Inspirerandi framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti

Ein hugtakandi installatión sett saman av húsaskulpturum og ljósi. Ljósdesign: Andy Brydon

Uttan at eg ordiliga havi uppdagað tað, er ein framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð latin upp í Steinprenti. Hanni Bjartalíð býr í Finnlandi og hevur verið í Føroyum nakrar dagar saman við Andy Brydon frá Curated Place fyri at seta upp verk saman við ljósinstallatiónum í Norðurlandahúsinum. Teir gjørdu omanfyristandandi installatión í Steinprenti og Hanni Bjartalíð nýtti høvið at seta saman eina inspirerandi framsýning við træskulpturum, relieffum og kollasjum. Hanni Bjartalíð er sjáldsama nærlagdur listamaður og sjáldsama arbeiðssamur og tað er sum um, at hansara dynamiski arbeiðsháttur ávirkar listarliga úttrykkið í hansara akkumulerandi verkum. Ljósinstallatiónirnar leggja eina filmsliga dimensión aftrat hesum verki, sum gevur hugasamband við Hitchcock.  Framferðarháttur listamansins er enn sum áður spælandi og sansaligur, stýrdur av intuitión og støðugari tilfarsgransking, og hetta er í grundini í samsvari við altjóða samtíðarlist, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á ta listarligu prosessina. Men hjá Hanna Bjartalíð gerst sjálv tilfarsgranskingin so umráðandi og opin partur av sjálvum úttrykkinum, at tað minnir um eitt slag av dekonstruktión. Listamaðurin kannar og sundurlagar listarligu hugsanirnar í verkum sínum og leggur tær fram í somu verkum, og tað ger hann óansæð um hann málar, teknar, sker, klippur, smíðar ella límar. Tann runda standmyndin er dømi um tilfarskannandi mannagongdina, hann vitar hvat letur seg gera við træi og roynir at vinna á øllum fysiskum avmarkingum.  Framsýningin hjá Hanna Bjartalíð verður hangandi eina tíð, men ljósinstallatiónin skal víðari á ferð longu mánadagin saman við hinum ljósinstallatiónunum í og rundan um Norðurlandahúsið.