Summarbókaviðmæli

bøkur.jpg

Ein slíkur kaffiangandi summarsunnumorgun er sum skaptur til avíslesing, so tað havi eg gjørt í morgun. Eg havi lisið Dimmalætting og Sosialin, nógvar síður um ógildaðar uppsagnir og løgnar dispositiónir, og í Sosialinum stendur eitt summarbókaviðmæli. Her er mítt summarbókaviðmæli. Tað er hvørki anonymt ella objektivt. Og eg uppdagaði, at tílíkir morgnar kunnu strekkjast øgiliga langt og at teir eisini rigga til at lesa leikapetti og yrkingar.

35049826_10216897095682663_2047451630588133376_n.jpg

Viðmæli 1: Tóroddur Poulsen: Himnahyljar

Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen er gott og verður betri, tá tú lesur tað umaftur. Tað eitur nakað so glitrandi og speglandi sum Himnahyljar. Yrkingin omanfyri er haðani, ein einføld og djúp ávaring ímóti rutinuhugsan og mentalum automatpiloti og tí loysir tað seg eisini at lesa yrkingarnar nógvar ferð. Hjá mær valdast upplivingin eitt sindur av mínum egna lagi - onkuntíð varnist eg mest skemtið og flenni at teimum beinraknu speisku lýsingunum av okkara samtíð í savninum. Aðrar tíðir rørist eg av melankolska tónanum, av einseminum í reglunum og beint í áðni gjørdist eg varug við originalitetin og kompleksitetin í teimum einfaldastu orðingunum. Bókin byrjar við eini smidligari, slingrandi vikuskiftisyrking, hvørs skap samsvarar innihaldinum. At yrkja og at skapa eru enn sum áður høvuðsevni í yrkingunum, eins og fleiri spískar viðmerkingar eru til samtíðina t.d. til okkara angist fyri at siga tað, vit í roynd og veru meina og til erkvisnar grannar, sum taka sær tikni av roykinum frá einum báli, tí tað fær teirra klæði á snórinum til at lukta av royki. Tóroddur Poulsen er ein sannur meistari, tá tað kemur til at orða pregnantar reglur við týdningum, sum kunnu fara fleiri vegir. Tað er honum so líkt at velja ein tekst til endayrking, sum er full av byrjan, av vón og av vanda: “okkurt/ nýtt/ sum ikki/ skal sigast/ men síggjast/ hóttir/ sjónarringin”.

Viðmæli 2: Anna Malan Jógvansdóttir: Korallbruni

Bæði evni og umhvørvi í yrkingasavninum fáa allar kliché-alarmlampur at blinka og tí er tað tess meira imponerandi, at tað eydnast Onnu Maluni at fáa frásøgnina um tað suicidala yrkjaraegið, sum gerst eitt við havið, til góðar yrkingar. Tað hevur við málið at gera, og í hesum yrkingasavninum megnar hon bæði tað minimalt reduktiva og tað maksimalt sansiliga, erotiska og uppøst endurtakandi, so at tað er ein fragd at lesa, eisini úti á Boðanesi, tá sólin skínur - Har er líðing og blóð í deyðanum. Kroppurin doyr og søkkur til botns og á botninum gera havsins djór sær dælt av honum. Krabbar og gággur leggjast á og verða likamliga eitt við yrkjaraegið. Meðan henda prosessin er í gongd, gongur eisini ein annar leikur fyri seg, sum fyrst er ein samrøða millum havið, sonevnda gágguhjartað og aðrar verur. Miðskeiðis í bókini er ein mynd, eitt ravmagnshjartarit ella eitt EKG av tí slagnum, sum verður gjørd, tá tú kemur til kanningar á sjúkrahúsinum og elektrodur verða settar ymsastaðni á yvirkroppinum at máta virksemið hjá hjartanum. Gágguhjartað er eitt slag av høvuðspersóni í frásøgnini. Tað liggur væl vart inni í eini gágguskel og ber, sum tað so vakurt stendur, beinagrindina uttaná. Hjartað er eftir øllum at døma gitnaðarført og leggur rogn, sum klekjast út í ljósið alt í meðan kroppurin upploysist, verður etin av fiskum og fer í eitt við havsins lívrunnu vøkstir: "eygnatarin blundar/ munntarin gapar reytt/ andlitstarin sveimar tungt". 

3. Trygvi Danielsen/Silvurdrongur: Silvurbók.

Nýggja yrkingasavnið hjá Trygva Danielsen er somuleiðis samanhangandi, skrivað við smáum stavum uttan yrkingaheiti. Yrkingarnar eru bygdar upp um eitt sansandi og viðmerkjandi eg, sum er Silvurdrongur. Silvurdrongur er altso alter ego eins og t.d. Ziggy Stardust var tað hjá David Bowie og eg haldi, at Silvurdrongur minnir eitt sindur um yrkjaran, Trygva Danielsen. Hann er ungur, miðskeiðis í tjúgunum, men følir longu andadráttin frá næsta ættarliðnum, teimum dugnaligu og stílsliga tilvitaðu anda seg í nakkan samstundis sum tey vilja taka selfie saman við Silvudrongi. Tað dámar honum allarhelst væl, tí hann er narsissist (tað sigur hann sjálvur), men hann er eisini ein uttanfyristandandi alien, sum lyftir seg upp frá gerandisdegnum ella sum skrivað stendur á síðu 39: ...gjørdi dronginum/ eina nýggjárslyftu/ at hevja seg upp/ úr flóðalduni/ av eygnakontaktum/ sum vit skeita á/ tá vit skríða og skragga/ út úr bussinum.. (s.39 í Silvurbók). Hann lýsir seg sum eygleiðara, ið stendur fyri seg sjálvan, men Silvurdrongur er í grundini ein nokk so typiskur ungur poetur, ið sjálvandi finst at etableraða samfelagnum, teimum, sum liggja á sofuni og spæla Gekk og síggja X-Faktor og teimum, ið verja seg við kynismu tí sum tað stendur í yrkingini at “tey /ræðast/ at røra /tey /sum mest /hava /brúk/ fyri einum klemmi”. Silvurdrongur ræðist ikki klemm og ætlar sær eftir øllum at døma at liva sterkt og doyggja rúsaður – hann hevur ikki í hyggju at skjóta ella heingja seg sum Hemingway og Robin Williams, men at fara meira snildisliga fram eins og Aldous Huxley – her mátti ummælarin googla – (eg var ikki greið yvir, at kendi høvundurin, sum í 1932 skrivaði A Brave New World, bað um og fekk innspræningar av LSD frá konu síni, tá hann lá til at doyggja). Í Silvurbók verður funnist at idealistum av ymiskum slag, tjóðskaparromantikarum, poetiskum, idealistiskum, humanistiskum og  filantropiskum romantikarum. Og sjálvandi fær akademiski romantikarin ein serligan ein yvir nakkan, tí akademikarin sær ikki veruleikan fyri nalvaull – hetta er ikki fyrstu ferð mann sum akademikari møtir hesum ikki serliga flatterandi skoðsmálinum. Funnist verður sum heild at etableraða samfelagnum í okkara tíð við sjálvsdyrkandi materialismu, perspektivleysari kroppsdyrkan og fíggjarligum grammleika, sum hevur við sær, at hvørt elalítið rúm ella kurpali í høvuðstaðnum nú verður leigað út til air-bnb, so at vit tjena kassan, samstundis sum vit hava medborgarar, ið einki hava at búgva í.

4.Eyðun Johannessen: Míni leikapetti

Um nú lesarin av órannsakiligum og óforstáiligum orsøkum ikki tímir at lesa yrkingar, so kann tað vera, at hann ella hon í staðin skal velja sær Míni leikapetti hjá Eyðuni Johannessen sum summarbók. Henda bókin er sjáldsama væl skrivað, hon er vøkur og so er hon eisini poetisk í støðum, tað sæst longu á lýsingini hjá rithøvundinum av bókini:

Mjørkin hevur altíð drigið meg at sær. 
Sparrar upp allar sansir. 
Ger tað kenda nýtt og margfalt.
Nú ið árini hava nomið tey áttati,
havi eg roynt at kaga aftur um bak
og litið inn í mín mjørka.
Hvat er tað, eg síggi og upplivi?
Eg sigi ikki, at hetta er sannleikin um meg. 
Teir eru fleiri og marglittir.
Eg royni at reka teir
eins og hvítar, morreyðar og flekkutar seyðir, 
í rætt.
So kann lesarin, í sínum lag,
tumma teir og meta um vektina.
Søgan er um ein havnardrong,
sum frá barnaárum veksur upp
í einum umhvørvi, har
Sjónleikarhúsið – „Tað reyða húsið“ – 
gjørdist ein depil og mín gyklaði heimur.

Í bókini er hópin av myndum úr føroysku leiklistasøguni. Harumframt eru ymiskar ritroyndir, ið snúgva seg um Sjónleikarhúsið, um lívið hjá Eyðuni Johannessen, ein røða, tá Annika Hoydal fekk Mentanarvirðislønina, har eru greinar og stubbar, byrjanin til eina skaldsøgu, eitt bræv osfr. Aftrat sínum egnu frásøgnum hevur Eyðun Johannessen valt at taka fýra ummæli við í bókina, trý donsk ummæli, umframt eitt ummæli hjá Sverra Egholm av Glataðu Spælimonnunum, tað elsta ummælið er frá 1989, tað nýggjasta frá 2008 - hetta munu vera ummæli, sum Eyðuni Johannessen dámar og tað er áhugavert, at hann ikki hevur tikið nakað av teimum mongu føroysku ummælunum við, sum komu í kjalarvørrinum av stórverkum, sum hava verið framførd á Tjóðpallinum, Meðan vit bíða eftir Godot, Kravravnar, Tóm Rúm, Havfrúgvin. Sum ummælari er hetta nakað, eg leggi merki til og undrist á. Aðrir lesarar fara at leggja merki til ymiskt annað, tí soleiðis er hendan bókin - her eru nógvir møguleikar og bókin kann bæði lesast intenst út í eitt og meira leysliga, har kagast kann í myndir, í yrkingar osfr. Bókin er áhugaverd - ikki minst er "Bræv til ein vinman" sera spennandi. Her fyriheldur leikstjórin Eyðun seg kritiskt til ymiskt í handritinum hjá Jóanesi Nielsen til Havfrúnna. Søguligar enduminningar visionerar framtíðarvónir eru spennandi at lesa, men seriøs, samtíðarlig listakjak av hasum kalibrinum hava vit ikki nógv av og tey mangla!