Torbjørn Olsen 60

Eg var í Mentanarcaféini í gjár og greiddi frá framsýningini við steinprentum hjá Torbirni Olsen, sum letur upp í morgin í Steinprenti. Samrøðan byrjar 34.30.

Í fjør fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik á høgum stigi. Í ár fyllir Torbjørn Olsen 60 ár og á sjálvum føðingardegnum, fríggjadagin 22.januar klokkan 16-18 letur upp ein heiðursframsýning við grafikki hjá Torbirni Olsen í Steinprenti. Á framsýningini verður eitt úrval av prentunum, sum Torbjørn Olsen hevur gjørt frá 1993 til 2016, og sostatt fevnir framsýningin um gott og væl 22 ár av samstarvi millum Torbjørn Olsen og litografin Jan Andersson. Á framsýningini síggjast býar- og bygdalýsingar, portrettmyndir og religiøsar myndir; tað eru parafrasur av altartalvunum, sum Torbjørn Olsen hevur málað síðan 1996. Í 2005 byrjaði Torbjørn Olsen uppá eina røð av steinprentum við støði í altartalvumálningunum og hetta gjørdist ein tann størsta verkætlanin hjá Steinprenti. Teir allarstørstu av teimum litografisku steinunum vóru tiknir í brúk, og tey fýra myndevnini (Kvøldmáltíðin, Krossfestingin, Deyði Jesusar og Ivandi Tummas) eru varierað sjey ferðir. Tvs. at talan í roynd og veru er um umleið 28 myndaverk, sum eru bygd upp av 10-12 litløgum. Myndirnar eru ótrúliga litsterkar. Fyri seg sjálvan hongur tann dramatiska, blóðreyða krossfestingin, tann einasta av altartalvuvariatiónunum, sum er loddrøtt. Á hinum vegginum hanga tríggjar vatnrættar, reyðar figurkompositiónir av ávikavíst standandi, sitandi og liggjandi fólkum. Hetta eru avbrigdi av Kvøldmáltíðini, deyða Jesusar og av Tummasi, sum ivandi stingur fingurin í sárið í síðuni á Jesusi fyri at vita um tað veruliga kann passa, at tað er Hann. Yvirhøvur er ivi ein sentralur máttur í myndarøðini og hesin ivin breiðir seg spakuliga og smittar áskoðaran, ið ivast í hvat fer at henda. Og hvør er so munurin millum málningarnar og grafisku myndirnar hjá Torbirni Olsen? Eg haldi, at grafikkurin yvirhøvur tykist fríari, opnari, og í summum førum meira abstraktur. Í onkrum kompositiónum sleppur áskoðarin at eygleiða prosessina í myndgerðini, av tí at listamaðurin eftir øllum at døma hevur valt at steðga tíðliga í prossessini, so at vitt sleppa at síggja bygnaðin ella sjálva beinagrindina á myndini. Øll eru vælkomin fríggjadagin bæði at síggja framsýningina og at heilsa uppá føðingardagsbarnið, Torbjørn Olsen, sum verður til staðar.