Yrkislistafólkini kunnu søkja listafólkaløn

Janus Kamban

Janus Kamban

Mentanargrunnurin boðar frá, at nú kunnu yrkislistafólk søkja listafólkaløn frá grunnunum. Freistin er 1.september 2018. http://mentanargrunnur.fo/

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá́ yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Sambært § 4 a í kunngerð nr. 109 við broytingum. Listafólkalønir verða latnar eftir umsókn til Mentanargrunn Landsins, skrivað á umsóknarbløð grunsins. Listafólkalønir verða veittar við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini, og sum nevndin fyri Mentanargrunnin metir hava listalig ella faklig dygdareyðkenni. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins tekur út frá tilmæli frá serligum faknevndum endaligu avgerðina um, hvør fær listafólkaløn. Samlaðu útreiðslurnar skulu ikki vera meira enn tøka játtanin til endamálið. Tey, ið fáa listafólkaløn, skulu í útgangsstøðinum arbeiða í minsta lagi í trý ár. Sama listafólk kann søkja listafólkaløn aftur 3. hvørt ár, tó soleiðis at samlaða skeiðið at fáa listafólkaløn kann vara í mesta lagi níggju ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan teimum verður veitt listafólkaløn. Tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi, meðan tey fáa listafólkaløn. Lýst verður alment eftir umsóknum til listafólkalønir umleið 2 mánaðir undan umsóknarfreistini. Listafólkalønin verður útgoldin mánaðarliga og svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1. Í