentum og í vatnlitamyndum. 

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Hjartaliga til lukku, Annika og tit

Í kvøld vóru mentanarvirðislønir latnar í Norðurlandahúsinum. Virðislønina til unga listafólkið fekk Andrias Høgenni, filmslistamaður, tað var eisini hann, ið vann Geytavirðislønina í ár. Jan Berg Jørgensen segði í síni áhugaverdu og hjartaligu lýsing av Andriasi Høgenni, at hann er ein nørd við hjarta av gulli, sum er fullur av hugskotum og evnum. Heiðursgáva Landsins varð latin J.P.Gregoriussen arkitekti fyri hansara lívslongu íløgu í føroysku byggilistini. Albert Isfeldt, arkitektur, bar honum eina kvøðu, og greiddi við eldhuga frá sínum lærimeistara, ið hevur sett spor eftir seg við sínum mongu bygningum, men eisini við bókunum um kirkjurnar í Føroyum.

Eftir hetta var ein ordans avdúking á skránni, sum var ein gáva til okkum øll. Tað var handritið til Den yderste tid, ópubliseraðu bókini hjá Williami Heinesen, sum Petur Juul Samuelsen í síni tíð keypti frá Bruun Rasmussen, stillisliga fyri síðani at bjóða landinum at keypa hana. Fantastiskt framskygni! - Sømdargáva varð latin Alexanduri Kristiansen fyri tað stóra yrkjara- og týðaraarbeiðið, hann helt eina stuttliga røðu, og síðan framførdu Jensina Olsen og Finnur Hansen fýra av teimum fínu sangunum í bókini Og várið kom við tekstum hjá Alexanduri Kristiansen.

Mentanarvirðislønir Landsins eru av so sera stórum týdningi, tí tær signalera, at vit liva í einum landi, sum virðismetir listina. Tí eri eg altíð glað, tá virðislønirnar verða handaðar. Og í kvøld var eg ikki minst fegin, tá tann stóra virðislønin varð latin Anniku Hoydal og Eyðun Johannessen helt eina praktfulla røðu um divaina úr Havn. Í fjør vár skrivaði eg í einari grein í Dimmalætting: “Annika Hoydal er so ótrúliga nógv ymiskt, hon er okkara fyrst útbúni kvinnuligi sjónleikari (Statens Teaterskole í 1973), hon er ein framúrskarandi sangari, tulkari, søgusigari og performari við einari sjáldsamari nærveru, men kanska hava vit gloymt at viðurkenna hana fyri tað, ið kann vísa seg at vera hennara týdningarmesta avrik, nakað, sum verður verandi eftir her, tá vit eru farin. Eg hugsi sjálvandi um sangskattin, sum hon hevur lagt eftir seg. Tað er til dømis Annika Hoydal, ið hevur skrivað lagið til Dropan, Steinstólpuna, Huldurímu, Mítt minsta land, De grå kavalerer, Stjerner mine venner, Sniglasorgarljóð, Ein drongur gekk í haganum og eina rúgvu av øðrum framúrskarandi sangum. Í yvir fjøruti ár hevur hon skapað hesi løgini, sum staðfesta hennara støðu sum týdningarmikið tónaskald í Føroyum. At vit higartil ikki av álvara hava viðurkent hennara tónasmíð er eitt sindur løgið, men orsøkirnar eru møguliga fleirbýttar. Kanska hevur hon ótilvitað við sínum breiða talenti yvirstrálað seg sjálva soleiðis at skilja, at leikluturin sum tónaskald verður gloymdur aftan fyri tann somuleiðis týdningarmikla sangarinnu- og sjónleikaraleiklutin. Sum kunnugt hevur Annika Hoydal mest virkað innan fólkatónleikin og tann partin av tónleikinum, sum vit nevna rútmiskan og sum av óvissum orsøkum hevur verið hildin at vera minni fínur enn tann klassiski. Men sjálvsagt er einki av hesum nevndu fyrivarnum nøktandi grund til ikki at taka tónleikin hjá Anniku Hoydal í álvara. Sangirnir hjá henni eru ymiskir, og eru ikki lættir at seta í bás, men fleiri teirra eru tónleikaligar tulkingar av yrkingum. Ein sangur sum Dropin rakar júst sama huglag, sama universala einfeldi og dettandi meginrørsluna, sum yrkingin um alfevnda dropan rúmar, ein sangur, sum byrjar sum ein darrandi dropi og sum vaksur til at fevna um alla tilveruna. Mín yndissangur hjá henni er Mítt minsta land við teksti hjá Gunnari Hoydal, ella Mit eget land, sum hon eitur á mínari slitnu donsku vinylplátu, sum rakar í solar plexus á øllum heimlongsli beinleiðis í sorgblíðu kensluna hjá asfaltsføroyinginum, útisetanum, sum eina løtu sær heimlandið og brimið fyri sær mitt í stórbýnum. Í summum sangum kemur tú í tankar um kvæði og skjaldur, meðan harmonikatónar og tangorútmur aðrastaðni eru tekin um, at vit tónleikaliga eru stødd í blóðheitari veðurlagi enn tí føroyska. Nógv av løgunum hjá Anniku Hoydal eru melankolsk og ganga í moll, summi eru vísukend og einføld meðan onnur tykjast meira samansett og kompleks. Plátan Til børn og vaksin, sum kom í 1973 er ein grundarsteinur í mínari tónleikaligu uppaling, tað var ein tann fyrsta plátan, eg átti og hon varð spæld so ofta, at eg enn dugi sangirnar uttanat. Eg veit, at mong í mínum ættarliði hava tað á sama hátt. Í barnaútvarpinum hjá Kringvarpinum hava tey verið ófør at spæla fløguna “Til børnini hjá børnunum” frá 2005 og tað er gott, tí annars hevði eg ikki kent hana. Á hesi fløguni eru fleiri smáar perlur, t.d. herligi sangurin um drongin, sum gekk í haganum og hevði ber í maganum. Ein sangur, sum sameinir eina fitta barnasøgu við tvætlirím, innihaldsskiftið verður undirstrikað av skiftandi rútmu, har vit brádliga fara upp at valsa mitt í haganum...

Hjartaliga til lukku, tit øll!

 

Leiklistin fær stuðul

Mentamálaráðið stuðlar fýra leiklistaverkætlanum við tilsamans 450.000 krónum.

Tær fýra verkætlanirnar, sum hesaferð fáa stuðul av játtanini til yrkisleiklist,fevna bæði um fyrireiking til leikir, verkstovur, leikuppseting og leiklistafestivalinDagarnir 2016.

Verkætlanirnar eru:

GUT v/ Mariann Hansen 50.000 kr. til listaliga gransking sum fyrireiking til leik.

Teatur Grugg v/ Súsonnu Tórgarð 125.000 kr. til uppseting av finska leikinumSangir við gráa havsins strendur eftir Pipsa Lonka

Marita Dalsgaard 75.000 kr. til fyrireiking av griksku tragediuni Medea eftir Euripedes

Leikarafelag Føroya 200.000 kr. til norðurlendska leiklistafestivalin Dagarnir 2016

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum heldur, at játtanin hevur stóran týdning fyri úrvalið og menningina av yrkisleiklist í Føroyum. Umframt játtanina til Tjóðpall Føroya er tað sera gott, at leikbólkar og onnur hava møguleika at søkja stuðul til ymiskt leiklistaligt arbeiði.

Stuðulin til yrkisleiklist, sum í ár er 450.000 kr., verður latin á hvørjum ári eftir tilmæli frá Leiklistaráðnum, ið virkar sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.

Inn komu seks umsóknir, sum tilsamans søktu um 1.2 mió. kr.