Kenslubornar tekningar í Víngarðinum
/At tekningin er sjálvur grundarsteinurin undir myndlistini verður ofta framført eisini um myndlistaverkið hjá Torbirni Olsen. Bárður Jákupsson greiðir í bók síni um Torbjørn frá um hvussu stóran týdning tað at tekna hevur fyri Torbjørn og hvussu væl tað liggur fyri hjá honum at tekna. Á framsýningini PERSONA GRATA sýnir Torbjørn Olsen m.a. fram tekningina ovast her á Listaportalinum. Hon eitur Svøvnur og vísir eitt ungt menniskja í fasta svøvni. Hon er eitt gott dømi um hvussu væl tað liggur fyri hjá Torbirni Olsen at tekna, ikki minst at tekna fólk, sum hann hevur gjørt mangan. Í klassiskari listaskúling er tekning umráðandi partur av undirvísingini. Í sambandi við tekning, so tosar mann um, at listafólk hava eina ávísa striku ella teknihátt. Hjá onkrum krúllast strikan í livandi endurgeving av andlitum ella hondum, hjá onkrum øðrum er konturstrikan rein og klár. Onkur teknari miðsavnar seg um ljós og skugga meðan onkur annar ynskir at bera fram rørslur og drama í tekningini. Í tekningunum hjá Torbirni er stórt kenslusemi. Tað er næstan sum hevur hann teknað við eyganum í beinleiðis kontakt við tað kærleiksfulla hjartað uttan nakra stórvegis analytiska frástøðu. Tekningarnar, sum verða framsýndar á PERSONA GRATA, eru í fleiri førum yvir tretivu ára gamlar. Áhugavert er at síggja hvussu haldgóðar hesar tekningar eru og hvussu frískar, fjálgar og fínar tær eru enn í dag. Komið og hyggið at PERSONA GRATA - hon letur upp í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í morgin 12.juni klokkan 17-19.
Dømi um framúrskarandi tekningar - hvør hevur teknað hesar?