Daniel Milan í Steinprenti
/Danski listamaðurin Daniel Milan hevur arbeitt í Steinprenti hesa vikuna. Hann hevur gjørt fleiri prent, sum eru síður til eina bók, sum verður prentað í 50 eintøkum. Daniel Milan hevur prentað í Steinprenti áður, og hann hevur eisini gjørt onkra bók har, sum er givin út á hansara egna forlagi, Milan Verlag. Bókini og prentini verða saman við øðrum listaverkum framsýnd á serframsýning, sum listamaðurin hevur í byrjanini av næsta ár í Marie Kirkegaard Gallery í Keypmannahavn. Á framsýningini, sum umframt grafikkin eisini fevnir um eina málningainstallatión og ein animeraðan film, sum tekur støði í rørsluni, sum kanoróðrarmaður ger, tá hann í bátinum tekur seg frameftir. Í øllum sum hann ger, granskar Daniel Milan tekningina og hennara møguleikar. Listamaðurin greiðir frá, at heitið á framsýningini er Cop Cop Canoe og vísir mær eitt prent við figurum í kano - hetta vísir seg at vera hansara signaturfigurur, kaktusmaðurin, ein løgin menniskjalíkur figurur við kaktushøvdi, sum hann hevur brúkt síðan 2002 og sum hann eisini hevur teknað áður á litografisku steinarnar í Steinprenti. Eg seti inn nakrar myndir frá arbeiðinum, her hómar lesarin kanska tann serliga teknistílin hjá Daniel Milan við eini sera livandi striku og dynamiskari, sum í støðum minnir um rusl, men hyggur tú eina løtu, finnur tú eisini figurativ myndevni í rokanum. Daniel Milan: Cop Cop Canoe letur upp í Gallery Marie Kirkegaard í Holbersgade 17 C 9/1-2015