Ólavsøkuframsýning við orðafrágreiðingum

38230669_10217313031800806_4709605126677987328_n.jpg

Ólavsøkuframsýningin í ár tekur støði í orðastovninum "Mál". Kuratorurin, Jón Sonni Jensen hevur rætt í sínum varhuga, at evni ofta kunnu tykjast avmarkandi fyri listafólkini og tí hevur hann vent hesum viðurskiftum á soleiðis, at evnið er upp til áskoðaran at meta um. Ein kassi er settur upp har tey vitjandi hava møguleikan at skriva sínar tankar á lepar og lata teir í kassan eftir at hava sæð framsýningina. Umleið triðja hvønn dag skulu leparnir avmyndast, og myndirnar leggjast út á Facebook síðuna til øll at síggja. Hetta er alt sera modernað, prossesmerkt, opið og at síggja til vinarligt mótvegis áskoðaranum. Tað sama kann sigast um leparnar, ið hanga ymsastaðni í framsýningarrúminum við lýsingum av ætlanunum við avvarðandi verki ella við orðafrágreiðingum av eitt nú orðinum fenomenologi. Men tað merkiliga, sum hendir er, at beinasomu frágreiðingarnar fáa eitt árin, sum man vera tað øvugta av ætlanini, tí tað følist eitt sindur niðurlátandi og skapar frástøðu millum verk og áskoðara. 

Við á Ólavsøkuframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Elin Josefina Smith, Ellis K. Mortensen, Finleif Mortensen, Guðrið Poulsen, Hedvig Poulsen, Høgni Jákupsson, Jana Jonhardsdóttir, Jórunn Reginsdóttir, Kári Svensson, Ole Wich, Pernille Mejslov, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rakel Helmsdal, Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Tobias Wriedt og Vagnur Dam

Estetikkurin á Ólavsøkuframsýningin minnir um aðrar Vár- og Ólavsøkuframsýningar, vit hava sæð seinnu árini. Tað er ljóst og opið, hvítt og svart við verkum, sum í nógvum førum ikki eru málningar, men installatiónir, tekstil, grafikkur o.a. Pappírverk verða sýnd hangandi í luftini til tess at leggja dent á tað tilfarsliga. Hetta riggar í summum førum sum í verkinum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, HEGN, ið er sera væl plaserað í framsýningarrúminum, og gerst næstan transparent í sólarljósinum. Í øðrum førum er dygdin á kvøldskúlastøði - alt gott um kvøldskúlaarbeiði, men salurin í Listasavni Føroya krevur eitt hægri støði, og eins og ein annar Cato endurtaki eg, at eg haldi, at fleiri listafólk skuldu sent inn til Ólavsøkuframsýningina. 

Tó eru verk við á framsýningini, sum eru áhugaverd og tað er áhugavert í sær sjálvum, at fleiri teirra eru konseptuel. Tey bæði verkini hjá Bruno Mikael Eysturstein eru hugtakandi í teirra 1:1 viðurskiftum til veruleikans náttúru og frásagnarligu heitunum, sum í báðum førum taka støði í orðinum "Mál". Eg fann ikki alt fyri eitt nummarið á verkinum hjá Bruno, sá bara ein bøkk við oyratelefonum uttan ljóð og helt tað vera eina stuttliga ítøkiliggerð av orðingini um at hoyra grasið grógva. Men tað vísti seg, at okkurt var galið við teknikkinum beint tá. Í veruleikanum er ljóð í oyratelefonunum við suði og hjartaslátturi. Verkið hevur riggað líka til ummælari kom á gátt - sovorði er nokk so typiskt. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur somuleiðis gjørt eitt áhugavert verk til Ólavsøkuframsýningina, sum er ein installatión, ein høgur rúmdeilari, ið er myndaður av tveimum vovnum standmyndum. Hetta er eitt sera einfalt verk, sum í vevnaði minnir um okkurt av verkunum hjá Titu Vinther og hvørs árin eisini minnir um at fara inn í veldugu verkini hjá Richard Serra. Tað er bæði stórbært og minimalistiskt, men við einum øðrvísi kroppsligum árini, ið kemst av, at tilfarið er føroysk ull við allari hennara søgu um lívbjargandi hita.  

Av øllum keramikkinum á framsýningini, er Borgmeistaraketan hjá Elini Josefinu Smith nógv mest áhugaverd listarliga sæð. Tað er ein ovurstór hálsketa, ið eru gjørdir úr steintoyskeramikki við naivistiskum figurum, ið á ymiskan hátt sipa til ójavna og órættvísi, bústaðarneyð, støðuna hjá alilaksi osfr. Hennara villa og spælandi brá er ógvuliga øðrvísi enn hini verkini á Ólavsøkuframsýningini og kuratorurin skal hava rós fyri sína rúmligheit, at hann tekur hetta verkið við, sjálvt um tað passar illa inn í stílin á Ólavsøkuframsýningini (tað sama er galdandi fyri gløðandi glasverkið hjá Brandi Patursson og fabulerandi violinkassan  hjá Rakel Helmsdal).  Borgmeistaraketan er framsýnd á eini readymade modeldukku, sum er sett út í durin - tað er eisini alt í lagi, men tey føroysku fløggini ørkymlaðu meg eitt sindur. Eru tey partur av installatiónini?   

Pernille Mejslov hevur eitt í vavi rættiliga markant verk við á framsýningini, sum ger nógv meira um seg enn hennara skitsutekningar plaga. Talan er um eitt konseptmerkt verk, ið aktiverar áskoðaran, sum skal skriva síni loyndarmál við vatni á stein og síðan eygleiða hvussu tað skrivaða dampar burtur og hvørvur. At fara upp í stødd og abstraktiónsstigi klæðir verkunum hjá Rannvá Holm Mortensen, sum bæði arbeiðir tveydimensjonalt og í trívídd. Hon kundi saktans flutt seg enn longur upp í stødd og vavi, so at hennara verk fyllti alt hølið, tí hetta eru verk við likamligum árini, sum áskoðarin fatar eins nógv við kroppinum sum við høvdinum. Hetta sama er partvíst galdandi fyri tey bæði áhugaverdu, bleytu velourverkini hjá Randi Samsonsen, men teirra skap gevur eisini hugasamband við fyribrigdi sum t.d. fløgg, eitt nationalt symbol, sum er partur av einum heilt øðrum heimi enn tí kroppsliga og kensluliga.

Ólavsøkuframsýningin er opin til 12.august frá klokkan 11-17. Atgongumerkið kostar 65 krónur og er ein lutaseðil. 

37992275_10217313029880758_1594543755812143104_n.jpg

Elin Josefina Smith

38068022_10217320033575846_1621426939665317888_n (1).jpg
 Jórunn Reginsdóttir

Jórunn Reginsdóttir

 Alda Mohr Eyðunardóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

 Bruno Mikael Eysturstein

Bruno Mikael Eysturstein

 Pernille Mejslov

Pernille Mejslov

 Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen

 Kári Svensson

Kári Svensson

 Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

 Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

 Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal