Føroyski kórleiðarin, Ólavur Hátún er deyður. Hann náddi at liva góð 87 ár í hesum heimi og nú hann er farin, er saknurin alstórur - eg haldi meg ikki hava upplivað so nógv og so innilig minningarorð um nakran, sum eg nú havi hoyrt og sæð í útvarpinum og á facebook í dag og í gjár. Hann verður sjálvsagt stórliga saknaður av familjuni og teimum, hann hevði næst, men hann verður somuleiðis saknaður av kórum sínum og av føroyska kórumhvørvinum sum heild, tí hann var so sera trúgvur í hesum umhvørvi og møtti upp til allar konsertir. Eg hugsi, at tað fer at seta sín dám á ólavsøkusangin, at Ólavur ikki er meira. Annars komu deyðsboðini ikki sum nakar skelkur, tí vit vistu av, at maðurin hevur verið illa sjúkur eina tíð, og tá hann ikki møtir til venjingarnar í stóra ólavsøkukórinum, ja so vita øll, at tað bara kann vera av tí, at hann ikki fær komið.
Ólavur Hátún tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1952 og síðan tónleikalæraraprógv á Det Kongelige danske Musikkonservatorium í 1963. Hann er kendur sum kórleiðari og stjórnaði í ein mansaldur Havnarkórinum. Hann var árini 1986 til 1998 leiðari av Føroya Musikkskúla, sum hann eisini var við til at seta á stovn, og hann stovnaði Kórsamband Føroya í 1983. Men harumframt gjørdi hann so ótrúliga mangt. Hann var hugsjónarmaður og dugdi væl at orða seg, so greinirnar og lesarabrøvini eru mong frá hansara hond.
Í tómrúminum av einum menniskja sum Ólavi Hátún er ikki lætt at taka dagar ímillum hvørji avrik hava størstan týdning, men eg haldi, at hansara samstarv við altjóða tónleikakapacitetir fekk ómetaliga stórt árin á føroyskan tónleik, hetta fevnir bæði um komponistar, dirigentar, orkestur, kór, tónleikaskúlar osfr. Tað er vónleyst at fara undir at nevna nøvn, tí tey eru so mong, sum gjøgnum Ólav Hátún hava fingið varugan týdning fyri føroyskt tónleikalív, men samstarvið við danska tónaskaldið Vagn Holmboe má nevnast, hann hevur skrivað fleiri føroyskar kórklassikarar, framúrskarandi sangir við stórari ávirkan á tónleikin hjá teimum yngru føroysku tónaskaldunum. Samstarvið við sveisiska dirigentin, kórleiðaran og tónaskaldið Willi Gohl hevði við sær stórar tónleikaverkætlanir, ið somuleiðis lyftu einstaklingar og heildina í føroyskum tónleikalívi og tað sama var galdandi fyri samstarvið og vinarlagið við íslendska kórleiðaran og organistin, Jón Stefánsson og íslendska sangskúlan umframt mong onnur.
Ólavur Hátún fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik í 1997 og í 2015 heiðraði FMA Ólav Hátún fyri sín serliga leiklut í føroyskum tónleiki.
Eg skal viðganga, at eg plagdi at brosa soleiðis heilt spakuliga, tá tey tosaðu um seinastu konsertina við Ólavi Hátún og Havnarkórinum, tí sjálvt um seinasta konsertin var av, vóru hugskotini altíð mong til nýggjar verkætlanir. Mær er sagt, at ætlanir vóru lagdar sjálvt á sjúkhúsinum um komandi stórbærar tónleikahendingar og tað er gott at hugsa sær.
- Takk fyri Ólavur, tín lutur liggur ikki eftir.