Stórverk hjá Rannvá Kunoy í Steinprenti

rannva2.jpg

Mong hava vitjað summarframsýningina, Mjørki er ljós í Steinprenti, sum frá mánadegnum 6.august verður víðkað við einum spildurnýggjum, risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy. 

Framsýningin tekur støði í eini yrking hjá Per Kirkeby um ljós í list, eitt fyribrigdi, ið má sigast at vera eitt aðalmál í stóra málninginum hjá Rannvá Kunoy. 

Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av hennara verkum, líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt hæddarpunkt við málningum, sum lýsa. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at  vera fikserað í tíð og rúmi. 

Hóast nýggja verkið hjá Rannvá Kunoy er monumentalt við síni hædd á 190 cm og breiddini uppá 340 cm, er árinið hugtakandi lætt. Hetta hevur við málihátt og litevni at gera, men er fyrst og fremst grundað av kompositiónini, ið hóast hon er kompleks við fleiri løgum av teknaðum svørtum mynstrum, orðum, figurum og tilsipingum, er greitt disponerað av listakvinnuni, ið megnar at savna allar teir túsund træðrirnar til eina samanhangandi, lýsandi og flótandi heild. Hetta er málarí, men uttan tey fótafar av máliprosessini, sum plaga at merkja málningatøknið. Tað tykist næstan sum er málningurin av eini aðrari verð og ilt er at meta um til dømis forgrund og bakgrund ella hvat er frammanfyri hvat. Tað er eins og allir partar av málninginum eru javnsettir. Ein fotomynd av honum gevur als ikki ta veruligu upplivingina hjá áskoðaranum, tí ein týdningarmikil partur av upplivingini liggur í sjálvari ljósbroytingini, sum hendir, tá áskoðarin flytir seg framman fyri verkið. Har eru so ómetaliga nógvir møguleikar í óítøkiliga, sansaliga og vitborna málninginum, sum hevur heitið Blanket Bond. Orðið er eitt bankahugtak fyri eina trygging, ið verjur bankar móti ólógligum virksemi hjá starvsfólki, umframt móti stuldri. Heitini hjá Rannvá Kunoy eru ein søga fyri seg, ein eyka tulkingarmøguleiki við popp-assosiatiónum, sum listakvinnan gevur okkum við einum lítlum skálkabrosi. Blanket Bond verður partur av framsýningini Mjørki er ljós í Steinprenti inntil 17.august. 

rannva3.jpg

Sjónleikarin Rosa á Rógvu 80

Sjónleikarinnan Rosa á RógvuMálningur: Torbjørn Olsen

Sjónleikarinnan Rosa á Rógvu

Málningur: Torbjørn Olsen

26.juli fylti Rosa á Rógvu 80 ár.
Rosa er ein av slóðbrótarunum innan føroyskan yrkissjónleik. Hon er viðstovnari av Grímu, undirvísari og hevur á pallinum spælt leiklutir sum hava brent seg inn í minnið hjá mær. Sterkast í minninum hjá mær stendur Martha í Hvør ræðist Virginiu Wolf. Ein gløgg, djørv, fysisk præstatión útførd við totalt yvirlegnari nærveru.

Rosa hevði ung í drama á kvøldskúlanum, har hon undirvísti okkum á einum høgum "óforureinaðum" støði. Við tryggari hond førdi hon okkum inn í tilvitannina um nærveru á palli upp á ein máta, har tað ikki var til at taka feil av nær nærveran var har og ikki. Hon frísetti okkum tannáringar frá møðsamari kroppsligari sjálvstilvitan og fáfongd, og lærdi okkum at brúka kropp og rørslu sum samskifti frá pallinum uttan smakleyst privatarí. Og tá ið hon hevði gjørt tað, tók hon okkum runt norðurlond við Fenris og har vístu vit tað vit dugdu ---- og vit vóru so NÓGV best av norðurlendsku luttakarabólkunum 😊

Góða Rosa takk fyri tínar leikir og alt tað tú lærdi og vísti okkum ungu.

Hjartaliga tillukku við 80'ára degnum góðlynta, gávuríka og gávumilda Rosa.

Marita S. Dalsgaard 

Ólavsøkuframsýning við orðafrágreiðingum

38230669_10217313031800806_4709605126677987328_n.jpg

Ólavsøkuframsýningin í ár tekur støði í orðastovninum "Mál". Kuratorurin, Jón Sonni Jensen hevur rætt í sínum varhuga, at evni ofta kunnu tykjast avmarkandi fyri listafólkini og tí hevur hann vent hesum viðurskiftum á soleiðis, at evnið er upp til áskoðaran at meta um. Ein kassi er settur upp har tey vitjandi hava møguleikan at skriva sínar tankar á lepar og lata teir í kassan eftir at hava sæð framsýningina. Umleið triðja hvønn dag skulu leparnir avmyndast, og myndirnar leggjast út á Facebook síðuna til øll at síggja. Hetta er alt sera modernað, prossesmerkt, opið og at síggja til vinarligt mótvegis áskoðaranum. Tað sama kann sigast um leparnar, ið hanga ymsastaðni í framsýningarrúminum við lýsingum av ætlanunum við avvarðandi verki ella við orðafrágreiðingum av eitt nú orðinum fenomenologi. Men tað merkiliga, sum hendir er, at beinasomu frágreiðingarnar fáa eitt árin, sum man vera tað øvugta av ætlanini, tí tað følist eitt sindur niðurlátandi og skapar frástøðu millum verk og áskoðara. 

Við á Ólavsøkuframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Elin Josefina Smith, Ellis K. Mortensen, Finleif Mortensen, Guðrið Poulsen, Hedvig Poulsen, Høgni Jákupsson, Jana Jonhardsdóttir, Jórunn Reginsdóttir, Kári Svensson, Ole Wich, Pernille Mejslov, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rakel Helmsdal, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Tobias Wriedt og Vagnur Dam

Estetikkurin á Ólavsøkuframsýningin minnir um aðrar Vár- og Ólavsøkuframsýningar, vit hava sæð seinnu árini. Tað er ljóst og opið, hvítt og svart við verkum, sum í nógvum førum ikki eru málningar, men installatiónir, tekstil, grafikkur o.a. Pappírverk verða sýnd hangandi í luftini til tess at leggja dent á tað tilfarsliga. Hetta riggar í summum førum sum í verkinum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, HEGN, ið er sera væl plaserað í framsýningarrúminum, og gerst næstan transparent í sólarljósinum. Í øðrum førum er dygdin á kvøldskúlastøði - alt gott um kvøldskúlaarbeiði, men salurin í Listasavni Føroya krevur eitt hægri støði, og eins og ein annar Cato endurtaki eg, at eg haldi, at fleiri listafólk skuldu sent inn til Ólavsøkuframsýningina. 

Tó eru verk við á framsýningini, sum eru áhugaverd og tað er áhugavert í sær sjálvum, at fleiri teirra eru konseptuel. Tey bæði verkini hjá Bruno Mikael Eysturstein eru hugtakandi í teirra 1:1 viðurskiftum til veruleikans náttúru og frásagnarligu heitunum, sum í báðum førum taka støði í orðinum "Mál". Eg fann ikki alt fyri eitt nummarið á verkinum hjá Bruno, sá bara ein bøkk við oyratelefonum uttan ljóð og helt tað vera eina stuttliga ítøkiliggerð av orðingini um at hoyra grasið grógva. Men tað vísti seg, at okkurt var galið við teknikkinum beint tá. Í veruleikanum er ljóð í oyratelefonunum við suði og hjartaslátturi. Verkið hevur riggað líka til ummælari kom á gátt - sovorði er nokk so typiskt. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur somuleiðis gjørt eitt áhugavert verk til Ólavsøkuframsýningina, sum er ein installatión, ein høgur rúmdeilari, ið er myndaður av tveimum vovnum standmyndum. Hetta er eitt sera einfalt verk, sum í vevnaði minnir um okkurt av verkunum hjá Titu Vinther og hvørs árin eisini minnir um at fara inn í veldugu verkini hjá Richard Serra. Tað er bæði stórbært og minimalistiskt, men við einum øðrvísi kroppsligum árini, ið kemst av, at tilfarið er føroysk ull við allari hennara søgu um lívbjargandi hita.  

Av øllum keramikkinum á framsýningini, er Borgmeistaraketan hjá Elini Josefinu Smith nógv mest áhugaverd listarliga sæð. Tað er ein ovurstór hálsketa, ið eru gjørdir úr steintoyskeramikki við naivistiskum figurum, ið á ymiskan hátt sipa til ójavna og órættvísi, bústaðarneyð, støðuna hjá alilaksi osfr. Hennara villa og spælandi brá er ógvuliga øðrvísi enn hini verkini á Ólavsøkuframsýningini og kuratorurin skal hava rós fyri sína rúmligheit, at hann tekur hetta verkið við, sjálvt um tað passar illa inn í stílin á Ólavsøkuframsýningini (tað sama er galdandi fyri gløðandi glasverkið hjá Brandi Patursson og fabulerandi violinkassan  hjá Rakel Helmsdal).  Borgmeistaraketan er framsýnd á eini readymade modeldukku, sum er sett út í durin - tað er eisini alt í lagi, men tey føroysku fløggini ørkymlaðu meg eitt sindur. Eru tey partur av installatiónini?   

Pernille Mejslov hevur eitt í vavi rættiliga markant verk við á framsýningini, sum ger nógv meira um seg enn hennara skitsutekningar plaga. Talan er um eitt konseptmerkt verk, ið aktiverar áskoðaran, sum skal skriva síni loyndarmál við vatni á stein og síðan eygleiða hvussu tað skrivaða dampar burtur og hvørvur. At fara upp í stødd og abstraktiónsstigi klæðir verkunum hjá Rannvá Holm Mortensen, sum bæði arbeiðir tveydimensjonalt og í trívídd. Hon kundi saktans flutt seg enn longur upp í stødd og vavi, so at hennara verk fyllti alt hølið, tí hetta eru verk við likamligum árini, sum áskoðarin fatar eins nógv við kroppinum sum við høvdinum. Hetta sama er partvíst galdandi fyri tey bæði áhugaverdu, bleytu velourverkini hjá Randi Samsonsen, men teirra skap gevur eisini hugasamband við fyribrigdi sum t.d. fløgg, eitt nationalt symbol, sum er partur av einum heilt øðrum heimi enn tí kroppsliga og kensluliga.

Ólavsøkuframsýningin er opin til 12.august frá klokkan 11-17. Atgongumerkið kostar 65 krónur og er ein lutaseðil. 

37992275_10217313029880758_1594543755812143104_n.jpg

Elin Josefina Smith

38068022_10217320033575846_1621426939665317888_n (1).jpg
Jórunn Reginsdóttir

Jórunn Reginsdóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Bruno Mikael Eysturstein

Bruno Mikael Eysturstein

Pernille Mejslov

Pernille Mejslov

Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen

Kári Svensson

Kári Svensson

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal

Landið

P1020820.jpg

Ólavsøkudag fer stóra Ólavsøkukórið sum vant at syngja undir tinghúsinum á middegi. Hesa ferð við Benjamin Gaasedal sum kórleiðara. Og gongur alt væl sum tað plagar (og tað rokni eg við tað fer, tí Benjamin dugir serstakliga væl), fara sangarar at syngja serliga væl við, tá sangurin Tórshavn verður framborin og Ólavs kongs minni í níggjhundrað ár: Tí tann sangurin er fastur fúsur eins og tjóðsangurin, sum vit enda við. Men í ár er tað nokk so spennandi, tí kórið fer eisini saman við solisti (Paulu Danielsen) at frumframføra eitt verk, sum Kári Bæk hevur skrivað til eina yrking hjá Gunnari Hoydal. Yrkingin eitur Landið og er úr yrkingasavninum Hús úr ljóði frá 1987.

Nú skulu lurtararnir hava loyvi til sjálvi at meta um, men eg hugsi, at tað ger tað ikki verri um tit lesa yrkingina frammanundan, so at lurtarar kunnu njóta hvussu væl tónaskaldið rakar visionera huglagið í teirri vøkru, sansandi og leitandi yrkingini við skýggjum, mjørka, sjóroki og regni, ið er full av eiggiligum, bóltandi orðum sum “skýbøklunum” – tað er eitt herligt orð at syngja. Undir øllum hesum rokilsinum liggur landið, týdningurin av tí verður undirstrikaður av staðarhjáorðinum “har”, ið er karmur kring yrkingina sum byrjan og endi. Mótsett “her” leggur orðið upp “har” til eina ávísa frástøðu. Sum um landið er sæð úr erva eins og ein hóming, ið spakuliga byggist upp til ítøkiligan veruleika. Tað er stórbært og høvið kundi ikki verið betri ólavsøkudag. Eg nýti eisini høvið at ynskja tykkum, kæru lesarum, eina góða ólavsøku.

 

Har,

í tí váta regninum

í skýbøklunum

sum bólta um duldar tromir,

aftan fyri rokið

av sjógvi og tara,

inni í táminum,

í ljóðinum av mjørka og mýru,

í regnfossum av ljósi,

upp gjøgnum lágar ælabogar

inn í dagin

har.

Setarrøða Pride Føroyar 2018

37960478_10160918019610724_114310095021539328_n.jpg

Góðu tit øll

Eg minnist enn løtuna, tá tað gjørdist greitt, at ein meiriluti á tingi hevði atkvøtt fyri at seta paragraff 266b í gildi. Tað var annars ein nokk so vanligur decemberdagur í 2006, eg stóð í køkinum, útvarpið var frá - kanska vaskaði eg upp. Men tá úrslitið varð lisið upp, steðgaði alt vanligt virksemi. Alt var brádliga broytt. Tá visti eg, at framtíðin var komin til Føroya!

Mótstøðan móti uppskotinum var stór og nógvar útsagnir í kjakinum vóru ekstremar. Ein føroyskur politikari ræddist í grein í Politiken fyri, at ein tílík lógarbroyting fór, sum hann segði “at pervertera eitt heilt ættarlið”, ein annar framførdi á tingsins røðarapalli sjónarmið, sum ikki vóru nógv øðrvísi enn tey hjá nazistunum, og sum fullkomiliga ómenniskjansliggjørdi LGBT einstaklingar.

Vit hava síðani vunnið fleiri javnrættindi her á landi. Frá 1.juli í fjør hava samkynd kunna gift seg borgarliga í Føroyum. Vit eru á rættari leið, men eru als ikki komin á mál enn. Vit sóu eitt nú í vár, at hóast vit skulu eitast at hava eina LGBT-vinarliga samgongu, so valdi hon at fella eitt annars upplagt uppskot um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna millum annað kynsliga sannføring og samleika. Samstundis eru fleiri afturhaldskreftir í andstøðuni, sum enn ynskja at taka aftur vunnin rættindi sum til dømis samkynt hjúnarlag. Valár er, so her kann alt henda. Minnist til, at tað er tykkara, altso okkara ábyrgd at fylgja við, at halda fram við at gera vart við órætt og ójavna og at krevja okkara rætt.  

Enn eru tey, ið ræðast humanismu og javnrættindi og halda okkara menning á økinum vera eina glíðibreyt beinleiðis yvir í Sodoma og Gomorra. Vit mugu tolin endurtaka, at soleiðis er tað ikki. Og at eitt eventuelt ynski um, at eisini samkynd pør skulu verða signað í okkara fólkakirkju ikki er dømi um, at heimurin er av lagi komin. Tað er faktist beint øvugt eitt positivt dømi um, at okkara samkyndu medborgarar eisini ynskja at vera partur av kristna undirstøðinum í føroyska samfelagum.

Hóast vit í dag halda veitslu og hátíðarhalda ymiskleikan og rúmligheitina, merkir tað ikki, at vit leggja okkum afturá og halda at stríðið er vunnið. Einki er ein sjálvfylgja heldur ikki javnrættur. Rættindi verða givin, men tey kunnu eins lætt verða tikin aftur – tað hava vit sæð í USA, sum hevur verið undangonguland, men hvørs forseti nú er í ferð við at taka javnrættindi aftur og yvirhøvur toga sítt land aftur í steinøldina.

Hjá okkum, hjá føroyska fólkinum er vert at geva gætur, at rættindi ikki bert er ein spurningur um lóg og jura - tað snýr seg um hugburð og hugsunarhátt. Hetta eru dynamisk hugtøk, tey broytast allatíðina og í løtuni tykjast tey heldur bíliga til sølu. Ei undur í tí. Tað er sum um at streymurin av fake news, av óváttaðum og ónuanseraðum tíðindum og vantandi keldukritikki ber við sær eina ávísa líkasælu og meiningarelativismu millum fólk, sum bara økist av margháttligu framferðini hjá autoritetum sum Donald Trump og Vladimir Putin.

Í veruleikanum er munur á sonnum og følskum, á røttum og skeivum, á sannleika og á lygn. Sum samfelag mugu vit berjast móti líkasæluni. Vit mugu leggja enn størri dent á útbúgving og upplýsing og longu frá byrjan í útbúgvingarskipanini leggja dent á mannarættindi og javnrættindi. Vit mugu virða vitan og akademia og læra okkara ungu at navigera millum satt og ósatt. Vit mugu sum samfelag tryggja okkum dygdargóðar miðlar, sum fáa nuansurnar við, sum syrgja fyri at fáa allar síður við og sum ikki detta niður í sensatiónsholið við serligum atliti til alla heimsins elendigheit. Public service hevur ikki verið meira týdningarmikið enn tað er beint nú, og sjálvandi skal heimurin miðlast fyri okkum sum hann er. Allíkavæl kundi tað verið ynskiligt, um miðlarnir minkaðu um skamtin av elendigheit og sensatión. Tí at hoyra og síggja uppá ræðuleikar hvønn dag slítur uppá ta fínu menniskjansligu empatiina og er somuleiðis við til at økja um líkasæluna, ringa lagið og kensluna av, at heimurin er so illa fyri, at alt kann gera tað sama. Tað passar ikki. Sjálvt um fake news og skítbýttir politikarar finnast, sjálvt um ein forseti í einum stórveldi ber seg at sum ein luttakari í einum reality showi, so er alt ikki lika mikið. Tað veit eg, tá eg hyggi út yvir øll tykkum, sum her standa og tað veit eg ikki minst, tí eg eri lærari í studentaskúlanum og hvønn dag eri saman við ungum, óspiltum menniskjum, sum fyri tað mesta ikki duga at síggja problemið í ymiskleika. Í veruleikanum er heimurin í nógvum betri fyri í dag enn hann hevur verið. Føroyar eru størri og rúmligari enn nakrantíð og tað sama kann sigast um javnrættin her á landi.

“Elt ikki sum fyri er slóðað/ Sjálvbjargin far yvir land yvir hav..” – Hetta er ein ofta siterað regla hjá Rasmusi Effersøe. Hon stendur (sambært Røddini) skrivað við spritt-tusj á dreingjavesinum í tí nú tóma skúlanum í Hoydølum. Á einum wcrullu-haldara stendur tað eitt sindur meira beinleiðis: “Tonk for biiip eitt sindur kritiskt. Fyri einaferðs skyld, ikki svølgja alt rátt, ei heldur tað, lærarin sigur”. 

Og hesin lærarin og røðarin fegnast almikið av tílíkari wc-grafitti, sum signalerar sjálvstøðugan hugsunarhátt. Javnrættur er jú til eina og hvørja tíð treytaður av galdandi hugburði. Tað er altso okkara hugsan, tykkara meining, sum telur.

Umframt útbúgving og miðlar er eisini eitt triðja, ið ávirkar okkara  hugsunarhátt, og tað er listin. Bæði hinskynd og samkynd listafólk hava heilt frá byrjanini av stríðnum viðmerkt og stuðlað søkini hjá LGBT, men tað hevur serliga stóran týdning, at vit fáa fleiri listafólk, ið eru opin samkynd og tvørkynd, og sum gera listaverk við støði í egnum royndum. - Eitt er mentala vælveran hjá okkara LGBT medborgarum; tað vísir seg sum depressión og sjálvmorð koma oftari fyri hjá LGBT´arum, ikki minst hjá ungum, ið sakna at verða góðkend sum tey eru. Hesi kunnu ernast og fáa dirvi av at lurta eftir eini djarvari tónleikaútgávu sum Monster hjá Heiðriki á Heygum ella hoyra listamannin í viðtalum greiða frá einsemiskensluni, sum eisini plágaði hann, áðrenn hann tordi at spretta. Men eg haldi eisini, at vit øll sum samfelag gerast ríkari og meira fjølbroyttar, tá allar røddir verða umboðaðar, eisini í listini.

Eg føldi sjálv, at eg lærdi nakað av einum listaverki hjá Dan Helga í Gong, sum eg sá á Várframsýningini í ár. Tað er eitt audiovisuelt verk við ljóði og tónleiki, sum eitur You Should Clean Yourself og vísir listamannin liggjandi í eini balju, meðan hann poserar og dansar á staðnum. Hetta er í føroyskum samanhangi ein sjáldsama djørv sjálvsmynd og eitt sera áhugavert samtíðarlistaverk við hópin av tilsipingum til barndóm, til sexualitet, eins og tað viðger og setir spurningar til maskulinitet. Bæði Monster og You Should Clean Yourself eru queer listaverk, sum ávikavist víðka tónleikasøguna og listasøguna her á landi. Hetta eru listaverk, vit kunnu læra nakað av og sum vit kunnu vera errin av. Tað er tað, Pride snýr seg um.

Eg er errin av at standa her saman við tykkum í dag. Við vón um framhaldandi menning av javnrættindum í Føroyum seti eg Pride Føroyar 2018. Takk fyri, at tit lurtaðu. Havið eina framhaldandi herliga Pride.

Ólavur Hátún er farin

hatun.jpg

Føroyski kórleiðarin, Ólavur Hátún er deyður. Hann náddi at liva góð 87 ár í hesum heimi og nú hann er farin, er saknurin alstórur - eg haldi meg ikki hava upplivað so nógv og so innilig minningarorð um nakran, sum eg nú havi hoyrt og sæð í útvarpinum og á facebook í dag og í gjár. Hann verður sjálvsagt stórliga saknaður av familjuni og teimum, hann hevði næst, men hann verður somuleiðis saknaður av kórum sínum og av føroyska kórumhvørvinum sum heild, tí hann var so sera trúgvur í hesum umhvørvi og møtti upp til allar konsertir. Eg hugsi, at tað fer at seta sín dám á ólavsøkusangin, at Ólavur ikki er meira. Annars komu deyðsboðini ikki sum nakar skelkur, tí vit vistu av, at maðurin hevur verið illa sjúkur eina tíð, og tá hann ikki møtir til venjingarnar í stóra ólavsøkukórinum, ja so vita øll, at tað bara kann vera av tí, at hann ikki fær komið.

Ólavur Hátún tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1952 og síðan tónleikalæraraprógv á Det Kongelige danske Musikkonservatorium í 1963. Hann er kendur sum kórleiðari og stjórnaði í ein mansaldur Havnarkórinum. Hann var árini 1986 til 1998 leiðari av Føroya Musikkskúla, sum hann eisini var við til at seta á stovn, og hann stovnaði Kórsamband Føroya í 1983. Men harumframt gjørdi hann so ótrúliga mangt. Hann var hugsjónarmaður og dugdi væl at orða seg, so greinirnar og lesarabrøvini eru mong frá hansara hond.

Í tómrúminum av einum menniskja sum Ólavi Hátún er ikki lætt at taka dagar ímillum hvørji avrik hava størstan týdning, men eg haldi, at hansara samstarv við altjóða tónleikakapacitetir fekk ómetaliga stórt árin á føroyskan tónleik, hetta fevnir bæði um komponistar, dirigentar, orkestur, kór, tónleikaskúlar osfr. Tað er vónleyst at fara undir at nevna nøvn, tí tey eru so mong, sum gjøgnum Ólav Hátún hava fingið varugan týdning fyri føroyskt tónleikalív, men samstarvið við danska tónaskaldið Vagn Holmboe má nevnast, hann hevur skrivað fleiri føroyskar kórklassikarar, framúrskarandi sangir við stórari ávirkan á tónleikin hjá teimum yngru føroysku tónaskaldunum. Samstarvið við sveisiska dirigentin, kórleiðaran og tónaskaldið Willi Gohl hevði við sær stórar tónleikaverkætlanir, ið somuleiðis lyftu einstaklingar og heildina í føroyskum tónleikalívi og tað sama var galdandi fyri samstarvið og vinarlagið við íslendska kórleiðaran og organistin, Jón Stefánsson og íslendska sangskúlan umframt mong onnur.   

Ólavur Hátún fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik í 1997 og í 2015 heiðraði FMA Ólav Hátún fyri sín serliga leiklut í føroyskum tónleiki.

Eg skal viðganga, at eg plagdi at brosa soleiðis heilt spakuliga, tá tey tosaðu um seinastu konsertina við Ólavi Hátún og Havnarkórinum, tí sjálvt um seinasta konsertin var av, vóru hugskotini altíð mong til nýggjar verkætlanir. Mær er sagt, at ætlanir vóru lagdar sjálvt á sjúkhúsinum um komandi stórbærar tónleikahendingar og tað er gott at hugsa sær. 

- Takk fyri Ólavur, tín lutur liggur ikki eftir.

Mjørki er ljós/ Tåge er lys - hommage à Per Kirkeby

IMG_3818.jpg

Summarframsýningin í Steinprenti 2018

Mjørki er ljós er heitið á summarframsýningini í Steinprenti, sum letur upp fríggjadagin 27.juli og er opin um ólavsøkuna. Talan er um eina bólkaframsýning við nýggjum listaverkum hjá:

Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen.

Framsýnt verður eisini eitt prent hjá danska listamanninum, Per Kirkeby, sála, sum doyði 9.mai í ár. Hann hevur somuleiðis skrivað yrkingina, sum framsýningin tekur støði í, har tað m.a. verður staðfest, at “Mjørki er ljós, myrkur er ljós, holan er ljós”.

Tá vit tosa um ljós í myndum, verður annars ofta sipað til sólarljós og impressionistisku royndina at skráseta ljósárin í náttúruni, at fanga ljósbrigdi í landslagnum ella ljósbroytingar, sum vit hava so nógvar av í Føroyum.

Men Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um eitt annað ljós, ið kyknar í myndini sjálvari og leggur inn undir seg eitt spildurnýtt rúm, sum ikki hevur verið til áðrenn tað varð skapt í einum listaverki. Talan er altso um eitt abstrakt rúm. Hetta rúmið verður umsitið á sera ymiskan hátt av teimum ymisku listafólkunum, sum eru við á framsýningini.

Í rúmligu myndunum hjá Rannva Kunoy skyggir ljósið í serligum litpigmentum, sum skifta lit alt eftir ljósinum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin, Hesir málningarnir eru sostatt sera sansaligir, vakrir og nørverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum, sum er at vera fikserað í tíð og rúmi.

Lýsandi, royndu eyguni á Zachariasi Heinesen duga so sjáldsama væl at fanga ljósið í landslagnum, at hansara myndir ala fram eitt nýtt ljós, sum er hansara heilt egna. Hetta ljósið er gylt og flykrandi og lýsur út í framsýningarrúmið. Ljós og myrkur eru grundleggjandi partar av prentmyndunum hjá Mariusi Olsen, sum er millum okkara dugnaligastu grafisku listafólk og ein inspiratión hjá fleiri listafólkum, t.d. Fríðu Matras Brekku. Í hennara spildurnýggju steinprentum er mjørkin ljós. Hennara myndevni kunnu vera bæði stórbær og stuttlig. Onkrastaðni sameinir hon at síggja til grunnskygd, glitrandi postkortmyndevni við eina ørkymlandi kenslu av fremmandleika, ið m.a. stendst av teirri bylgjandi, vøkru umhvarvsstrikuni, sum ger myndarúmið flatt og óveruligt og gevur áskoðaranum varhugan av einum ávísum forgeingiligleika, at myndaliðirnir eru settir inn í myndarúmið og eins brádliga kunnu hvørva aftur.

Nýggju steinprentini hjá Hansinu Iversen eru full av ljósi við einum serstøkum támi, ið kyknar, tá myrkur og ljós hittast, ella tá ein roynd listakvinna møtir einum professionellum litografiskum verkstaði, ið megnar at fáa júst tað burtur úr litografisku prosessini, sum listakvinnan ynskir og ætlar. Sjálvt um prentini hjá Hansinu Iversen eru bygd upp av penslatrokum, er hennara grafikkur grundleggjandi øðrvísi í mun til málningarnar. Tað er í hesum sambandi áhugavert, at hon í løtuni er tilnevnd eina altjóða virðisløn fyri sítt grafiska avrik.

Summarframsýningin í Steinprenti er full av ljósi, antin tað er eitt eksistentielt løtt ljós við inniligari trúgv á menniskjutilveruna sum hjá Erik Heide, ella tað er musikalska og koloristiska ljósið hjá Bárði Jákupsson, sum í nýggju steinprentum sínum fær tað at láta í huga áskoðarans av heiðafugli, tó at hetta eru púra abstraktar myndir.

At leggja inn undir seg nýtt rúm er í stóran mun tað, sum teir báðir listamenninir Tóroddur Poulsen og Hanni Bjartalíð hava avrikað innan føroysku myndlistina. Hetta eru abstrakt prent og objekt uttan áhuga fyri illusionistiskum ljósi og effektum. Allíkavæl innihalda tey eina serliga ljóskenslu, antin hon er rúmlig og arkitektonisk sum hjá Hanna Bjartalíð ella hon er intellektuel og greinandi sum hjá Tóroddi Poulsen. Einki er at ivast í, at Louise Aakerman Nielsen kennir seg heima í listini hjá hesum báðum síðstnevndu listamonnunum. Hon hevur í longri tíð verið lærlingur á verkstaðnum, men er í framsýningarhøpi er debutantur. Hennara prent taka støði í ítøkiligum gerandislutum, sum gerast áhugaverdir abstraktir myndaliðir.

Framsýningin Mjørki er ljós letur upp fríggjadagin 27.juli. Opið er:

27/7 frá 9 til 18

28/7 frá 9 til 20

29/7 frá 9 til 20

Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys:

lyset vinder over formen (se den forrige bog Naturstudiet).

"Vi ser at mange malere der er uvidende om proportions-

kunsten, ikke desto mindre med lidt øvelse i at anbringe deres

lys på en antagelig måde har haft et godt teknisk omdømme"

sagde Lomazzo.

Men det perspektiviske rum, den klumpagtige tåge og Tiefe,

stræber altid mod processionens fladhed, mod klassicisme.

Tiefe er gotik-romantik, og som perspektivisk rum er det

evindelig stræben, stræben mod klassicisme – ikke for at blive

klassicistisk, men for derigennem at erobre et nyt Rum.

Altså den hvide skikkelse i tågerummet...

Brot úr yrking hjá Per Kirkeby Underjordiske tårer í Isolation af delene, 1980, s.63-65

IMG_3818.jpg

Tåge er lys - hommage à Per Kirkeby

Sommerudstilling i Steinprent 2018

Tåge er lys er titlen på en udstilling, der åbner i Steinprent fredag 27.juli og er åben i løbet af ólavsøka. Det er en blandet udstilling med nye malerier, akvareller, objekter og litografier af:

Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen.

Midt i udstillingen hænger der et grafisk værk af Per Kirkeby, der døde d.9.maj i år. Han har ligeledes skrevet digtet, der danner udgangspunkt for udstillingen, i hvilket der erklæres, at “Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys”. Og tågen er vitterlig lysegråt lys i Kirkebys eget forunderlige rødbrune og blå litografi, hvori han kombinerer strukturen i det rå færøske landskab med forfinet klassicisme i skitser af en siddende mandsperson. I bogen Rejsen til Færøerne beskriver Kirkeby sit arbejdstophold i Steinprent med bl.a. disse ord: “Gik man lidt op ad vejen, så man over Tórshavn og Nolsøs karakteristiske profil. Der var en sådan præcision og geologisk logik i den streg, at jeg blev henrykket ved hvert blik. Jeg strejfede rundt i omegnen for at se noget til mine tegninger på stenene. Det blev de sorte basalt-hamre, de trin som vidnede om den logiske opbygning af fjeldet. Strukturer, som jeg havde fundet hos Mantegna, dukkede op i det strålende færøske lys. For der var uafbrudt strålende vejr. De enorme mængder regntøj og vndtæt fodtøj, vi havde slæbt med og fået gennemrodet af den rødhårede tolder i lufthavnen, var der slet ikke brug for. Tørt og solrigt. Blå himmel. Og jeg der havde glædet mig til tågen. Det anelsesfulde. Vejret den tredie og uberegnelige faktor i landskabets billeddannelse. Først var der skabelseseruptionens raster, så erosionens arbejde og så altså vejret...”.

- Ofte er det solen, vi henviser til, når vi taler om lys i billedkunsten. Det handler om naturalistiske og impressionistiske forsøg på at registrere naturens lyseffekter og fange belysningen og lysskiftene, som er ganske hyppige på Færøerne. Men Sommerudstillingen i Steinprent handler om et andet lys, der udgår fra selve værkerne og erobrer et eget rum, som ikke har eksisteret før det blev til i et kunstværk. Det er altså et grundlæggende abstrakt rum, der forvaltes meget forskelligt af udstillingens kunstnere.

I Rannva Kunoys malerier reflekteres lyset i særlige farvepigmenter, der skifter farve efter lyset samt beskuerens placering i forhold til det pågældende maleri. Disse malerier er på én gang sanselige, skønne og nærværende, samtidig som de har et holografisk, nærmest futuristisk præg, der accentueres af deres interessante brud med et af maleriets grundprincipper, som er at være fikseret i tid og rum.

Det er ikke til at vide, men fristende at formode, at grunden til det særlige lys i Zacharias Heinesens akvareller kan være afledt af den enorme mængde af sollys i regndråber, som han har oplevet og malet i løbet af sine mangfoldige år i kunstens virke. I hvert fald synes hans landskabsakvareller at generere et særligt, gyldent, gult og violet lys, der stråler ud af billederne og ind i udstillingsrummet. Både lys og mørke er grundlæggende elementer i Marius Olsens billeder. Han er en af Færøernes mest erfarne og kompetente grafikere, hvis værker er til stor inspiration for andre billedkunstnere, f.eks. Fríða Matras Brekku. I hendes splinterny litografier forenes en storladen romantisk naturhengivelse med et moderne kunstnerisk blik med sans for sampling af figurer, hvilket udføres med stor teknisk kunnen. Hermed tilføres den tilsyneladende overfladiske postkortæstetik i motiverne en interessant form for tvetydighed.

Hansina Iversens nye litografier er fulde af lys med et særligt dis, der opstår i mødet mellem lys og mørke eller når en erfaren kunstner møder et professionelt litografisk værksted, som formår at få lige det ud af den litografiske proces, som kunstneren ønsker. Selv om Hansina Iversens tryk er bygget op af penselstrøg, er der ganske stor forskel mellem hendes grafik og så malerierne. Hun er nomineret til Dronning Sonjas Internationale Kunstpris.

Sommerudstillingen i Steinprent er fuld af lys, hvadenten det drejer sig om et eksistentielt ladet lys med en inderlig tro på menneskelivet som hos Erik Heide eller det er Bárður Jákupssons musikalske og koloristiske lys, hvis myldrende mønstre giver associationer til fuglesang, også selv om hans litografier er fuldstændig abstrakte.

Kirkeby taler i sit digt om at erobre nye rum, hvilket rent beset rammer ganske præcist i forhold til det, som Tóroddur Poulsen og Hanni Bjartalíð har afstedkommet i nyere færøsk kunsthistorie. Selv om deres værker indeholder figurative elementer, så er det en form for abstraktion uden nogen mærkbar interesse for illusionistisk lys og effekter. Det kan tænkes, at Louise Aakerman Nielsen føler sig hjemme netop blandt disse to kunstneres værker. I hvert fald tager også hun udgangspunkt i hverdagens banale ting, som i hendes tryk bliver interessante abstrakte billedelementer med vægt på disse elementers formale kvaliteter.

 

Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys:

lyset vinder over formen (se den forrige bog Naturstudiet).

"Vi ser at mange malere der er uvidende om proportions-

kunsten, ikke desto mindre med lidt øvelse i at anbringe deres

lys på en antagelig måde har haft et godt teknisk omdømme"

sagde Lomazzo.

Men det perspektiviske rum, den klumpagtige tåge og Tiefe,

stræber altid mod processionens fladhed, mod klassicisme.

Tiefe er gotik-romantik, og som perspektivisk rum er det

evindelig stræben, stræben mod klassicisme – ikke for at blive

klassicistisk, men for derigennem at erobre et nyt Rum.

Altså den hvide skikkelse i tågerummet...

Uddrag af Per Kirkebys digt Underjordiske tårer í Isolation af delene, 1980, s.63-65

Udstillingen Tåge er lys åbner fredag 27.juli.

Åbningstider:

27/7 fra 9 til 18

28/7 fra 9 til 20

29/7 fra 9 til 20

Nýggj útbúgving í list á Fróðskaparsetrinum

fmd.jpg

Fyrstu studentarnir verða tiknir upp komandi ár

Fróðskaparsetrið fer í næstum at bjóða út útbúgving í listaligum arbeiði. Útbúgvingin verður skipað sum ein tvey ára diplomútbúgving.

At byrja við verða tvær leiðir, ritlist og tónleikur, men við tíðini verða fleiri leiðir lagdar afturat. Upptøkukravið verður miðnámsprógv, og harumframt verður ein upptøkuroynd. Ætlanin er at taka studentar upp annaðhvørt ár.

Útbúgvingin verður helvt um helvt ástøðilig og verklig. Lærarar verða føroyskir granskarar, útlendskir gestalærarar og føroysk og útlendsk listafólk.

Eftir tørvi og áhuga kann útbúgvingin verða endalig ella støði undir framhaldandi lestri. Umframt prógv fáa studentarnar við sær eina mappu við avrikum, eitt sonevnt portfolio.

Stórur vøkstur er á listaliga økinum í Føroyum, og nógv evnarík, ung fólk fara uttanlands at nema sær útbúgving í listaligum arbeiði. Eitt tilboð í Føroyum fer helst at fáa góða undirtøku. Fjøltáttað virksemi er á tónleikaøkinum, og fleiri gávaðir ungir tónleikarar eru, sum sakna eitt útbúgvingartilboð. Ritlist fer at hava áhuga hjá mongum høvundaspírum og tekstsnillingum, sum higartil hava leitað sær á danska Forfatterskolen ella aðrastaðni og einki føroyskt útbúgvingartilboð hava havt. Væntandi fer ein slík útbúgving eisini at gagna skapandi vinnunum. Sum part av útbúgvingini skulu studentarnir taka skeið í, hvussu teir kunnu seta í verk og reka egið listaligt virksemi.

Ein fyrireikingarbólkur á Fróðskaparsetrinum hevur arbeitt við hugsjónarliga grundarlagnum undir útbúgvingini í eina tíð. Mentamálaráðið góðkendi útbúgvingina í 2016. Samskiparar hava verið Sunleif Rasmussen, komponistur og lærari á Námsvísindadeildini, og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini.

Fróðskaparsetrið søkir nú eftir vísindafólki til útbúgvingina.

Ein festivalur í festivalinum - G! List, materialitetur og náttúra

18921193_1517612244956526_3480694526048599469_o.jpg

Aftur í ár skipaði Forlagið Eksil fyri einum bókmenta- og listatiltaki á G!Festivalinum, sum í ár gekk fyri seg í nýggja, hugtakandi býráðshúsinum (Ósbjørn Jacobsen 2017) í Eysturkommunu og í Fjósinum í Syðrugøtu. Sera væl hóskandi støð at halda ein tílíkan listafestival í G-festivalinum eftir sum, at evnið var Materialitetur og Náttúra. Sum kunnugt er náttúran tilfarsligur partur av býráðshúsunum, sum eru bygd tvørtur um ánna í Norðagøtu.

Fyrireikararnir eru væl nøgdir við tiltakið, ið varð myndað av framsýningum, bókaframløgu og øðrum framløgum og upplestri. Her vóru upplegg um at yvirliva, materialitet, post-homanitet, har bæði vakri bygningurin, økið kring hann og listin tosaði saman. Tiltakið var altjóða og tí eru tekstir og røður á enskum.

Materiality and Nature II - Exhibitions, Literature and Talks

“…learning to stay with the trouble of living and dying in responsibility on a damaged earth” Donna Haraway

The event is a thematic exploration of how artists today use and conceive nature in a post humanist context. We will open an art exhibition curate experimental literature and talks. We will address new perspectives on nature and environment, how these themes are represented in both art and literature? On our intimate interconnections with, for instance, snowflakes, plastic, sugar, plankton, or radiation reflected in art and literature and if we do have any use for the concept of Nature? How can we rethink the concepts of us, “nature” and art in a damaged word?

Artists: Jón Sonni Joensen (FO), Jóhan Martin Christiansen (FO), Tsz-Man Chan (Hong Kong), Randi Samsonsen (FO), Johannes Göransson (US), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (DK), Vónbjørt Vang (FO), Stuart McLean (US) & Anna Malan Jógvansdóttir (FO), Kim Simonsen (FO).

Programme:
5pm: Official opening and Welcome by Hanna Jensen, member of Eysturkommuna City Council
5:45pm: Readings: 
Johannes Göransson (US) 
Anna Malan Jógvansdóttir (FO) reads from her new book "Korallbruni".
Vónbjørt Vang (FO) and Siri Ranva Hjelm Jacobsen (DK) discuss "home and place".
Break: we provide free beer and drinks
6pm: Talks: Stuart McLean (US): ”On Surviving”.
6:25pm: Round table on theme "Materiality and Nature"

Fjósið Syðrugøta, Thursday 12 July: 

4pm: Hildaland: A Lost Man and A Lost Island – video-art og artist talk – Tsz-Man (Hong Kong) og Stuart McLean (US)

7pm-9pm: Readings by Faroese authors Oddfríður Marni Rasmussen, Katrin Ottarsdóttir, Haldur Suni, Sámal Soll og Ludvík á Brekku.

Fjósið Syðrugøta, Saturday 14 July:

3pm: Creative writing work-shop with Professor Johannes Göransson (US)

This year the publisher Eksil's event at G! Festival 2018 is a thematic exploration of how artists today use and conceive nature in a post humanist context. We will open an art exhibition curate experimental literature and talks. We will address new perspectives on nature and environment, addressing how these themes are represented in both art and literature? How is thinking about our intimate interconnections with, for instance, snowflakes, plastic, sugar, plankton, or radiation reflected in art and literature? Do we have any real use for the old concept of Nature? How do we rethink the concepts of us, “nature” and art?

37407800_10155755400691985_6905012956069625856_o.jpg

Røða hildin til framsýning og temadag í Býráðshúsinum í Eysturkommunu tann 11. juli 2018, ið Hanna Jensen helt fyri Mentanarnevndina í Eysturkommunu:

Welcome to our town hall in the municipality of East, Eysturkommuna.

A part from the light and sound work of art by Jens L. Thomsen, and the architectual art of the building itself by Ósbjørn Jascobsen, and the paintings we have on the walls permanently, and a part from the exhipition of the local evening school this spring, the exhibition we open today is the first real exhibition of professional artists in our new town hall. And I am at the same time honoured an proud to be here with you all today as a member of the municipality council and representing the commitee of culture.

We have a saying: “Hetta hevur tann lærdi fram um tann ólærda” wich in our context could be translated “ this is the advantage of the professional over the amateur”. And looking around me at the surroundings and the pieces of art, I must nod in recognition of the blessing of this gathering, this evnt, where the publisher Eksil, Kim Simonsen, has set up this meeting of people and productions.

Art risks to be understood as something you take out of your hat after you finshed your regular work – at the end of the day, in weekends and holidays. In Faroese: “Tú ristir eitt sindur av list úr ermuni eftir loknan arbeiðsdag í øðrum vasi”. This event and the location prove another truth to art.

It is most interesting and necessary to ask the questions lanced in the invitation to this event: How can we rethink the concepts of us, “nature” and art in a damaged word? And I warmly welcome the idea of adressing new perspectives on nature and environment, where you ask how these themes are represented in both art and literature?

In this municipality we have since its beginning in the joining of two neighbouring municipalities in the area in year 2009 been quite focused on how we can meet the different cultural aspects of the community and its fairly high production of art. This is why we prepared and voted a cultural policy in 2014, where we really want to meet the local ideas and activity.

Many times did we hear, that you gain this and that amount of money for each dime you invest in culture. As important these analysis and figures are and as imortant it is to prioritze and be selective for quality, we have witnessed in a very concrete way by supporting the G! Festival financially, in communication and consulting services, technical solutions and services and other from different staff of the municipality, that different kinds of arts are prospering around the festival and more and more numerous. The latest example is this artistic acticvity by Eksil and you people here and those we will hear and see the coming days. The event on Land Art last year really inspired me, so thank you!

Now I will say something in Faroese about the theme of the exhibition – because we are here in Gøta, Faroe Islands, and to emphasize how important expression on art and international art dicussion is in our language too:

Temað um, hvussu listafólk nýta og fata náttúru í einum post humanum samanhangi, er spennandi og avbjóðandi – ikki bert fyri tykkum listafólk, men so sanniliga fyri okkum áskoðarar og áhoyrarar, sum skulu fylgja hesum øðrvísi sjónarhorni, ikki bert at síggja náttúruna í eini romatiskari tilgongd – sama við spurninginum um umhvørvi, eitt rættiliga aktuelt mál bæði í nærumhvørvinum OG heimsumfatandi.

Til dømis tá Randi Samsonsen vil hava okkum á tal gjøgnum eina visuella samrøðu, sum tekur støði í følisansinum, tá hon arbeiðir við vevnaði (tekstil) og hugleiðir um, hvussu menniskjan er drivin at forma og nýta tilfar og skapa burturúr, men møguliga ikki nóg tilvitað um teir nýggju trupulleikar hendan nýtslan og framleiðslan kann volda.

Úr grein hjá Stuart McLean lesa vit eisini, at kjakið um antropocænuna oftast tekur sínar ábendingar úr náttúruvínsindum og vísindum annnars, men kundi lært nógv av bókmentum og frá visuellu listini og teimum útinnandi leiklistunum, tí hesar rættiliga sjónliga fáast við markamótið millum materialitetin í tilfari og hetta, at framleiða skilvísa og bøtandi mentanarliga meining.

Jón Sonni Jensen sigur, at hann í síni list strembar eftir at skapa ein kendan og um somu tíð ein fremmandan varhuga av tí kropsliga og tess samleika.

Eins og í fjør fáa vit høvi at síggja verk eftir Jóhan Martin Christiansen, sum yvirskipað arbeiðir við skulpturi og video, har ið sambondini millum tilfar, taktilitet, náttúr, søgu, krop og poesi verða kannað.

Tsz Man Chan; úr Hong kong við síni videolist sýnir fram í Syðrugøtu frá í morgin, list, sum er ognað manninum IVANOV, og sýnist sera áhugaverd.

- - -

In a while we will hear texts read aloud – new material from our host the publisher, Kim Simonsen, and from Anna Malan Jógvansdóttir, who just graduated from the Danish Author School from Johannes Göransson and from Vónbjørt Vang and Siri Ranvá Hjelm. And as I said in the beginning: it is a great honor, and I will add this: a great joy, and a good challenge to see and hear parts from your universes that came to us in Gøta today.

Welcome indeed!
Vælkomin!

 

37296571_10156014797876749_6722943339567513600_n.jpg

Røða hildin til setanina av framsýningum og listaframførslunum á G! Festivalinum 11. juli 2018. Býráðshúsið í Eysturkommunu og í Syðrugøtu.

Eftir: Solveig Hanusardóttur Olsen, listfrøðing

Intro:

The artists exhibiting here at the town hall in Norðragøta are Jón Sonni Jensen, Jóhan Martin Christiansen and Randi Samsonsen, all from the Faroe Islands. In addition to this Tsz-Man Chan from Hong Kong will present three video-installations at Fjósið tomorrow.

The theme:

The artists work with nature and environment in a post-humanist context. But what does this mean? The artists create a space where everyone can examine what it means to be human. As the quote by Donna Haraway used in the promotion of this event states: “…learning to stay with the trouble of living and dying in responsibility on a damaged earth”

The artists:

The artists do this in very individual ways. What they all have in common is a thorough understanding of the materials used, how they act, the possibilities they hold, how they relate to the outside world as well as connect to the individual.

Randi Samsonsen:

Randi Samsonsen creates soft sculptures through an ancient and traditional handicraft. Randi takes the art of knitting and crocheting to another level. Through her works she aims to have a visual conversation with the viewer and connect to them through tactility. Her artworks are time-consuming: one small loop connected to another loop, continuing on to what feels like eternity. It takes expert knowledge about the process, the tools and the material.

Jóhan Martin Christiansen:

For Jóhan Martin Christiansen nature is used as an imprint. These impressions affect our consciousness – both physically through our senses, and mentally through perception and memory. Many of Jóhan Martin’s works contain distinct features of landscape. They show a sensuous surface of materials such as plaster and cotton where nature has left its mark in various ways and brings abstract impressions and images forward.

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni Jensen’s works are bodily in an abstract way. They are sensuous in a two-part manner: they both fascinate and disgust, they draw and repel, they calm and disturb. These feelings that are at opposite ends of the spectrum, and the connection between them fascinates Jón Sonnni. The artworks are mirrors turned towards the viewer. We do not recognize the artwork as something concrete, but because of the connotations of the forms and materials we can relate to it in some abstract way.

Tsz-Man Chan

Tsz-Man Chan is from Hong Kong. She creates spaces where the viewer can contemplate on what it means to be human and a connection with nature. In her artworks she intertwines mythology, creativity and real life. She is going to present three video works about her partner Ivanov who disappeared on their home island. The work is described as fictional mythology merging into a surreal life story. This and a talk will be at Fjósið tomorrow at 16:00.

Ending:

Material and awareness of material becomes present in our construction and deconstruction of life. This cross-cultural event is an informing and interesting way of showing how these themes are represented in various art forms. I am looking forward to a lot of interesting talks and discussions, and wish you a great festival.

37373324_10156644386830406_8745929917314629632_n.jpg
37543103_10155755414736985_1970247600577708032_o.jpg
37340863_10155755402691985_1185891713680408576_o.jpg
2018-07-19 12.29.27.jpg
2018-07-19 12.31.23 HDR.jpg
37395501_10155755401461985_7901779212254576640_o.jpg
37243231_10157679731860884_4750074211211411456_o.jpg

Ape rules, O.K.!

IMG_7844.JPG

Claus Carstensen - Steinprent 29.6-21.7-2018

Udstillingen Ape rules, O.K.! domineres af flere monumentale abehoveder, der omkranser og nedstirrer udstillingsgæsterne fra centrale punkter i udstillingsrummet. Udstillingen indeholder  flere referencer til det mangeårige samarbejde mellem Claus Carstensen og Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent, eksempelvis i nogle collager, der består af malerier, hvorpå der er limet dele af litografier, som er fremstillet på værkstedet. Desuden er der tre værker på udstillingen, der så at sige vender tilbage til deres skabelsessted, idet de består af readymade elementer fra den litografiske arbejdsproces, nemlig de grønne gummimåtter fra stentrykspressen, hvorpå man aner tre af Carstensens litografimotiver. Motivisk udgangspunkt er den såkaldte "dyregørelse" – et begreb som Carstensen beskriver som en tosidet, antropologisk størrelse, hvor begge sider har noget med hinanden at gøre, og som handler om gradueringer af begreber som kultur, bevidsthedsopståen, selvbevidsthed og det særligt menneskelige. I udstillingsrummet overrumples beskueren af abernes blikke og figurernes flertydighed, de åbne gab med aggressivt blottede tænder – og så abernes let bedrøvede blik, der indikerer en form for eftertænksomhed. Talemåden om at ‘øjnene er sjælens spejl’ viser hvilken central symbolsk betydning, vi tillægger øjnene – forestillingen om det særligt menneskelige er på mange måder bundet til blikket. 

"...Udstillingen kom ikke til at hedde noget med hommage à Kinna, men Ape rules, O.K.! og Kinna fik lov at hænge værkerne op, ligesom hun også skrev teksten til det spontant udviklede katalog, der simpelthen er et litografisk, nummeret tryk, råt og meget lækkert. I Jan Anderssons litografiske værksted, som han driver med sin partner, grafikeren Fríða Matras Brekku kan der ske de mest fantastiske ting. 

Udstillingen Ape rules, O.K.! ligger tematisk i forlængelse af Claus Carstensens store udstilling Becoming Animal på Den Frie (og i Lemvig), men har specifikt fokus på aben. Denne fjerne fætter er rejst til Færøerne, hvor det for nyligt kom frem, at kun 21% tror på evolutionslærens påvisning af, at mennesket og aben har samme oprindelse, mens hele 52% bekender sig til kreationismen dvs. troen på, at mennesket er skabt af Gud eller en anden højere magt. Kinna Poulsen har udvalgt en række forskellige malerier og collager, som også forbinder sig til Claus Carstensens tidligere udstillinger på Færøerne. Det er en stram og præcis udstilling som udover det konfrontatoriske tema både rummer en lyrisk og en humoristisk dimension..."

(Mai Misfeldt i kommende artikel) 

IMG_7751.JPG

 

 

 

Yrkislistafólkini kunnu søkja listafólkaløn

Janus Kamban

Janus Kamban

Mentanargrunnurin boðar frá, at nú kunnu yrkislistafólk søkja listafólkaløn frá grunnunum. Freistin er 1.september 2018. http://mentanargrunnur.fo/

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá́ yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Sambært § 4 a í kunngerð nr. 109 við broytingum. Listafólkalønir verða latnar eftir umsókn til Mentanargrunn Landsins, skrivað á umsóknarbløð grunsins. Listafólkalønir verða veittar við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini, og sum nevndin fyri Mentanargrunnin metir hava listalig ella faklig dygdareyðkenni. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins tekur út frá tilmæli frá serligum faknevndum endaligu avgerðina um, hvør fær listafólkaløn. Samlaðu útreiðslurnar skulu ikki vera meira enn tøka játtanin til endamálið. Tey, ið fáa listafólkaløn, skulu í útgangsstøðinum arbeiða í minsta lagi í trý ár. Sama listafólk kann søkja listafólkaløn aftur 3. hvørt ár, tó soleiðis at samlaða skeiðið at fáa listafólkaløn kann vara í mesta lagi níggju ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan teimum verður veitt listafólkaløn. Tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi, meðan tey fáa listafólkaløn. Lýst verður alment eftir umsóknum til listafólkalønir umleið 2 mánaðir undan umsóknarfreistini. Listafólkalønin verður útgoldin mánaðarliga og svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1. Í

Bók um William Heinesen væl móttikin í Danmark

wh.jpg

Herfyri gav forlagið Torgard út danska útgávu av myndlistabókini "William Heinesen, myndlistamaður" eftir Bárð Jákupsson, sum Sprotin gav út í tvímæltari føroysk-enskari útgávu í 2016. Danska útgávan hevur heitið "William Heinesen, billedmageren" og er 304 síður til longdar.

Nakað broytt og tekstliga økt útgáva
Danska útgávan er ein nakað broytt útgáva av tí føroysk-ensku upprunaútgávuni. Myndirnar eru tær somu, men danska útgávan er í størri mun skipað í tíðarrøð enn upprunaútgávan. Haraftrat er teksturin longdur munandi og tillagaður útlendskum, tvs. donskum, lesarum við tað, at greitt verður nágreiniligari frá ymsum, sum er undirskilt hjá føroyingum. Eisini eru fleiri sitat úr skaldaverkum hjá Williami enn í upprunaútgúvuni. Av tí at teksturin er longdur, er danska útgavan ikki tvímælt eins og upprunaútgávan, men bara á donskum. Bárður Jákupsson hevur sjálvur umsett og longt upprunatekstin.

Avbera góð ummæli
Bókin hevur fyrbils verið ummæld í trimum donskum bløðum - Kristeligt Dagblad, Jyllands-Posten og Nordjyske Stiftstidende - og ummælini hava verið avbera góð. Í Kristeligt Dagblad gevur ummælarin bókini 5 stjørnur og rópar hana rætt og slætt "en pragtbog" og nevnir, at tey mongu sitatini í úr skaldskapinum hjá Williami eru ein góður "lykil" til at skilja andliga grundfestið undir myndunum hjá listamanninum. Í Jyllands-Posten skrivar ummælarin, at bókin er skrivað "á einari aldu av bergtikni og virðing, men eisini við tí kritiska sansi, sum skal til." Báðir ummælarar draga fram landslags- og skýmingsmyndirnar hjá Williami, sum nakað av tí bestu myndlistini frá hansara hond.
Ummælarin í Nordjyske Stiftstidende gevur bókini 5 stjørnur og skrivar, at hon er "en fin bedrift", "en flot billebog" og "veloplagt skrevet". Eisini Dansk BiblioteksCenter hevur bara rós at bera bókini. "Ein upp á allar mátar frálík og stórfingin bók," skrivar ummælari teirra í sínum viðmæli til donsku bókasøvnini.

Modigliani, Gustav Klimt og Pablo Picasso go home!
Til stuttleika kann nevnast, at ummælarin í Kristeligt Dagblad skrivar um pappírsklippini hjá Williami, at hon ongantíð í einum listaligum lívsverki hevur sæð so nógvar naknar ungar gentur, sum lokka og eggja við "struttandi attributtum" og erotiskum ósmædni. Tað er ein fragd fyri eygað, serliga tað mannliga, skrivar ummælarin og heldur fyri: "Modigliani, Gustav Klimt og Pablo Picasso go home!"

Ein sannur listamaður
Tann lítillætni William vildi ikki rópa seg sjálvan mynd-listamann við stórum L. Í hansara eygum var "myndamakaríið" mest at kalla hjáputur við síðuna av hansara professionella, listarliga yrki sum rithøvundur, men donsku ummælarnir eru ikki í iva - eins og Bárður Jákupsson og vælsaktans flest onnur: William hevði onga orsøk at vera lítillátin. Eins og hann var ein meistaraligur rithøvundur, var hann av sonnum eisini ein stórur mynd-listamaður. Við stórum L.

Fleiri ummæli á veg
Forlagið hevur fingið upplýst, at ummæli eru ávegis í Politiken og Information - og kanska Weekendavisen eisini -  men tey eru so ikki komin enn.

Stuðul
Norðurlendski týðaragrunnurin, Dansk-Færøsk Kulturfond, Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna hava stuðlað donsku útgávuni.

"William Heinesen, billedmageren" fæst í føroyskum og donskum bókhandlunum - og netbókahandlum - og kostar 399 krónur.
Myndasavnan og tekstur: Bárður Jákupsson. 
Avmyndan: Alan Brockie. 
Rerpro: IC-Design eftir upprunasniðgávu hjá Sonju Kjølbro/Sprotanum.
Ritstjórnað donsku útgávuni hevur Hugin Eide.

download.jpg

Bárður Jákupsson framsýning á Norðurbryggjuni

bardur-j-uden-tekst-960x370.jpg

24.august klokkan 16-18 letur upp framsýning við verkum hjá Bárði Jákupsson á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Á heimasíðuni verður Bárður lýstur við hesum orðum:

Bárður Jákupsson kombinerer kunstens og Færøernes natur i sine abstrakte værker. De indfanger en konstant foranderlighed og flygtighed, og deres udtryk spænder over såvel det ekspressive og kraftfuldt betonede maleri til de mere lyriske akvareller.

Udstilling 25. august – 21. oktober 2018
Fernisering 24. aug. kl. 16-18

Bárður Jákupsson er født i Tórshavn i 1943. Når maleren selv sætter ord på sit udgangspunkt, nævner han den svimlende oplevelse i en lille båd på havets bundløse dyb, beliggende under en høj klippekyst, hvis takker står i dramatisk silhuet imod aftenrøden. Det er noget, der kan tage pusten fra enhver, men jo også en position, der ophæver det traditionelle centralperspektiv og frisætter abstraktionen. 

Som direktør for Færøernes Kunstmuseum har Jákupsson i årtier været en uundværlig, central figur i færøsk kulturliv. Siden han i 2003 fratrådte stillingen på museet for at hellige sig maleriet fuldt og helt, har han afholdt flere udstillinger med monumentale oliemalerier, hvis mægtige billedflader er rytmisk opdelt af vertikale formationer med dynamiske zigzag mønstre i heftige spektralfarver, der balanceres af køligere blåtoner og jordfarver. 

Samtidig har han i disse år perfektioneret sine anderledes små og lette akvareller, der i flere tilfælde fremstår næsten nonfigurative med en organisk bølgende linjeføring, skiftende farveintensitet og heraf vekslende lysvirkninger.

 

Hoydalar verður mentanardepil

hoydalar-2.jpg

Tað verða Listafólkasamband Føroya (Lisa) og Tjóðsavn Føroya, sum fara at húsast í Hoydølum, nú undirvísingin á Glasi eftir summarferiuna flytir út í Marknagilsdepilin

Mentamálaráðið hevur viðgjørt tey 52 uppskotini, sum komu inn til hugskotskappingina um Hoydalar, og avgerð er tikin um at samantvinna tvey av uppskotunum.

Listafólkasambandið hevur leingi sóknast eftir størri hølum til millum annað venjingar, framsýningar og arbeiðshøli hjá listafólkum, og Tjóðsavnið hevur í mong ár ynskt at savnað stovnin - burtursæð frá stóru framsýningunum - undir somu lon.

Mentamálaráðið metti, at hesi bæði uppskotini við fyrimuni kunnu samantvinnast, og nóg mikið av plássi er í Hoydølum til at hýsa báðum.

- Í útveljingartilgongdini hevur tað verið umráðandi, at verandi bygningar ikki mugu standa tómir, og at virksemið eisini fellir væl inn í Frílendisætlanina fyri Hoydalar, sum umfatar náttúruna í økinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Hon leggur afturat, at samgongan í verandi heitu búskaparstøðu ikki ætlar at seta meira ferð á búskapin við at byggja nýtt og stórt í Hoydølum, og heldur ikki varð mett ráðiligt at byggja bústaðir á økið.

Mentamálaráðið metir funnu loysnina vera bæði skilagóða og gagnliga. Í eitt óásett fyribils áramál kunnu LISA og Tjóðsavnið sostatt nú í felag húsast í Hoydølum, inntil tíðirnar aftur krevja stórar íløgur.

- Nú hevur tað týdning, at verandi bygningar fyllast við lívi og menniskjum; við úteftirvendum og almentgagnligum virksemi. Og við at umskipa Hoydalar til ein slíkan livandi mentanardepil kann kanska eisini spyrjast eitthvørt forvitnisligt burturúr teirri synergiini, sum uppstendur. Í øllum førum fegnist eg um, at bæði mentanin og listin nú fáa væl betri arbeiðsumstøður, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

 

Claus Carstensen sýnir fram í Steinprenti

50539F01-23FC-444A-94EF-FCC8ECEC4D5A.jpeg

Ape rules, O.K.!  29.6-21.7-2018

Bæði bíbliuvers og føroyskur veruleiki eru partar av útgangsstøðinum á listaframsýningini Ape rules, O.K.! hjá Claus Carstensen, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 29.juni klokkan 16-18. Listamaðurin er ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur havt fleiri framsýningar her einsamallur og saman við føroyskum listafólkum.

Í framsýningarhølinum starir eitt stórt apuhøvd at áskoðaranum fleiri staðni í framsýningarrúminum. Verkini á framsýningini eru lutvíst knýtt at framsýningarverkætlanum, sum Claus Carstensen hevur skipað fyri seinastu árini, eitt nú Becoming Animal og Dyregørelser, men framsýningin er eisini sett saman við atliti at aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum. Eitt útgangsstøði er skakandi tølini í sjónvarpssendingini, Guð signi Føroyar, sum eftir øllum at døma vísa, at bert 21% av føroyingum taka undir við menningarlæruni, meðan heili 52% av okkum trúgva uppá kreationismu, at menniskjað er skapt av Guði ella eini hægri makt.

Í framsýningarhølunum verður áskoðarin tikin á bóli av fleirtýðugu apunum við teirra opnu, aggressivu kjaftum og sorgblíða, eyma eygnabrái. Orðatakið um, at eyguni eru spegilin hjá sálini er dømi um symbolsku fatanina av eygunum – ímyndin um tað serstakt menniskjansliga er á so mangan hátt bundin at eygnabránum. Myndevnisliga fráspennið er í sonevndu "djóragerðini" – eitt hugtak hjá Carstensen, sum snýr seg um stigskifti av mentan, tilvitsku, sjálvstilviti og menniskjansskap. At menniskjað er tilvitað um, at tað ikki livir í einum opnum, endaleysum lendi, men sær hetta lendið minka støðugt – djórið sær fyri sær eitt opið, óavmarkað, tíðarleyst landslag, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná og tessvegna heldur ikki finst nakað tilvit um deyðan. Sambært Carstensen er eitt aggressivt/aktivt slag og eitt passivt slag av djóragerðum. Tann óvirkna djóragerðin er merkt av einum øgiligum longsli eftir æviga lívinum. Tann aktiva djóragerðin snýr seg um at gera hini til djór soleiðis at skilja, at mann sjálv/ur er hægri í skipanini enn tey, mann niðrar. Í hesum sambandi er merkiliga víðgongdi samanburðurin hjá Prædikaranum millum menniskja og djór áhugaverdur: “Eg segði í hjarta mínum: "Tað er fyri menniskjanna skuld, fyri at Gud kann royna tey, og fyri at tey kunnu síggja, at í sær sjálvum eru tey einki annað enn dýr; tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.” Prædikarin, kap.3, ørindi 18 og 19.

Framsýningin Ape rules, O.K.! er at síggja í Steinprenti frá 29.6-21.7-2018.

 

Ape rules, O.K.!

Claus Carstensen - Steinprent 29.6-21.7-2018

Udstillingen Ape rules, O.K.! domineres af flere monumentale abehoveder, der omkranser og nedstirrer udstillingsgæsterne fra centrale punkter i udstillingsrummet. Selv om værkerne hænger tematisk sammen med Carstensens store udstillingsprojekter fra de senere år –  Becoming Animal i Den Frie Udstillingsbygning og Museet for Religiøs Kunst i Lemvig, samt Dyregørelser hos Galleri Tom Christoffersen – er udstillingen i Steinprent også kurateret med henblik på aktuelle færøske forhold som den forbløffende nyhed fornylig på færøsk TV, at kun 21% af den færøske befolkning tror på evolutionslærens påvisning af, at mennesket og aben har samme oprindelse, mens hele 52% bekender sig til kreationismen dvs. troen på, at mennesket er skabt af Gud eller en anden højere magt.

Udstillingen indeholder desuden flere referencer til det mangeårige samarbejde mellem Claus Carstensen og Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent, eksempelvis i nogle collager, der består af malerier, hvorpå der er limet dele af litografier, som er fremstillet på værkstedet. Desuden er der tre værker på udstillingen, der så at sige vender tilbage til deres skabelsessted, idet de består af readymade elementer fra den litografiske arbejdsproces, nemlig de grønne gummimåtter fra stentrykspressen, hvorpå man aner tre af Carstensens litografimotiver.

Samarbejdet mellem Claus Carstensen og Steinprent, der hidtil har varet i seksten år, er vægtigt og betydningsfuldt – også i forhold til færøsk billedkunst og -historie. Det har indtil videre resulteret i en del udstillinger og omkring hundrede grafiske værker, samt flere bogudgivelser, bl.a. Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie og Lille dæmonologi med Søren Ulrik Thomsens essays og Carstensens heliografier.

Carstensen kan ikke betegnes som værende konfliktsky i sit motivvalg, der ofte kredser omkring den mellemmenneskelige forråelse, hvadenten det er folkemord begået af Khmer Rouge, nazisterne eller såkaldte almindelige menneskers opførsel. De sidste par gange, Carstensen har arbejdet på Steinprent, har dyr været grundmotivet. I 2015 producerede han sammen med Jan Andersson det monumentale litografi, Hvalp – en aggressiv, gøende schæferhund sammen med en tekst formuleret som en dødstrussel hentet fra en hate mail mod Yahya Hassan: “Fuckking hund din luder. Du skal bare dø din hvalp. Din beskidte luder. Jeg vil så gerne dræbe dig. Fucking skære dig i småstykker din bums. Håber jeg ser dig en dag så visser jeg dig helvede”.

Motivisk udgangspunkt er den såkaldte "dyregørelse" – et begreb som Carstensen beskriver som en tosidet, antropologisk størrelse, hvor begge sider har noget med hinanden at gøre, og som handler om gradueringer af begreber som kultur, bevidsthedsopståen, selvbevidsthed og det særligt menneskelige. At mennesket er bevidst om, at det ikke lever i et åbent, endeløst terræn, men ser sig selv tabe terræn – modsat dyret, der ser et åbent, uafgrænset, tidløst landskab, hvor der ikke er et ’før’ eller et ’efter’ og derfor heller ingen dødsbevidsthed. Som Carstensen ser det, er der en agressiv/aktiv og en passiv form for dyregørelse. Den passive del, ‘dyreblivelsen’, udgøres af en enorm længsel efter evigt liv. Den aktive del, ‘dyregørelsen’, handler om at gøre ‘de andre’ til dyr med en bevidsthed om, at man står højere i hierakiet end dem man fornedrer.

Tilbage i udstillingsrummet overrumples beskueren af abernes blikke og figurernes flertydighed, de åbne gab med aggressivt blottede tænder – og så abernes let bedrøvede blik, der indikerer en form for eftertænksomhed. Talemåden om at ‘øjnene er sjælens spejl’ viser hvilken central symbolsk betydning, vi tillægger øjnene – forestillingen om det særligt menneskelige er på mange måder bundet til blikket. Den abe, som det færøske samfund nu sidder med blev ubehagelig tydelig i Heini í Skorinis TV-dokumentar Guð signi Føroyar, hvori det færøske trosliv kortlægges og hvor statistikken minder mere om de tal, man kan finde i visse fundamentalistiske regimer, end det vi almindeligvis ser i undersøgelser af samme forhold i Nordeuropa.

 

Ape rules, O.K.!

Claus Carstensen - Steinprent, 29th June - 21st July 2018

The exhibition Ape Rules, O.K.! is dominated by a number of monumental monkeys’ heads that surround and stare down the visitors from central points in the exhibition space. Although the pieces are thematically related to Carstensen’s large exhibition projects over the last several years - Becoming Animal in Den Frie Exhibition Building and The Museum for Religious Art in Lemvig, as well as Dyregørelser at Galleri Tom Christensen - the exhibition at Steinprent is also curated with some new revelations in mind. A recent report on Faroese television concluded that a mere 21% of the Faroese population believes in the Theory of Evolution, which states the common ancestry of humans and apes. A shocking 52% of the population, on the other hand, proclaimed a belief in Creationism, i.e. the belief that humans are created by God or some sort of higher power.

The exhibition contains several references to the many years’ collaboration between Claus Carstensen and the Faroese lithographic workshop, Steinprent. This is apparent in some of the collages, which consists of paintings onto which lithographic fragments have been applied - Fragments of lithographic works that have been created at the workshop. Furthermore, there are three pieces that, in a manner of speaking, return to their place of origin, in that they consist of elements of the lithographic process. Namely the green rubber mats from the lithographic presses, on which one can still make out three of Carstensen’s lithographic subjects.

The collaboration between Claus Carstensen and Steinprent, which has lasted for sixteen years so far, is weighty and significant. Also in relation to Faroese art and art history. So far, it has resulted in numerous shows and approximately one hundred lithographic works, as well as several book releases. For example: Dét, hvorom man hverken kan tale ellar tie and Lille Dæmonologi with essays by Søren Ulrik Thomsen and Carstensen’s heliographic prints.

In terms of his subject matter, which frequently orbits interhuman brutalisation, Carstensen can not be despribed as someone afraid of conflict. Whether it is the genocide perpetrated by the Khmer Rouge, the nazis or so-called common human behavior. The primary subject matter has been animals the last couple of times that Carstensen has been working at Steinprent. In 2015, in collaboration with Jan Andersson, Carstensen created the monumental Lithographic piece, Hvalp (Puppy). A piece depicting an aggresive barking German Shepherd, with a snippet of text, phrased as a death threat, taken from a hate mail sent to the Danish poet Yahya Hassan. It reads (loosely translated from Danish): “Fucking dog, you slut. You are going to die, puppy. You filthy whore. I really want to kill you. Fucking cut you in to tiny little pieces, you bum. I hope I will see you some day and I promise you Hell.”

The term Becoming Animal is the starting point for Carstensen’s subject matter. It is a phrase that he describes as a two-sided anthropological plane, on which both sides are interconnected. It delineates graduations of notions, such as: culture, conscientious occurences, self-awareness and human characteristics. The idea that humans are mindful of the fact that we do not live on an open, endless terrain, but see ourselves losing territory. Whereas animals see an unenclosed, unlimited and timeless landscape, where there is no ‘before’ or ‘after’ and therefore neither any consciousness of death. From Carstensen’s perspective, there is an agressive/active and a passive model of ‘Becoming Animal’. The passive side ‘Becoming Animal’ relates to an enormous longing for eternity. The active side ‘Creating Animal’ is about turning ‘the others’ into animals, with an awareness of an hierarchical elevation in relation to those that one degrades.

The spectator is taken aback by the apes’ glances and their abiguous nature. The open jaws with the agressive presentation of teeth versus the monkeys’ sorrowful expression indicates a form of thoughtfulness. ‘The Eyes Are the Windows to the Soul’ reflects on the significant symbolism that we impart on the eyes - In many ways, the notion of the ‘human particular’ lies in the glance. The ape that the Faroese society is now faced with became embarrassingly obvious in Heini í Skorini’s TV-documentary Gud signi Føroyar (God Bless the Faroe Islands), wherein the religious persuasions of the Faroese people was mapped out. Here it became clear, that the Faroe Islands are statistically more similar to some fundamentalist regimes in the world, in comparison to some of the other usual commonalities with Northern Europe.

 

Randi Samsonsen - finissage og bókaframløga

35728748_10156658503467269_4670539001801736192_n.jpg

Í dag, fríggjadagin 22.juni klokkan fýra verður bókaframløga í Steinprenti, tá katalogið hjá Randi Samsonsen verður presenterað. Í bóklinginum eru myndir av framsýningini In Search of Lost Colours, umframt ein tekstur um framsýningina og listakvinnuna. Bóklingurin verður til keyps ídag fyri 100,- kr. Hetta verður samstundis seinasta høvi at síggja framsýningina hjá Randi Samsonsen, sum letur aftur í morgin. 

Hetta er ein serstøk framsýning við tekstillist og grafikki. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klæði, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýnir listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevur gjørt til framsýningina. Hetta er fyrsta føroyska serframsýningin hjá Randi Samsonsen, sum heldur ikki hevur gjørt steinprent áður. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til í fleiri umførum. Framsýningin er konseptuel. Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøðið - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu heiminum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Menniskjað er frá barnsbeini vælsignað við framúrskarandi eginleikum at sansa sítt umhvørvi. Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum. Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen og seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við sínum litminnum. Hon hevur vísindaliga granskað fotomyndir í familjumyndabókum og hevur burtur úr hesum gjørt litkort og notur, sum aftur eru útgangsstøðið hjá tekstilverkum og prentum. Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum. Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum bæði sum íblástur og fatanargrundarlag.
Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið, hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, summi hava ein hvassari yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýta hugasambond til brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast. Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon hevur eina Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012 og starvast umframt sítt listayrki eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands. 2018 Traditionsbrud, Hobro. 2017 IsThisKnit København og Aguille en Feté, Paris. 2015 Our Arctic Future, Berlin.

The opening of Randi Samsonsen’s exhibition ‘In Search of Lost Colours’ took place at Steinprent (Tórshavn, Faroe Islands) on Saturday the 12th of May.
Randi Samsonsen’s main medium is textile. Knitted, crocheted, sewn and stuffed artworks. Lithographic works have also been created for the exhibition.
The exhibition is conceptual. Both the lithographic and textile works have the same starting-point, which the artist has referred to as colour memories from the different homes that she grew up in and visited as a child. From childhood, we are blessed with an outstanding ability to sense our surroundings. With our untarnished senses, we see, smell, hear and feel the rooms surrounding us and the things in them so thoroughly, that we are able to relive these sensory recollections many years later. Colours play a vital role in Randi Samsonsen’s memories, which is the reason for her empirical take on colour memories.
Through studies of family photo albums she has been making notes and colour charts, which she been using for both her textile and graphic works. All of the pieces in the exhibition are fundamentally non-representational. Randi Samsonsen’s colour memories manifest themselves in organic shapes, which she places lying, standing or hanging in the space. Some pieces have very natural characteristics, reminiscent of coccons, hanging plant stems or bladder wracks. But the human body also plays a crucial role in these works, from an inspirational, as well as a comprehensive standpoint.
Randi Samsonsen’s textile work relates to the human body, with anthropomorphous shapes evocative of body parts, but this is also art that is to be understood in a complete physical, tactile and sensory manner. Several works are soft, whilst others possess a more rough exterior. The processes used for the creation of these pieces are a wide variety of needlework. The same, which for centuries, have been used to produce common everyday items. But Randi Samsonsen’s work forces a different perspective on this. Somewhere between the known and the unknown, her work surprises by making us laugh, frown and recall.
Randi Samsonsen lives and works in Tórshavn. She holds a Master of Design from the Designschool in Kolding, Denmark. She is a textile artist and also works as teacher at Glasir Tórshavn College. In 2013 she had a solo show at Nordatlantens Brygge, Copenhagen. She has curated several exhbitions at the National Gallery of the Faroe Islands, as well as taken part in a myriad of group shows in the Faroe Islands and internationally. 
2018: - Traditionsbrud, Hobro, Denmark 2017:
- IsThisKnit, Copenhagen, Denmark. - Aguille en Feté, Paris, France 2015: - Our Arctic Future, Berlin, Germany

Føroysk list við í framsýning í Philips Collection

35703253_10216782490623011_327865571309780992_n.jpg

Kenda amerikanska listasavnið, Philips Collection í Washington fer í heyst at framsýna norðurlendska list. Hetta er í sær sjálvum áhugavert, men verður ikki minni spennandi nú tað skilst, at eisini føroysk, grønlendsk, íslendsk og álendsk list verður við (umframt donsk, finsk, svensk og norsk list). Tílíkar presentatiónir av norðurlendskari list hava ofta manglað umboðan frá teimum smáu tjóðunum. Sambært heimasíðuni hjá Philips Collection fevnir framsýningin um 200 ár við 62 listafólkum, ið verða við á framsýningini Nordic Impressions frá 13.oktober í ár til 13.januar 2019. Enn er bara greitt, at framúrskarandi koloristurin, Ruth Smith verður við á framsýningini. Meira verður at frætta um hetta seinni.

VATN - ein summarframsýning við áhugaverdum verkum

35356029_10216946129948489_3701802522529234944_n.jpg

Í gjár læt Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp við verkum hjá tjúgu listafólkum úr Føroyum, Norðurlondum og Baltikum. Upplatingin var samstundis karmur um móttøku av nýggja leiðaranum  í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sum Birgir Kruse lýsir í sínum bloggi: http://birkblog.blogspot.com/2018/06/mottka-fyri-gunn-hernes.html

Hamferð, Jón Aldará, Theodor Kapnas og John Egholm høvdu eina heilt einastandandi, ja rúnarbindandi framførslu, dynamiska, dramatiska við undurvøkrum, kenslubornum sangi. Áðrenn hesa framførsluna greiddi Gunn Hernes m.a. frá í síni røðu, at 262 listafólk hava sent inn uppskot til framsýningina, sum hevur undirheitið VATN Norðurlendsk Salón, men bert 20 teirra eru sloppin gjøgnum nálareygað: Andris Vītoliņš (LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV).

Inger Smærup Sørensen hevur skipað framsýningina, valt út, disponerað og hongt hana upp. Uppheingingin tók meg á bóli. Hetta er ein sera fjølbroytt framsýning, eisini tøkniliga, hon hevur eitt ávíst altjóða brá og fleiri góð listaverk. Eg hevði satt at siga ikki væntað mær so nógv, tí eg helt evnið vera eitt sindur (ov) sjálvsagt til listafólk at fyrihalda seg til. Gleðiligt er at uppliva, at evnið er umsitið á sera opinskáraðan hátt. Listaverkini eru sera ymisk bæði evnisliga, í stíli og í tøkni, summi abstrakt, onnur figurativ, onkur við popplistarligum brá og umhvørvisligum atliti, meðan onnur aftur eru poetisk og kensluborin. Ymiskleikin avspeglast í dynamisku uppheingingini, ið ger framsýningina dialog- og prosessmerkta á áhugaverdan hátt. 

Trý føroysk listafólk eru við á framsýningini; Hansina Iversen, Jens Dam Ziska og Rannvá Holm Mortensen, hvørs verk Innarahav/miðjararahav/ útjaðarahav snýr seg um flótandi samanhangir við visiónum av felagstraumum, óndum ævintýrum og politiskum veruleika. Hetta eru áhugaverdar tekningar í stórum vavi av menniskja- djóra og húsaskapum, ið hanga niður úr loftinum og umskarast. Umskarandi uppheingingin hevur við sær, at partar av verkinum ikki síggjast ordiliga – hetta riggar merkiliga væl, konsentrerar verkið og ger tað loyndarfult sum eina hálvafturlatna/hálvopna bók, sum er full av stórum søgum. Í fína, geometriskt greiða og fjálgt sansaliga málninginum hjá Jens Dam Ziska síggja vit, at hann miðsavnar seg um máling ella tað evnisliga í málingini, at hon er flótandi tilfar, “ið leitar eftir eini fastari legu, har annaðhvørt gjøgnuskygdu ella óglæru eginleikarnir hjá tilfarinum gera av, hvat er sjónligt og hvat er dult”. Verkið hjá Hansinu Iversen er ein videoinstallatión við heitinum Stjørnukastari og sjálvt um onkur líkskapur er við skyggjandi glæmuna av einum tendraðum stjørnukastara, so vísir tað seg at vera ein vatnstrála úr einum krana, sum Hansina Iversen hevur filmað. Einfalt og abstrakt eins og áhugaverda verkið hjá svensku listakvinnuni, Victoria Cleverby, Strävan efter ett ursprungligt tilstånd, sum hongur á vegginum, tó at tað ikki er ein vanlig mynd ella málningur. Eg eri ikki greið yvir hvat tilfarið er, men tað minnir um børk av træi við røðum av útskornum lepum á ójavna yvirflatanum. Hetta verkið er bæði tilfarsligt og poetiskt eins og yrkingin, sum er partur av verkinum og sum snýr seg um, at vatnið veit hvagar tað fer. Tað er áskoðarin, ið avger hvagar vatnið fer í hugtakandi verkinum hjá donsku listakvinnuni, Nina Maria Kleivan Unheimlich Swimming við lutum, sum vit sambinda við vatn, handklæði, vatnfat og eini videoprojektión niður í vatn. Men farið sjálvi í Norðurlandahúsið og hyggið, hetta er ikki ein framsýning, sum bert skal síggjast á Listaportalinum, rokilsið skal upplivast 1:1 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum nú tekur at líkjast samtíðarlistahøllini, ið manglar í føroyska høvuðsstaðnum. 

Hamferð

Hamferð

Nina Maria Kleivan

Nina Maria Kleivan

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Victoria Cleverby

Victoria Cleverby

Jens Dam Ziska

Jens Dam Ziska

Vappu Johansson

Vappu Johansson

Hansina Iversen Steinunn Gunnlaugsdóttir

Hansina Iversen Steinunn Gunnlaugsdóttir

Dorthe Lund

Dorthe Lund