Daniel Milan í Steinprenti

Danski listamaðurin Daniel Milan hevur arbeitt í Steinprenti hesa vikuna. Hann hevur gjørt fleiri prent, sum eru síður til eina bók, sum verður prentað í 50 eintøkum. Daniel Milan hevur prentað í Steinprenti áður, og hann hevur eisini gjørt onkra bók har, sum er givin út á hansara egna forlagi, Milan Verlag. Bókini og prentini verða saman við øðrum listaverkum framsýnd á serframsýning, sum listamaðurin hevur í byrjanini av næsta ár í Marie Kirkegaard Gallery í Keypmannahavn. Á framsýningini, sum umframt grafikkin eisini fevnir um eina málningainstallatión og ein animeraðan film, sum tekur støði í rørsluni, sum kanoróðrarmaður ger, tá hann í bátinum tekur seg frameftir. Í øllum sum hann ger, granskar Daniel Milan tekningina og hennara møguleikar. Listamaðurin greiðir frá, at heitið á framsýningini er Cop Cop Canoe og vísir mær eitt prent við figurum í kano - hetta vísir seg at vera hansara signaturfigurur, kaktusmaðurin, ein løgin menniskjalíkur figurur við kaktushøvdi, sum hann hevur brúkt síðan 2002 og sum hann eisini hevur teknað áður á litografisku steinarnar í Steinprenti. Eg seti inn nakrar myndir frá arbeiðinum, her hómar lesarin kanska tann serliga teknistílin hjá Daniel Milan við eini sera livandi striku og dynamiskari, sum í støðum minnir um rusl, men hyggur tú eina løtu, finnur tú eisini figurativ myndevni í rokanum. Daniel Milan: Cop Cop Canoe letur upp í Gallery Marie Kirkegaard í Holbersgade 17 C 9/1-2015



Jenny C.Petersen endursett í stjórastarvið á Tjóðpallinum

Sambart útvarpinum hevur eitt samt leiklistaráð avgjørt at seta Jenny C.Petersen  í starv sum stjóri á Tjóðpalli Føroya 5 ár aftrat. Hon hevur higartil havt starvið í tíggju ár og gongst alt eftir ætlan, verður tað eisini hon, sum verður fyrsti stjóri á nýggja tjóðpallinum á Skálatrøð í 2019. 

Olaf Johannesen fingið teaterpokalina!

Olaf Johannesen hevur júst fingið ársins teaterpokal frá donskum leikummælarum (Felagnum Danske Teaterjournalister) fyri leiklutin í Samtale før døden, tá Olaf Johannesen spælir Adolf Eichmann, veit Berlingske Tidende at siga. Hetta er ein sera prominent virðisløn, sum verður latin teimum bestu leikarunum í Danmark. Henda virðislønin er ein av gimsteinunum í einum sonnum sigursárum hjá føroyska sjónleikarunum, Olaf Johannesen, sum verður róstur heilt upp til skýggja í røðuni, sum ummælari á Information helt í dag, tá virðislønin varð handað, m.a. lýsir hon Olaf sum svartasta gimsteinin á øllum tí danska leikpallinum í løtuni:  »Det raffinerede er, at den flotte og nydelige og ansvarsfulde Olaf Johannessen OGSÅ kan spille så uhørt modbydelig og så grænseløst kynisk, at man bliver underligt lammet og frygtsom nede i teatersalen,« fortsatte Anne Middelboe Christensen. »Olaf Johannessens nydelighed og djævelskab har samlet sig gennem årene, så han nu glimter som den sorteste diamant på den danske teaterscene.« Enn einaferð kunnu vit fegnast og ynskja Olafi Johannesen hjartaliga til lukku. 

www.b.dk/kultur/olaf-johannessens-nydelighed-og-djaevelskab-har-samlet-sig-gennem-aarene#

 

Teaturkonsertin Rósa Maria - Upptøkuroyndir!

Í sambandi við, at teaturkonsertin "Rósa Maria" verður sett upp í Norðurlandahúsinum á heysti 2015, verður sóknast eftir fólki at taka á seg høvuðsleiklutirnar. Heitt verður á øll, sum hava hug at royna seg á palli, og sum duga at syngja, at møta til upptøkuroyndir á Musikkskúlanum millum jól og nýggjár.

Tað er kendi amerikanski leikstjórin og koreografurin Tim Zimmermann, sum skal seta teaturkonsertina "Rósu Mariu" upp. Tim Zimmerman býr til dagligt í München í Týsklandi og hevur drúgvar altjóða royndir í at leikstjórna sangleikir. Hann hevur millum annað sett upp t.d. “Jesus Christ Superstar”, “Cabaret”, “Chicago”, “Footloose” o.a. leikir í fleiri ymiskum londum - seinastu árini serliga í Norðanlondum. 

Tim Zimmermann vitjar í Føroyum millum jól og nýggjár fyri at vera við til upptøkuroyndirnar.

Handritið til “Rósu Mariu” byggir á eitt stuttsøgusavn við sama heiti hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála. Í teaturkonsertini er savnið gjørt til eina samanhangandi søgu, har fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama við sviki, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Tað er tó unga gentan Rósa Maria og stríð hennara at mennast til eina búnað kvinnu í eini torførari tíð, sum søgugongdin mest snýr seg um.

Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og tilrættislagt øll løgini í teaturkonsertini.

Hvat er ein teaturkonsert?

Ein teaturkonsert minnir um ein sangleik. Munurin er tó tann, at í teaturkonsertini eru tað sangirnir, sum eru í hásæti, og sum fyrst og fremst bera søguna, heldur enn at stuðlað verður upp undir søguna við sangi.

Upptøkuroyndirnar

Upptøkuroyndirnar verða í Musikkskúlanum í Havn í døgunum 28., 29. og 30 december frá kl 10:00 til kl 20:00.

Fyrireikararnir sóknast eftir bæði monnum og kvinnum at koma til upptøkuroyndirnar. Sóknast verður eftir fólki í 20’unum, men brúk er eisini fyri nøkrum fólkum um 30 ára aldur og nøkrum um 40 ára aldur. 

Haraftrat verður sóknast eftir gentum og dreingjum um 10-12 ára aldur til nakrar smærri leiklutir.

Hvør luttakari er til upptøkuroynd einans 5-10 minuttir. Sleppur ein ígjøgnum fyrsta nálareyga, fær ein nærri boð um aðru royndina seinni.

Tey, sum hava áhuga í at koma til upptøkuroyndirnar á Musikkskúlanum,

verða biðin um at skriva til:  pmr@peturx1.com

ella at ringja til: 520 881

Ókeypis orðabøkur til fólkið

Rás2 visti at siga í dag, at allir næmingar í fólkaskúlanum á nýggjárinum missa ta ókeypis orðabókina hjá Sprotanum á internetinum. Higartil er tað mentamálaráðið, sum hevur rindað hesa skipanina, sum hevur kostað ráðnum tilsamans 800.000 krónur um árið tey fyrstu árini og 600.000 kr hetta síðsta árið sum partur av eini royndarverkætlan. Nú heldur mentamálaráðið, at ein partur av ábyrgdini fyri orðabókatilfarið liggur hjá kommununum. Tað halda kommunurnar ikki og tessvegna stendur skipanin til at verða avtikin.

Tað kann ikki passa, at hetta ikki kann fáast í rætt lag kanska við, at Sprotin kemur á fíggjarlógina við onkrari skilagóðari avtalu, tí uttan orðabøkur eru vit málsliga í trongum skóm og teir eru ikki serliga víðir frammanundan, serliga um vit hugsa um málvanar hjá ungum fólkum. Eg haldi, at teldutøkar føroyskar orðabøkur skulu verða ókeypis fyri øll. Landið eigur at taka ábyrgdina av hesum máli, eisini sjálvt um ein eykajáttan skal til.

Eg vil verða allar røddir...

 

At geva eina bók út til minnis um tríggjar aðrar bøkur, sum mann sjálvur hevur skrivað, má sigast at vera rættiliga egið og serstakt, men nýggja bókin hjá Tóroddi Poulsen, RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR er eisini ein ógvuliga egin og serstøk bók, sum vit eftir øllum at døma skulu lesa sum skaldsøgur og ikki skulu tilnevna. Sostatt skilja vit, at nýggja, flotta verkið ætlar sær ikki lítið. Har eru nógvar áminningar og boð til lesaran, áðrenn hon yvirhøvur er komin í gongd við at lesa ta trísporaðu, samansettu bókina, sum skiftir í millum sporini: Rustur, Viður og Vindur. Rusturin er fleirræddaður, hann inniheldur bæði endurminningar frá sjeytiárunum og seinni, umframt einfaldar eygleiðingar, men er í støðum kanska mest abstrakti parturin av bókini við nógvum subjektskiftum og tilsipingum til aðrar bókmentir. Viðurin snýr seg um tilveruna millum trøini í einum donskum umhvørvi, meðan vindurin sjálvandi leikar í í føroyska partinum, sum er ein ófjálg sosialrealistisk søga (skaldsøga!) ella ein pastisja av eini tílíkari um eina heimagangandi einsamalla konu, sum drekkur ov illa og gongur ríkiliga høgt uppí reingerð. Sonur hennara Martin tykist eitt sindur kenslukaldur, men hann hann vil eftir øllum at døma fegin vera listamaður, høvundur ella listafotograf. Í lýsingini av Martini er sum í fleiri av hinum persónslýsingunum týðilig brá av fólkum, sum vit kenna aftur í okkara egna samfelagi. Hesar lýsingarnar eru speiskar og bonskar og tað eru lýsingarnar eisini av fleiri nevndum, núlivandi persónum, onkur er á markinum til æruskemming. Men í bókmentaliga maskuspælinum við ymiskar samleikar, sum bókin er merkt av, ber hetta til. Í løtum ørkymlast lesarin av sporskiftunum og ivast eitt sindur í hvat kemur burturúr samantvinnanini av teimum mongu sporunum, men lesiupplivingin er hinvegin fjølbroytt. Tað er undirhaldandi at lesa hesa bókina, sum umframt alt tað nevnda nýggja eisini inniheldur yrkingar og tekstir, sum fleiri hava staðið á blogginum hjá Tóroddi Poulsen (bloggoddur.blogspot.com), hetta gevur lesaranum eina serliga deja vu kenslu í støðum. Eygleiðingarnar eru originalar, beinraktar og stuttligar í støðum. Gjøgnum áhugaverdar samrøður við bringumyndina av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum, og við standmyndirnar av Hans Andriasi Djurhuus uppi við Sjónleikarhúsið og við Nólsoyar Páll niðri í Vágsbotni hoyra vit ymiskt, sum tær hava upplivað millum ár og dag. Sum heild eru nógvar negativar eygleiðingar í bókini. Niðri eru tað mest hundar, sum skíta og goyggja, kettur, sum drepa fuglar og mýs, gamlar roykjandi konur, sum líkjast mumium og slímutir dreparasniglar, sum órógva, men í Havn er ovmikið at finnast at, sambært rustaða egnum. Eg nevni úr rúgvini atfinningar av glastrevjabátum, bispi, borgarstjóra, fótbóltsdyrkan, útvarpinum, bilfikseraðum, roykjandi og innisælum føroyingum, málpuristum, nationalistum, Merkinum (øllum teimum norðurlendsku fløggunum, sum í fantasiloysi avmynda “torturinstrumentið”, krossin), facebook (tað keðiligasta, sum er til – tann tekstin sá eg forrestin upprunaliga á facebook). Her eru eisini ymisk góð ráð og uppskot til bata, t.d. at venda gongdini og broyta Havnina til eina mentanarháborg, at friða grindahvalin, at gera bátaferðir út at hyggja at hvalunum, geva gøtunum skaldanøvn, flyta Kunningarstovuna yvir í Gamla Apotek og at fylla allan tann gamla bókahandilin við bókum av alskyns slagi og málum, so at Tórshavn kundi blivið víðagitin bókabýur, sum bókahugaði fólk úr øllum heiminum komu at vitja. Tílíkt kunnu vit ikki annað enn at semjast um. Men samstundis sum vit halda okkum kenna ta tvøru, gløggu og speisku røddina hjá høvundanum í nógvum av áskoðanunum, mugu vit gera okkum greitt, at bókin er partur av einum maskuspæli, sum snýr seg um listarligt frælsi og um prinsipiellu frástøðuna millum høvund og frásagnarfólk, hetta, at í skaldskapi ber til at verða allar røddir.

 

Tóroddur Poulsen: Rustur sum viður og vindur. Perma: Høvundurin, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 167 bls. 280 krónur

 

Í Føroyum koyra fólk bil. Í Føroyum ber ikki til at ganga. Føroyingar eru eitt sitandi fólk. Tá føroyingar ikki sita í bili, sita teir í ella á einum stóli, heima við hús ella til arbeiðis. Summir føroyingar sita í sofuni, tá teir ikki liggja í henni. Føroyingar hava bein, tí tá teir hava bein, kunnu teir traðka á spitara, bremsu ella kobling. Í Føroyum er tað gudsspottan at traðka á jørðina og heilagt at traðka á spitaran. Guð viti hvussu teir sleppa út í bilarnar ella umborð á bátarnar. Man tað vera Guð sum ber teir umborð?

 

stórir

heðinshugnaligir

urtapottar

verða sløddir

um býin

at staðfesta

smakkloysið

 

(S.59 RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR)

 

Eg vil ikki vera ein rødd av mongum. Eg vil verða allar røddir. Men bara ein tunga. Ein tunga av mongum.

(s.87 RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR)

SKULD ruddaði borðið

Heiðrikur á Heygum gjørdi bart í gjár og vann ikki bara ta einu, men báðar Geytavirðislønirnar í gjárkvøldið fyri sín nøtrifilm, Skuld við Sofíu Nolsøe í høvuðsleiklutinum. Bæði dómsnevnd og áskoðarar mettu, at Skuld var tann besti filmurin. Eg ætli mær at ummæla filmarnar í Dimmalætting 19.des. Eg havi á blogginum hjá Birgiri Kruse funnið grundgevingina, sum hann las upp í gjárkvøldið:

"Hugsanin hjá mammuni um barnið er miðdepilin í hesi klassisku og tó nýskapandi føroysku ræðusøguni. Við øllum hevdvunnum frásøgusnildum úr hesi filmsgrein lýsir filmurin barnið, sum eina stund untist mammuni at bera undir belti, seta í verðina og tveita út í tað dulda, meðan nýfangaðu kombikkini sprakla á svørtu helluni. Við higartil ósæddari styrki og symbolum, millum annað eini brennandi altartalvu, otar filmurin seg miskunnarleyst inn í brotsverkið, sum er bygdarfólkinum dult. “Hvat hevur tú gjørt?” spyr doyggjandi kvinnan, ið aldri átti eitt barn, ungu kvinnuna, ið hevur høvuðsleiklutin sum heimasjúkrasystir. Forteljandi meginásurin er aldur og ungdómur, lívssøra kvinnan, ið verður hildin upp móti burðarføru kvinnuni, og hvussu søga og børn teirra skulu liva víðari, ella bara doyggja. Við filminum “Skuld” leitar Heiðrikur á Heygum í kendum ræðufilmsgoymslum úr allari verðini, men er tó so djarvur, at hann endurnýggjar sjangruna á føroyskum. Filmurin er eitt heilrunnið listaverk í visuellari styrki, leikstjórn, suspense, pallseting, ljóði og náttúru. Høvuðsleikaran helt dómsnevndin vera serliga sannførandi. Fyri hetta avrik fær filmurin “Skuld” ársins Geyta."

http://www.birkblog.blogspot.com/2014/12/heirikur-vann-alt.html

Geytin & Áskoðaravirðislønin 2014

 

Hvør fær Geytan og Áskoðaravirðislønina 2014 í kvøld? Tað verður spennandi í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan sjey, tá nýggir føroyskir stuttfilmar verða sýndir. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur virðislønina Geytin á 25.000 kr og Áskoðaravirðislønina á 15.000 kr. Finnur Koba er vertur. Kostnaður 125 kr. 

 

Hesi verða við:

1 Risin og Kellingin, stop motion filmur, Helga Djurhuus 4:23
2 Det mand ikke taler om, hybrid-heimildarfilmur, Andrias Høgenni 25:00
3 Just another day, heimildarfilmur, Petra Eliasardóttir Mikkelsen, 5:51
4 Sum einglar vit falla, stuttfilmur, Maria Winther Olsen, 28:00
5 Autopilot, animatiónsfilmur, Rói Davidsen, 6:00
6 Gongdin, stuttfilmur, ung á Nollywood, 5:46
7 Kom og dansa, tragikomedia, Andrias Høgenni, 14:00
8 Fall for Ewe, skaldsligur heimildarfilmur, Høgni Mohr & Jens Jákup Hansen, 2:29
9 Podróżnik, stuttfilmur, Franklin Henriksen, 4:48
10 Skuld, art horror, Heiðrik á Heygum, 30:00

 

Meira heiður til Olaf Johannesen

Tað gongur væl og meira enn tað hjá føroyska sjónleikaranum Olaf Johannesen, sum herfyri varð heiðraður við gávufæ úr grunni Ole Haslunds fyri sítt fantastiska portrett av Adolf Eichmann í leikinum hjá Adam Price Samtale før døden. Í grundgevingini verður Olaf Johannesen róstur fyri sína leiklist aftur í tíðina líka síðani hann var liðugur á sjónleikaraskúlanum: “For det vedholdende arbejde med at forny sig selv og hermed den danske skuespilkunst modtager Olaf Johannesen Ole Haslunds Kunstnerlegat 2014 på kroner 75.000.” Í ummæli hjá Politiken av leikinum Mefisto, har Olaf Johannesen aftur hevur høvuðsleiklutin, verður føroyski sjónleikarin tikin fram um fyri sítt suverana spæl: Mona Dithmer, leiklistarligur blaðstjóri skrivar: “Mefisto er den fandenivoldske frister, der kræver andres sjæl for at nå sine mål, men her tillige en Faust, der undervejs må sælge sin sjæl. Det lyser fra første færd ud af suveræne Olaf Johannessen, der med hud og hår og spillende gejst holder sin store forfører i ånde med besættende intensitet.”Sum um alt hetta ikki var nóg mikið, er Olaf Johannesen eisini í uppskoti at fáa Teaterpokalen, sum er heiðursløn frá donskum leiklistaummælarum og mentanarjournalistum. Vinnarin verður avdúkaður 17.des. 

http://politiken.dk/kultur/scene/teateranmeldelser/ECE2478724/den-fandenivolske-frister-forfoerer-publikum/

 

 

 

 

Heiðrik á Heygum róstur fyri stuttfilmin Skuld

Heiðrik á Heygum verður róstur fyri stuttfilmin Skuld. Ummælarin hjá Ekko Film heldur, at filmurin hjá Heiðriki á Heygum var ein av teimum tveimum bestu av prótvøkufilmunum hjá Super-16 næmingunum. Undir yvirskriftini “Óhugni í Føroyum” skrivar, Claus Cristensen:” Teir tveir bestu fráfaringarfilmarnir eru gjørdir av tveimum teimum minst eksponeraðu filmsleikstjórunum. Føroyingurin hevur – við hjálp frá effektiva tónasporinum hjá Janusi Rasmussen – gjørt ein veruligan gysara, sum í grundini er óhugnaligur. Tað er eitt ordans bragd, tá mann bara hevur fáar minuttir til at skapa ta innliving í karakterirnar, sum er treytin hjá nøtrifilmum. Sjálvt um eg eri herdur nøtrifilmsfjeppari, hoppaði eg í setrinum – eisini aðru ferð, eg sá filmin. Vit vilja fegin lata upp fyri føroyskum óhugna í einum donskum filmsheimi, har tað er langt millum nøtriupplivingarnar. Høvuðspersónurin Andrea (Sofía Nolsøe) er sjúkrarøktarfrøðingur. Hon pleygar eina gamla konu, sum liggur fyri deyðanum á eini lítlari oyggj í Føroyum, men hon er plágað av skuldarkenslum og byrjar at síggja eitt spøkilsi  - ein drong saman við einum stórum, myrkum skapilsi. Tað hevði ikki gjørt nakað um vit hoyrdu meira um Andreu, men sæð burtur frá hesum, er søgan hárhvøss, so allar orsøkir eru til at leggja dent á handritarhøvundan Sissal Dalsgaard Thomsen".

Hjartaliga til lukku við fína ummælinum, Heiðrik á Heygum, Sissal Dalsgaard Thomsen og øll hini í filmsliðnum. Filmurin Skuld verður at síggja í Norðurlandahúsinum Geytakvøldið, sum verður nú hóskvøldið.

http://www.ekkofilm.dk/anmeldelser/super16-afgangsfilm-argang-7/

Bókaframløga í Listasavninum

Fróðskapur hevur givið út bókina Ævintýr eftir Eyðun Andreassen professara. Í bókini leggur Eyðun Andreassen fram nýggj sjónarmið um tey gomlu ævintýrini.

Eingin riddari á hvítum hesti bjargar nakrari prinsessu í ævintýrunum. 

Eingin fátækur drongur verður kongur av egnum ávum í hesum søgum.

Genturnar í ævintýrunum vinna einsamallar á sínum meinbogum. 

Genturnar eru klókar og vitandi, vita, hvat tær vilja, og hvat tær skulu gera. Tær hava vilja, treysti, tol og seiggj at fremja sínar ætlanir og hava megi, áræði og dirvi at taka um endan, tá ið á stendur.

Dreingirnir í sínum lagi megna einki: Ein legst at gráta, tí hann skal reinska eitt nátthús! Ein leggur seg at sova heima hjá mammu, heldur enn at vera saman við gentuni, ið er góð við hann. Ein vil ikki gera sær fyri skommum, tá hann skal út at berjast, og fjalir seg, og sanniliga um ikki ein fer við eini aðrari, tá hann og gentan endiliga skulu byrja samlívið. Og riddarin á tí hvíta hestinum? Hann verður so firtin av, at gentan einki sigur, at hann vil brenna hana á báli!

Eyðun Andreassen fer aftur um hin fantastiska ævintýrheimin við trøllum, risum, dýrum, ið tosa, umskaptum verum og øllum øðrum gátuførum, ið har er, og finnur meiningar og merkingar frá tíðini tá ævintýrini vóru livandi munnligur skaldskapur á duldum máli, sprottin úr royniligum veruleika hjá frásøgufólkunum. 

Eyðun Andreassen er mentanarfrøðingur og professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur skrivað bøkur og greinar í bløðum og vísindaligum tíðarritum, er royndur fyrilestrarhaldari og hevur javnan verið at hoyra í Útvarpinum við frásagnum um mentanarlig og almen evni. 

 Astri Luihn hevur gjørt permuna á  bókini. 

 Bókin er 188 s. og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 250 kr.

Í sambandi við útgávuna verður bókin løgd fram á almennari samkomu í Listasavni Føroya týsdagin 9. desember klokkan 16. Bókin fæst tá til serprís og høvið verður at fáa hana signeraða.

Vitjandi hava eisini høvi at síggja ta nýggju framsýningina í Listasavninum Gull úr goymsluni.

Grafisk Sambond - myndir

Andreas Schulenburg

Ein rúgva av fólkum var møtt, tá framsýningin Grafiske Forbindelser læt upp í Vendsyssel Kunstmuseum i Hjørring síðsta fríggjadag. Øll verkini á framsýningini eru gjørd í Steinprenti í Havn. Tey tólv listafólkini, sum øll hava havt arbeiðsuppihald á verkstaðnum í Steinprenti eru: Zven Balslev, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Fie Norsker, Bjørn Nørgaard, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Svend-Allan Sørensen og Kathrine Ærtebjerg. Framsýningin heldur á til 1.februar og verður seini at síggja í Kastrupgaardsamlingen og í Norðurlandahúsinum í Havn. Her eru myndir frá upplatingini, verkunum og frá døgunum áðrenn og aftaná, sum Jonas Hvid Søndergaard, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku hava tikið. 

Svend-Allan Sørensen, Claus Carstensen og Nils Erik Gjerdevik práta

Eitt av verkunum hjá Nils Erik Gjerdevik

Jonas Hvid Søndergaard uttan fyri listasavnið

Verkini hjá Julie Sass, Svend-Allan Sørensen og Bjørn Nørgaard

Eitt av verkunum hjá Fie Norsker

Frá framsýningini

Claus Carstensen

Jan Andersson prátar við Jonas Hvid Søndergaard og Joakim Lassen frá fyritøkuni Montana, sum stuðlaði framsýningini

Ein av myndunum hjá Kathrine Ærtebjerg

Fríða Matras Brekku til fernisering

Eitt av verkunum hjá Jonas Hvid Søndergaard

Katalogið 

Katalogið 

Tríggir listamenn undir danabrók

Myndir hjá Svend-Allan Sørensen

Sine Kildeberg og Kinna Poulsen framman fyri myndirnar hjá John Kørner

Ein listamaður á ferð í bunkara við Norðsjógvin

Claus Carstensen

Ein mynd hjá Zven Balslev, sum m.a. snýr seg um søguna Kniven hjá William Heinesen

Jensina mælir til at stuðla listafólkunum - eisini tá vit keypa jólagávur

Jensina Olsen:  

Í Føroyum royna nógv listafólk, at liva av sínum arbeiði. Eg eri ein av teimum.

Tìmarnir eg venji, leggi til rættis, geri roknskap, ringi til fólk, skrivi mailar, ferðist, arbeiði við tilfari osfr, fái eg ikki eitt oyra fyri. 

Eg fái eina løn/honorar, fyri ta løtuna eg eri 'á'. 

Ta løtuna fólk síggja meg í fysiskum skapi, fái eg løn fyri. 

Einki fyri arbeiði áðrenn løtuna eg eri 'á'. 

Fyrireiking, at finna uppá, keypa ting/klæðir/útstýr osfr., verður uppá ein máta ólønt arbeiði. Tað er at kalla 'tann ósjónligi parturin' av listarliga arbeiðnum. Tann parturin nógv fólk ikki kenna til.

Eg verði skattað, eins og tey ið hava eitt vanligt arbeiði. Og so kunnu vit kjakast um, um man ikki skuldi farið og umhugsað ein serligan frádrátt til okkum ið liva av hesum. Ella royna at liva av hesum. 

Fyri at eg kann vera eitt listafólk, ið kann standa við tað ið verður framført og gjørt á palli/studio osfr, er alneyðugt, at eg geri tingini heilhjartað og í samsvar við ta náttúru mínar listagávur hava.

Sum listafólk, havi eg einki val. Eg kann ikki velja, ikki at lurta eftir mínum hjarta, ella mínari keldu. Ella jú, tað kann eg gott, men so verður tað nakað lort, fyri at siga tað sum tað er. Og lorti hava vit nokk av.

Eg kann heldur ikki steðga við at vera listafólk. 

So, tað er á ein hátt eitt vælsignilsi, og á ein annan hátt eitt forbannilsi. Skil meg rætt.

Tí, í tí løtuni eg fari ímóti tíni egnu listarligu náttúru, er slutt. Tá er svik farið fram, móti mær sjálvari, og verkini koma ikki at samsvara við ta søguna sum eg í grundini vildi fortelja. Og eg veit tað, merki tað og tími tað ikki.

So tað krevur í grundini eina stóra styrki, at halda fast í mínum. Í tí eg vil fortelja. 

Listin er sárbar og ótrúliga sterk samstundis. 

Styrkin liggur í tí sárbara.

So ferðin frá spíranum, til eina lidna bók, fløgu, DVD yrkingasaavn er long, og full av mótbrekkum, iva, gleði og øllum tí ið kann gravast fram av lýsingarorðum annars.

Eg arbeiði hart, fyri at kunna liva av at fáast við mína list. Tað geri eg, tí eg eri fødd soleiðis, og eg kann ikki fara nakrastaðni og klaga yvir innihaldið í mær. Har er ikki nøkur strikkota á síðuna av mær. Tað eru fleiri við mær, í okkara landi, ið royna at liva av at vera listafólk. Og sum áður sagt, tað krevur.

Tì havi eg í nakrar dagar gingið og hugsað um, øll ið nú skulu út at keypa jólagávur.

Hugsa tær til, hvussu nógv tað hevur at siga fyri meg, og øll hini djørvu listafólkini í Føroyum, at fólk hugsa um at keypa okkara tilfar, og pakka tað inn? 

Ein bók, eitt yrkingasavn, ein fløga, ein DVD, eitt turriklæði, eitt par av oyrnaringum og túsund onnur ting, liggja úti í handlunum og kunnu lætliga verða pakkað inn. 

Fyri meg merkir tað, at eg betur kann liva av mínari list.

 

Stuðla listafólkunum!

Loftbrúgv og morgunluft til føroyska list

Beint nú verður kunngjørt í Mentanarcaféini í Útvarpinum, at Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommuna, Mentamálaráðið og Atlantic Airways hava skrivað undir sáttmála um ein grunn, har føroysk listafólk kunnu søkja ferðastuðul, tá tey skulu framføra, sýna fram osfr. uttanlands. Hetta hevur verið uppá tal leingi og tað er gleðiligt endiliga at sleppa at uppliva dagin, at ein tílíkur ferðastuðulsgrunnur verður settur á stovn. Grunnurin fevnir um eina millión krónur, spennandi at vita hvussu langt tær røkka í mun til ferðahug og -tørv hjá føroyskum listafólkum. Eg havi ikki nærlisið treytirnar enn, men kanska kundi tað verið eitt hugskot at ein partur av luftbrúnni fór til listafólk, sum búgva uttanlands, og sum koma til Føroya at sýna fram og at framføra og sum hava sera stóran listarligan týdning. Fyribils mugu vit bara fegnast um, at okkurt verður gjørt við hesa serligu avbjóðing, sum føroysk listafólk hava. Við loftbrúnni verður endiliga staðfest, at vit virða okkara listafólk og at vit fegin vilja hava tey út í heimin, tí vit eru errin av teimum. 

Stovugenturnar í Kommandørhúsunum

Fronsk dekadansa við norðurlendskt daprari dýpd á føgrum føroyskum

Upplivingin av leikinum byrjaði kanska longu tá vit sneiddu um hornið við tann nógv umrødda skansan, sum onkur vil vera við bara hevur ligið har forfjónaður í mong mong ár. Mann má bara vóna, at hesir somu mentanarloysingar ikki eisini fáa eyga á Tinganes, sum jú á sama hátt bara hevur ligið har í mong, mong ár og ivaleyst kundi trongt til mentanarligt krút ella alibi. Aja, kanska skuldu vit heldur varðveitt okkara ediliga Skansa júst sum hann er og í staðin fokuserað seriøst uppá list og mentan við støði í vitan og royndum hjá listafólkunum. Tað gera tey í Kommandørhúsinum í hesum døgum, har leikurin Stovugenturnar verður settur upp. Leikurin, sum franski høvundurin Jean Genet skrivaði í 1947 á leið um somu tíð, sum húsini eru bygd, er um tær báðar stovugenturnar, systrarnar Claire og Solange. Meðan frúan í húsinum er úti, spæla stovugenturnar sjónleik; tær lata seg í hennara fínu kjólar og skiftast um at spæla ávikavist frúa og stovugenta alt meðan frælsistrongdin gerst alsamt meira átrokandi. Hetta spælið er stuttligt og festligt við homoerotiskum undirtónum, samstundis sum tað er nøtrandi óhugnaligt og absurd í løtum. Sum leikur fer, stendst ivi um hvør tað í grundini er, sum er mest bundin at verandi valdsviðurskiftum, frúan ella stovugenturnar og hvør megnar at gera upp og broyta støðuna.

Centraleuropeisk dekadansa

Upplivingin av leikinum byrjaði fyri meg við fyrstu hóming av teimum kritahvítu Kommandørhúsunum, sum lýsa upp í vetrarmyrkrinum Yviri við Strond 14. Hesi húsini hava eitt serligt pláss í mínum hugaheimi og tað er ikki bara tí, at mamma mín hevði húspláss har fyri meira enn hálvari øld síðani. Eg havi altíð hildið, at okkurt nøtrandi undirgangskent og stórsligið er yvir hesum húsunum, eitt petti av centraleuropeiskari dekadansu í Havn. Hvítmálaði rimagarðurin er sum skaptur til stráhattar og sherry, alt konseptið tykist íbyrt av onkrum føroyskum Phaeton, sum misti ræði á sólvogninum og fall. Neyvan er tað bara eg, sum havi hesa fatan, hon sæst eisini í fotomyndini hjá Høgna  Heinesen av húsunum, sum verður brúkt til leikplakat.

 

Tilsipingar til 14.september

Frá 1951 vórðu húsini við “Strandvejen” Kommandørhús og eitt symbol uppá danska yvirvaldið í Føroyum. At velja eina tílíka staðseting til ein leik, sum snýr seg um vald og valdsbýti er einki minni enn genialt funnið uppá og í scenografiini eru eisini fleiri tilsipingar til ta ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmark eitt nú í litavalinum og í tilsipingini til 14.september. Sjálvt um ávísir praktiskir trupulleikar vóru, tá eg var til leikin til frumfrumframførsluna, sum m.a. høvdu við sær, at eg ongantíð havi sitið so illa fyrr, er samlaða inntrykkið av leikinum heilt ómetaliga positivt og tað hevði tað helst eisini verið, varð leikurin framførdur á Tjóðpallinum.

 

Kanska kundi sjónvarpið tikið leikin upp?

Søgan um stovugenturnar verður í uppsetingini hjá Tvazz og Christoffer Berdal í Kommandørhúsinum søgd við fronskum raffinement og norðurlendskum djúptøkni, einum framúrskarandi leikriti og eini heilt ómetaliga vakrari týðing hjá Jette Hoydal og Gunnar Hoydal, sum málsliga rakar huglag, tíð og stað, og sum forrestin eisini prógvar, at føroyskt er eitt sera væl fungerandi leiklistamál. Av tí, at eg sum áður nevnt, sat illa, so sá eg ikki alt, ið gekk fyri seg á gólvinum, og tí blundaði eg viðhvørt fyri betur at hoyra orðaskiftið. Tá kundi eg sanna, at leikurin riggar væl, eisini sum hoyrispæl. Eg skilji, at allar sýningar eru útseldar, plássið er eyðvitað avmarkað, kanska kundi sjónvarpið gjørt eina upptøku, so at fleiri sleppa at uppliva áhugaverda leikin. Men annars kunnu tey gleða seg, sum hava ognað sær atgongumerkið til Stovugenturnar, at uppliva málið, húsið, leiklistina og dominatrix, madame Anniku Johannesen, sum er hárreisandi í orðsins bókstaviliga týdningi. Ein karikerað Malificent, ein diabolsk gívur við smáum realistiskum bráum av ísakaldari og oyðandi kontrol, Annika Johannesen skarar veruliga framúr í hesum leiki, men stovugenturnar báðar eru eisini sannførandi. Til forpremieruna var okkurt smávegis, sum ikki var komið heilt upp á pláss enn, men eg ivist ikki í, at tað var áðrenn-byrjanartrupulleikar, ið eru rættaðir nú. Sjálvt um alt snýr seg um Madame, eru tað stovugenturnar, Beinta K. Clothier í leiklutinum sum Claire og Gunnvá Zachariasen í leiklutinum sum Solange, sum hava avbjóðandi høvuðsleiklutirnar við sera nógvum teksti, ovurstórum kenslum og elalítlum plássi. Tað klára tær serstakliga væl, eisini at geva áskoðaranum smá innlit í tey ússaliga lív, sum kanska hvørki høvdu havt meining ella kós, var eingin valdsfrúa til. Stovugenturnar. Tvazz. Leikstjórn: Christoffer Berdal. Pallmynd/búnar: Magdalena Stenbeck. Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen. Framleiðsla: Rakul Thomsen og Klæmint H. Isaksen. 

 

 

Skaldsøgukapping útskrivað

Mynd: Norðurlandahúsið

Tá Bókadagar endaðu í Norðurlandahúsinum í kvøld, var lýst, at okkurt óvæntað skuldi henda. Tað var Kári Árting, stjóri í Rit og Rák, sum greiddi frá, at hann í samstarvi við aðrar bókhandlar skrivaði út eina skaldsøgukapping. Krøvini til hesa skaldsøguna ganga fyrst og fremst út uppá, at hon skal vera ein føroysk samtíðarskaldsøga, ið viðger tilveruna her og nú. Vinnarin fær 50.000 krónur og freistin liggur í september næsta ár. 

Inspirerandi framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti

Ein hugtakandi installatión sett saman av húsaskulpturum og ljósi. Ljósdesign: Andy Brydon

Uttan at eg ordiliga havi uppdagað tað, er ein framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð latin upp í Steinprenti. Hanni Bjartalíð býr í Finnlandi og hevur verið í Føroyum nakrar dagar saman við Andy Brydon frá Curated Place fyri at seta upp verk saman við ljósinstallatiónum í Norðurlandahúsinum. Teir gjørdu omanfyristandandi installatión í Steinprenti og Hanni Bjartalíð nýtti høvið at seta saman eina inspirerandi framsýning við træskulpturum, relieffum og kollasjum. Hanni Bjartalíð er sjáldsama nærlagdur listamaður og sjáldsama arbeiðssamur og tað er sum um, at hansara dynamiski arbeiðsháttur ávirkar listarliga úttrykkið í hansara akkumulerandi verkum. Ljósinstallatiónirnar leggja eina filmsliga dimensión aftrat hesum verki, sum gevur hugasamband við Hitchcock.  Framferðarháttur listamansins er enn sum áður spælandi og sansaligur, stýrdur av intuitión og støðugari tilfarsgransking, og hetta er í grundini í samsvari við altjóða samtíðarlist, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á ta listarligu prosessina. Men hjá Hanna Bjartalíð gerst sjálv tilfarsgranskingin so umráðandi og opin partur av sjálvum úttrykkinum, at tað minnir um eitt slag av dekonstruktión. Listamaðurin kannar og sundurlagar listarligu hugsanirnar í verkum sínum og leggur tær fram í somu verkum, og tað ger hann óansæð um hann málar, teknar, sker, klippur, smíðar ella límar. Tann runda standmyndin er dømi um tilfarskannandi mannagongdina, hann vitar hvat letur seg gera við træi og roynir at vinna á øllum fysiskum avmarkingum.  Framsýningin hjá Hanna Bjartalíð verður hangandi eina tíð, men ljósinstallatiónin skal víðari á ferð longu mánadagin saman við hinum ljósinstallatiónunum í og rundan um Norðurlandahúsið. 

Bókmentir og ljóslist í Norðurlandahúsinum

Nú myrka vetrartíðin nærkast, hava Norðurlandahúsið og Curated Place savnað nøkur listafólk úr Íslandi, Noregi, Føroyum og Bretlandi at sýna fram eina røð av ljóslista-installatiónum. Meðan bókadagarnir verða hildnir, setir listaframsýningin sjóneykuna á sambandið millum frásagn og list. Hetta verður gjørt við installatiónum í Norðurlandahúsinum og í nærumhvørvinum kring húsið. M.a. fer Hanni Bjartalíð at sýna fram eitt dramatisk býarlandslag, sum umframt kendu húsaskulpturarnar fer at fevna um ljós. Verkið er ein rannsóknarferð í fjølbroyttu frásøgufláunum í húsunum,  hann skapar og endurnýtir eisini filmsstubbar og aðrar ljóseffektir. Elisa Artesero brúkar installation, myndatøku, glas og film fyri at fanga ljós-essensin við tekstinstallatiónum. Artessero er sjálv skald og hevur samstarvað við Oddfríð Marna Rasmussen í verkinum kring evnini ‘tráan’ og ‘harðskap’, skapt til framsýningina í Norðurlandahúsinum. Ulf Pedersen fer at skapa eitt leikandi ljósspæl á fasaduna hjá Norðurlandahúsinum, sum sæst úr býnum. Hann tillagar listaverk sítt Lys*Arp, so tað samvirkar við arkitekoniska skapið hjá bygninginum. Kristján Gunnar Kristjánsson, Arnar Leifsson og Orvar Halldorsson sameina síni kynstur sum ljóssniðgevar og livandi grafikk-gandakallar og skapa eina arkitektoniska ljósinstallatión á steinterrassunum  aftan fyri Norðurlandahúsið við bókmentaligum íblástri.

Dress - Finissage

Listamaðurin greiðir frá 

Leygardagin var finissage í Steinprenti, tá framsýningin DRESS hjá Jóhan Martin Christiansen læt aftur. Eftir ætlan skuldi ein bóklingur koma út tá, men hann er seinkaður. Har var fitt av fólki møtt til tiltakið, sum umframt eina listasamrøðu við listamannin eisini kundi bjóða uppá tríggjar sangir hjá og við einum inspireraðum Kára P.  

Ein karyatida og onnur

Smá 25 ár aftaná Hinumegin Ringvegin varð útgivin slapp eg at syngja aftur saman við Kára niðurlagið í Ringulrímu

Áhoyrarar gjørdust sum eitt við videoinstallatiónina

Eg greiddi frá móttøkuni av framsýningini

Skansin innibyrgdur ...

Uttan byggilistarlig ella mentanarsøgulig atlit

Tórshavnar býráð hevur samtykt at betra karmarnar fyri vinnnulívinum, sum virkar á økinum hjá Tórshavnar havn. Ætlanin er leingja molan á Skansabryggjuni, og at víðka verandi økið suðureftir og eystureftir, so pláss verður fyri vaksandi bingju- og ferðafólkaflutninginum. Á henda hátt verður okkara týdningarmesta býareyðkenni frá 15.øld, Skansin, innibyrgdur. Harvið missur hann natúrliga sambandið við havið og søguligu funksjónina sum skansin mótvegis umheiminum. Estetiskt verður bingjuhavnin ikki nøkur vøkur inngongd til býin. Eg haldi ikki, at nakar nýtist at hyggja tvær ferðir eftir modeltekningini fyri at síggja, at inntrivið, sum skal hjálpa vinnuni, er mentanarliga oyðileggjandi. 

Tað er ikki tí, at eg eri skelkað. Yvirhøvur ikki. Vinnan er týdningarmikil og í Føroyum plaga vit at raðfesta vinnuna framum alt annað. Men eg má allíkavæl siga, at eg hevði væntað eitt lítið sindur av støðukenslu og atliti í mun til eitt monument sum Skansan í høvuðstaðnum í tí Harrans ári 2014. Einaferð enn er neyðugt at spyrja hvar mentanarliga atlitið er, hvar byggilistarliga atlitið er aftanfyri avgerðirnar hjá Tórshavnar Býráð. Eg havi hoyrt, at Friðingarnevndin hevur góðkent ætlanina. Tað er mær fullkomiliga óskiljandi hvussu ein friðingarnevnd kann góðkenna eina tílíka ætlan? Er tað so nakað, sum ein friðingarnevnd ikki góðkennir? 

 


Hendan myndin vísir hvussu syndarligt tað sær út við havnarlagið á Tvøroyri, sum áður var so vakurt. Eg havi lænt myndina frá Turið Vestergaard í Dali, hinar eru frá heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.