Barbara í Gongini - laidback við listarligari tyngd
/Klæðini eru annahvørt kolasvørt ella kritahvít, hattarnir eru løgnir og markantir, úttrykkið er androygynt við eyðkendum kloddum, lepum, oversize pløggum og lynlásum, vøkrum skulpturellum umhvarvi og assymetri. Bygnaðurin er dramatiskur og listarliga hugsaður, tað sama er galdandi fyri musikkin. Jú, vit kenna tað aftur, tað listarliga áhugaverda universið hjá Barbaru í Gongini, og tað er dapurt og stórsligið, men eg haldi allíkavæl, at hennara nýggja sýning AW2016, sum varð framførd í vikuni á ráðhúsinum í Keypmannahavn, ber boð um ein nýggjan lættleika við pláss til bæði skemt og intellektuella dýpd við denti á dekonstruktivan oplinleika, bókstavir og orð. Her eru flottir kjólar og frakkar, men kenslan er onkursvegna eitt sindur laidback, stílurin tykist næstan stillisligur, eyðmjúkur og í støðum eisini meira praktiskur enn áður, eg komi í tankar um mín BIG kjóla, sum er so mjúkur, lekkur og bleytur, at eg havi sovið í honum meira enn eina ferð. Eyðkent fyri ta listarliga rúmligu Barbaru í Gongini er, at hon í síni framførslu hevur inkorpererað eina listarliga framførslu, hesa ferð er tað modernaður dansur, ein pardansur, sum í støðum er átøkur einum dance macabre, sum tveir kongaligir ballettdansarar, ASTRID GRARUP ELBO & MARCIN KUPINSKI framføra og sum riggar einastandandi væl í heildini.