VATN - ein summarframsýning við áhugaverdum verkum

35356029_10216946129948489_3701802522529234944_n.jpg

Í gjár læt Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp við verkum hjá tjúgu listafólkum úr Føroyum, Norðurlondum og Baltikum. Upplatingin var samstundis karmur um móttøku av nýggja leiðaranum  í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sum Birgir Kruse lýsir í sínum bloggi: http://birkblog.blogspot.com/2018/06/mottka-fyri-gunn-hernes.html

Hamferð, Jón Aldará, Theodor Kapnas og John Egholm høvdu eina heilt einastandandi, ja rúnarbindandi framførslu, dynamiska, dramatiska við undurvøkrum, kenslubornum sangi. Áðrenn hesa framførsluna greiddi Gunn Hernes m.a. frá í síni røðu, at 262 listafólk hava sent inn uppskot til framsýningina, sum hevur undirheitið VATN Norðurlendsk Salón, men bert 20 teirra eru sloppin gjøgnum nálareygað: Andris Vītoliņš (LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV).

Inger Smærup Sørensen hevur skipað framsýningina, valt út, disponerað og hongt hana upp. Uppheingingin tók meg á bóli. Hetta er ein sera fjølbroytt framsýning, eisini tøkniliga, hon hevur eitt ávíst altjóða brá og fleiri góð listaverk. Eg hevði satt at siga ikki væntað mær so nógv, tí eg helt evnið vera eitt sindur (ov) sjálvsagt til listafólk at fyrihalda seg til. Gleðiligt er at uppliva, at evnið er umsitið á sera opinskáraðan hátt. Listaverkini eru sera ymisk bæði evnisliga, í stíli og í tøkni, summi abstrakt, onnur figurativ, onkur við popplistarligum brá og umhvørvisligum atliti, meðan onnur aftur eru poetisk og kensluborin. Ymiskleikin avspeglast í dynamisku uppheingingini, ið ger framsýningina dialog- og prosessmerkta á áhugaverdan hátt. 

Trý føroysk listafólk eru við á framsýningini; Hansina Iversen, Jens Dam Ziska og Rannvá Holm Mortensen, hvørs verk Innarahav/miðjararahav/ útjaðarahav snýr seg um flótandi samanhangir við visiónum av felagstraumum, óndum ævintýrum og politiskum veruleika. Hetta eru áhugaverdar tekningar í stórum vavi av menniskja- djóra og húsaskapum, ið hanga niður úr loftinum og umskarast. Umskarandi uppheingingin hevur við sær, at partar av verkinum ikki síggjast ordiliga – hetta riggar merkiliga væl, konsentrerar verkið og ger tað loyndarfult sum eina hálvafturlatna/hálvopna bók, sum er full av stórum søgum. Í fína, geometriskt greiða og fjálgt sansaliga málninginum hjá Jens Dam Ziska síggja vit, at hann miðsavnar seg um máling ella tað evnisliga í málingini, at hon er flótandi tilfar, “ið leitar eftir eini fastari legu, har annaðhvørt gjøgnuskygdu ella óglæru eginleikarnir hjá tilfarinum gera av, hvat er sjónligt og hvat er dult”. Verkið hjá Hansinu Iversen er ein videoinstallatión við heitinum Stjørnukastari og sjálvt um onkur líkskapur er við skyggjandi glæmuna av einum tendraðum stjørnukastara, so vísir tað seg at vera ein vatnstrála úr einum krana, sum Hansina Iversen hevur filmað. Einfalt og abstrakt eins og áhugaverda verkið hjá svensku listakvinnuni, Victoria Cleverby, Strävan efter ett ursprungligt tilstånd, sum hongur á vegginum, tó at tað ikki er ein vanlig mynd ella málningur. Eg eri ikki greið yvir hvat tilfarið er, men tað minnir um børk av træi við røðum av útskornum lepum á ójavna yvirflatanum. Hetta verkið er bæði tilfarsligt og poetiskt eins og yrkingin, sum er partur av verkinum og sum snýr seg um, at vatnið veit hvagar tað fer. Tað er áskoðarin, ið avger hvagar vatnið fer í hugtakandi verkinum hjá donsku listakvinnuni, Nina Maria Kleivan Unheimlich Swimming við lutum, sum vit sambinda við vatn, handklæði, vatnfat og eini videoprojektión niður í vatn. Men farið sjálvi í Norðurlandahúsið og hyggið, hetta er ikki ein framsýning, sum bert skal síggjast á Listaportalinum, rokilsið skal upplivast 1:1 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum nú tekur at líkjast samtíðarlistahøllini, ið manglar í føroyska høvuðsstaðnum. 

 Hamferð

Hamferð

 Nina Maria Kleivan

Nina Maria Kleivan

 Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

 Victoria Cleverby

Victoria Cleverby

 Jens Dam Ziska

Jens Dam Ziska

 Vappu Johansson

Vappu Johansson

 Hansina Iversen Steinunn Gunnlaugsdóttir

Hansina Iversen Steinunn Gunnlaugsdóttir

 Dorthe Lund

Dorthe Lund