Jensina mælir til at stuðla listafólkunum - eisini tá vit keypa jólagávur
/Jensina Olsen:
Í Føroyum royna nógv listafólk, at liva av sínum arbeiði. Eg eri ein av teimum.
Tìmarnir eg venji, leggi til rættis, geri roknskap, ringi til fólk, skrivi mailar, ferðist, arbeiði við tilfari osfr, fái eg ikki eitt oyra fyri.
Eg fái eina løn/honorar, fyri ta løtuna eg eri 'á'.
Ta løtuna fólk síggja meg í fysiskum skapi, fái eg løn fyri.
Einki fyri arbeiði áðrenn løtuna eg eri 'á'.
Fyrireiking, at finna uppá, keypa ting/klæðir/útstýr osfr., verður uppá ein máta ólønt arbeiði. Tað er at kalla 'tann ósjónligi parturin' av listarliga arbeiðnum. Tann parturin nógv fólk ikki kenna til.
Eg verði skattað, eins og tey ið hava eitt vanligt arbeiði. Og so kunnu vit kjakast um, um man ikki skuldi farið og umhugsað ein serligan frádrátt til okkum ið liva av hesum. Ella royna at liva av hesum.
Fyri at eg kann vera eitt listafólk, ið kann standa við tað ið verður framført og gjørt á palli/studio osfr, er alneyðugt, at eg geri tingini heilhjartað og í samsvar við ta náttúru mínar listagávur hava.
Sum listafólk, havi eg einki val. Eg kann ikki velja, ikki at lurta eftir mínum hjarta, ella mínari keldu. Ella jú, tað kann eg gott, men so verður tað nakað lort, fyri at siga tað sum tað er. Og lorti hava vit nokk av.
Eg kann heldur ikki steðga við at vera listafólk.
So, tað er á ein hátt eitt vælsignilsi, og á ein annan hátt eitt forbannilsi. Skil meg rætt.
Tí, í tí løtuni eg fari ímóti tíni egnu listarligu náttúru, er slutt. Tá er svik farið fram, móti mær sjálvari, og verkini koma ikki at samsvara við ta søguna sum eg í grundini vildi fortelja. Og eg veit tað, merki tað og tími tað ikki.
So tað krevur í grundini eina stóra styrki, at halda fast í mínum. Í tí eg vil fortelja.
Listin er sárbar og ótrúliga sterk samstundis.
Styrkin liggur í tí sárbara.
So ferðin frá spíranum, til eina lidna bók, fløgu, DVD yrkingasaavn er long, og full av mótbrekkum, iva, gleði og øllum tí ið kann gravast fram av lýsingarorðum annars.
Eg arbeiði hart, fyri at kunna liva av at fáast við mína list. Tað geri eg, tí eg eri fødd soleiðis, og eg kann ikki fara nakrastaðni og klaga yvir innihaldið í mær. Har er ikki nøkur strikkota á síðuna av mær. Tað eru fleiri við mær, í okkara landi, ið royna at liva av at vera listafólk. Og sum áður sagt, tað krevur.
Tì havi eg í nakrar dagar gingið og hugsað um, øll ið nú skulu út at keypa jólagávur.
Hugsa tær til, hvussu nógv tað hevur at siga fyri meg, og øll hini djørvu listafólkini í Føroyum, at fólk hugsa um at keypa okkara tilfar, og pakka tað inn?
Ein bók, eitt yrkingasavn, ein fløga, ein DVD, eitt turriklæði, eitt par av oyrnaringum og túsund onnur ting, liggja úti í handlunum og kunnu lætliga verða pakkað inn.
Fyri meg merkir tað, at eg betur kann liva av mínari list.
Stuðla listafólkunum!