Listarligar várvónir

Føroyski myndlistaveturin og -várið síggja heilt spennandi út. Fríggjadagin komandi (22.jan) klokkan 16-18 letur upp ein heiðursframsýning við grafikki hjá Torbirni Olsen í Steinprenti í sambandi við, at hann fyllir 60 ár tann dagin. Øll eru vælkomin at síggja framsýningina og at heilsa uppá føðingardagsbarnið, sum verður til staðar. Júst eitt ár er liðið síðani Torbjørn Olsen fekk týdningarmestu viðurkenningina frá almennu Føroyum, Mentanarvirðisløn Landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik á høgum stigi.

Fríggjadagin 12.februar klokkan 16 letur upp ein afturlítandi framsýning við myndum hjá Zachariasi Heinesen í Listaskálanum og sunnudagin 21.februar og 15.apríl klokkan 16 verður høvi at uppliva listamannin í samrøðu við ávikavist Nils Ohrt og Solveig H.Olsen. Afturat tekning, vatnlitamáling, grafiskum myndum og prýðisuppgávum, hevur oljumálningurin sítt týdningarmikla pláss í framleiðslu Zachariasar. Hansara kendu kompositiónir við hálvabstraktum geometriseraðum náttúru- og bygdalýsingum hava myndað skúla innan føroysku myndlistina, so nógv sum tað nú ber til at tosa um skúla í einum listaskúlaleysum landi. Myndevnið, ið støðugt upptekur Zacharias Heinesen, er bygdin við havið. Huglagið tykist ljóst og bygnaðurin er luftalsliga einfaldur. Umráðandi innihaldsliga sæð tykist mótsetningurin millum stórt og smátt, millum ta stórbæru náttúruna og tey evarska smáu húsini. Hóast Zacharias Heinesen á sama hátt og impressionistarnir í 1870´unum í París fæst við at skráseta náttúruna undir skiftandi ljósviðurskiftum, er eyðvitað munur millum tær naturalistisku og objektivt hugsaðu myndirnar hjá impressionistunum og so flatumálaríið hjá føroyska listamanninum, ið m.a. er íblást av klassiskum modernistum sum Cézanne, Matisse og Picasso. Hóast hansara myndir eru figurativar náttúrulýsingar við konkretum heitum (t.e. t.d. ávís staðar- og bygdanøvn), eru tær rættiliga abstraktar. Landslagsmyndevnið verður nýtt sum eitt høvi til at mála litir á eina flatu eftir einari ávísari skipan. Ofta eru grundlitirnir umboðaðir; gulir og reyðir litblettir festa í bláar og grønligar flatur, sum eru uppbygdar í fleiri litløgum. Nógv ár eru síðan síðstu serframsýning hjá okkara myndlistarliga nestor í Listasavni Føroya, og eg gleði meg stórliga til hesa framsýningina.

Sama má sigast um framsýningina, sum letur upp í Norðurlandahúsinum sum partar av sonevnda Land í Eygsjón – Áfram Ísland átakinum. Tað er ein framsýning hjá listakvinnuni Heklu Dögg Jónsdóttir, ið ljóðar sera spennandi. Íslendska listakvinnan ger samvirknar samansetingar, bólkar ella flokkar lutir, sum hava eitthvørt samband og sum saman skapa dialog millum ljóðskulpturar og video. Hennara verkætlanir hava fevnt um fýrverk gjørt úr ljóðkvæmum katodaljósum, ein frystan hyl mitt um summarið, pop-up-igloir, ynskibrunnar og gandakynstur. Hon er útbúgvin frá lærda listaháskúlanum í Íslandi í 1994 og hevur harumframt lisið á Städelschule Frankfurt í Týsklandi, California Institute of the Arts í Los Angeles og Skowhegan School of Painting and Sculpture í Maine, USA. Síðan 1999 hevur hon sýnt fram síni verk um allan heim. Hon hevur samskipað óteljandi framsýningar og starvast í løtuni sum professori á lærda listaháskúlanum í Íslandi.

Eg gleði meg ikki minni til serframsýningina hjá  Anker Mortensen í Listaskálanum nú fimm ár eru síðani seinastu serframsýningina hjá listamanninum, sum var í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST. Framsýningin hjá Anker Mortensen letur upp aftan á Várframsýningina í Listasvaninum, eg veit ikki hvat verður á skránni, men eg ynski mær eina ótraditionella, villa samtíðarlistaframsýning við góðari list. 

Tá Anker Mortensen á fyrsta sinni skuldi sýna fram í gallarínum hjá Jørgen Trap-Jensen í 2002 var tað við viðmæli frá sjálvum Ingálvi av Reyni á innbjóðingarkortinum og hóast Anker tá tóktist at vera væl meira radikalur og progressivur, er lítið at ivast í, at hann kennir seg skyldan við djarva og sjálvkritiska vegaran á Lützenstrøð, sum málaði bestu verk síni á ellisárum. Eg havi goymt gamla innbjóðingarkortið frá Galleri Trap, har Ingálvur av Reyni hevur skrivað: "Med få, ofte meget beskedne midler siger Anker Mortensen betydelig mere end vi andre gør med store armbevægelser. Hans rene maleri åbenbarer for os meget mere end det vi ved først blik får øje på."- Talan er als ikki um skyldskap av tí slagnum, sum vit kenna alt ov væl, har tann yngri listamaðurin dúvar uppá at herma eftir teimum listarligu frambrotunum, sum eldri listamaðurin hevur framt. Nei, Anker er væl meira sjálvstøðugur listamaður enn sum so og kundi ikki droymt um at hermt eftir hvørki einum ella øðrum uttan kanska bara eitt lítið sindur eftir Viderø, Tarkovsky og Regin Dahl og tað bert tá tað kemur til klædna-,skegg- og sangstíl. Hansara serstaki klædnastílur við serligum tokka til floyalsbuksur hevur í mong ár gingið beinleiðis í móti galdandi mótamyndini, men skal als ikki fatast sum vantandi forfeingiligheit ella líkasæla. Anker Mortensen er beint tvørturímóti fullborin estetikari og í øllum tí hann ger, er ein egin vøkur poesi, sum er estetisk, men sum eisini er asketisk av lyndi. Skyldskapurin við Ingálv av Reyni er andaligur og snýr seg um sjálvt lyndislagið hjá abstraktiónini. Eg minnist enn fyrstu ferð, eg legði merki til hetta serstaka lyndið. Tað var á Ólavsøkuframsýningini í 1996, tá myndin "Vøtn, hyljar og varðar uppi á Reynsmúlalág" hekk so ovarlaga sum hevði hon sjálv otað seg upp eftir vegginum av berum vektloysi. Hansara myndir vóru tær mest ótraditionellu á framsýningini tað árið og eg minnist, at onkrir framsýningargestir ikki skiltu estetikkin, men hildu hetta vera eitt dømi uppá nýggju klæði keisarans; ljót, skeivt skrødd pappírspetti, klistrað á papp og nakrar skeivar pennastrikur - so ófantaligar, at eitt seks ára gamalt barn hevði gjørt tær beinari. Tey, ið hava roynt tað, vita at tað í grundini als ikki er lætt at gera tílíkar skeivar strikur, sum er skeivar uppá tann náttúrliga, spontana mátan. 
 

Anker Mortensen hevur yvirhøvur verið óvanliga leitandi og opin í mun til hvat vit hava verið von við innan føroyska list. Læruárini í Danmark og Polen og tíðin aftaná vóru merkt av eksperimentum og tilfarsgransking, har hann skræddi, klipti og teknaði við blekki, blýanti og oljukriti uppá alt slag av pappírið, sum ofta var límað á eitt størri pappír. Tað hvíta tíðarskeiðið var í hæddini, tá hann saman við listamonnunum Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen hevði framsýningina Corda Atlantica í Keypmannahavn. Á hesi poetisku framsýningini hekk ein røð av hvítum myndum, sum vórðu nevndar ikonir og sum góvu eina ábending um hvussu stóran týdning, tað andaliga hevði og enn hevur í hansara verkum, ið ofta innihalda afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Tó at vit sum áskoðarar onkuntíð kennast við ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera hvít, blá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi, sum í seinastuni eisini ofta hevur verið grátt, sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina.