Hansina Iversen - Steinprent

F4E955AC-A6BF-4BBF-88CA-62D9634A1BF1.jpeg

Um summarið er nógv virksemi í Steinprenti og fyri hvørt ár verður mentanarturiststreymurin størri. Og tað er væl skiljandi, at tey koma í Steinprent, tí har er nógv at síggja. Umframt framsýningina hjá Randi Samsonsen er hópin av grafikki at síggja. At tað ber til at arbeiða í øllum rokinum, er ilt at skilja, men tað gera tey allíkavæl javnt og samt. Danski listamaðurin, Peter Callesen hevur arbeitt á verkstaðnum seinastu tíðina - hann hevur fingið 3 áhugaverd steinprent burturúr, sum verða partur av eini forkunnugari og sera øðrvísi framsýning við hansara verkum seinni í ár. Nógv meira um hetta seinni.

Tá eg var inni í gólvinum í Steinprenti í dag, gjørdist eg ovfarin av øllum prentunum hjá Hansinu Iversen, sum hingu á endavegginum. Hon hevur arbeitt í tveimum umførum og hevur fingið fleiri ymislig prent burturúr, sum eru full av mótsetningum, ikki minst tilfarsliga. Hygg bara at prentinum ovast. Er tað ikki sum um at eldur er í innaru litunum, sum tykjast bæði smelta og kølna av gjøgnumskygda skapinum av silvurgráum, ið er átøkt einum silkipappíri ella er tað eitt høvd, sum manifesterar seg á myndaflatanum? 

 

3BA18D2C-293F-40FA-88ED-76063C2CEB09.jpeg
2725C5F6-9F9D-4259-877F-CE7B9057251E.jpeg
86353165-C580-4C20-99CB-B18F0A8B8DB4.jpeg