Tað stóra í tí lítla - Teitur I WANT TO BE KIND

Teitur-I-Want-To-Be-Kind-cover-master-72dpi-3000px-x-3000px.jpg

Tað var av tilvild, at eg á Facebook bar eyga við eitt týskt ummæli av nýggju plátuni hjá Teiti Lassen. Eg spurdi nær plátan fór at koma og fekk alt fyri eitt aftursvar, ið var eins óvæntað og tað var fyrijáttandi - at plátan er at fáa í Tutl beint NÚ. Tí var eg mær ein svipp á Káta Horninum í dag og keypti plátuna I want to be kind. Henda kenslan at koma út úr einum plátuhandli við einari spildurnýggjari LP í skróandi posanum sendi meg eina stutta, lukkuliga tankaferð aftur í fýrsini, tá plátur var tað, eg brúkti mínar pengar uppá.

Og so heim at lurta og skoða húsan, sum er hvítur og einfaldur við fotomynd av einum tómum pappkassa við signaturfigurinum hjá Teiti á (vit sóu hann eisini m.a. á The Singer), umframt plátuheitið, I want to be kind. Húsin er sera reinur og opin, og hóskar saman við opna, einfalda tónleikinum - fyri meg hevði tað tó ikki verið verri um tekstirnir vóru til taks, tí teir eru áhugaverdir, insisterandi minimalistiskir við einføldum eygleiðingum og smáum ynskjum, sum kunnu fevna um stórar kenslur.

Inni í húsanum liggur tann eiggiligu, svarta, tunga kvalitetsvinylpláta, sum eg havi lurtað eftir allan seinnapartin. Tilsamans tólv løg eru á plátuni, ið á sín egna hátt halda áfram har sum síðsta soloplátan, Story Music helt uppat fyri fimm árum síðani. Hesi árini hevur Teitur gjørt alt møguligt, hann hevur m.a. samstarvað við onnur listafólk á konsertum og útgávum.

Heitislagið I want to be kind hevur verið at hoyrt eina tíð við hesari eitt sindur løgnu byrjanarregluni, hvørs líkskapur við I want to break free hjá Queen ørkymlar meg almikið. Men kanska er henda nýggja plátan enn einfaldari og meira hugsunarsom og innilig enn tann fyrra við rúmi fyri umhugsni og fyri at steðga á. Á plátuni eru stillir, vakrir sangir við einføldum staðfestingum um tilveruna og um tað, sum hevur týdning.   

Tað er vakra, ljósa og ódarvaða røddin hjá Teiti, sum ber útgávuna, umframt klaverundirspælið saman við restini av ljóðundirlagnum. Umframt Teit eru fáir tónleikarar við á plátuni, sum er upptikin í Reservoir Studios í New York við Thomas Bartlett á klaver og Doug Wieselman á bassklarinett.

Sum heild er plátan merkt av einføldum, løttum og gjøgnumskygdum ljóði. Tað ljóðar akustiskt og í fleiri førum verða klassisk ljóðføri brúkt, t.d. klaver, violin, klarinett, men onnur stuttlig ljóðføri eru eisini brúkt, t.d. Mellotron, sum er eitt slag av analogum syntezisara, ið varð uppfunnin í 1946 og OP-1, sum er ein lítil, tøkniliga avmarkaður, listarligur syntezisari frá svensku Teenage Engineering frá 2011. Í fleiri løgum eru menniskjaskapt ljóð, floyt og klapp, sum økja um fjálga og ópoleraða dámin á útgávuni. 

Sangirnir eru sera einfaldir, men tíðum hoyrast leitandi klangir og millumspøl, sum í grundini eru øgiliga lítið popput, og sum í støðum minna um t.d. instrumentalløgini Y-arpeggios. Sara er hinvegin ein sovorðin sangur, sum tú heldur teg altíð hava kent. Júst sum Kodachrome hjá Paul Simon er Sara (Teitur og Judith Holofernes) ein føddur klassikari. Í tekstinum vendir ein sorgblíður egpersónur sær til fyrrverandi unnustuna, Saru og hevur hug at taka okkurt upp aftur saman við henni. Sangin Quite a lot, only slightly, very much havi eg hoyrt áður á donskum - tað er ein av sálmunum, sum Teitur gjørdi herfyri í sambandi við reformatiónsfagnaðin. Í tekstinum tekur sálmaskaldið útgangsstøðið í sonevnda Goldberg depressiónstestini. Tað ljóðar møguliga eitt sindur kliniskt, men hesum sangurin er alt annað enn tað, hann er fullkomiliga fantastiskur, eg fái ikki hildið uppat uppat við at lurta eftir honum og eri so spakuliga við at venja meg við tað merkiliga syntetiska kórið eisini. Tað ljóðar fremmant, men er fleirfaldaða røddin á Teiti. Orðingin, ið verður endurtikin er “without you” og rakar saman við yndisliga, einfalda laginum beint í hjartað. Tað sama kann sigast um alla hesa eyðmjúku útgávuna hjá einum sangskrivara, ið fremst av øllum ynskir at vera fittur og góður, og sum finnur gleði í teimum smáum lutunum.

Tann gleðin kann vera stór.