Olaf Johannesen fingið teaterpokalina!
/Olaf Johannesen hevur júst fingið ársins teaterpokal frá donskum leikummælarum (Felagnum Danske Teaterjournalister) fyri leiklutin í Samtale før døden, tá Olaf Johannesen spælir Adolf Eichmann, veit Berlingske Tidende at siga. Hetta er ein sera prominent virðisløn, sum verður latin teimum bestu leikarunum í Danmark. Henda virðislønin er ein av gimsteinunum í einum sonnum sigursárum hjá føroyska sjónleikarunum, Olaf Johannesen, sum verður róstur heilt upp til skýggja í røðuni, sum ummælari á Information helt í dag, tá virðislønin varð handað, m.a. lýsir hon Olaf sum svartasta gimsteinin á øllum tí danska leikpallinum í løtuni: »Det raffinerede er, at den flotte og nydelige og ansvarsfulde Olaf Johannessen OGSÅ kan spille så uhørt modbydelig og så grænseløst kynisk, at man bliver underligt lammet og frygtsom nede i teatersalen,« fortsatte Anne Middelboe Christensen. »Olaf Johannessens nydelighed og djævelskab har samlet sig gennem årene, så han nu glimter som den sorteste diamant på den danske teaterscene.« Enn einaferð kunnu vit fegnast og ynskja Olafi Johannesen hjartaliga til lukku.
www.b.dk/kultur/olaf-johannessens-nydelighed-og-djaevelskab-har-samlet-sig-gennem-aarene#