Til lukku, Torbjørn
/Í dag fyllir listamaðurin Torbjørn Olsen 60 ár. Seksti ár er kanska ikki tað stóra samanborið við ævinleikan, og tað eru bara tíggju ár síðani hansara fimmti ára føðingardagsveitslu, men eg haldi allíkavæl, at ein rundur dagur sum hesin er upplagdur at brúka til at gleðast um ta list, sum hesin 60 ára gamli maðurin hevur lagt eftir seg. Og tað er ikki hissini avrik. Flest listaáhugað munu vita av, at Torbjørn Olsen er ein gudaborin listamaður og tað er hann altíð óansæð um hann stendur framman fyri eitt lørift, um hann stendur uppi yvir einum litografiskum steini, einum akvarelpappíri ella um talan bara er um ein lítlan brævbjálva ella ein serviett, sum hann finnur á onkrari café. Í 2007 gav danska forlagið Atlantia bók út um Torbjørn Olsen við teksti hjá Bárði Jákupsson, bókin er enn forvitnislig at hyggja í og at lesa. Men longu næsta ár eru tíggju ár síðani, at henda bók kom út, og hesi árini hevur Torbjørn málað fleiri týdningarmikil verk, sum prýða í ymiskum privatum samlingum og í donskum søvnum. 22 ár eru síðani síðstu serframsýningina hjá Torbirni Olsen í Listasavni Føroya og tað er í grundini alt ov langt síðani, tá hugsað verður um dygdina í hansara myndlist og um hansara positión yvirhøvur í føroyskari samtíðarlist. Eg vóni, at Listasavnið skjótt fer at bjóða Torbirni Olsen eina framsýning - eri vís í, at tað kundi blivið ein fullkomiliga fantastisk framsýning. Alt flytir seg alla tíðina og í hesum árum eru guddómlig málara- og teknievni kanska ikki tað, sum fær størstan ans í globalu samtíðarlistini. Men stødd framman fyri myndum hjá Torbirni Olsen er tað sum um, at øll modernismuparametur hvørva. Tíðin hvørvur í hansara myndum og hevur einki at siga. Fyri Torbjørn Olsen hevur listin alt at siga og tá eg hugsi um tað, so er ein feril av ævinleika yvir listamanninum. Tá fartelefonin ringir, tekur tað langa tíð, áðrenn hon er fingin upp úr skjúrtulummanum og hann hevur sagt sítt spakføra og milda - hallo. Gongulagið er hóvligt, rørslunar eru spakuligar, drúgvar og kanska eitt lítið sindur ampaðar viðhvørt. Men tað hevur einki at siga - list hevur alt at siga. Tað er næstan sum skúgvar hann til viks sjálva tíðarinnar lívsgrundtreyt við sínum áhaldandi róliga verimáta og við síni list. Tá Torbjørn Olsen skapar list er hann skjótur, tað gongur fyri seg í rúkandi ferð. Listarliga er hann eitt satt yvirmenni, tað veit ein og hvør, sum hevur sæð hann arbeiða við pensli, blýanti ella litografiskum kriti. Eg havi havt fleiri skúlaflokkar við fyri at vitja listamannin í starvsstovuni ovast í grønu høll á Skipasmiðjuni MEST, og tað er so stuttligt at síggja tey ungu um at missa bæði nøs og munn av hamskiftinum, tá tann hóligi málarin brádliga umbroyttist til eitt listarligt yvirmenni framman fyri løriftið. Við kvikum og miðvísum handarørslum gandar hann fram litríkar tulkingar av sínum myndevni, tað verið seg landsløg, býarpartar, bíbilskar hendingar ella kvinnur og gentur og onnur portrettevni eisini. Torbjørn Olsen er framúrskarandi koloristur, sum hvørki ræðist primerar ella sekunderar litir, og sum fegin brúkar lýsandi gult saman við djúpum violettum, og bjartasta blátt saman við gløðandi reyðum og orange og øllum møguligum øðrum litum, sum hann megnar at stýra, tó at teir gerast nógvir. Sjálvt um Torbirni tørvar modellir, tá hann málar, og at hann til allar seks sínar altartalvur hevur havt bróðirin, grafikaran Marius Olsen og ymisk vinfólk og kenningar sitandi ella hangandi á krossi fyri seg í skiftandi bíbilskum leiklutum, er talan ongantíð um grunnskygda myndprýðing ella illustratión í hansara myndum. Listamaðurin arbeiðir gjølliga. Hann byrjar við at lesa viðkomandi tekstir í bíbliuni og granskar hvussu onnur listafólk hava gjørt og fer síðani í gongd við at arbeiða við skitsum. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum. Honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskja. Men hann er ikki nøgdur við tað ytra tilvildarliga, hann vil inn í sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Á tann hátt hevur hann málað nøkur av bestu portrettmyndunum, eg havi sæð. Eitt dømi er ljósa og lívliga portrettmyndin av Eyðuni Johannesen, leikstjóra, har Torbjørn rakar seymin á høvdið í mun til orkumiklu persónligheitina á tí stóra forteljaranum og visionera leiklistarmanninum. Sami neyvleiki og myndaliga yvirskot sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, William Heinesen, Rosu av Rógvu og ikki minst sjálvsmyndirnar, sum eru einastandandi. Myndirnar hjá Torbirni Olsen snúgva seg í stóran mun um ljós og skugga og um á hvønn hátt hesi fyribrigdi ávirka litirnar. Tað er næstan sum um, at Torbjørn Olsen hevur eitt triðja eyga, sum vanlig fólk ikki hava, og sum hómar sterkastu litir eisini í dimmum skuggum. Fyrst og fremst er tað ljósið, ið hevur høvuðsleiklutin í hansara myndum, og ikki minst tað ljósið, sum finst í myrkrinum. Sjálvt um litríku, frísku modernistisku myndirnar tykjast vera staddar fjart frá gomlum myrkabrúnum barokkmyndum, er eingin ivi um, at tvær stórar listarligar fyrimyndir hjá Torbirni Olsen eru úr 17.øld, tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez. Hesir báðir arbeiða báðir við ljósi í myrkri ella við clair obscur árini og við stórum kompositiónum við persónum í myndarúminum. Atelierið hjá Torbirni Olsen ovast í grøna bygninginum á Rundingi er ógvuliga stórt og eitt sindur skýmligt, og hetta hevur við sær, at ljósið frá tí eina vindeyganum til tíðir sýnist næstan yvirnatúrliga bjart. Hetta sama vindeygað sæst aftur í nógvum máningum hjá Torbirni Olsen, t.d. framúrskarandi lýsingini av eini barnakonu, sum í grundini ikki fyllir tað stóra í myndarúminum. Men tað er hon, sum er orsøkin til ta fantastisku litveitsluna kring hana í bláum, violettum, orange og gulum málningastrokum. Rúmið er bygt upp av eini ørgrynnu av strokum, sum savnast í eini ljósskygdari harmoni av loddrøttum lindum, sum saman mynda flatan. Í einari aðrari mynd, sum hekk á einari Heystframsýning, sæst áhugin fyri tí dramatiska, sum somuleiðis vísir til ein áhuga fyri Edvard Munch. Aftur er her ein nakin kvinnufigurur í fokus, men hann er settur upp móti einum blóðreyðum rúmi og eini strikumynd av málaranum sjálvum, hann tykist vera við at hvørva inn í ta reyðu bakgrundina. Í dag verður hann at hitta í Steinprenti frá klokkan 16-18, har verða framsýnd grafisk verk hjá Torbirni Olsen frá 1994 til 2016, tað nýggjasta prentið er so spildurnýtt, at tað neyvan er heilt turt.
Torbjørn Olsen í Steinprenti - Foto: Jan Andersson
Portrettmynd av Rosu á Rógvu
Portrett av Hera Smith
Portrett av tveimum børnum
Brotsverk - model og sjálvportrett
Sjálvportrett
Kompositión við sjálvportretti og model
Sjálvportrett
Skitsa til altartalvu. Foto: Kinna Poulsen
Í atelierinum Foto: Kinna Poulsen