Rúnarbindandi Teitur í Stern

teitur.jpg

Nýggja plátan hjá Teiti Lassen er ummælt í stóra týska tíðarritinum, Stern, sum rósar honum fyri kenslubornu I want to be kind plátuna. Ummælarin staðfestir, at plátan er einføld við fáum tónleikarum, og endar við at siga, at Teitur ongantíð hevur verið betri og at hann er rúnarbindandi: “«I Want To Be Kind» hat er nun in New York lediglich mit Bartlett am Piano und dem Bassklarinettisten Doug Wieselman eingespielt. Besser war der einstige Indiepop-Exot noch nie. Rundum bezaubernd...”

Lesið ummælið í Stern her:

https://www.stern.de/kultur/musik/zarte-balladen-von-den-faeroeern-in-die-weite-welt--teiturs-charme-bezaubert-8120856.html

og ummælið á Listaportalinum:

http://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/14/ta-stra-t-ltla-teitur-i-want-to-be-kind

Tað stóra í tí lítla - Teitur I WANT TO BE KIND

Teitur-I-Want-To-Be-Kind-cover-master-72dpi-3000px-x-3000px.jpg

Tað var av tilvild, at eg á Facebook bar eyga við eitt týskt ummæli av nýggju plátuni hjá Teiti Lassen. Eg spurdi nær plátan fór at koma og fekk alt fyri eitt aftursvar, ið var eins óvæntað og tað var fyrijáttandi - at plátan er at fáa í Tutl beint NÚ. Tí var eg mær ein svipp á Káta Horninum í dag og keypti plátuna I want to be kind. Henda kenslan at koma út úr einum plátuhandli við einari spildurnýggjari LP í skróandi posanum sendi meg eina stutta, lukkuliga tankaferð aftur í fýrsini, tá plátur var tað, eg brúkti mínar pengar uppá.

Og so heim at lurta og skoða húsan, sum er hvítur og einfaldur við fotomynd av einum tómum pappkassa við signaturfigurinum hjá Teiti á (vit sóu hann eisini m.a. á The Singer), umframt plátuheitið, I want to be kind. Húsin er sera reinur og opin, og hóskar saman við opna, einfalda tónleikinum - fyri meg hevði tað tó ikki verið verri um tekstirnir vóru til taks, tí teir eru áhugaverdir, insisterandi minimalistiskir við einføldum eygleiðingum og smáum ynskjum, sum kunnu fevna um stórar kenslur.

Inni í húsanum liggur tann eiggiligu, svarta, tunga kvalitetsvinylpláta, sum eg havi lurtað eftir allan seinnapartin. Tilsamans tólv løg eru á plátuni, ið á sín egna hátt halda áfram har sum síðsta soloplátan, Story Music helt uppat fyri fimm árum síðani. Hesi árini hevur Teitur gjørt alt møguligt, hann hevur m.a. samstarvað við onnur listafólk á konsertum og útgávum.

Heitislagið I want to be kind hevur verið at hoyrt eina tíð við hesari eitt sindur løgnu byrjanarregluni, hvørs líkskapur við I want to break free hjá Queen ørkymlar meg almikið. Men kanska er henda nýggja plátan enn einfaldari og meira hugsunarsom og innilig enn tann fyrra við rúmi fyri umhugsni og fyri at steðga á. Á plátuni eru stillir, vakrir sangir við einføldum staðfestingum um tilveruna og um tað, sum hevur týdning.   

Tað er vakra, ljósa og ódarvaða røddin hjá Teiti, sum ber útgávuna, umframt klaverundirspælið saman við restini av ljóðundirlagnum. Umframt Teit eru fáir tónleikarar við á plátuni, sum er upptikin í Reservoir Studios í New York við Thomas Bartlett á klaver og Doug Wieselman á bassklarinett.

Sum heild er plátan merkt av einføldum, løttum og gjøgnumskygdum ljóði. Tað ljóðar akustiskt og í fleiri førum verða klassisk ljóðføri brúkt, t.d. klaver, violin, klarinett, men onnur stuttlig ljóðføri eru eisini brúkt, t.d. Mellotron, sum er eitt slag av analogum syntezisara, ið varð uppfunnin í 1946 og OP-1, sum er ein lítil, tøkniliga avmarkaður, listarligur syntezisari frá svensku Teenage Engineering frá 2011. Í fleiri løgum eru menniskjaskapt ljóð, floyt og klapp, sum økja um fjálga og ópoleraða dámin á útgávuni. 

Sangirnir eru sera einfaldir, men tíðum hoyrast leitandi klangir og millumspøl, sum í grundini eru øgiliga lítið popput, og sum í støðum minna um t.d. instrumentalløgini Y-arpeggios. Sara er hinvegin ein sovorðin sangur, sum tú heldur teg altíð hava kent. Júst sum Kodachrome hjá Paul Simon er Sara (Teitur og Judith Holofernes) ein føddur klassikari. Í tekstinum vendir ein sorgblíður egpersónur sær til fyrrverandi unnustuna, Saru og hevur hug at taka okkurt upp aftur saman við henni. Sangin Quite a lot, only slightly, very much havi eg hoyrt áður á donskum - tað er ein av sálmunum, sum Teitur gjørdi herfyri í sambandi við reformatiónsfagnaðin. Í tekstinum tekur sálmaskaldið útgangsstøðið í sonevnda Goldberg depressiónstestini. Tað ljóðar møguliga eitt sindur kliniskt, men hesum sangurin er alt annað enn tað, hann er fullkomiliga fantastiskur, eg fái ikki hildið uppat uppat við at lurta eftir honum og eri so spakuliga við at venja meg við tað merkiliga syntetiska kórið eisini. Tað ljóðar fremmant, men er fleirfaldaða røddin á Teiti. Orðingin, ið verður endurtikin er “without you” og rakar saman við yndisliga, einfalda laginum beint í hjartað. Tað sama kann sigast um alla hesa eyðmjúku útgávuna hjá einum sangskrivara, ið fremst av øllum ynskir at vera fittur og góður, og sum finnur gleði í teimum smáum lutunum.

Tann gleðin kann vera stór. 

Veitslan - ein varði

Foto: Tormod Lindgren

Foto: Tormod Lindgren

Tað er ikki eiti á móttøku, sum sjónleikurin Veitslan undir leikstjórn av Maritu S.Dalsgaard, hevur fingið í Keypmannahavn. Leikurin Veitslan alias Festen varð framførdur á Betty Nansen Teatret 7.juni í sambandi við CPH STAGE. Veitslan varð upprunaliga sett upp í Føroyum sum ein stór norðurlendsk verkætlan, leikurin varð frumsýndur í Løkshøll og var síðani á ferð í Norðurlandahúsinum og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Eg sá leikin í Norðurlandahúsinum og skilji væl ta góðu móttøkuna, tí hetta var sannførandi og nakað heilt serligt og ein imponerandi verkætlan. Ein uppdaterað versjón av kenda danska dogmefilminum hjá Thomas Vinterberg og Mogens Rukov, sum Bo hr.Hansen lagaði til pall, sum Kristianna Winter Poulsen hevur týtt til føroyskt og sum undir hond Maritu S.Dalsgaard er blivið til eitt sjávstøðugt føroyskt leikverk, myndað av norðurlendskum samstarvi. 

Leikarar eru: Hilmar Joensen (FO), Rasmus Lyberth (GL), Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS), Gunvor Reynberg (DK),  Hjálmar Dam (FO), Hannes Óli Ágústsson (ÍS), Beinta Clothier (FO), Eyð Berghamar Jacobsen (FO), Barbara K. Andreasen (FO), Johanna Roos Slættanes  (FO), Sonne Smith (FO), Karin Djurhuus (FO), Allan Dalsgarð (FO), Jógvan Salomon Joensen (FO), Gunnvør Joensen (FO), Gunnvá Zachariasen (FO), Birta Biskopstø (FO), Jógvan Salomon Joensen (FO), Róaldur Dalsgarð (FO), Johannes Andreas Dalsgaard Johannessen (FO), Hilmar Joensen yngr. (FO), Dukkan Fía (FO). Scenografi, video, klæði og foto gjørdi Tormod Lindgren (NO). Tónleik og ljóð gjørdi Joachim Holbek (DK), ljós og tøkni stóð Turpin Djurhuus fyri (FO). INSTRUKTØRASSISTENT: Gunnhild Michelsen (FO).

Donsku ummælarirnir fegnast m.a. um leiklistarliga avrikið hjá Hilmari Joensen og Hjálmari Dam, fyrrnevndi hevur tann eina høvuðsleiklutin sum pedofili pápin, Helgi, tann seinni er elsti sonurin Kristian, hvørs uppgerð, leikurin snýr seg um. Eg kann leggja aftrat, at leikararnir allir sum ein á sannførandi hátt mynda eina føroyska veitslu, og at Gunnvør Reynberg var merkisverd sum kona Helga - eitt stillisligt konsentrat av fornoktilsi. Nøkur ár eru síðani, eg sá leikin, men eg minnist enn hvussu Beinta Clothier rørdi meg sum tann nervøst brosandi, semjusøkjandi, skroypiliga systirin, hon leikti við eini kraft, sum rakk heilt niðan á ovastu stólarøð í Norðurlandahúsinum. 

Í Betty Nansen Teatret hava tey havt eina ordans fest. Sóley Freyja Eiríksdóttir viðmælir Veitsluna, hon er púra hugtikin av leikinum og heldur á den4vaeg.dk tað vera stórt spell um ikki fleiri fáa høvið at síggja leikin. Ummælarin á heimasíðuni ungtteaterblod, Christian Skovgaard Hansen heldur, at Veitslan er púrasta gjøgnumførd og at pallsetingin hjá Maritu S.Dalsgaard er fantastisk: “Der er feststemningen denne aften. Det hele er gennemført, og festen begynder allerede ved ankomsten til teatret, hvor vi bliver modtaget med et glas snaps. Marita S. Dalsgaards iscenesættelse er fantastisk. Hun udnytter ikke alene selve scenen, men hele salen inddrages. Skuespillerne løber frem og tilbage i salen, så det føles som om, at hele publikum er en del af gæsterne til festen. Denne aften er der en del færinger i salen, hvilket også hjælper på stemningen. Vi er alle gæster til den ubehagelige fest, hvor den dysfunktionelle familie udstilles. Hemmeligheden afsløres, så stemningen skifter. Reaktionerne er forvirring, chok og vantro. Kan det virkelig være rigtigt?”.

Ummælarin rósar eisini norðurlendsku dimensiónini, at tað eydnast í leikinum at savna saman tær ymisku norðurlendsku mentaninar og málini í leikinum, so at alt gongur upp í eina hægri eind. Scenografiin hjá Tormod Lindgren verður eisini viðmælt, hon er einføld, men pallskiftini fungera “fornemt”. Allir leikarar eru góðir og passa til teirra leiklut, heldur Skovgaard Hansen og um Hilmar Joensen skrivar hann: “Fremhæves må dog enkelte. Hilmar Joensen som faderen Helge/Helgi er den kærlige far, der efterhånden viser sig at være en stærk og dominerende patriark, der ikke angrer sine handlinger. Han ligner uden på alle os andre, men han har vist sin kærlighed til børnene på en afskyvækkende måde, som det er svært at fatte sympati for... Hjálmar Dam er en voldsom, men samtidig sårbar og forpint Christian/Kristjan. Uhyggen og hadet stiger gennem forestillingen, indtil det viser sig, at faderen har begået synden, men ikke angrer den. Som hans modsætning er Hannes Óli Ágústsson den anden søn Michael/Mikkjal, som bralrer op og er rapkæftet...”

Á heimasíðuni cphculture.dk letur ummælarin Michael Søby Veitsluni hægsta stjørnutal, leikurin fær 6 stjørnur. Hann fagnar mátanum, sum Veitslan alias Festen hevur við sær føroyskan tónleik og veitslumentan. Hann rósar Hilmar Joensen og Hjálmar Dam: “Hjálmar Dam giver et intens portræt af den forpinte Christian, tilsynelandende opslugt af hævntørst, men i sidste ende måske blot ude i et desperat forsøg på at komme sig over søsterens død, så han kan komme videre med sit liv. Det gælder egentlig også for den brovtne søn Michael, som Hannes Óli Ágústsson fylder med aggressivitet og faderkomplekser. Problembarnet, som forældrene har forsøgt at gemme af vejen på en kokkeskole i Island, men også det forgæves...”. Ummælarin rósar somuleiðis Rasmus Lyberth og heldur, at í hesum leiklutinum er tað genialt at velja Rasmus Lyberth. “For hvis der er nogen, der er ramt af racistiske fordomme i Norden, så må det være ældre grønlandske mænd. Rasmus Lyberth spiller med styrke og værdighed, og får i et enkelt sangnummer anslået en dyb åndelig kraft, der hæver ham op over familiefestens stadig mere groteske optrin..”. Michael Søby endar sítt ummæli við at skriva, at Veitslan alias Festen er annað og meira enn ein góð leiklistauppliving. Her tekur hann serliga fram norðurlendska samstarvi og heldur, at sýningin er ein varði, sum fer at verða standandi.

Listaportalurin hevur fingið eina viðmerking frá leikstjóranum, Maritu S.Dalsgaard, ið greiðir frá, at hon framleiddi turnéuppsetingina fram til endaspurtin: "Tá tók Laufey Brynhildardóttir yvir - uttan hana varð hetta ikki komið so væl undir land. Vil við hesum bert tryggja mær at hennara arbeiði ikki dettur niður ímillum, sum tað hjá konum ofta hevur fyri vana at gera. Aðrar avgerandi konur eru: Gudny Eysturoy, Katrin Nolsøe Asley Højgaard, Chirstin Dahl Plate, Vibeke Windeløv Gunnvør Joensen, Sissal Olafsdottir, mamma mín Eydna Dalsgaard og mínar systrar Marjun Dalsgaard, Kristina Dalsgaard, og sum altíð: Sámal Clothier."

Hiðani av Listaportalinum verður ynskt teimum øllum til lukku við framúrskarandi úrslitinum.

Hansina Iversen - Steinprent

F4E955AC-A6BF-4BBF-88CA-62D9634A1BF1.jpeg

Um summarið er nógv virksemi í Steinprenti og fyri hvørt ár verður mentanarturiststreymurin størri. Og tað er væl skiljandi, at tey koma í Steinprent, tí har er nógv at síggja. Umframt framsýningina hjá Randi Samsonsen er hópin av grafikki at síggja. At tað ber til at arbeiða í øllum rokinum, er ilt at skilja, men tað gera tey allíkavæl javnt og samt. Danski listamaðurin, Peter Callesen hevur arbeitt á verkstaðnum seinastu tíðina - hann hevur fingið 3 áhugaverd steinprent burturúr, sum verða partur av eini forkunnugari og sera øðrvísi framsýning við hansara verkum seinni í ár. Nógv meira um hetta seinni.

Tá eg var inni í gólvinum í Steinprenti í dag, gjørdist eg ovfarin av øllum prentunum hjá Hansinu Iversen, sum hingu á endavegginum. Hon hevur arbeitt í tveimum umførum og hevur fingið fleiri ymislig prent burturúr, sum eru full av mótsetningum, ikki minst tilfarsliga. Hygg bara at prentinum ovast. Er tað ikki sum um at eldur er í innaru litunum, sum tykjast bæði smelta og kølna av gjøgnumskygda skapinum av silvurgráum, ið er átøkt einum silkipappíri ella er tað eitt høvd, sum manifesterar seg á myndaflatanum? 

 

3BA18D2C-293F-40FA-88ED-76063C2CEB09.jpeg
2725C5F6-9F9D-4259-877F-CE7B9057251E.jpeg
86353165-C580-4C20-99CB-B18F0A8B8DB4.jpeg

Summarbókaviðmæli

bøkur.jpg

Ein slíkur kaffiangandi summarsunnumorgun er sum skaptur til avíslesing, so tað havi eg gjørt í morgun. Eg havi lisið Dimmalætting og Sosialin, nógvar síður um ógildaðar uppsagnir og løgnar dispositiónir, og í Sosialinum stendur eitt summarbókaviðmæli. Her er mítt summarbókaviðmæli. Tað er hvørki anonymt ella objektivt. Og eg uppdagaði, at tílíkir morgnar kunnu strekkjast øgiliga langt og at teir eisini rigga til at lesa leikapetti og yrkingar.

35049826_10216897095682663_2047451630588133376_n.jpg

Viðmæli 1: Tóroddur Poulsen: Himnahyljar

Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen er gott og verður betri, tá tú lesur tað umaftur. Tað eitur nakað so glitrandi og speglandi sum Himnahyljar. Yrkingin omanfyri er haðani, ein einføld og djúp ávaring ímóti rutinuhugsan og mentalum automatpiloti og tí loysir tað seg eisini at lesa yrkingarnar nógvar ferð. Hjá mær valdast upplivingin eitt sindur av mínum egna lagi - onkuntíð varnist eg mest skemtið og flenni at teimum beinraknu speisku lýsingunum av okkara samtíð í savninum. Aðrar tíðir rørist eg av melankolska tónanum, av einseminum í reglunum og beint í áðni gjørdist eg varug við originalitetin og kompleksitetin í teimum einfaldastu orðingunum. Bókin byrjar við eini smidligari, slingrandi vikuskiftisyrking, hvørs skap samsvarar innihaldinum. At yrkja og at skapa eru enn sum áður høvuðsevni í yrkingunum, eins og fleiri spískar viðmerkingar eru til samtíðina t.d. til okkara angist fyri at siga tað, vit í roynd og veru meina og til erkvisnar grannar, sum taka sær tikni av roykinum frá einum báli, tí tað fær teirra klæði á snórinum til at lukta av royki. Tóroddur Poulsen er ein sannur meistari, tá tað kemur til at orða pregnantar reglur við týdningum, sum kunnu fara fleiri vegir. Tað er honum so líkt at velja ein tekst til endayrking, sum er full av byrjan, av vón og av vanda: “okkurt/ nýtt/ sum ikki/ skal sigast/ men síggjast/ hóttir/ sjónarringin”.

Viðmæli 2: Anna Malan Jógvansdóttir: Korallbruni

Bæði evni og umhvørvi í yrkingasavninum fáa allar kliché-alarmlampur at blinka og tí er tað tess meira imponerandi, at tað eydnast Onnu Maluni at fáa frásøgnina um tað suicidala yrkjaraegið, sum gerst eitt við havið, til góðar yrkingar. Tað hevur við málið at gera, og í hesum yrkingasavninum megnar hon bæði tað minimalt reduktiva og tað maksimalt sansiliga, erotiska og uppøst endurtakandi, so at tað er ein fragd at lesa, eisini úti á Boðanesi, tá sólin skínur - Har er líðing og blóð í deyðanum. Kroppurin doyr og søkkur til botns og á botninum gera havsins djór sær dælt av honum. Krabbar og gággur leggjast á og verða likamliga eitt við yrkjaraegið. Meðan henda prosessin er í gongd, gongur eisini ein annar leikur fyri seg, sum fyrst er ein samrøða millum havið, sonevnda gágguhjartað og aðrar verur. Miðskeiðis í bókini er ein mynd, eitt ravmagnshjartarit ella eitt EKG av tí slagnum, sum verður gjørd, tá tú kemur til kanningar á sjúkrahúsinum og elektrodur verða settar ymsastaðni á yvirkroppinum at máta virksemið hjá hjartanum. Gágguhjartað er eitt slag av høvuðspersóni í frásøgnini. Tað liggur væl vart inni í eini gágguskel og ber, sum tað so vakurt stendur, beinagrindina uttaná. Hjartað er eftir øllum at døma gitnaðarført og leggur rogn, sum klekjast út í ljósið alt í meðan kroppurin upploysist, verður etin av fiskum og fer í eitt við havsins lívrunnu vøkstir: "eygnatarin blundar/ munntarin gapar reytt/ andlitstarin sveimar tungt". 

3. Trygvi Danielsen/Silvurdrongur: Silvurbók.

Nýggja yrkingasavnið hjá Trygva Danielsen er somuleiðis samanhangandi, skrivað við smáum stavum uttan yrkingaheiti. Yrkingarnar eru bygdar upp um eitt sansandi og viðmerkjandi eg, sum er Silvurdrongur. Silvurdrongur er altso alter ego eins og t.d. Ziggy Stardust var tað hjá David Bowie og eg haldi, at Silvurdrongur minnir eitt sindur um yrkjaran, Trygva Danielsen. Hann er ungur, miðskeiðis í tjúgunum, men følir longu andadráttin frá næsta ættarliðnum, teimum dugnaligu og stílsliga tilvitaðu anda seg í nakkan samstundis sum tey vilja taka selfie saman við Silvudrongi. Tað dámar honum allarhelst væl, tí hann er narsissist (tað sigur hann sjálvur), men hann er eisini ein uttanfyristandandi alien, sum lyftir seg upp frá gerandisdegnum ella sum skrivað stendur á síðu 39: ...gjørdi dronginum/ eina nýggjárslyftu/ at hevja seg upp/ úr flóðalduni/ av eygnakontaktum/ sum vit skeita á/ tá vit skríða og skragga/ út úr bussinum.. (s.39 í Silvurbók). Hann lýsir seg sum eygleiðara, ið stendur fyri seg sjálvan, men Silvurdrongur er í grundini ein nokk so typiskur ungur poetur, ið sjálvandi finst at etableraða samfelagnum, teimum, sum liggja á sofuni og spæla Gekk og síggja X-Faktor og teimum, ið verja seg við kynismu tí sum tað stendur í yrkingini at “tey /ræðast/ at røra /tey /sum mest /hava /brúk/ fyri einum klemmi”. Silvurdrongur ræðist ikki klemm og ætlar sær eftir øllum at døma at liva sterkt og doyggja rúsaður – hann hevur ikki í hyggju at skjóta ella heingja seg sum Hemingway og Robin Williams, men at fara meira snildisliga fram eins og Aldous Huxley – her mátti ummælarin googla – (eg var ikki greið yvir, at kendi høvundurin, sum í 1932 skrivaði A Brave New World, bað um og fekk innspræningar av LSD frá konu síni, tá hann lá til at doyggja). Í Silvurbók verður funnist at idealistum av ymiskum slag, tjóðskaparromantikarum, poetiskum, idealistiskum, humanistiskum og  filantropiskum romantikarum. Og sjálvandi fær akademiski romantikarin ein serligan ein yvir nakkan, tí akademikarin sær ikki veruleikan fyri nalvaull – hetta er ikki fyrstu ferð mann sum akademikari møtir hesum ikki serliga flatterandi skoðsmálinum. Funnist verður sum heild at etableraða samfelagnum í okkara tíð við sjálvsdyrkandi materialismu, perspektivleysari kroppsdyrkan og fíggjarligum grammleika, sum hevur við sær, at hvørt elalítið rúm ella kurpali í høvuðstaðnum nú verður leigað út til air-bnb, so at vit tjena kassan, samstundis sum vit hava medborgarar, ið einki hava at búgva í.

4.Eyðun Johannessen: Míni leikapetti

Um nú lesarin av órannsakiligum og óforstáiligum orsøkum ikki tímir at lesa yrkingar, so kann tað vera, at hann ella hon í staðin skal velja sær Míni leikapetti hjá Eyðuni Johannessen sum summarbók. Henda bókin er sjáldsama væl skrivað, hon er vøkur og so er hon eisini poetisk í støðum, tað sæst longu á lýsingini hjá rithøvundinum av bókini:

Mjørkin hevur altíð drigið meg at sær. 
Sparrar upp allar sansir. 
Ger tað kenda nýtt og margfalt.
Nú ið árini hava nomið tey áttati,
havi eg roynt at kaga aftur um bak
og litið inn í mín mjørka.
Hvat er tað, eg síggi og upplivi?
Eg sigi ikki, at hetta er sannleikin um meg. 
Teir eru fleiri og marglittir.
Eg royni at reka teir
eins og hvítar, morreyðar og flekkutar seyðir, 
í rætt.
So kann lesarin, í sínum lag,
tumma teir og meta um vektina.
Søgan er um ein havnardrong,
sum frá barnaárum veksur upp
í einum umhvørvi, har
Sjónleikarhúsið – „Tað reyða húsið“ – 
gjørdist ein depil og mín gyklaði heimur.

Í bókini er hópin av myndum úr føroysku leiklistasøguni. Harumframt eru ymiskar ritroyndir, ið snúgva seg um Sjónleikarhúsið, um lívið hjá Eyðuni Johannessen, ein røða, tá Annika Hoydal fekk Mentanarvirðislønina, har eru greinar og stubbar, byrjanin til eina skaldsøgu, eitt bræv osfr. Aftrat sínum egnu frásøgnum hevur Eyðun Johannessen valt at taka fýra ummæli við í bókina, trý donsk ummæli, umframt eitt ummæli hjá Sverra Egholm av Glataðu Spælimonnunum, tað elsta ummælið er frá 1989, tað nýggjasta frá 2008 - hetta munu vera ummæli, sum Eyðuni Johannessen dámar og tað er áhugavert, at hann ikki hevur tikið nakað av teimum mongu føroysku ummælunum við, sum komu í kjalarvørrinum av stórverkum, sum hava verið framførd á Tjóðpallinum, Meðan vit bíða eftir Godot, Kravravnar, Tóm Rúm, Havfrúgvin. Sum ummælari er hetta nakað, eg leggi merki til og undrist á. Aðrir lesarar fara at leggja merki til ymiskt annað, tí soleiðis er hendan bókin - her eru nógvir møguleikar og bókin kann bæði lesast intenst út í eitt og meira leysliga, har kagast kann í myndir, í yrkingar osfr. Bókin er áhugaverd - ikki minst er "Bræv til ein vinman" sera spennandi. Her fyriheldur leikstjórin Eyðun seg kritiskt til ymiskt í handritinum hjá Jóanesi Nielsen til Havfrúnna. Søguligar enduminningar visionerar framtíðarvónir eru spennandi at lesa, men seriøs, samtíðarlig listakjak av hasum kalibrinum hava vit ikki nógv av og tey mangla!

Olaf Johannessen fekk serligan Reumert-heiður

serprís.jpg

Leygarkvøldið 9.juni var hátíðarhald í danska sjónleikarumhvørvinum, tá Reumert-virdislønirnar vóru latnar. Hæddarpunktið á kvøldinum var, tá Årets Hæderspris var latin og tað gjørdist greitt, at ársins móttakari av virðingarmiklu heiðurslønini (Årets Hæderspris) frá Bikubengrunninum er føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen. Nógvar rósur og lovorð vórðu søgd um sjónleikaran, sum glaður og ovfarin sendi rósurnar víðari til familju sína. Umframt heiðurin fær heiðurslønarmóttakarin 200.000 krónur. Her er røðan, ið varð hildin fyri Olafi Johannessen:

http://www.mynewsdesk.com/dk/bikubenfonden/videos/skuespiller-olaf-johannessen-modtager-aarets-haederspris-2018-37658

Kære Olaf Johannessen 

Må jeg begynde med at citere dig for din slutreplik i forestillingen Mefisto på Betty Nansen Teatret for et par år siden. Du sagde replikken med den knivskarpe og lidt sarkastiske diktion, vi kender dig på. Den lød:

”Jeg er jo bare en ganske almindelig skuespiller!”

Du spillede dengang den tyske stjerneskuespiller Gustav Gründgens. Det var en rolle. Men du kunne sikkert finde på at sige det samme om dig selv – lige så slebent og underspillet: ”Jeg er jo bare en ganske almindelig skuespiller!”

Men vel er du ej!! Det er derfor, du står her i aften: Fordi du er alt andet end ’ganske almindelig’. Fordi du er en dybt original skuespiller! Med en enestående karriere i dansk teater. – En karriere, der har ført dig ad krogede og egensindige veje. Hele tiden på jagt efter udfordringer. Du vælger konsekvent det risikable, det udsatte.

Du tilbragte ni år som fastansat på Det Kgl. Teater mellem 1994 til 2004 og derefter gik du nye veje, der bragte dig til andre scener og andre lande…

Du rejste til Færøerne for, sammen med din kæreste Marita Dalsgaard, at spille Carol Rocamoras I take your hand in mine. Vi så dig på Sorte Hest Teatret som en dæmonisk og mystisk skovfoged i Vivian Nielsens Hjorten. Så – op ad trapperne til 4. sal under loftet i det gamle Husets Teater for at spille spansk teater. Og så på Grønnegårdsteatret for at spille Noel Cowards Privatliv – ’med krukket elegance, sleben kynisme og livstræthed’.

Og pludselig ser vi dig midt i travle, succesfulde år forsvinde til Tyskland for at optræde i fire sæsoner på Schauspielhaus i Düsseldorf og derefter i Bochum og Basel. Du indkasserede endda en nominering til en af Tysklands store teaterpriser, Faust-prisen, for hovedrollen i Henrik Ibsens Peer Gynt, en kæmpeopgave. På tysk! 

Din bevidste enegang har også i den seneste sæson ført dig til roller og præstationer, som er med til, at du nu skal have vores Hæderspris.

På Nørrebros Teater har vi jublet over Chaplins Diktatoren, hvor du det ene øjeblik er den højt kværnende, heilende demagog – det næste er den jødiske barber, der løber om hjørner med sine forfølgere.

Og på Betty Nansen Teatret var du i Requiem værtshusholderen, der sidder på en bænk og følger sine gæsters ævl om druk og sex og bedrag lige så lidenskabsløst og uanfægtet som en Humphrey Bogart i Casablanca.

Forbløffende, karismatiske skuespillerpræstationer, der bekræfter den enestående rolle du har blandt danske teaterkunstnere.

"En ganske almindelig skuespiller"? Vi spørger bare.

 

Móttakarar av somu virdisløn:

Silvurbók

siluvr1.jpg

Mín silvurbók er lítil og vøkur. Hon er silvurlitt og á henni flýtur ein ørgrynna av glitrandi sáðkyknum - Tær svimja so hugagóðar og miðvísar oman eftir permuni til høgru móti einum rundleittum skapi – er tað eitt egg, jú, kanska eitt speilegg, men tað líkist meira einum óidentifiseraðum flúgvandi objekti. Og kanska er tað ein UFO, eftirsum vit sambært yrkjaranum Trygva Danielsen eru alien. - Nú byrjaði eg eitt sindur flúgvandi við at lýsa permuna á yrkingasavninum Silvurbók, allar bøkurnar eru prýddar hvør sær og eru ymiskar. Formliga tilvitið sæst eisini á uppsetingini av yrkingunum, har samsvar í fleiri førum er millum skap og innihald. Yrkingasavnið er partur av eini verkligari tríeind, sum eisini fevnir um film og tónleik. Aftast í savninum standa loyniorð, so at farast kann á netið at lurta eftir Silvurplátu og hyggja at filminum 111 góðir dagar. Hetta er eitt ummæli av Silvurbók, Silvurpláta er ein tónleikaútgáva, hon er eksperimenterandi og í støðum rættiliga syrut, men við fleiri serstakliga góðum orðasangum sum t.d. Alien og Rógv ella Ró. Tí umframt at hava veruligt hitt-potentiali við uppramsandi rímgongdum, sum sita, raka bæði orð og tónleikur nútíðina, og eru serstakliga her og nú. Í orðastreyminum flúgva allar møguligar løgnar orðingar framvið, og okkurt er fúlt, men ikki er tað øgiliga nógv fúlari enn tað, vit hoyra í amerikanskum mainstreamtónleiki og eg haldi ikki, at vit skulu ræðast - tí tað svingar hjá Silvurdrongi og har er perspektiv í staðfestingini av, at jørðin eru líka nógv partur av rúmdini sum hinar planetirnar og at vit altso eru líka nógv alien sum øll hini.

Nógvir miðlamøguleikar eru í Silvurverkætlanini, men allíkavæl so dámar mær væl at sita við teirri lítlu silvurbókini og lesa í frið, eg elski bókaformatið - tað er so einastandandi óforstýriligt at sita við sløktari teldu og lesa í einari bók. Konsentratiónin rýkur upp beinanvegin og tað er gott, tí henda bókin er frá allarfyrstu síðu so óvanliga nærverandi og til staðar, at tað næstan er ov nógv. Bókin vendir sær til lesarin sum var talan um eina new age lívsstílsbók ella eina pammflett frá Scientology ella Illuminati. – “Hey tú. Vælkomin og takk fyri. Eg elski teg.Tú ert líka sum eg. Tú ert okkurt...” – og so framvegis. Bókin hjá Silvurdrongi er bygd upp sum eitt tónleikaverk við preludium og postludium umframt trimum rørslum, ið hava italsk tónleikaundirheiti. Vit byrja í tí stilla og fara síðani eitt sindur upp í tempo. Annars er savnið samanhangandi, skrivað við smáum stavum uttan yrkingaheiti. Yrkingarnar eru bygdar upp um eitt sansandi og viðmerkjandi eg, sum er Silvurdrongur. Silvurdrongur er altso alter ego eins og t.d. Ziggy Stardust var tað hjá David Bowie og eg haldi, at Silvurdrongur minnir eitt sindur um yrkjaran, Trygva Danielsen. Hann er ungur, miðskeiðis í tjúgunum, men følir longu andadráttin frá næsta ættarliðnum, teimum dugnaligu og stílsliga tilvitaðu anda seg í nakkan samstundis sum tey vilja taka selfie saman við Silvudrongi. Tað dámar honum allarhelst væl, tí hann er narsissist (tað sigur hann sjálvur), men hann er eisini ein uttanfyristandandi alien, sum lyftir seg upp frá gerandisdegnum ella sum skrivað stendur á síðu 39:

 

...gjørdi dronginum

eina nýggjárslyftu

at hevja seg upp

úr flóðalduni

av eygnakontaktum

sum vit skeita á

tá vit skríða og skragga

út úr bussinum..

(s.39 í Silvurbók)

Hann lýsir seg sum eygleiðara, ið stendur fyri seg sjálvan, men Silvurdrongur er í grundini ein nokk so typiskur ungur poetur, ið sjálvandi finst at etableraða samfelagnum, teimum, sum liggja á sofuni og spæla Gekk og síggja X-Faktor og teimum, ið verja seg við kynismu tí sum tað stendur í yrkingini at “tey /ræðast/ at røra /tey /sum mest /hava /brúk/ fyri einum klemmi”. Silvurdrongur ræðist ikki klemm og ætlar sær eftir øllum at døma at liva sterkt og doyggja rúsaður – hann hevur ikki í hyggju at skjóta ella heingja seg sum Hemingway og Robin Williams, men at fara meira snildisliga fram eins og Aldous Huxley – her mátti ummælarin googla – (eg var ikki greið yvir, at kendi høvundurin, sum í 1932 skrivaði A Brave New World, bað um og fekk innspræningar av LSD frá konu síni, tá hann lá til at doyggja). Í Silvurbók verður funnist at idealistum av ymiskum slag, tjóðskaparromantikarum, poetiskum, idealistiskum, humanistiskum og  filantropiskum romantikarum. Og sjálvandi fær akademiski romantikarin ein serligan ein yvir nakkan, tí akademikarin sær ikki veruleikan fyri nalvaull – hetta er ikki fyrstu ferð mann sum akademikari møtir hesum ikki serliga flatterandi skoðsmálinum. Funnist verður sum heild at etableraða samfelagnum í okkara tíð við sjálvsdyrkandi materialismu, perspektivleysari kroppsdyrkan og fíggjarligum grammleika, sum hevur við sær, at hvørt elalítið rúm ella kurpali í høvuðstaðnum nú verður leigað út til airbnb, so at vit tjena kassan, samstundis sum vit hava medborgarar, ið einki hava at búgva í.

 

Vit eru

turistar í tilveruni

á samlibandinum

meir ella minni

fabriksframleiddir

týskir pensionistar

sum lúra í vindeygu á reyni

í eineggjaðum regnjakkum

við matpakka í lummunum

og taka myndir

av postkortum

tá vit lána vesið

í Norðurlandahúsinum

(s.34 í Silvurbók)

 

Í yrkingunum hómast eitt ávíst lyndi til at venda tingunum við. Í staðin fyri at loypa út úr skápinum sum nakað spesielt, umhugsar yrkjaraegið at loypa út sum okkurt vanligt, sum sjómaður ella sum alien. Onkrar yrkingar fáa meg at hugsa um Tórodd Poulsen og tað er ikki bara tí báðir yrkjarar eru úr Havn og skriva tekstir við kritiskum hugburði mótvegis turismu, materialismu og etableraða spíssborgaranum. Her er eisini formlig samanfall við orðaspæli og denti á mótsetningar. Fastar orðingar verða loystar upp og brúktar á nýggjan hátt, eins og sansaøki, sum vanliga einki hava við hvørt annað at gera, verða sett saman sum tá tosað verður um at føla eftirsmakkin av longslinum. Og sjálvandi er alt hetta vanlig fyribrigdi í modernistiskum yrkingum, men eg haldi, at okkurt er í tí tilfarsliga í summum yrkingum, sum minnir meg um Tórodd Poulsen. Í eini yrking stendur t.d.: “tí eg saknaði teg/ heilt har uppi/ yvir skýggj/ tá eg feyk í vindinum/ meðan tú vart moldin/ og bíðaði tolin/ til eg krassjaði” (s.61). Kanska eru orðaspølini hjá Trygva Danielsen øðrvísi og meira kringlut enn tey hjá Tóroddi Poulsen – í Silvurbók verður til dømis tosað um at jarðbera lygnina, um statoilstøðina í sálarbotni og um at bryggja bøtuflaka. Yrkingarnar hjá Trygva Danielsen hava somuleiðis eina meira staccato-kenda rútmu við einum ella fáum orðum á hvørjari reglu. Viðvíkjandi inspiratión ella at líkjast øðrum listafólkum, haldi eg í grundini ikki, at tað er nakar trupulleiki um eitt ungt listafóllk tekur okkurt upp, sum vit hava hoyrt fyrr. Tey allarflestu hava fyrimyndir á ungum árum, tey mennast og gerast so við og við meira sjálvstøðug, eg haldi, at Trygvi Danielsen hevur tikið seg nógv fram síðan vit seinast hoyrdu frá honum. Tað, sum hevur týdning er um nakað verður sagt her sum ikki kann sigast á nakran annan hátt enn tað verður sagt her og um nakað nýtt verður sagt her. Svarið er játtandi; Silvurbók inniheldur fleiri góðar yrkingar, bæði speiskar, stuttligar og inniligar.

 

eg vil kava í vatnið

sum vit krupu úr

í fyrndini

áðrenn hetta málið

var hugsandi

og vit settu eld

á pínuna

við spjøldrum

úr skipsreka

 

eg vil læra

at ganga

á jøvnum skóm

við tey

sum seta seg

lægri

uttan at leggja seg

omaná

 

eg vil duga

at síggja teg

í eyguni

við kærleika

og blíðseminum

sum tú speglar

sjálvt tá tú varnast

mína ljótu tatovering

 

eg vil gloyma

alt sum spøkir

í eini aðrari tíð

har eg

óvitandi

ferðist

tá sinnið

gloppar bakdyrnar

 

eg vil reinsa

húðina

tankarnar

samvitskuna

gólvið

løtuna

klæðini

og tíðina

sum vit høvdu tað sama

(s.86 og 87 í Silvurbók)

Silvurdrongur er málgagn hjá sínum ættarliði, tá hann syngur “at tað tú velur tað er longu valt/ tínar dagar hava vit longu talt”. Tað er eitt ungdómstema við variatiónum og snýr seg um nútíðar ung, sum allar sínar dagar hava fingið at vita, at tey hava ALLAR møguleikar og at tey kunnu ALT, tí tey hava alt. Samstundis eru miðlarnir á tremur i av dystopiskum dómadagsscenarium, av terror og hárreisandi pedofilisøgum og eini planet, sum skríður í skræðuni. Ei undur í, perspektivið eina løtu flytir seg út millum stjørnurnar.

silvur2.jpg

Jóhan Martin x 3

tom.jpg

Ikki kann sigast annað enn, at listamaðurin Jóhan Martin Christiansen megnar at halda dampinum uppi, nú hann er farin niður aftur til Danmarkar aftan á fleiri verkætlanir í Føroyum. M.a. hevði hann saman við Hansinu Iversen framsýningina Lonely Hearts, og hann hevur somuleiðis arbeitt við verkum til Glasir. Hetta komandi vikuskiftið verða verk hjá Jóhan Martini Christiansen við á trimum framsýningum í Keypmannahavn og í Klaksvík. Framsýningin Face of another verður at síggja í Galleri Susanne Ottesen frá 1.juni til 11.august. Hin framsýningin, Cast Away letur upp hjá Tom Christoffersen í morgin, 1.juni og verður at síggja inntil 30.juni. Harumframt er Jóhan Martin eisini við á Summarlist 2018, sum letur upp í Posthúskjallaranum á Norðoyastevnu 2.juni klokkan 15, framsýningin er opin bæði leygardag og sunnudag frá kl.15-20 meðan stevnan er.

Her eru tíðindaskrivini.

Face of Another

Nanna Abell (1985, DK), Ib Braase (1932-2009, DK), Jóhan Martin Christiansen (1987, DK/FO), Christine Overvad Hansen (1988, DK), Emil Westman Hertz (1978-2016, DK), Silas Inoue (1981, DK), Sandra Mujinga (1989 NO), Nina Nowak (1984, DE), Kirsten Ortwed (1948, DK), Julia Phillips (1985, DE). 

The exhibition Face of Another showcases a selection of works that in various ways are occupied with destabilizing established boundaries between object and subject – between human and world. The exhibition finds its inspiration in the novel The Face of Another (Tanin No Kao), published 1964 by Japanese author Kobo Abe, and its study of fluid identities and the disruption of a hard-drawn distinction between body and matter. 

The novel’s first-person narrator, a scientist, accidentally loses his face by etching during an experiment. This becomes the starting point of a long process - he proceeds to create a mask in order to obtain a new face and identity – a flesh dummy of sorts. This process allows the narrator to reflect on the fluidity of identities and genders and to consider the means of objects becoming part of the body. Man and mask melts into one new body, inherently changing the scientist’s whole way of looking at, and being in, the world. 

The exhibition title’s face of another should not necessarily be understood as something recognizable as a face – eyes, ears, mouth – but rather as something representing the idea of an other (being object or person) and the ways of engaging in a bodily relation with it or them. Typically, the face is perceived as essential in our initial bonding with others - as something pointing to humaneness. In Kobo Abe’s novel, the human face is replaced with a mask. A prosthesis. As in Abe’s novel, an actual face only appear in very few of the exhibited works. One of them is in Emil Westman Hertz’ sculpture made out of newspaper: the image of a head, a recurrent motif in his oeuvre often titled face of another. In other of the exhibited works the relation to the novel will seem more peripheral, but several works possess a certain needy and urgent, or perhaps even aggressive and violent, insistence on entering into a relationship – an insistence on becoming part of a body. 

A preoccupation in recent years with re-negotiating the relation between nature, body and our material surroundings, have made it possible to understand matter and non-human entities as living, vibrant and active players. As a consequence thereof, the body as we know it is dissolving and is increasingly constructed through a plenitude of parameters – material, gendered, technological, ecological and post-digital – in an ongoing discussion of our place in the world. Face of Another is not an exhibition about masks. But it is in various ways dealing with material as well as digital masking, camouflage, defenses and illusions. It deals with a modelling, a modification and a choreographing of the objects’ integration in and with each other’s as well as the viewers’ bodies. 

- Nanna Stjernholm Jepsen

 

Cast Away

Jóhan Martin Christiansen, Mia Line, Simon Rasmussen, Jean Marc Routhier & Lydia Hauge Sølvberg

Curated by Andreas Albrectsen


The finicky and time-fixated FedEx employee, Chuck Noland, managed to reach the shore of a deserted island following a plane crash in the Pacific Ocean. Here he spends four years of his life having to improvise a modern remake of the life of Robinson Crusoe. By collecting flotsam and developing an intense friendship with Wilson, the volleyball, he manages to make it back to civilisation. Chuck ’No Land’ has officially been resurrected as a human being, but society has long since filled out the void he left behind. Chuck goes from a life as a survivor to one of a living dead – a transparent voyeur in the world.

That is the plot in a feature film from 2000 whose title is shared by the exhibition in the second gallery space. The Harvard professor Svetlana Boym describes in The Future of Nostalgia how Hollywood often reverts to the story of aboriginal people in nature – in tandem with the emergence of computer-generated images. Since the release of Jurassic Park (1993) up to, and including, Avatar (2015), a post-apocalyptic pattern within technology and nostalgia has emerged in the American film industry.

With the spread of 3D printing, relief presentation has undergone a democratisation process. In theory, anything can be designed from home and given a manipulated spatiality. A tool with which to materialise not only our basic needs but also our longings. In the exhibition ‘Cast Away’, the five artists’ work form a fragmented anatomy. The material DNA of the works is industrial, digital, and organic. The artists have used steel, concrete, plaster, clay, paper, chewing gum, and cyberspace, respectively. A common feature shared by the works is a bodily memory that is visible or implied. Moreover, all contributions to the exhibition are based on existing models or ‘ready-mades’ – e.g. drawings, photos, or found objects.

In Simon Rasmussen’s work Floater (Not To Be Reproduced), the title refers to an optical phenomenon where small irregular spots, ‘floaters’, are suspended in the eye’s vitreous body, disrupting the field of vision. Where Rasmussen’s title refers to microscopic material, the work itself functions as a real obstruction of viewers’ ability to move freely about the gallery space. The 180 cm long 3D-printed exhibition bench in aerated concrete is self-contained and not designed for anyone to rest on. As an object, it has no function hence disregarding all design principles.As a work, however, it invites viewers to reflect on their own physical presence in relation to the room and the other works.

Whereas Rasmussen’s title refers to a visual disorder, Jean Marc Routhier’s work in the exhibition applies an optical illusion. With his characteristic laser-printing technique, Routhier creates a micro relief of toner dust on the paper, resulting, from a distance, in a figurative effect – a muzzy black smiley. Nevertheless, the face in Routhier’s work is a psychological trick of perception played by our brains. From nature, we are geared to instinctively creating familiar patterns in our surroundings – a practical measure for primeval people to spot eyes and faces of pursuers in hiding. Routhier’s laser-printed smiley is actually a xylographic reproduction of J.Th. Lundbye’s drawings from 1873. In the industrial A3 format, landscape and portrait fuse into a physical foreground and background between past and presence.

Jóhan Martin Christiansen’s plaster relief titled PAD is approximately the same size as an average face: 31 x 23 cm. If you place the work at eye level, your identity would, in theory, be concealed from the surroundings. In the Inuit culture, for example, the mask is a tool allowing the shaman to step into the world of spirits without being recognised. The title PAD refers to the English term for a flat, soft layer or a relief cushion. However, PAD is written in capitals, reminiscent of a digital world of screens and tablets – a world where you can also exist incognito. ‘Product (dis)placement’ would be an apt description of Christiansen’s work – the plaster cast was made from a piece of cardboard packaging material found in a waste container on a building site. The yellow repeated fragments of text form the word Ecophon; an insulating product used to optimise the acoustic environment in open-plan offices. It is a nice term for padding. In Christiansen’s work, the casing is also the content. PADis an after-image, a materialised shadow that viewers themselves must try to grab hold of.

The drawing and the sculptural image originate from the shadow cast by a sleeping young man. The outline of the shadow was drawn by a woman, who wanted to keep him for herself. When he left, his shadow stayed behind on the wall and the silhouette was later transferred to a relief by the father of the woman: the potter Butades. So, according to Roman tradition, the originator of drawing was a woman. Lydia Hauge Sølvberg’s relief combines line and sculptural image. The hand-drawn surface of the work emerges and activates the gallery space. Tegnet øre (Drawn Ear)can readily be interpreted as a shorn-off sensory organ, listening and silent. But changing the stress when pronouncing the work title, Tegnet øre will suddenly take on a different semantic meaning.‘Tegnet’ (The Sign) becomes a symbol. Sølvberg’s ‘ear’ is now somewhere between figuration and grammatical punctuation and its shape recalls the characteristic curve of a question mark – a personified keystroke one can confide in.

In Wilhelm Jensen’s novel Gradiva from 1903the protagonist Norbert Hanold is speaking to deaf ears. Hanold is a German archaeologist and, during a museum visit in Rome, he becomes obsessed with a classical relief representing a young woman walking, whom he names Gradiva. She appears to Hanold in a dream and he then embarks on a journey through Italy to find her. Wilhelm Jensen’s novel is unwittingly a description of a fictitious psychoanalytical case. Hence the novel (and therefore also the Gradiva relief) was examined with considerable interest by Sigmund Freud, who published an analysis of it. Freud even had a plaster cast of Gradiva hanging over the famous couch in his office in Vienna. Mia Line’s work is based on a copy of the relief located at Kurfürstenstraße in Berlin. Line has systematically photographed the relief and then made a digital 3D model of it, which she then, by using a CNC-machining process, has formed in jesmonite. To accompany this, she has created a Gradiva website which works as a fragmented view of the treatment of the female figure and the constant male gaze that she has been subjected to throughout history. In the digital space, Mia Line tries to add new layers of meaning to the interpretation of Gradiva – a revised female perspective on the mythological and objectified walking female figure.

- Andreas Albrectsen

 

Summarlist 2018

Aftur í ár skipar Norðoya Listafelag fyri Summarlist í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Ein framsýning, ið er opin alt summarið, og sum vísir nakað av tí, sum rørist í listini í 2018.

Framsýningin vísir list í breiðasta høpi, og fevnir frá málningalist og grafikk, yvir gipsverk, installatiónir, videoverk, interaktiva list og animatiónstekning til sniðgeving av einum plaggi gjørt úr spælikortum.

Summarlist 2018 er hugsað sum ein upplivingarframsýning, har ráðu rúmini í posthúskjallaranum er væl hóskandi karmur um ymisku listagreinarnar. 14 listafólk luttaka, og eru tey úr øllum landinum. Felags fyri tey øll er, at tey eru yrkislistafólk, flest øll eru útbúgvin innan listaøkið, og flestu teirra liva eisini av listini.

Flestu teirra, serliga tey yngru, hava nomið sær listaútbúgving uttanlands, í Onglandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Spania og Íslandi. Teirra list er á mangan hátt nýhugsandi, og við sínum íkøstum flyta tey føroysku listina, og geva tey henni, á ein hátt, ein nýggjan altjóða kendan dám.

Summarlist miðjar eftir at vísa, sokallaðu samtíðarlistina í góðum kørmum, og á einum týðandi palli mitt í býinum, í Klaksvík. Nevnliga í gamla posthúsinum, sum innan stutta tíð, broytir ham til eitt stásiligt mentanarhús.

Listólkini vísa hvør í sínum lagi sína list, sum er bæði innilig og í summum førum eisini sjálvrannsakandi. Listaáhugaðir gestir kunnu fáa listaupplivingar, í fjálga, fáa smílið fram, provokera, geva íblástur, og kanska fáa ein at hugsa, hvat list kann vera.

Men felags fyri øll verkini er, at tey eru skapt av listafólki, ið tora at standa við, tað tey umboða og hava uppá hjarta.

Takk til Eldrafelagið í Klaksvík, sum aftur í ár, trúliga ansar framsýningini. Takk til Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík fyri vælvild í sambandi við, at vit kunnu nýta hølini. Og takk til tey, sum hava hjálpt til við at gera framsýningina klára.

Norðoya listafelag ynskir øllum vælkomnum til SUMMARLIST 2018.

Framsýnarar í ár eru:

Astri Luihn

Dan Helgi Helgason í Gong

Fía Heinesen

Frits Johannesen

Hans Jacob Østerø

Heiðrik á Heygum

Jóhan Martin Christiansen

Jón Sonni Jensen

Jóna Rasmussen

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Kunoy

Rókur Heinason Heinesen

Silja Strøm

Tummas Jákup Thomsen

Úr atelierinum hjá Jóhan Martini Christiansen

Úr atelierinum hjá Jóhan Martini Christiansen

Louise Sass hevur valt litirnar til nýggju PH-lampurnar

Foto v.Kajsa Kvale

Foto v.Kajsa Kvale

Sambært heimasíðuni designetc.dk hevur tekstillistakvinnan Louise Sass ásett litirnar á eini røð av nýggjum avbrigdum av 5-lampuklassikaranum hjá Poul Henningsen, Henda lampan fyllir 60 ár í ár og hetta var orsøkin hjá lampuframleiðaranum Louis Poulsen at biðja Louise Sass um at koma við nýggjum lituppskotum til gomlu lampuna. Louise Sass hevur stóran áhuga í og vitan um litir. Virðislønta listakvinnan hevur eina stóra framleiðslu aftan fyri seg, og hevur eitt nú arbeitt í Steinprenti. Tað er somuleiðis Louise Sass, ið gjørdi permuna á danska savninum hjá Tóroddi Poulsen Standsninger. Louise Sass hevur havt listarligan týdning fyri Tórodd Poulsen, tað sæst eitt nú í mynstrunum, sum umskarast, t.d. á brotinum av prentinum, sum prýðir permuna á Morgunbókini hjá Tóroddi Poulsen

Louise Sass hevur í mong ár arbeitt við at seta litir saman, ið umskarast. Við heimasíðuna designetc.dk sigur hon: ”Jeg har interesseret mig for farver gennem mange år, hvilket også kan ses i mine unika-tekstiltryk. Og så har jeg i en periode arbejdet med en overtryksteknik, hvor transparente tekstilfarver trykkes i overlappende lag. Jeg har undersøgt teknikkens potentiale ved at trykke med en begrænset palet af rene nuancer af rød, blå, gul og sort. Når jeg arbejder med farvernes indbyrdes forhold i det håndværksbaserede stoftryk, er det ofte en lille bitte justering, der har stor betydning. Den erfaring brugte jeg, da vi udviklede og justerede farverne på skærmene.”

Lesið víðari her: 

https://designetc.dk/et-ikon-i-nye-farver/

Her er ein áhugaverdur filmur um arbeiðsháttin hjá Louise Sass

https://vimeo.com/channels/1139058/154042210

IMG_3754.jpg

Eitt av prentunum, sum Louise Sass framleiddi í Steinprenti

Býurin og alt annað - ein fruktagóð sansavilliniborg

33513347_10216778439836341_4435854743138467840_n.jpg

“-Hatta er tann BESTI sjónleikurin ever”. Vit standa uttan fyri Tjóðpallin og sonurin, sum er 11 ár, er als ikki í iva og sjálvt um mamma hansara ivast eitt sindur í hvørt ein sansavilliniborg yvirhøvur er ein sjónleikur, ja so tekur hon fullt undir við, at sansavilliniborgin hjá Gabriel Hernandez, Marga Socias og Thomas Roper saman við TVAZZ v/ Gunnvá Zachariasen og Planeta 15, veitir áskoðarunum eina einastandandi fjølbroytta og inspirerandi uppliving uttan mun til um tú ert barn ella vaksin. Sansavilliniborgin, ið hevur heitið Býurin og alt annað, er kvalitetsundirhald við góðum sjónleikarum, góðari scenografi og so er tað altíð gott at hoyra William Heinesen greiða frá um Føroyar og Havnina og heimsins byrjan. Eg hugsi, at ein munur millum sansavilliniborgina er tann, at áskoðararnir verða aktiveraðir til sjálvi at gera sær sínar egnu søgur. Fyri okkum var hetta ein serstakliga góð familjuuppliving, men eg haldi eisini, at upplivingin hevði verið líka góð fyri vinkonur, einstaklingar osfr. Skúlanæmingar hava eisini fingið nógv burturúr, tað veit eg, tí eg havi júst tosað við ein næming í 3.flokki í Skúlanum á Fløtum, sum fortaldi um ymiskt, hann upplivdi í sansavilliniborgini. Hann var so mikið upptikin, at hann gloymdi at anda meðan hann greiddi frá.

Tað er soleiðis, at áskoðararnir fara ígjøgnum sansavilliniborgina í smærri bólkum við 5 minuttum ímillum hvønn bólkin. Atgongumerki skulu tískil keypast til eina ávísa tíð. Ferðin gjøgnum sansavillinborgina tekur umleið 45 minuttir.

Umvegis effektiva ávirkan og ørkymlan av sansunum, men eisini við spennandi rekvisittum, umhvørvum og við sjónleiki verður gongd sett á søgur – bæði okkara egnu og søgurnar hjá okkara býi, og á vegnum umbroytist okkara kenda býarrúm og verður til okkurt spennandi nýtt. Í skýmingini vaknaðu sansir okkara, vit fingu svimlandi hæddarskrekk, sjóverk, men eisini uppmerksemi, eymleika og søgur, og hetta riggar so mikið væl, at vit blivu í so sera góðum lag við nývaknaðum kærleika til okkara umhvørvi.

Eg kundi skrivað meira, men vil ikki avdúka ov nógv og havi heldur hug at fáa hetta viðmæli skjótt út til tykkum, at ti skulu náa at fáa hesa upplivingina við áðrenn hon verður tikin av aftur skránni í Tjóðpallinum.

Elin Smith: Sorg, sálarkvøl og heimloysi - Vernissage

Brot úr málningi á framsýningini

Brot úr málningi á framsýningini

Fríggjadagin 25.mai læt framsýningin hjá Elini J.Smith: Sorg, sálarkvøl og heimloysi upp í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, akvarellum, tekningum og keramikki hetta til 29.mai. Opið er hesar dagar frá klokkan 14-18.

Hetta er triðja framsýningin í eini trilogi. Fyrst var tað "A tribute to Life", sum var í Smiðjuni í Lítluvík í 2013. Onnur framsýningin – um heimsins órættvísi – var eisini í Smiðjuni, tað var í 2015, og nú í mai 2018 er Smiðjan aftur karmur um seinastu framsýningina á trilogiferðini.

Á øllum trimum framsýningum hevur tað sosiala verið høvuðsevnið. Verkini snúgva seg um heimleys, fátøk, um heimsins órættvísi og ólukkuligar menniskjalagnur. Borgmeistaraketan er eitt høvuðsverk á framsýningini; ein original, samfelagskritisk og rættiliga speisk viðmerking til nútíðarsamfelagið og tess ójavna og ófrælsi.

Her eru nakrar myndir frá upplatingini, sum fevndi um bæði eina áhugaverda og væl framborna røðu hjá Kirsteni Brix og fínan tónleik frá Kaj Klein, sum framførdi saman við Mattias Kapnas og Leu Kampmann.

Kirsten Brix flytur fram røðu

Kirsten Brix flytur fram røðu

... og tey lurta

... og tey lurta

Kaj Klein og Mattias Kapnas spældu

Kaj Klein og Mattias Kapnas spældu

Listakvinnan Elin J.Smith beyð vælkomin

Listakvinnan Elin J.Smith beyð vælkomin

Lea Kampmann, Kaj Klein og Mattias Kampmann

Lea Kampmann, Kaj Klein og Mattias Kampmann

Eitt av keramikkverkunum

Eitt av keramikkverkunum

Mnnequindukka í borgmeistaraketu

Mnnequindukka í borgmeistaraketu

Brot úr Borgmeistaraketuni

Brot úr Borgmeistaraketuni

Røðarin framman fyri einum málningi

Røðarin framman fyri einum málningi

33493686_10216771404180454_7885289385401253888_n.jpg
Karakterfull mynd av einum karakterfullum persóni - Sonja Jógvansdóttir

Karakterfull mynd av einum karakterfullum persóni - Sonja Jógvansdóttir

Sjálvsmynd

Sjálvsmynd

33663515_10216771404020450_6859160645426741248_n.jpg
Myndin er full av speglingum, tí sólin skein beint tá eg tók myndina - hetta portrettið er framúr

Myndin er full av speglingum, tí sólin skein beint tá eg tók myndina - hetta portrettið er framúr

 

 

Kórverk hjá ungum føroyskum tónaskaldi frumframført í Beijing

33599694_423829391411419_5063715623930953728_o.jpg

Í dag var kórverkið Freya Syngur eftir Eli Tausen á Lava og Onnu Maluna Jógvansdóttir framført í Beijing. Eli Tausen á Lava er næmingur hjá Sunleif Rasmussen, sum á Facebook lýsir hann at vera sera gávuríkan næming, sum seinni í ár byrjar at lesa kompositión, hann er sloppin inn á Royal Northern College of Music í Manchester.  Eli Tausen á Lava lýsir verkætlan sína soleiðis:

"Um nakrar heilt fáar minuttir fer hetta sera dugnaliga týska ungdómskórið, djkc - Deutscher Jugendkammerchor, at frumframføra kórverkið 'Freya Syngur' í Prince Mansion Concert Hall í Beijing. Hetta er í samband við árliga festivalin, sum ISCM (International Society for Contemporary Music) skipar fyri. Verkið skrivaði eg, í samstarvi við Anna Malan Jógvansdóttir, umleið hesa tíðina síðsta ár; eg tónleikin og hon tekstin. Tað sum kanska er serliga stuttligt við hesu framførsluni av 'Freya Syngur', er at teksturin, sum týska ungdómskórið skal syngja, er á føroyskum. Tískil er tað eitt týskt kór sum syngur á føroyskum í kinesiska høvuðsstaðnum. Tey hava fingið vegleiðing frá bæði Drífa Hansen og mær sjálvum at úttala tey føroysku orðini, og til venjingarnar havi eg verið ógvuliga imponeraður av hvussu væl tey klára tað. Verkið snýr seg um sorg. Í tónleikinum royni eg at lýsa tær fimm sorgarfasurnar (Kübler-Ross Modellin): Avnoktan, vreiði, samráðing, tunglyndi og góðtøka. Teksturin hjá Onnu Maluni er skrivaður úr sjónarmiðnum hjá norrønu gudinduni Freyu, sum hevur djúpa sorg og grætur gylt tár tá maður hennara, Od, fer burtur."

Beinir Bergsson fekk ta fyrstu Ebbuna

7b3851b6e3a1b8636d0a0d4875f761eacac0769a_w1152_h0_fS.jpg

Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin hvítusunnudag 20.mai og var tað Beinir Bergsson, ið fekk virðislønina fyri sítt debutsavn Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum Sprotin gav út í 2017. Talan er um eitt rættiliga serstakt yrkingasavn, ið tematiskt viðger deyða og sjúku. 

Høvundin og týðarin Ebba Hentze testamenteraði Listasavninum síni myndlistaverk, herímillum vóru fleiri góðar tekningar og klipp hjá Williami Heinesen, men alt annað fekk Rithøvundafelag Føroya at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Í fjør heyst varð Ebbuvirðislønin stovnaðvið krónum 570.155,54 á konto. Árliga kann ein virðislønin á krónur 25.000 verða latin. Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum verður handað 20.mai, sum er dagurin, tá Ebba Hentze andaðist. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata.

 

Ondin verður hildin.

Mjørkans kaldi andadráttur legst oman yvir bøin.

Ein einstaklingur eygleiðir tað eina grasstráið, ið stríðist ímóti vindinum.

Skaddudropar leggjast á stráið.

Skjótu droparnir avdúka stráið, og tann einstaki andar út.

Døgg birtist í einum rúti.

Teir eru hvør í sínum heimi á somu gongustjørnu.

 

(s.14 Tann lítli drongurin og beinagrindin)

 

Brot úr mynd hjá Beini Bergsson á FB

Brot úr mynd hjá Beini Bergsson á FB

Norðurlendsk Summarframsýning um VATN

Jens Dam Ziska

Jens Dam Ziska

Norðurlandahúsið í Føroyum hevur í sambandi við Summarframsýningina 2018 bjóðað øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN – Norðurlendsk Salón, sum verður í tíðarskeiðnum 16. juni – 17. august 2018.

Vatn bæði bindur og skilir okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Frá tí ímyndaliga til tað úrtøkiliga. Frá sjómálningum til hugtakslig samtíðarverk.

Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi  evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. Øll sjónarhorn eru vælkomin.

Norðurlandahúsið í Føroyum er sera fegið fyri stóra áhugan, sum hevur verið fyri tiltakinum og errin av at kunna vísa verk frá stórum pørtum av Norðurlondum og Baltikum. Luttakandi listafólkini eru:

Andris Vītoliņš ( LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV).

Nina Maria Kleivan.jpg

Marius Ziska við nýggjari útgávu

port.jpg

Leygardagin 16. juni verður leingi væntaða nýggja útgávan hjá Marius Ziska løgd fram á stórfingnari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.

Marius hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst við útgávuni, sum fær heitið “Portur”. Fyrsta staklagið, Silvurlín, kom út í januar, og varð sera væl móttikið, bæði í Føroyum, Íslandi og Danmark. Løgini á komandi útgávuni hjá Mariusi Ziska eru øll á føroyskum. Bólkurin gjørdist spentur uppá at gera eina heila útgávu á føroyskum, tá ið føroysku løgini á seinastu útgávuni, Home/Heim, onkursvegna bara kendust bólkinum rætt. Tey vórðu eisini sera væl dámd bæði her heima og uttanlands, og tí varð avgerðin tikin at gera eina føroyska útgávu burturav. Teir, ið manna bólkin Marius Ziska á útgávukonsertini, eru Hans Marius Weihe Ziska - sang og gittar, Allan Tausen - sang og gittar, Heðin Ziska Davidsen - gittar, Mikael Blak - bass, Magnus Johannesen - tangentar, Brandur Jacobsen - trummur og Per Ingvaldur Højgaard Petersen - trummur. Duettin Guðrun og Bartal, sum eru við á einum sangi á “Portur”, hita upp til konsertina. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 16. juni kl 19.30. Konsertin er samstarv ímillum Norðurlandahúsið og G! Festival

The importance of dialogue

Julie Sass

Julie Sass

Julie Sass – A Brief History of Abstraction - Rønnebæksholm

A brief history of abstraction is an exhibition curated by painter Julie Sass, hosted by Rønnebæksholm, an old manor house now run as an art museum outside the Danish town Næstved. The museum has invited visual artist Julie Sass to give her take on the artistic phenomenon of abstraction. Spanning 60 works by 23 artists from 11 countries and covering a period of nearly one hundred years, Sass frames the elements of abstraction as an artistic phenomenon. This exhibition is both an art history of non representational art while at the same time a survey of Julie Sass’ own personal and artistic interests evident by her own works which are included alongside works by her predecessors and colleges.

Julie Sass

Julie Sass

There is a striking playfulness at work throughout the seven bright rooms that exhibition spans over. The artworks have been installed in a very dynamic yet  organic way with a lot of humorous details and surprises. Some art works are placed very high on the wall, some even on the ceiling and under windows. The dialogue between the artworks as well as the room they occupy seems to be a very important element of the curation. While abstract art is known for being exhibited in white boxes, Julie Sass incorporates the architectural details of the rooms, drawing equivalence between art works and fireplaces and other decorative and functional furnishings. This seems to be the reason one panel in a lithographic triptych is hung slightly higher than the rest. By placing classic works by Man Ray opposite contemporary works by Arturo Herrera, they seem to communicate, making the viewer aware of similarities and differences but in a way which feels suggestive rather than blatant. This is not an artistic treasure hunt where the viewers are told what to think. Instead the detailed and playful curation inspires the viewer to make a variety of associations and cross references that linger and mature for a while after leaving the exhibition.

Sonja Ferlov Mancoba

Sonja Ferlov Mancoba

Even though the exhibition contains sculptures, objects and artist books this is first and foremost about two dimensional works of art: painting, photography, printmaking and collage. Sculptures are presented as formal commentary to the work consisting of images. The powerful bronze sculpture The Mask by Sonja Ferlov Mancoba is an exception to this. It is placed in room number 5, making this room the most dramatic one with strong paintings by Julie Sass. A black and pink composition with separate parts that have been sown together picks up on several similarities in the sculpture from 1977 despite their different media, texture and weight.

Rannva Kunoy

Rannva Kunoy

In this same openminded and generous spirit Julie Sass has written seven texts, one for each of the rooms sharing her thoughts and reasoning behind and about the works in them. She is always exploring different questions about art and one fundamental question to her is about the origin of things and especially form’s provenance. She imagines that there is some sort of starting point with a force from which everything can emanate or implode. In Michelle Grabner’s work on paper and in Rannva Kunoy’s lithography this force seems to be infused in a pitch black background, buckling out in straight silver lines from the centre towards the edges of the paper.

Erin Lawlor

Erin Lawlor

The power in Erin Lawlors paintings is controlled by a very skilled and experienced painter and colourist. Her paintings seems to be filled up with forms and paint to such a degree, that they might burst out into the exhibition room with great force. The force is in the brushwork and in the movements of the painting brush. In the captivating painting grinch grinches the cat most of the broad strokes are framed by contours, which seem to temporarily freeze the waving movement. It becomes a frozen moment in time with a strong sense of surprise and possibility.

The painting King Dollar by Rannva Kunoy has a three-dimensional, almost holographic quality, suggesting that something is always just coming into being hereby changing the conditions of the media. Despite the fact, that paintings are still images, the new paintings by Kunoy require that the viewer is moving around the piece, because the appearance of the painting changes according to the angle you are looking at the painting from.

James Hyde

James Hyde

Room number two is dedicated to Sass’ fascination with the shifting of shapes and changes in form. Hansina Iversens lithography features a dark prominent form that drifts from above downwards to the right. This is due to our own inclination to read physical experiences into artworks. The spontaneous appearance is in fact planned and executed by an experienced artist with a specialised sense of pictorial space. In the same room as the work of Hansina Iversen is James Hyde’s composition of nylon ribbons in different colours. Titled Transit it almost looks like an abstract painting in the colourfield painters’ tradition while the material and structure nods towards an approach more associated with minimalism. Hyde is challenging painting as a media, rethinking it both in content and material. Outside in the park there is a big billboard poster which at first glance seems to be a beautiful abstract picture in brilliant colours. If you go outside to study the work, you discover that it in reality is a digital print of rather poor quality which the artist has used as starting point in this humorous piece.

James Hyde

James Hyde

The third room is assigned conceptual art strategies with Yoko Ono’s great Painting in Three Stanzas. It is astounding that this piece about representation was completed already in 1964 despite its contemporary outlook.

Julie Sass

Julie Sass

In room seven, we revisit Sass’ interest in dialogue. Her artist book VOLUME RHYTHM MATTER dialogues consists of conversations between Sass and artists Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal and Steel Stillman as well as her own artwork. Each artist posed questions about abstraction that - while addressed specifically to her work, also bring about concerns or their own. The dialogues vary widely and Sass’ responses are in written form as well as visual, in the form of heliographs and lithographs made with Jan Anderson at Steinprent. The cooperation between Sass and The Faroe Island’s Graphic Workshop Steinprent started five years ago and through her work there Sass has exhibited with Faroese artists, Rannva Kunoy and Hansina Iversen, whose works, are also represented at this exhibition. In Steinprent Julie Sass has created several graphic works and two books, both of which are exhibited at A Brief History of Abstraction.

Julie Sass

Julie Sass

The artist and curator, Julie Sass strongly believes that art is not made in solitude by artists working independently of each other, but is always the result of understandings and innovations made by generations of artists. In each room Julie Sass focuses on different aspects of abstract art and in room four, artists who have had a significant impact on the curator’s own practice are featured. Here we see paintings and drawings by Shirley Jaffe and variations of and tributes to Jaffe by Julie Sass. The small golden painting by Ann Pibal has an almost magnetic impact on this viewer. Pibal uses acrylic paint on aluminium in her geometric compositions. The small painting is entitled RBWC 3.2, which could be an abbreviation referring to something specific about the piece without informing us what it is, but it seems to be part of a series. The painting is rectangular in form with a horizontal lining high and low on the surface as well as vertical lines to the left indicating a architectural space. There is also a square figure to the right that contains concentric squares in bright rainbow colours. While the title, material and geometry suggests a strict minimalistic, scientific approach, the shimmering colours and the serenity in the forms also convey a delicious sense of beauty. The dimensions and the golden colour make me think about old religious paintings by Giotto or maybe a voluptuous Baroque paintings with pictures within pictures.

Ann Pibal

Ann Pibal

In all of Julie Sass’ works there is an awareness of the play between a sensual and an analytical approach, focusing on the interrelations between forms on the surface both in individual pieces and across her wider body of work. Her own pieces seems to be built rather than painted and the process appears important in several ways. It’s as if the artist wants the viewer to notice the process and with this exhibition she invites us into her own artistic machine room. In the last room she juxtaposes heliography and lithography with her new works on canvas showing the public the development of ideas in her work. This is courageous in more ways than one. By sharing her own strategies and in defining a personal history of abstract art, Julie Sass is taking risks.

In short A Brief History of Abstraction is about breaking boundaries and loosening up hierarchic structures in the history of abstract art. I believe that the main reason Julie Sass is so successful with this project lies in her lines of communication, her open mindedness and intuition displayed, and of course the high quality of art works included in the exhibition by Alain Biltereyst, Ann Pibal, Arturo Herrera, Dan Walsh, Ebbe Stub Wittrup, Erin Lawlor, Eva Steen Christensen, Hansina Iversen, Henri Michaux, James Hyde, Maria Buras, Man Ray, Marie Søndergaard Lolk, Michelle Grabner, Moira Dryer, Noël Dolla, Rachel Beach, Rannva Kunoy, Shirley Jaffe, Shirley Goldfarb, Sonja Ferlov Mancoba, Vilhelm Bjerke Petersen, Yoko Ono.

IMG_4115.JPG

Ein modernistiskur slóðbrótari við stórari ávirkan á føroysku myndlistina

32399182_10216680959839402_5234843343095070720_n.jpg

Tað kendist merkiliga heimligt í Listasavninum í dag. Málningarnir við teimum mongu reyðu og grønu litbrigdunum mintu bæði í litum, málihátti og innramming um okkurt av tí, sum hekk í mínum barndómsheimi og í øðrum heimum hjá vinfólkum. Framsýningin, sum í løtuni er at síggja í Listasavninum, er sum bótamoli av føroyari list í farnu øl - eitt konsentrat av fransktinspireraðari modernismu við semiabstraktum landslagsmyndum av bygdini við havið, av kyrrlutamyndum og portrettmyndum.

Tess áhugaverdari er tað, at listamaðurin, sum talan er um, ikki er føroyingur, men dani, sum enntá segði seg vera enskan. Tað er sjálvandi listamálaran Jack Kampmann, eg tosi um, og framsýningin Jack Kampmann Ein modernistur í Føroyum er áhugaverd, bæði orsakað av góðum myndum, ávísum framúr málningum, men eisini, tí verkini hava listasøguligan týdning og áhuga. Ikki minst í mun til Ingálv av Reyni – tað er heilt ótrúligt sum summir málningar hjá Jack Kampmann líkjast málningum hjá Ingálvi av Reyni bæði frá litríka tíðarskeiðnum, flatumálarínum og av hækkandi sjónarringinum. Í fleiri førum helt eg tað vera myndir hjá Ingálvi av Reyni, t.d. tann av Kvívík frá 1957. Aðrir málningar minna um Matisse, Braque, Immanuel Ibsen og Cézanne. Síðstnevndi fekk serliga stóran týdning sum inspiratión hjá Zachariasi Heinesen, ið jú meira enn nakar hevur grundað ta føroysku myndina. Tað er hugvekjandi hvussu stóran týdning fronsk list hevur fyri ta føroysku eins og tað er imponerandi hvussu nógv stílurin varierar í málningunum á framsýningini hjá Jack Kampmann. Í nógvum førum ber til at síggja stílslig drøg frá hesum og hasum franska ella danska listafólkinum - hetta verður eisini gjølliga umrøtt í tekstinum hjá Nils Ohrt í kataloginum, men eg haldi eisini, at har er okkurt í myndunum, sum er sermerkt og sterkt, sum er Jack Kampmann. Hetta síggi eg bæði í litsamansetingum og kompositiónum, ikki minst nøkrum reyðum, næstan abstraktum, at kalla konstruktivistiskum málningum, sum hanga sama, men sum av ókendum orsøkum eru hongdar inn í innara rúmið, sum er myrkari enn restin av salinum. Hesi høvuðsverkini høvdu hingið betri í høvuðssalinum. Framsýningin verður at síggja inntil 22.juni mánadag. Opið er allar vikudagar frá klokkan 11 til 17.

32349468_10216683371099682_4207015260655190016_n.jpg

Keiin í Vestmanna (194))

Kvívík 1957

Kvívík 1957

Kyrrlutamynd (1952)

Kyrrlutamynd (1952)

Trolari við bryggju (1955)

Trolari við bryggju (1955)

Dóttir mín (1958) 

Dóttir mín (1958) 

Kyrrlutamynd (1957)

Kyrrlutamynd (1957)

32366356_10216680958319364_5984537576898297856_n.jpg
Kyrrlutamynd (1956)

Kyrrlutamynd (1956)

Vestmanna (1955)

Vestmanna (1955)

32389471_10216680956119309_7134364398654586880_n.jpg
Skipasmiðja (1960)

Skipasmiðja (1960)

Sleipistøð (1959)

Sleipistøð (1959)

Slupp á sleipistøð (1959)

Slupp á sleipistøð (1959)

Randi Samsonsen - In Search of Lost Colours - Vernissage

B302AA03-7D6C-4168-AF3C-A01C29E2A021.jpeg

Í gjár læt framsýningin hjá Randi Samsonsen In Search of Lost Colours upp í Steinprenti. Har vóru nógv fólk og lagið var gott í nýrenoveraða og kekkaða framsýningarhølinum, sum var ein flottur og væl hóskandi karmur kring tey bundnu, heklaðu, seymaðu og samansettu listaverkini. Framsýningin verður hangandi til 23.juni. Farið í Steinprenti og fáið tykkum eina góða, fjølbroytta og øðrvísi listauppliving. Hetta er tóvirkislist, ið brýtur hevd.

561B15DE-BA9C-4853-8045-ABEB985192F3.jpeg
7DA694F1-BB26-4EE1-B4AC-34D41E3D0CD6.jpeg
0C369816-283C-431D-8900-088AD1816C26.jpeg
32486529_10216679240236413_4447966812906192896_n.jpg
9A479AB5-E51A-4412-B69B-A0D20CEC5531.jpeg
6CD54408-FB3B-4CCC-8B05-17268ED342EA.jpeg
68FD63A1-C070-41A3-95F9-BC11A9C6B0E0.jpeg
336AAB53-BE41-409A-B2DC-741B93FBB179.jpeg
31957208_10156537339597269_8584670353664507904_n.jpg
32359562_10216679677607347_8130152239814672384_n.jpg

In Search of Lost Colours er ein serstøk framsýning við tekstillist og grafikki. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klædnastykkir, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýnir listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevur gjørt til framsýningina. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá Randi Samsonsen í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, hon framsýnir litografi. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til har í fleiri umførum.

Framsýningin er konseptuel. Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøði - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu  heimunum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Menniskjað er frá barnsbeini vælsignað við framúrskarandi eginleikum til at sansa sítt umhvørvi. Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum og síggja fyri okkum alt tað upplivaða, antin tað er tapetið við litríkum fiskum á vesinum hjá vinkonuni og teimum - har tað luktaði av onkrari ávísari sápu. Hjá hinari vinkonuni verður angin av kraftmiklum earl grey í køkinum sambundin við mjúkt blátt linoleum á køksgólvinum og heima var kenslan ljósabrún og eitt sindur hvøss av hesjantapetinum í stovuni. Hugsa vit víðari ber til at eyðmerkja sjálvt smáar staklutir litir og luktir í barndómsins stovum og køkum, fyri ikki at tosa um vindfang og gangir, har mann mangan stóð og bíðaði sum barn.

Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen og seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við sínum litminnum í eini listarligari verkætlan. Hon hevur vísindaliga granskað fotomyndir í familjumyndabókum og hevur burtur úr hesum gjørt litkort og notur, sum aftur eru útgangsstøðið hjá tekstilverkum og prentum. Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum. Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum bæði sum íblástur og fatanargrundarlag.

Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið - hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan onnur hava ein meira hvassan yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýtir hugasambond við brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast.

Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon er útbúgvin Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012 og umframt at vera listafólk starvast hon eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands. 2018 Traditionsbrud, Hobro. 2017 IsThisKnit København og Aguille en Feté, Paris. 2015 Our Arctic Future, Berlin.

Listamanninum Per Kirkeby til minnis

32089977_10216651347979124_6935109359575760896_n.jpg

Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys:

lyset vinder over formen (se den forrige bog Naturstudiet).

"Vi ser at mange malere der er uvidende om proportionskunsten, ikke desto mindre med lidt øvelse i at anbringe deres lys på en antagelig måde har haft et godt teknisk omdømme"

sagde Lomazzo.

Men det perspektiviske rum, den klumpagtige tåge og Tiefe,

stræber altid mod processionens fladhed, mod klassicisme.

Tiefe er gotik-romantik, og som perspektivisk rum er den evindelig stræben, stræben mod klassicisme – ikke for at blive klassicistisk, men for derigennem at erobre et nyt Rum.

Altså den hvide skikkelse i tågerummet...

 

Myndina tók Michael Schäfer fyri átjan árum síðani, tá hann og Per Kirkeby vóru í Føroyum. Hon er brot úr størri mynd av Kirkeby og Bárði Jákupsson í haganum. Teksturin er brot úr yrking í savninum Isolation af delene frá 1980, sum undirritaða til alla eydnu fann í einum kassa á Býarbókasavninum við bókum, ið skuldu burturbeinast. Hann skrivaði meira enn almindiliga væl, Per Kirkeby. Hann skrivaði góðar yrkingar og tekstir um list og um listafólk. Og Kirkeby hevði sína heilt egnu rødd, tá hann skrivaði, sum ikki líktist nakrari aðrari. Tað hevði hann eisini sum málari, grafikari og myndahøggari við framsýningum í London, New York og Paris, og verður hann syrgdur í kvøld kring allan listaheimin, ikki minst í heimlandinum, Danmark, men eisini í Føroyum eru starvsfelagar og vinir, ið syrgja hann. 

Per Kirkeby var útbúgvin cand.mag í náttúrusøgu og jarðfrøði. Í sekstiárunum byrjaði hann at mála og framleiða grafiskar myndir, og varð m.a. knýttur at Eks-skúlanum/Eksperimenterandi listaskúlanum. Seinnu árini hevur hann havt álvarsligar heilsutrupulleikar m.a. orsakað av heilabløðingum. Hann var 79 ár nú hann doyði.

Hansara Føroyatúrur í 2000 var serstakliga produktivur og úrslitaði í 77 grafiskum bløðum, steinprentum og koparprentum, sum vórðu prentað í Steiprenti saman við koparprentaranum Michael Schäfer og litografinum Jan Andersson. Í bókini sum Brøndum gav út í 2001 "Rejsen til Færøerne" eru øll prentini avmyndað umframt ein áhugaverdur tekstur hjá Per Kirkeby, sum lýsir góða stemningin í Grafiska Verkstaðnum/Steinprenti, ið tá lá í Listasavninum: "Værkstedet l i Tórshavn. Et anneks til det færøske kunstmuseum. Jeg arbejdede mest i et lille rum, næmest en entré til værkstedet... I denne entré stod jeg og tegnede på de litografiske sten. Færøerne lå uden for døren. Men når jeg lukkede døren op, var der kun fodbold. Hele døgnet blev der spillet på stadion-anlæggets baner lige udenfor. Gik man lidt op ad vejen, så man over Tórshavn og Nolsøs karakteristiske profil. Der var en sådan præcision og geologisk logik i den streg, at jeg blev henrykket ved hvert blik. Jeg strejfede rundt i omegnen for at se noget til mine tegninger på stenene. Det blev de sorte basalt-hamre, de trin som vidnede om den logiske opbygning af fjeldet. Strukturer, som jeg havde fundet hos Mantegna, dukkede op i det strålende færøske lys. For der var uafbrudt strålende vejr. De enorme mængder regntøj og vndtæt fodtøj, vi havde slæbt med og fået gennemrodet af den rødhårede tolder i lufthavnen, var der slet ikke brug for. Tørt og solrigt. Blå himmel. Og jeg der havde glædet mig til tågen. Det anelsesfulde. Vejret den tredie og uberegnelige faktor i landskabets billeddannelse. Først var der skabelseseruptionens raster, så erosionens arbejde og så alts vejret. Men der var ikke meget stof i strålende solskin. Andre gange gik jeg op i museet og lagde mig at sove på trægulvet. Ofte fortvivlet og med en intens følelse af ensomhed. En ensomhed, der var lettere at bære i fjeldet. Som næsten var lykkefølelse dér. Men det hjalp at lægge sig mellem de afdøde færøske kollegers billeder. Jeg lå enten ved Mikines´ billeder, eller også gerne i den mindre sal, hvor Danielsens rørende præcise billeder fra Nolsø skabte en skrøbelig verden..." (s.83 í Per Kirkeby Rejsen til Færøerne. Brøndum 2001)." 

Hvíl í friði, Per Kirkeby, takk fyri góða avrikið. 

kirkeby.jpg