Sjónleikarin Rosa á Rógvu 80

 Sjónleikarinnan Rosa á Rógvu  Málningur: Torbjørn Olsen

Sjónleikarinnan Rosa á Rógvu

Málningur: Torbjørn Olsen

26.juli fylti Rosa á Rógvu 80 ár.
Rosa er ein av slóðbrótarunum innan føroyskan yrkissjónleik. Hon er viðstovnari av Grímu, undirvísari og hevur á pallinum spælt leiklutir sum hava brent seg inn í minnið hjá mær. Sterkast í minninum hjá mær stendur Martha í Hvør ræðist Virginiu Wolf. Ein gløgg, djørv, fysisk præstatión útførd við totalt yvirlegnari nærveru.

Rosa hevði ung í drama á kvøldskúlanum har hon undirvísti okkum á einum høgum "óforureinaðum" støði. Við tryggari hond førdi hon okkum inn í tilvitannina um nærveru á palli upp á ein máta har tað ikki var til at taka feil av nær nærveran var har og ikki. Hon frísetti okkum tannáringar frá møðsamari kropsligari sjálvstilvitan og fáfongd, og lærdi okkum at brúka krop og rørslu sum samskifti frá pallinum uttan smakleyst privatarí. Og tá ið hon hevði gjørt tað, tók hon okkum runt norðurlond við Fenris og har vístu vit tað vit dugdu ---- og vit vóru so NÓGV best av norðurlendsku luttakara bólkunum 😊

Góða Rosa takk fyri tínar leikir og alt tað tú lærdi og vísti okkum ungu.

Hjartaliga tillukku við 80'ára degnum góðlynta, gávuríka og gávumilda Rosa.

Marita S. Dalsgaard