Beinir Bergsson fekk ta fyrstu Ebbuna

7b3851b6e3a1b8636d0a0d4875f761eacac0769a_w1152_h0_fS.jpg

Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin hvítusunnudag 20.mai og var tað Beinir Bergsson, ið fekk virðislønina fyri sítt debutsavn Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum Sprotin gav út í 2017. Talan er um eitt rættiliga serstakt yrkingasavn, ið tematiskt viðger deyða og sjúku. 

Høvundin og týðarin Ebba Hentze testamenteraði Listasavninum síni myndlistaverk, herímillum vóru fleiri góðar tekningar og klipp hjá Williami Heinesen, men alt annað fekk Rithøvundafelag Føroya at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Í fjør heyst varð Ebbuvirðislønin stovnaðvið krónum 570.155,54 á konto. Árliga kann ein virðislønin á krónur 25.000 verða latin. Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum verður handað 20.mai, sum er dagurin, tá Ebba Hentze andaðist. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata.

 

Ondin verður hildin.

Mjørkans kaldi andadráttur legst oman yvir bøin.

Ein einstaklingur eygleiðir tað eina grasstráið, ið stríðist ímóti vindinum.

Skaddudropar leggjast á stráið.

Skjótu droparnir avdúka stráið, og tann einstaki andar út.

Døgg birtist í einum rúti.

Teir eru hvør í sínum heimi á somu gongustjørnu.

 

(s.14 Tann lítli drongurin og beinagrindin)

 

 Brot úr mynd hjá Beini Bergsson á FB

Brot úr mynd hjá Beini Bergsson á FB