Marius Ziska við nýggjari útgávu

port.jpg

Leygardagin 16. juni verður leingi væntaða nýggja útgávan hjá Marius Ziska løgd fram á stórfingnari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.

Marius hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst við útgávuni, sum fær heitið “Portur”. Fyrsta staklagið, Silvurlín, kom út í januar, og varð sera væl móttikið, bæði í Føroyum, Íslandi og Danmark. Løgini á komandi útgávuni hjá Mariusi Ziska eru øll á føroyskum. Bólkurin gjørdist spentur uppá at gera eina heila útgávu á føroyskum, tá ið føroysku løgini á seinastu útgávuni, Home/Heim, onkursvegna bara kendust bólkinum rætt. Tey vórðu eisini sera væl dámd bæði her heima og uttanlands, og tí varð avgerðin tikin at gera eina føroyska útgávu burturav. Teir, ið manna bólkin Marius Ziska á útgávukonsertini, eru Hans Marius Weihe Ziska - sang og gittar, Allan Tausen - sang og gittar, Heðin Ziska Davidsen - gittar, Mikael Blak - bass, Magnus Johannesen - tangentar, Brandur Jacobsen - trummur og Per Ingvaldur Højgaard Petersen - trummur. Duettin Guðrun og Bartal, sum eru við á einum sangi á “Portur”, hita upp til konsertina. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 16. juni kl 19.30. Konsertin er samstarv ímillum Norðurlandahúsið og G! Festival