Føroysk list við í framsýning í Philips Collection

35703253_10216782490623011_327865571309780992_n.jpg

Kenda amerikanska listasavnið, Philips Collection í Washington fer í heyst at framsýna norðurlendska list. Hetta er í sær sjálvum áhugavert, men verður ikki minni spennandi nú tað skilst, at eisini føroysk, grønlendsk, íslendsk og álendsk list verður við (umframt donsk, finsk, svensk og norsk list). Tílíkar presentatiónir av norðurlendskari list hava ofta manglað umboðan frá teimum smáu tjóðunum. Sambært heimasíðuni hjá Philips Collection fevnir framsýningin um 200 ár við 62 listafólkum, ið verða við á framsýningini Nordic Impressions frá 13.oktober í ár til 13.januar 2019. Enn er bara greitt, at framúrskarandi koloristurin, Ruth Smith verður við á framsýningini. Meira verður at frætta um hetta seinni.