Kurpali – Hanni Bjartalíð sýnir fram nýggj verk
/Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961. Fríggjadagin 29.januar letur ein forvitnislig framsýning upp í Steinprenti við sama heiti. Talan er í hesum føri um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík.
Á framsýningini verða eini tjúgu nýggj verk at síggja, sum eru sett saman úr blandaðum tøkni. Fyri tað mesta er talan um standmyndir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Hanni Bjartalíð byrjaði sína listaleið meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men á hesi framsýningini verður mest av træstandmyndum/relieffum, sum eru gjørdar burtur úr vrakaðum træpettum og ymsum readymade lutum, spælikubbum og skeribrettum, sum Hanni fær fatur á ymsastaðni á loppumarknaðum og aðrastaðni. Endurnýtsla er umráðandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, hvat hann enn tekst við, um tað er collage, máling ella húsastandmyndir, og alt tilfar verður brúkt, eisini pappírs- og trærestir. Hanni Bjartalíð hevur arbeitt við sínum sermerktu træobjektunum í eini tíggju ár. Hann brúkar nógva tíð uppá at leita fram lutir, sum hann brúkar í sínum verkum. Verkini tykjast um somu tíð stuttlig, álvarslig og inniliga humanistisk. Tey eru eins og smáar kenslubornar pallsetingar, sum lýsa tilverunnar absurdu og stuttligu løtur. Hanni Bjartalíð arbeiðir ofta við verkunum í fleiri umførum, hansara málningar eru tungir av máling og standmyndir og figurar verður ofta lagdar til síðis og tiknar fram aftur seinni. Mannagongdin er spælandi og spontan, tað byrjar við onkrum ávísum hugskoti, men ofta er tað sumum, at verkið tekur yvir soleiðis, at tað endar við onkrum heilt øðrum enn byrjanarhugskotinum. Úrslitið er fjølbroytt og undirhaldandi list av sjáldsama góðum slag. Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina fríggjadagin 29.januar klokkan 16-18, listamaðurin verður til staðar.
Kinna Poulsen