Bókmentir og ljóslist í Norðurlandahúsinum
/Nú myrka vetrartíðin nærkast, hava Norðurlandahúsið og Curated Place savnað nøkur listafólk úr Íslandi, Noregi, Føroyum og Bretlandi at sýna fram eina røð av ljóslista-installatiónum. Meðan bókadagarnir verða hildnir, setir listaframsýningin sjóneykuna á sambandið millum frásagn og list. Hetta verður gjørt við installatiónum í Norðurlandahúsinum og í nærumhvørvinum kring húsið. M.a. fer Hanni Bjartalíð at sýna fram eitt dramatisk býarlandslag, sum umframt kendu húsaskulpturarnar fer at fevna um ljós. Verkið er ein rannsóknarferð í fjølbroyttu frásøgufláunum í húsunum, hann skapar og endurnýtir eisini filmsstubbar og aðrar ljóseffektir. Elisa Artesero brúkar installation, myndatøku, glas og film fyri at fanga ljós-essensin við tekstinstallatiónum. Artessero er sjálv skald og hevur samstarvað við Oddfríð Marna Rasmussen í verkinum kring evnini ‘tráan’ og ‘harðskap’, skapt til framsýningina í Norðurlandahúsinum. Ulf Pedersen fer at skapa eitt leikandi ljósspæl á fasaduna hjá Norðurlandahúsinum, sum sæst úr býnum. Hann tillagar listaverk sítt Lys*Arp, so tað samvirkar við arkitekoniska skapið hjá bygninginum. Kristján Gunnar Kristjánsson, Arnar Leifsson og Orvar Halldorsson sameina síni kynstur sum ljóssniðgevar og livandi grafikk-gandakallar og skapa eina arkitektoniska ljósinstallatión á steinterrassunum aftan fyri Norðurlandahúsið við bókmentaligum íblástri.