Býurin og alt annað - ein fruktagóð sansavilliniborg

33513347_10216778439836341_4435854743138467840_n.jpg

“-Hatta er tann BESTI sjónleikurin ever”. Vit standa uttan fyri Tjóðpallin og sonurin, sum er 11 ár, er als ikki í iva og sjálvt um mamma hansara ivast eitt sindur í hvørt ein sansavilliniborg yvirhøvur er ein sjónleikur, ja so tekur hon fullt undir við, at sansavilliniborgin hjá Gabriel Hernandez, Marga Socias og Thomas Roper saman við TVAZZ v/ Gunnvá Zachariasen og Planeta 15, veitir áskoðarunum eina einastandandi fjølbroytta og inspirerandi uppliving uttan mun til um tú ert barn ella vaksin. Sansavilliniborgin, ið hevur heitið Býurin og alt annað, er kvalitetsundirhald við góðum sjónleikarum, góðari scenografi og so er tað altíð gott at hoyra William Heinesen greiða frá um Føroyar og Havnina og heimsins byrjan. Eg hugsi, at ein munur millum sansavilliniborgina er tann, at áskoðararnir verða aktiveraðir til sjálvi at gera sær sínar egnu søgur. Fyri okkum var hetta ein serstakliga góð familjuuppliving, men eg haldi eisini, at upplivingin hevði verið líka góð fyri vinkonur, einstaklingar osfr. Skúlanæmingar hava eisini fingið nógv burturúr, tað veit eg, tí eg havi júst tosað við ein næming í 3.flokki í Skúlanum á Fløtum, sum fortaldi um ymiskt, hann upplivdi í sansavilliniborgini. Hann var so mikið upptikin, at hann gloymdi at anda meðan hann greiddi frá.

Tað er soleiðis, at áskoðararnir fara ígjøgnum sansavilliniborgina í smærri bólkum við 5 minuttum ímillum hvønn bólkin. Atgongumerki skulu tískil keypast til eina ávísa tíð. Ferðin gjøgnum sansavillinborgina tekur umleið 45 minuttir.

Umvegis effektiva ávirkan og ørkymlan av sansunum, men eisini við spennandi rekvisittum, umhvørvum og við sjónleiki verður gongd sett á søgur – bæði okkara egnu og søgurnar hjá okkara býi, og á vegnum umbroytist okkara kenda býarrúm og verður til okkurt spennandi nýtt. Í skýmingini vaknaðu sansir okkara, vit fingu svimlandi hæddarskrekk, sjóverk, men eisini uppmerksemi, eymleika og søgur, og hetta riggar so mikið væl, at vit blivu í so sera góðum lag við nývaknaðum kærleika til okkara umhvørvi.

Eg kundi skrivað meira, men vil ikki avdúka ov nógv og havi heldur hug at fáa hetta viðmæli skjótt út til tykkum, at ti skulu náa at fáa hesa upplivingina við áðrenn hon verður tikin av aftur skránni í Tjóðpallinum.