Veitslan - ein varði

 Foto: Tormod Lindgren

Foto: Tormod Lindgren

Tað er ikki eiti á móttøku, sum sjónleikurin Veitslan undir leikstjórn av Maritu S.Dalsgaard, hevur fingið í Keypmannahavn. Leikurin Veitslan alias Festen varð framførdur á Betty Nansen Teatret 7.juni í sambandi við CPH STAGE. Veitslan varð upprunaliga sett upp í Føroyum sum ein stór norðurlendsk verkætlan, leikurin varð frumsýndur í Løkshøll og var síðani á ferð í Norðurlandahúsinum og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Eg sá leikin í Norðurlandahúsinum og skilji væl ta góðu móttøkuna, tí hetta var sannførandi og nakað heilt serligt og ein imponerandi verkætlan. Ein uppdaterað versjón av kenda danska dogmefilminum hjá Thomas Vinterberg og Mogens Rukov, sum Bo hr.Hansen lagaði til pall, sum Kristianna Winter Poulsen hevur týtt til føroyskt og sum undir hond Maritu S.Dalsgaard er blivið til eitt sjávstøðugt føroyskt leikverk, myndað av norðurlendskum samstarvi. 

Leikarar eru: Hilmar Joensen (FO), Rasmus Lyberth (GL), Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS), Gunvor Reynberg (DK),  Hjálmar Dam (FO), Hannes Óli Ágústsson (ÍS), Beinta Clothier (FO), Eyð Berghamar Jacobsen (FO), Barbara K. Andreasen (FO), Johanna Roos Slættanes  (FO), Sonne Smith (FO), Karin Djurhuus (FO), Allan Dalsgarð (FO), Jógvan Salomon Joensen (FO), Gunnvør Joensen (FO), Gunnvá Zachariasen (FO), Birta Biskopstø (FO), Jógvan Salomon Joensen (FO), Róaldur Dalsgarð (FO), Johannes Andreas Dalsgaard Johannessen (FO), Hilmar Joensen yngr. (FO), Dukkan Fía (FO). Scenografi, video, klæði og foto gjørdi Tormod Lindgren (NO). Tónleik og ljóð gjørdi Joachim Holbek (DK), ljós og tøkni stóð Turpin Djurhuus fyri (FO). INSTRUKTØRASSISTENT: Gunnhild Michelsen (FO).

Donsku ummælarirnir fegnast m.a. um leiklistarliga avrikið hjá Hilmari Joensen og Hjálmari Dam, fyrrnevndi hevur tann eina høvuðsleiklutin sum pedofili pápin, Helgi, tann seinni er elsti sonurin Kristian, hvørs uppgerð, leikurin snýr seg um. Eg kann leggja aftrat, at leikararnir allir sum ein á sannførandi hátt mynda eina føroyska veitslu, og at Gunnvør Reynberg var merkisverd sum kona Helga - eitt stillisligt konsentrat av fornoktilsi. Nøkur ár eru síðani, eg sá leikin, men eg minnist enn hvussu Beinta Clothier rørdi meg sum tann nervøst brosandi, semjusøkjandi, skroypiliga systirin, hon leikti við eini kraft, sum rakk heilt niðan á ovastu stólarøð í Norðurlandahúsinum. 

Í Betty Nansen Teatret hava tey havt eina ordans fest. Sóley Freyja Eiríksdóttir viðmælir Veitsluna, hon er púra hugtikin av leikinum og heldur á den4vaeg.dk tað vera stórt spell um ikki fleiri fáa høvið at síggja leikin. Ummælarin á heimasíðuni ungtteaterblod, Christian Skovgaard Hansen heldur, at Veitslan er púrasta gjøgnumførd og at pallsetingin hjá Maritu S.Dalsgaard er fantastisk: “Der er feststemningen denne aften. Det hele er gennemført, og festen begynder allerede ved ankomsten til teatret, hvor vi bliver modtaget med et glas snaps. Marita S. Dalsgaards iscenesættelse er fantastisk. Hun udnytter ikke alene selve scenen, men hele salen inddrages. Skuespillerne løber frem og tilbage i salen, så det føles som om, at hele publikum er en del af gæsterne til festen. Denne aften er der en del færinger i salen, hvilket også hjælper på stemningen. Vi er alle gæster til den ubehagelige fest, hvor den dysfunktionelle familie udstilles. Hemmeligheden afsløres, så stemningen skifter. Reaktionerne er forvirring, chok og vantro. Kan det virkelig være rigtigt?”.

Ummælarin rósar eisini norðurlendsku dimensiónini, at tað eydnast í leikinum at savna saman tær ymisku norðurlendsku mentaninar og málini í leikinum, so at alt gongur upp í eina hægri eind. Scenografiin hjá Tormod Lindgren verður eisini viðmælt, hon er einføld, men pallskiftini fungera “fornemt”. Allir leikarar eru góðir og passa til teirra leiklut, heldur Skovgaard Hansen og um Hilmar Joensen skrivar hann: “Fremhæves må dog enkelte. Hilmar Joensen som faderen Helge/Helgi er den kærlige far, der efterhånden viser sig at være en stærk og dominerende patriark, der ikke angrer sine handlinger. Han ligner uden på alle os andre, men han har vist sin kærlighed til børnene på en afskyvækkende måde, som det er svært at fatte sympati for... Hjálmar Dam er en voldsom, men samtidig sårbar og forpint Christian/Kristjan. Uhyggen og hadet stiger gennem forestillingen, indtil det viser sig, at faderen har begået synden, men ikke angrer den. Som hans modsætning er Hannes Óli Ágústsson den anden søn Michael/Mikkjal, som bralrer op og er rapkæftet...”

Á heimasíðuni cphculture.dk letur ummælarin Michael Søby Veitsluni hægsta stjørnutal, leikurin fær 6 stjørnur. Hann fagnar mátanum, sum Veitslan alias Festen hevur við sær føroyskan tónleik og veitslumentan. Hann rósar Hilmar Joensen og Hjálmar Dam: “Hjálmar Dam giver et intens portræt af den forpinte Christian, tilsynelandende opslugt af hævntørst, men i sidste ende måske blot ude i et desperat forsøg på at komme sig over søsterens død, så han kan komme videre med sit liv. Det gælder egentlig også for den brovtne søn Michael, som Hannes Óli Ágústsson fylder med aggressivitet og faderkomplekser. Problembarnet, som forældrene har forsøgt at gemme af vejen på en kokkeskole i Island, men også det forgæves...”. Ummælarin rósar somuleiðis Rasmus Lyberth og heldur, at í hesum leiklutinum er tað genialt at velja Rasmus Lyberth. “For hvis der er nogen, der er ramt af racistiske fordomme i Norden, så må det være ældre grønlandske mænd. Rasmus Lyberth spiller med styrke og værdighed, og får i et enkelt sangnummer anslået en dyb åndelig kraft, der hæver ham op over familiefestens stadig mere groteske optrin..”. Michael Søby endar sítt ummæli við at skriva, at Veitslan alias Festen er annað og meira enn ein góð leiklistauppliving. Her tekur hann serliga fram norðurlendska samstarvi og heldur, at sýningin er ein varði, sum fer at verða standandi.

Listaportalurin hevur fingið eina viðmerking frá leikstjóranum, Maritu S.Dalsgaard, ið greiðir frá, at hon framleiddi turnéuppsetingina fram til endaspurtin: "Tá tók Laufey Brynhildardóttir yvir - uttan hana varð hetta ikki komið so væl undir land. Vil við hesum bert tryggja mær at hennara arbeiði ikki dettur niður ímillum, sum tað hjá konum ofta hevur fyri vana at gera. Aðrar avgerandi konur eru: Gudny Eysturoy, Katrin Nolsøe Asley Højgaard, Chirstin Dahl Plate, Vibeke Windeløv Gunnvør Joensen, Sissal Olafsdottir, mamma mín Eydna Dalsgaard og mínar systrar Marjun Dalsgaard, Kristina Dalsgaard, og sum altíð: Sámal Clothier."

Hiðani av Listaportalinum verður ynskt teimum øllum til lukku við framúrskarandi úrslitinum.